Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 C M Y K 13 12 Renault hava seinastu árini víst, at teir tora at ganga sínar egnu leiðir, vit hava sæð tað við teimum størru luksus- bilunum Aventime og Vel Satis. Nú er túrurin komin til Mégane II, ið bleiv valdur til ársins bil í Evropa í 2003 Bilar Magnus Gunnarsson Renault Mégane II sær út til at koma sera væl frá byrjan. Fyrst bleiv hann valdur til »Car of the Year 2003«, síðan fekk hann fimm stjørnur í EuroNCAP testunum. Hetta sigur nakað um at bilurin ikki bert hevur útsjóndina við sær men eisini trygdina, komfort- in og koyrieginleikarnar. Mé- gane er fyrsti bilur í heimi- num við "Submarining"-air- bag í forsetrunum, ein skipan ið forðar fyri, at bilførarin og síðumaðurin kunnu glíða úr trygdarbeltunum undir eini harðari uppbremsing ella í eini ferðsluvanlukku. Síðu- airbag og gardinairbag eru standard. Bilurin er gjørdur yvir ein heilt nýggjan platt- form. Nýggi Mégane er gjørdur við teimum størru luksusbilunum Renault Aven- time og Renault Vel Satis sum fyrimynd, teir bilarnir verða ikki seldir í Danmark ella her um okkara leiðir. Bilurin fæst við trimum bensinmotorum frá 98 til 120 hk og tveimum dCi dieselmotorum við ávik- avist 80 og 120 hk. Mégane II hevur elektroniska servostýr- ing og koyrieginleikarnir eru í besta franska stíli. Bilurin er væl útgjørdur við t.d. fjar- stýrdum sentrallásum, aircon- dition við køling av handska- rúminum og elektroniskum oljumátara. Eins og á Renault Laguna verður Mégane II settur í gongd uttan startlykil, men við einum korti, Smart- Card. Bilurin verður gjørdur við trimum og fimm hurðum og fæst í útgávunum Authen- tique, Expression og Dyna- miqe. Tann nýggi Scenic kemur í heyst, møguliga kemur hann samstundis sum stationcar. 7 pers. Scenic, coupé, cabriolet og sedan koma í vár. Í summar kemur ein diesel- motorur afturat við 100 Hk. Renault Mégane II – øðrvísi og smartari snið Renault Mégane II 1,6 Authentique Family Motorurin 1,6 litur 4 syl. bensin við 115 hk 0-100 km/t 10,9 sek. Bensinnýtsla 14,7 km/l Dekkstødd 195/65-15 Stødd og vekt Longd 421,0 cm Breidd 178,0 cm Hædd 146,0 cm Eginvekt 1150 kg Viðførisrúm 330 litrar Prísur: kr 199.850 1.6 Authentique Family kr 184.850 1.4 Authentique Family Søluumboð VR Bilar Hoyvíksvegur FO-100 Tórshavn Tel. 322110 Lada undir amerikanskari leiðslu Luxusbilar úr USA fyri lagaligan penga Vilt tú hava ein bíligan nýggjan bil, so hevur tú møguleikan at ogna tær ein Lada. Og bíligari nýggjur bilur fæst valla, tí ein spildurnýggur Lada fæst fyri slakar 80.000 krónur! BILAR Eirikur Lindenskov Tað er Autotrade í Havn, sum hevur fingið umboðið upp á russisku Ladabilarnar. Tað er eingin loynda, at Lada ikki hevur so gott orð á sær, og tað dylur Jákup Jacobsen, ið saman við Jens Paula Dahl rekur og eigur fyritøkuna Autotrade. Seinasta Ladaumboðið í Føroyum var P/F Wenzel Pet- ersen, men eingin Lada er seldur í Føroyum seinastu umleið 13 árini. – Men hetta er ikki tann gamli Ladabilurin. General Motors, ella GM, hevur keypt eina slaka helvt at partabrøv- unum, og tað eru nú teir, ið stýra fyritøkuni og fram- leiðsluni, sigur Jákup Jacob- sen. Ladabilarnir hava kortini ikki fingið bestu ummælini, eitt nú í Danmark, har bil- blaðmenn hava heglað bilin niður. – Ja, donsku bilblaðmenni- nir fóru illa við bilinum. Tað var tí, at hann ikki hevur ABS-bremsur og airbag – men mest av øllum tí, at teir vildu hækka støðið á bilunum í Danmark, og so mátta tað ganga út yvir onkran, heldur Jákup Jacobsen. Jákup Jacobsen heldur, at tað verður ov nógv fokuserað upp á trygdarútgerðina í bilu- num. – Ikki tí, at týdningurin av henni skal undirmetast, men kanningar eitt nú í Týsklandi hava víst, at síðani bilarnir fingu alla hesa nýggju trygd- arútgerðina, er ferðin vaksin