Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 C M Y K 17 16 Plátu- og lakkverkstað- ið hjá Hans Jacob Koll- sker á Sandvíkarhjalla er eitt nútímans verk- stað, við øllum teimum tænastum, ið einum slíkum hoyrir til BILAR Eirikur Lindenskov Hans Jacob Kollsker byrjaði verkstað sítt á Hálsi í Havn í 1993. 1996 flutti hann út í Slættanesgøtu, og í fjør bygdi hann egnan verkstað á Sand- víkarhjalla. Eitt stutt skifti, meðan høllin á Hjalla varð bygd, húsaðist verkstaðurin á Signabø í Kollafirði. Síðani Hans Jacob Kollsker byrjaði einsamallur á Hálsi, er virksemið alsamt vaksið. Í dag arbeiða seks mans á verk- staðnum, tó bert fimm í løt- uni. Á verkstaðnum hjá Hans Jacob Kollsker verða allir skaðar umvældir. – Vit gera nógvar trygging- arskaðar, og vit hava fleiri bil- handlarar sum fastar kundar, sigur Hans Jacob Kollsker. Verkstaðurin er tann í land- inum, sum ger næstflestar tryggingarskaðar, og tað man boða frá góðsku. Hans Jacob Kollsker sigur, at tóat umvælingarnar eru størsti partuin, ið gjørdur verður á verkstaðnum, so bjóða teir seg eisini fram, tá talan er um mekaniskt ar- beiði. – Vit ræðast heldur ikki ó- vanligar uppgávur, um kund- in ynskir tað, sigur hann, og leggur afturat, at teir altíð eru til reiðaur, hvussu »lítið« ar- beiðið enn er. So um tú ynskri at bilurin skal eftirhyggjast, tí hann skal til sýn ella hava aðra umvæling, so eru teir á Sandvíkarhjalla tilreiðar. Verkstaðið á Sandvíkar- hjalla hevur eisini størstu sproytikabinu í landinum, og tí hava teir sera góðar um- støður at spoyta størri vøru- bilar. Kabinan er tó ikki so stór, at hon kann hýsa bussum og lastbilum, men Hans Jacob Kollsker hevur ætlanir um at gera umstøður til at sproyta bussar og lastbilar – og hann hevur longu sproytað fleiri av bussunum hjá Bygdarleiðum. Nógv verður í dag tosað um, hvussu heilsu- og um- hvørvisskaðiligt billak er, og tí verður nógv granskað í hesi vinnu. Eitt tað síðsta er, at nú fæst vatnbaserað lakk til bilar. – Enn er bara talan um for- lakk, men vit hava havt fólk á skeiði í at nýta hetta nýggja slagið av lakki, sigur Hans Jacob Kollsker. Hann sigur annars, at tað lakki, teir nýta mest í dag, er nógv umhvørv- isvinarligari, enn tað var fyrr, tí nú eru ikki so nógv upp- loysingarevni í lakkinum longur. Umframt at vera stór, so er sproytukabinan eisini útgjørd við infrareyðum lampum, so til ber at hita upp partar av bilum ella smáar lutir, uttan at hita upp alla kabinuna. Hetta lættir nógv um mannagongd- ina, tí tað tekur nógv styttri tíð, og tí fæst meira arbeiði í- gjøgnum. Á verkstaðnum hava teir drúgvar royndir við lakker- ingsuppgávum, og tí kunnu teir átaka sær so at siga allar lakkeringsuppgávur. Til stutt- leika kann nevnast, at teir m. a. hava sproytað bingjur til Eimskip og oljutunnur til Kall, ið nýttar vóru til her- ferðina »Frælsi í dós«. Bilverkstaðið hjá Hans J. Kollsker umboðar eisini bil- merkið SsangYong. Hetta umboð tók verkstaðið yvir, tá Sp/F John P. Vilhelm legði saman við P/F Meinhardt Arge í 2001. Talan er um tríggjar ymisk- ar fýrahjálsdrivnar Ssang- Yong-bilar. Rexton, Musso og Korando. Teir fáast í ymsum sniði og við ymsari eykaút- gerð. Manningin á Bilverkstaðnum hjá Hans Jacob Kollsker: Fróði Thomasen, Hans Jacob Kollsker, Jan Jacobsen, Petur Olivur Splidt og Poul Hansen 40% færri skulu doyggja Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjrøt eitt drúgvt áliti um ferðslu, sum ráðið vil hava lands- stýrismannin í ferðslu- málum at leggja fyri tingið FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov – Miðaltalið á teimum, sum doyggja ella verða álvarliga meidd í ferðsluni í Føroyum, skal lækka í minsta lagi 40% komandi tíggju árini. Hetta er vakra endamálið, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur eigur at verða ávegis stavnhaldið í føroyska ferðsl- utrygdarpolitikkinum. Ferðslutrygd hevur lagt drúgt álit fyri landsstýris- mannum í vinnumálum, Bjarna Djurholm. Ynskið hjá ferðslutrygd er, at landsstýr- ismaðurin leggur hetta upp- skot fram fyri Føroya Løg- ting til samtyktar. Álitið nevnist »Ávegis til Nullhug- sjónina«. Tað eru nøkur á síðani, at Ferðslutrygd fór at arbeiða null-hugsjónini, sum í stutt- um merkir, • at eingin skal doyggja ella fáa álvarligt mein av ferðslu- vanlukku í vegaflutnings- skipanini • at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhald Ferðslutrygd sigur í álitinum, at fyri at náa málinum við null-hugsjónini, so er neyð- ugt við munagóðum og mið- vísum ábøtum bæði á komm- unalar vegir og landsvegir, so teir alsamt verða tryggari. Miðað eigur eisini fram- haldandi at verða eftir at ak- førini verða útgjørd við nýggjastu trygdarfyriskipan- um, og at tey lúka fremstu trygdarkrøv. Ferðslulógin má alsamt verða endurnýggjað, sam- stundis sum eftirlitið við ferðsluni verður styrkt. Dentur eigur áhaldandi at vera lagdur á upplýsing og upplæring og at menna ein ferðslutryggan hugburð. Tað er ikki av tilvild, at Ferðslutrygd tosar um »áveg- is stavnhald«. Ráðið við- gongur, at ikki slepst undan, at fólk líða í ferðsluni, men Ferðslutrygd leggur dent á, at tað hevur stóran týdning at miða ímóti einum máli – og málið komandi tíggju skal sambært Ferðslutrygd verða, at miðaltálið á teimum, sum doyggja ella verða álvarsliga meidd í ferðsluni í Føroyum, skal lækka í minsta lagi 40% komandi 10 árini. FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov Við støði í hagtalstilfari vísir Ferðslutrygd á størstu vand- amálini í ferðsluni í Føroyum: • Vanlukkur, ið standast av, at 18-19 ára gamlir dreingir við koyrikorti stytta sær stundir í bili smana við javn- aldrum og serliga gentum niður í 14-15 ára aldur. Tær allarflestu av hesum vanlukkum standast av tí, at bilførararnir eru óroyndir, og at ferðin mangan er alt ov stór. Í nógvum førum hevur rúsdrekka eisini verið nýtt. • Gongufólk, sum verða koyrt yvir. Serstakliga børn og eldri fólk. • Vantandi nýtsla av bil- belti. Hetta er galdandi fyri allar aldursbólkar. Mangan sæst, at ungir bilførarar, i hava látið lív ella eru vorðnir avlamnir í vanlukku, sótu ikki í bilbelti. Samanumtikið heldur Ferðslutrygd,at ferðsluvan- lukkurnar í Føroyum henda, tá ið fólk halda væl til standa, veðrið er gott, vegurin góður, bilurin góður – og so verður spitarin trýstur í botn! Ferðsluvanlukkur: 200 mió kr um árið Hesi vóru sera heppin at sleppa frá hesi ferðsluvanlukkuni við lívinu. Tey sótu í bilbelti, sum bjargaði teimum… savnsmynd: Sosialurin Framkomna verkstaðið á Sandvíkarhjalla