Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 82 - 1. mai 2003 Nr. 82 - 1. mai 2003 13 Tey, sum ótu døgurða umborð á Norrønu týsdagin, drukku vatn, sodavatn ella veikt øl aftur við tí annars so frálíka mat- inum FISH FAIR Vilmund Jacobsen Sosialurin í Saltangará: Tey, sum fóru umborð á Norrønu týsdagin at fáa sær av tí serstakliga góða mat- inum umborð, fingu einki sterkt at leska sær við, hvørki sterkt øl ella vín. Á hurðini inn í matstov- una stóð uppslag við týði- ligari áskrift: "På grund af toldregler, er det ikke muligt at servere nogen form for alcohol ombord". Her sótu so fólk rundan um borðini í rúmligu og hugnaligu matstovuni og ótu kjøt, fisk, frikadellur og annan leskiligan sjómat - og leskaðu sær við vatni, sodavatni ella veikum øli aftur við matinum. Tá ið onkur til stuttleikar spurdi um øl ella vín, smílt- ust fryntligu pólsku tænar- arnir og søgdu, at teir høvdu ikki loyvi at skeinkja. Veðrur kortini Seinni um dagin fingu framsýnararnir á North Atlantic Fish Fair at vita, at teir vóru vælkomnir inn í gamla posthúskjallaran á Høgabóli kl. 19 týskvøldið. Her fingu teir ein veðr, samstundis sum fólk kundu lýða á hugnaligt tónleika- undirhald, ið Søren Sø- gaard, sum býr í Leirvík, syrgdi fyri. Sosialurin var fram við ein túr hetta kvøldið. Lagið á fólki var gott, og tey hugnaðu sær. Niðri á bryggjuni koyrdi løgreglubilurin, tá ið fyrstu gestirnir trinu innar í gamla posthúskjallaran. Í kjallaranum er ikki nógv pláss, men her er hugnaligt við kálkaðum veggum og bjálkum. "Barrin" var ikki stór, ei heldur fín - eitt gamalt borð við nøkrum ølkassum standandi aftanfyri. Guð viti… Øll, sum hava verið á al- tjóða stevnum uttanlands, vita, at bæði framsýnarar og vitjandi kunnu fáa øl og vín uttan nakrar sum helst trupulleikar. Um dagarnar liggur okk- ara flaggskip, Norrøna, við bryggju í Saltangará sum hotel-skip, men umborð letur tað seg ikki gera at fáa ein veðr ella eitt vínglas aftur við matinum. At marknaðarføra Før- oyar sum ferðamannaland, er neyvan ein løtt uppgáva undir slíkum umstøðum. Útlendsku gestirnir noyðast bara at sláa seg til tols við, at Føroyar eru ikki sum onnur lond, so leingi hetta er politiski viljin í Føroyum. So fingu framsýnararnir ein veðr kortini… FISH FAIR Vilmund Jacobsen Tað merkist týðiliga í trið- størstu føroysku kommun- uni, tá ið eitt so stórt tiltak, sum North Atlantic Fish Fair, fer fram. Sum eitt heilt fjall við bryggjuna í Saltangará liggur Norrøna, og á havna- lagnum eru goymslu- bygningarnir hjá Skipafe- lag Føroya og reiðaravirk- inum, Beta, "knýttir" sam- an við trimum stórum tjøld- um. Runt um í kommununi hanga fløgg, og vegir og gongubreytir eru rein og nosslig. Stevnan minnir veruliga um tær stóru altjóða stevn- urnar, tú sært uttanlands. Eitt óført og gevandi til- tak, sum góðar kreftir nú á øðrum sinni hava megnað at reist á føtur. Nógv vitjandi Tað er hugnaligt og rættiligur stevnuhýrur í Runavíkar kommunu í hesum døgum. Týsdagin var veðrið heldur illsligt og kalt, men mikumorgunin hevði sólin hug at daga fram. Veðrið hevur nógv at siga, tá ið slík tiltøk verða hildin, og nú bendir alt á, at veðurgudarnir fara at halda sær í skinninum. Nógv fólk var væntandi á North Atlantic Fish Fair í gjár og í dag. Rættiligur stevnu- dámur yvir Runavíkar kommunu Umhvørvið rundan um North Atlantic Fish Fair minnir veruliga um tær stóru stevnurnar av slíkum slagi uttanlands. Mynd: Vilmund Jacobsen Hetta uppslagið hongur á hurðini inn í stóru og hugnaligu matstovuna umborð á Norrønu, meðan