hósdagur 1. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
C
M
Y
K
15
14
Kia Motors er elsta bil-
verksmiðja í Korea. Teir
útflyta árliga yvir
600.000 túsund bilar til
160 lond í heimunum.
Herfyri kom Kia Car-
ens higar til landið.
Carens er ein mini-
MVP, sum fæst í útgáv-
um við 5 ella 6 siti-
plássum og sum vøru-
bilur
BILAR
Magnus Gunnarson
Hóast Kia Carens ikki er ein
heilt nýggjur bilur, er hann
fyrst nú komin á marknaðin
her hjá okkum. Bilurin er ein
rúmligur mini-MPV, sum
fæst við fimm ella seks siti-
plássum og sum vørubilur. Til
fimm persónar eru sitipláss-
ini sum vanligt, tvey framm-
an og trý aftan, men tá bilurin
er til seks persónar, eru setr-
ini deild soleiðis: 2+2+2.
Sum vørubilur er Carens
praktiskur og arbeiðsvinarlig-
ur, lúkan aftan fer langt upp
og lessihæddin er lág, og bil-
urin ber vektina væl. Koyri-
eginleikarnir eru sum á ein-
um evropeiskum bili í somu
stødd. Carens fæst við 1,8 lit-
ur bensinmotori við 126 hk
og við 2.0 litur CRDi diesel-
motori við 112 hk. Hesin
common-rail dieselmotorurin
koyrir gott og larmar lítið.
Sum vanligt á koreanskum
bilum er næstan alt standard
sum t.d.el-síðurútar aftan og
framman, fjarstýrt sentrallás,
el-síðuspegl við hita og hita-
tráðir í viskarunum. Bilurin
hevur airbag framman og í
síðunum, ABS bremsuskipan
við EBD. Carens hevur ný-
liga fingið eina "facelift" og
er hann sera snøggur innan,
instrumentborðið er nýtt og
smart. Alu-look panelir eru á
instrumentborðinum og í
hurðunum. Nógv pláss er til
at leggja lutir frá sær á. Sum í
einum vanligum MPV situr
man høgt í bilinum við góð-
um útsýni, eisini at bakka við.
Kia Carens 1,8 við bensin-
motori kostar 220.800,- sum
persónbilur.
Kappingin frá kore-
ansku bilunum harð-
nar alla tíðina. Kia eru
nú komnir á markn-
aðin við Sorento, ein-
um 4x4 luksusbili, sum
fer í beinleiðis kapping
við bilar sum t.d. Mer-
cedes ML og Jeep Cher-
okee
BILAR
Magnus Gunnarsson
Kia Sorento er ein heilt nýgg-
ur og spennandi bilur frá kor-
eansku Kia bilverksmiðjuni.
Av tí at bilurin í útsjónd og í
aðrar mátar leggur seg tætt
upp at bilum sum t.d. Mer-
cedes ML og Jeep Cherokee,
hava fleiri motorjournalistar
royndarkoyrt hesar bilarnar
saman við Sorento.
Bert á einum øki stendur
Sorento ikki mát við kapp-
ingarneytarnar, og tað er upp
á prísin, tí hann er bíligari, og
næstan alt er standard. Kia
Sorento fæst við hesum
trimum motorunum: 2,4 litur
4 syl. bensin við 139 hk, 3,5
litur V6 bensin við 195 hk og
2,5 litur 4 syl.CRDi diesel
við 140 hk. Hesin seinasti 2,5
CRDi við beinleiðis common
rail innspræning er tann mest
áhugaverdi motorurin til okk-
ara brúk. Ein framkomin
teldustýrd 4x4 skipan stýrir
sjálv kraftini til framhjólini,
tá tørvur er á tí. Á vanligum
góðum vegi trekkjur bilurin á
bakhjólunum. Á Sorento er
næstan alt standard. Bilurin
hevur t. d. alu-felgur, el-an-
tennu, tokulyktir aftan og
framman, el-síðuspegl við
hita, hitatráðir í viskarunum,
cruise-kontroll ið verður stýrt
frá rattinum, heilautomatiskt
klimaanlegg,
el-síðurútar,
ABS Bremsur við EBD. Air-
bag framman, í síðunum og
gardinairbag. Sorento er góð-
ur at sita í, man situr høgt í
bilinum og koyrieginleikarnir
eru á høgum støði. Servostýr-
ingin blívur tyngri og meira
føst so hvørt sum ferðin
økist. Um nógv viðføri er í
viðførisrúminum, hevur bil-
urin hæddarstilling, soleiðis
at hann altíð flýtur beint. Tá
men setur seg inn í ein Sor-
ento, fær man kensluna av at
vera komin inn í ein dýran
luksusbil. Bilurin fæst við
automatiskum girum, leður-
setrum og førarasetur við el-
stilling allar vegir. Derek
Brockie frá D.B. Bilum sigur,
at eftirspurningurin eftir Sor-
ento er so stórur, at hann dag-
liga fær fyrispurningar frá út-
landinum, har spurt verður,
um hann hevur bilar til yvirs
at lata teimum. Orsøkin er, at
verksmiðjan klárar ikki at
framleiða nokk av bilum til
stóra eftirspurningin.
Kia Sorento - kappast við
teir dýru luksusjeeparnar
Derek Brockie frá D.B. Bilum er her við Kia
Sorento CRDi. Ein væl útgjørdur 4x4 sum kappast
við teir dýru luksusjeeparnar.
Kia Sorento 2,5 CRDi
Motorurin
2,5 litur 4 syl. diesel 140 hk
v. common-rail innspræning
0-100 km/t
14,6 sek
Oljunýtsla
11,8 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
225/75-16
Stødd og vekt
Longd
456,7 cm
Breidd
186,0 cm
Hædd
172,4 cm
Eginvekt
1950 kg
Totalvekt
2600 kg
Viðførisrúm
441 litrar
prísur
kr. 384.800,-
Automatgir + 15.000,-
Søluumboð
D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-110 Tórshavn
Tel. 310600
Kia Carens EX 2,0 CRDi
Motorurin
2,0 litur 4 syl. diesel 112 hk
v.
turbo
og
commonrail
innspræning
0-100 km/t
13,5 sek
Oljunýtsla
14,3 km/l
Dekkstødd
205/60-15
Stødd og vekt
Longd
449,3 cm
Breidd
174,8 cm
Hædd
160,9 cm
Eginvekt
1450 kg
Totalvekt (persónbilur)
1975 kg
Totalvekt (vørubilur)
2025 kg
Viðførisrúm
422 litrar
prísur
kr. 236.800,- (persónbilur v.
luksus pakka)
kr.
206.800,-
(vørubilur
v.luksus pakka)
Metallakk + 3.000,-
Søluumboð
D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-110 Tórshavn
Tel. 310600
Kia Carens sum persón- og vørubilur
Derek Brockie, frá D.B. Bilum, sýnir her ein Kia Carens CRDi. Bilurin er útgjørdur við t.d. hita í setrunum, el-síðurútum, el-síðuspeglum við hita, tokulyktum framman,
aircondition, CD anleggi, leðurratti og leður girknøtti