við millum 7,5 og 13 km/t. Tað vísir, at fólk leggja vand- an í trygdina, og tá er ikki so nógv vunnið, sigur hann og vísir á týdningin av, at tú veitst, hvussu vandamikil bil- urin er. Trygdarútgerðin er so til hjálp, tá óhappið kortini hendir. Jákup Jacobsen sigur, at Lada seinni í ár kemur við allari vanligari trygdarútgerð, so sum ABS-bremsur, airbag o. l. Men Jákup hevur góðar vónir til Lada í framtíðini. Eingin ivi er um, at GM við at seta pengar í fyritøkuna og við at taka leiðsluna um hendi, hevur ætlanir um at gera Lada til ein bil, ið livir upp til øll krøv, ið vestur- heimurin og ES seta. Hetta sama kenna vit frá Skoda, sum valla hevði frægari um- dømi enn Lada, men um nú er vorðið til VW-bil við tí um- dømi, ið hartil hoyrir. – Hesir Ladabilarnir hava longu fingið ein nýggjan mo- tor, og er tað týska Porsche- verksmiðjan, ið ger motorar- nar. Í komandi ári koma tvey heilt nýggj snið frá Lada, og seinni verða teir gjørdi bæði sum MPV, sum sportvognar o. s. fr. Autotrade hevur fingið tríggjar bilar heim, og er talan um sniðini Lada 110, sum við minna motorinum kostar 79.800 kr. Lada 111 STW kostar 99.800 kr, meðan Lada 112 við minna motorinum kostar 84.800. Umframt hesar bilarnar hevur Autotrade eisini teir gomlu og lutvíst vælumtóktu Lada Niva jepparnar heim. Í síðstu viku vóru Ladabil- arnir sýndir fram á Torginum í SMS. Tá vit hittu Jákup, hevði hann verið har í tríggjar dagar, og tá hevði hann gjørt 16 søluavtalur um bilar í SMS, harav tíggju vórðu und- irskrivaðar. Umframt teir tríggjar bilarnar, ið vóru har, eru 30 á veg heim – og teir verða seldir fyri somu prísir. – Tú fært ein góðan, bíligan bil fyri pengarnar, heldur Ják- up, sum leggur afturat, at hetta er eitt gott alternativ til brúktar bilar. Vilt tú hava ein rættan luxuslinara, so er hann at fáa í USA, og hesar bilar býður Autotrade sær eisini til at útvega áhugaðum føroyskum keyparum BILAR Eirikur Lindenskov Jákup Jacobsen og Jens Pauli Dahl hava líkasum spesiali- serað seg í at keypa heim bilar úr USA, og higartil hava teir selt einar 15-20 bilar. – Eg haldi, at vit hava gjørt enda á mytuni um, at tað er so dýrt at keypa bilar úr USA. Sjálvsagt er tað dýrt, um vit tosa um vanligar smáar bilar, men vilt tú hava nakað serligt, ella rættuligt luxus, so er tað bíligar úr USA, sigur Jákup Jacobsen, sum vísir á, at fyri 2-300.000 krónur fært tú ein rættuligan luxuslinara, sum hevði kostað nógv meira, um talan var um ein japanara ella týskara. Vit tosa um bilar, har alt er leður, alt sum hugsast kann í bilinum kann stillast inn júst til tín, um bilar við motorum við upp til 360 hk, o. s. fr. Autotrade hevur samband við tvær bilasølur ymsastaðni í USA, sum einki samband hava hvør við aðra. – Á tann hátt fáa vit heintað tilboð úr tveimum støðum, og tá eru váttaðir fakturar við, so prísurin er væl dokumenter- aður, sigur Jákup Jacobsen. Umframt nýggjar bilar, so hava teir á Autotrade eisini fingið fyrispurningar um at útvega gamlar klassiskar og rættulig ellisakfør. Eitt nú eru teir í ferð við at fáa prísir upp á ein Corvette frá 1957, sum teir vænta at fáa fyri eitt stað millum 160 og 210.000 krón- ur. Annars eru flestu fyri- spurningar upp á bilar til 7 persónar og pick-up’ar. Jackie Joensen í Havn hevur altíð verið kendur fyri sínar serligu – og vøkru bilar. Hann hevur keypt hendan Chevrolet 2500 frá Autotrade fyri 250.000 krónur. Bilurin er stórur, krevur stóra koyrikortið. Hann hevur dupulta kabinu og hevur 200 hk. Hann er skrásettur sum vøruvognur Mynd: Jens Kristian Vang – Tú fært ein góðan, bíligan bil fyri pengarnar, heldur Jákup, sum leggur afturat, at hetta er eitt gott alternativ til brúktar bilar Nýggi Mégane er gjørdur við teimum størru luksusbilunum, Renault Aventime og Renault Vel Satis, sum fyrimynd