skipið liggur sum hotel-skip í Saltangará Hýrurin var góður í kjallaranum á gamla posthúsinum á Høgabóli. "Barrin" var ikki stór, men ein veðr skuldu framsýnararnir á North Atlantic Fish Fair so fáa… Søren Søgaard, sum býr í Leirvík, undirhelt við tónleiki, meðan veðrurin rann niður um – Tað er gott, at vit bjóða okkum fram við eini slíkari fiski- vinnustevnu. Vit hava kanska borið orð fyri ikki at duga tað so væl, men um tað hev- ur passað, so er tað í øllum førum ikki soleiðis longur, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum LANDSSTÝRIS- MAÐURIN Eyðun Klakstein Sosialurin í Runavík: Týs- dagin spákaði landsstýris- maðurin við fiskivinnumál- um millum básarnar á Fiskivinnustevnuni í Runa- vík. Onkrir embætismenn vóru við í fylgjunum, sum gav sær góðar stundir at vitja stóru stevnuna, har bæði føroyingar og útlend- ingar sýna fram. – Hetta er eitt stórt og flott tiltak. Hetta er størri, enn eg hevði ímynda mær tað, áðrenn eg kom her, sigur Jacob Vestergaard. – Tað er gott, at vit bjóða okkum fram við eini slíkari fiskivinnustevnu. Føroy- ingar hava kanska borið orð fyri ikki at duga tað so væl, men um tað hevur passað, so er tað í øllum førum ikki soleiðis longur. Hendan stevnan vísir, at vit hava onga orsøk til at smæðast fyri at bjóða okkum fram. Gott at tey vitja Men kann tað ikki gera tað sama, um ein slík stevna er í Føroyum ella í onkrum øðrum landi? – Nei, tað haldi eg ikki. Tað hevur týdning, at vit fáa útlendingar at vitja hendan vegin. Afturat sjálv- ari stevnuni kunna teir eisini síggja, hvussu vit føroyingar liva, og at vit hava eitt sera framkomið samfelag. – Øll kenna ikki okkara land so væl, so hetta gevur teimum ein møguleika at vitja hendanvegin og upp- liva landið. Stirvið við skeinkingini Hvat heldur tú um trupul- leikarnar við skeinkiloyvin- um hjá Norrønu? – Eg sakni ikki skeink- ingina, men eg havi heldur einki ímóti, at onnur fáa sær okkurt afturvið matin- um. Eg haldi, at tað er eitt sindur stirvið, at tað ikki skal bera til at fáa sær eitt glas víni ella eina øl her á stevnuni. – Men eg eri ein av teim- um, sum altíð havi verið ímóti, at vit skulu broyta rúsdrekkalógina orsakað av útlendingum. Skal hon broytast, so skal tað vera tí vit føroyingar vilja tað, sigur Jacob Vestergaard. Vit hava onga orsøk at smæðast Stóra fiskivinnu- stevnan í Runavík í hesum døgum, hevur higartil verið sera væl vitjað FISKIVINNUSTEVNAN Áki Bertholdsen Sosialurin í Runavík: Ikki kann sigast annað enn at fiskivinnustevnan, sum er í Runavík í hesum døgum, hevur verið ógvuliga væl vitjað. Fyrsta stevnudagin, sum var týsdagin, vóru væl yvir 2000 fólk á stevnu og hugdu at, hvat framsýnarar- nir hava at vísa. Tað er nógv meiri enn tað vóru tann fyrsta dagin, seinast stevnan var. Fyrieikararnir hava eisini lagt til merkis, at tað eru nógvir útlendingar við á stevnuni í ár. Petur Mohr Reinert, sum samskipar stevnuna, sigur, at einir 1.000 útlendskir gestir eru komnir á stevn- una at vita, hvat er at síggja. Seinast, stevnan var, vóru einir 500 útlendingar. Fyrireikararnir vænta, at tann stóri stevnudagurin verður í dag, tí 1. mai er frí- dagur hjá nógvum. Stevnan er opin frá klokkan 10-17. Nógv fleiri fólk eru á fiski- vinnustevnu í ár, enn tað vóreu seinast Yvir 2000 fólk fyrsta dagin – Tað hevur týdning, at vit fáa útlendingar at vitja hendan vegin. Afturat sjálvari stevnuni kunna teir eisini síggja, hvussu vit føroyingar liva, og at vit hava eitt sera framkomið samfelag, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12