Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 1. mai 2003 15 Hjálpartól til øll Ergo og Hjálpartól er nú flutt í nýggj høli í J.C Svabosgøtu. Høl- ini uppi á Íslands- vegnum vóru vorðin ov lítil, og nú kann Beinta Lassen endi- liga lata handilin upp í nýggjum og stásilig- um umhvørvi HANDILSLÍV Ingrid Bjarnastein Havn: Handilin, ið selur hjálpartól til rørslu- og menningartarnað, er nú fluttur í nýggj høli. Í dag, hósdag, letur Ergo og Hjálpartól upp í nýggjum og stásiligum umhvørvi niðri í J. C Svabosgøtu 8 í Havn. – Eg byrjaði við hesum handlinum heima í stovuni hjá mær sjálvari fyri hálv- um ørðum ári síðani. Síðani fekk eg høli á Íslandsvegn- um, men tey vístu seg at vera alt ov lítil, so teir sein- astu átta mánaðirnar havi eg leitað eftir nýggjum høl- um, og tað hevur víst seg at vera ógvuliga strævið, sig- ur Beinta Lassen, sum eig- ur og rekur Ergo og Hjálpartól. Handilin selur alt, sum eitur hjálpartól. Alt frá einum gafli til eina song ella ein skutara. Heingju- koyggjur, stólar, pútur, bóltar og leikur til rørslu- tarnað er bara ein brotpart- ur av úrvalinum í handl- inum. Stórur tørvur Beinta, sum er ergotera- peutur, sigur, at tørvurin á hjálpartólum er ógvuliga stórur. Hetta sæst millum annað aftur í tí, at tá hon byrjaði hevði hon opið bara ein dag um vikuna og ann- ars eftir avtalu. Nú verður opið hvønn dag, og Beinta hevur verið noydd at fáa sær ein afturat sær at hjálpa til. – Fólk vistu ov lítið um hjálpartól tá eg byrjaði. Runt á stovnunum eru hjálpitólini í ov ringum standi. Tað eru eisini fleiri, sum vilja hava sítt egna ístaðin fyri at fáa frá Hjálpartólamiðstøðini, og vit leiga eisini út til fólk, greiðir Beinta frá, sum leggur afturat, at tað eru fleiri, sum koma heim til summarið og høgtíðir nýta høvið til at leiga sær útgerð. – Undirtøkan hevur verið góð, so hetta hevur uttan iva verið ein mangulvøra í Føroyum. Stovnar, so sum ellisheim og sjúkrahús hava ikki vitað nakað um hetta. Ergo og Hjálpartól er einasti handilin av sínum slagi í Føroyum. Fleiri slík- ir líknandi handlar eru í Danmark, men teir hava ofta avmarkað úrval. – Handlarnir í Danmark kunnu halda seg innanfyri eitt serøki. Tað ber ikki til í Føroyum, tí her er so lítið. Eg hevði ongantíð kunna selt bara gaflar! Handilin er eisini eina- umboð av nógvum merkj- um í Føroyum, og tí letur handilin eisini hjálpartól til Hjálpartólarmiðstøðini, og skuldi tað stytt nógv um tíðina vøran tekur at koma fram. – Tær nýtist ikki at vera sjúkur ella rørslutarnaður fyri at keypa her. Her er nógv ergonomisk køksam- boð, og harafturat stólar og kontórstólar til øll. Viðgerðarstova Umframt sjálvan handilin hevur Beinta eisini eina viðgerðarstovu. Har tekur hon børn inn til viðgerðar. Tað eru børn við millum annað Down´s Syndrom, tí føroysku sjúkuni, rørslu- tarnað, børn, sum ikki duga væl at tosa og nógv annað. – Diagnosurnar spenna seg ógvuliga vítt. Eftirsum eg eri ergoterapeutur, so vildi eg eisini hava eina viðgerðarstovu. Tey flestu koma til tað, sum eitur munn- og andlitsviðgerð, greiðir Beinta at enda frá. Í dag frá klokkan 14 til 18 er móttøka í nýggju hølunum. Tá ber til at royna og síggja útgerðina, og eisini verður okkurt leski- ligt. Beinta Lassen er flutt við handli sínum, Ergo og Hjálpartól, í nýggj høli nirði í J.C Svabosgøtu. Handilin letur uppaftur í dag 15 14 Nr. 82 - 1. mai 2003 C M Y K 14 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið