Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 82 - 1. mai 2003 Nr. 82 - 1. mai 2003 11 Í dag er fyrsti mai, altjóða dagur verkafólksins. Í stórt- hundrað ár hava verkafólk um allan heim savnast fyri at seta fram krøv og fyri at vísa samfelagnum, at millum verkfólk ræður samhaldsfesti, samanhald og stríðsvilji. Eisini verður dagurin nýttur til at seta fram krøv um betri løn, styttri arbeiðstíð og ymsar ábøtur á arbeiðsviðurskifti og arbeiðsumhvørvi. Fyri verkafólk kring allan heim hevur dagurin havt stóran symbolskan og politiskan týdning, og spurningurin er so, hvønn týdning hann hevur í dag. Er ikki samfelagið so nógv broytt, at dagurin er um at missa sín týdning, verður stundum spurt. Svarið er púra greitt: altjóða dagur verkafólksins hevur framvegis stóran týdning, og dagurin hevur als ikki minni týdning á okkara døgum, enn dagurin hevði fyri fimti ella fyri hundrað árum síðani. Víst er samfelagið nógv broytt. Vit eru í tí postídnaðarliga kunningarsamfelagnum, og stættamun- irnir eru kanska ikki so sjónligir, sum fyri fimti ella fyri hundrað árum síðani. Vælferðarsamfelagið hevur tikið broddin av tí mest himmalrópandi órættvísinum í sið- bundna kapitalistiska samfelagnum. Hugmyndin um javnaðarsamfelagið er sett í verk á mongum økjum í Føroyum eins og í øllum Norðurlondum., um vit t.d hugsa um skúla- og útbúgvingarmøguleikar, almanna- og heilsu- verk og arbeiðsumhvørvi. Men teir grundleggjandi mótsetningarnir millum tann, sum selur sína arbeiðsmegi og tann, sum keypir arbeiðs- megi, eru framvegis til staðar í samfelagnum. Hetta er galdandi, hóast hitt almenna er ein hin størsti arbeiðs- gevarin Føroyum í og við at hitt almenna eigur størsta peningastovnin, størstu framleiðslufyritøkuna í fiski- vinnuni á landi og eina hina størstu útgerðarfyritøkuna. Men hesir partar av vinnulívinum vera riknir gróthart eins og privatfyritøkur. Tað er tí neyðugt hjá verkamanna- feløgunum at meta hesar fyritøkur sum privatar fyritøkur, hóast limir teirra sum føroyskir skattaborgarar eru medánarar av somu fyritøkum. Føroyska verkamannarørslan og føroyski løntakarin hava gjøgnum árini vunnið nógvar sigrar, men enn er langt á mál. Verkamannarørslan hevur tó ment seg heilt nógv seinastu árini. Feløgini hava greið mál og nýggjar visiónir eitt nú á eftirlønarøkinum. Dugnalig og hugdjørv fólk standa á odda fyri feløgunum og fyri fyrstu ferð eru øll fe- løgini á privata arbeiðsmarknaðinum saman um sam- ráðingarnar. Hetta er sera spennandi og skuldi alt annað líka økt um møguleikarnar fyri einum góðum úrsliti. Hvat feløgini ítøkiliga krevja á ymsu økjunum er ikki heilt greitt, tí almenningurin er ikki sloppin at hyggja í kortini enn. Men ein kann gita, at umframt hægri tímaløn eru helst eisini eftirlønarviðurskifti og eftirútbúgvingarspurn- ingar á samráðingarskránni. Vit ynskja verkamannafeløgunum góða eydnu við sam- ráðingunum, og vóna at tey við samhaldsfesti, visiónum og miðvísum samráðingarhegni koma fram til eitt úrslit, ið gagnar landi og fólki. Báðir partar á arbeiðsmarknað- inum mugu tó vera tilvitaðir um sína samfelagsligu ábyrgd. Øðrumegin er gott kappingarføri ein fortreyt fyri framhaldandi menning. Hinumegin er tryggleiki og góð arbeiðsviðurskifti sum heild ein av hornasteinunum í einum vælvirkandi vælferðarsamfelag. DAGSINS MEINING Sosialurin 1. mai – samhaldsfesti og visiónir VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jógvan Jespersen útvarpsstjóri Í Dimmalætting í gjár setir Marjus Dam, løgtingsmað- ur, mær nakrar spurningar, tí hann heldur, at Sam- bandsflokkurin varð settur uttanfyri kjakið, sum var í ÚF í síðstu viku um blokk- stuðulin. Tað haldi eg ikki, at Sam- bandsflokkurin var. Upprunin til hetta kjak vóru orðini hjá Hermanni Oskarsson, formanni í Bú- skaparráðnum, um at Før- oyar eiga at sleppa sær av við blokkstuðulin her og nú. Annars er vandi fyri, at blokkstuðulin fer at verða brúktur sum stuðul. Enda- málið hansara var uttan iva at fáa eitt politiskt orða- skifti um blokkstuðulin. ÚF tók málið upp í síðstu viku. Fyrst í sendingini "Føroyar í dag", har orða- skifti var millum umboð fyri Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðar- flokkin um sjónarmiðini hjá formanninum í Búskap- arráðnum, um at sleppa okkum av við blokkin. Sambandsflokkurin hev- ur eina greiða støðu til blokkstuðulin, og er politiski polurin til Tjóð- veldisflokkin í hesum máli. Hesin vinkulin varð so brúktur í kjaksendingini "Sostatt" mikudagin, har formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum og formaðurin í Sambandsflokkinum skiftu orð um evnið í framhaldi av sendingini týsdag. Í hesi sendingini varð eis- ini lagt upp til, at vit skuldu hoyra sjónarmiðini hjá teimum báðum smærru flokkunum. Viðmerkingin frá formanninum í Mið- flokkinum kom við í send- ingini, men tíðin gekk und- an, og tí kom viðmerkingin hjá formanninum í Sjálv- stýrisflokkinum ikki við fyrr enn í tíðindasendingini dagin eftir. Hetta er tað, sum kann henda í eini bein- leiðis sending. Satt at siga haldi eg at tað er á markinum, at ein løg- tingsmaður alment skuld- setir ÚF fyri at undirgrava demokratiið, eftir at hansara floksformaður í eini beinleiðis sending upp á 65 minuttir hevur havt møguleika fyri at siga alt tað, sum hon hevur upp á hjarta viðvíkjandi blokk- stuðlinum. Útvarpið hevur skyldu lógásetta skyldu til í sínum programmvirksemi at skipa fyri sakligari og óheftari upplýsing. Tað merkir kortini ikki, at øll áhugamál og øll sjónarmið skulu verða umboðað í hvørjari einstaka sending, tí tíð- indaflutningur og upp- lýsingarvirksemi er ein prosess, sum í útvarpi gongur tíma fyri tíma, og dag fyri dag. Yvir ávíst tíðarskeið skulu hesar treytir verða loknar, og tað haldi eg tær vóru í viðgerðini av sjónar- miðunum hjá formanninum í Búskaparráðnum um blokkstuðulin. Allir flokkar høvdu høvi til at greiða frá síni støðu til hetta mál. Aftursvar til Marjus Dam Schandorff Vang Oyrarbakki Sameiningarnevndin fyri kommunarnar í Sunda- lagnum villeiðir fólkið! Á fyrra fundinum blivu lagdar fram ætlanir um tær mest ótrúligu luftkastellir og á hesum fundinum bleiv ikki eitt orð nevnt um hetta. Jú – enn ein luftkastel – Hvalvík skal bjóða havnina fram til stór ferðamanna- skip og so skulu Saksun, Tjørnuvík og Gjógv byggj- ast út til ferðavinnu sum alternativ inntøka. Álvaratos – hvar er tann fyri nøkrum árum síðan spáddi ferðamannavøkst- urin? Alt gott um ferðavinnu, men hon er einki alternativ at byggja hvørki komm- unu- ella landsfígging við! Heðin Zachariasen segði, at tað bar illa til at svara uppá spurningin hvørjir vansar eru í eini sameining. Er tað ikki alt ov bíligt at sleppa sær so lætt undan? Eisini segði hann í við- merkingunum um skatta- prosentið, at teir "vildu hava tað at vera opið og er- ligt". Hvat er opið og erligt? Tit hava als ikki verið opnir og latið okkum fáa innlit í neyðuga tilfarið um sam- eining. Jógvan Mørkøre úr Hósvík segði, at borgarin kundi bara møta betri upp til bygdaráðsfundirnar, so fingu tey kunning. Rætt er tað, men eg havi fingið at vita, at umboðini fyri Sunda kommunu hava ikki kunnað bygdaráðið um alt, sum er fara fram í sam- einingarnevndini. Hvussu skal man so fáa nakað at vita? Á fyrra fundinum bleiv sagt, at ein faldari var gjørdur yvir fyrimunir, vansar og annað gott, men spurdir eftir faldaranum á fundinum, kundi eingin í panelinum vísa nakran faldara fram – faldarin var stutt sagt ikki gjørdur. Árni Dam var hann, sum legði fram á fyrra fund- inum og tosaði nógv um henda faldara, men mátti hann ryggsvimja og við- ganga, at faldarin ikki var gjørdur, men harafturímóti vóru tað bert nakrar yvir- skriftir, sum vóru festar á pappír. Kann ein sameingin byggja bert á yvirskriftir? Og pallborðið – hví var eingin nei-sigari við pall- borðið? Eg veit, at allir bygda- ráðslimir als ikki eru samdir um sameiningina. Hví var onkur teirra ikki tikin við til pallborðið? Hví tosaði eingin um tænastugjøld, sum vit kunnu væntað okkum fyri allar tær nógvu betri tæn- asturnar, sum sameining- arnevndin lovar? Nógv er eftir enn at kunn aokkum um, og sum tað stendur í Fyrisitingarlógini, so skulu allir partar í málin- um kunnast nóg væl. Vit eru mong, sum ikki hava fingið nøktandi kunning. Tí atkvøði eg nei – men tað skal ikki forða fyri betri samarbeiði! Ikki nøktandi – enn ferðavinnuna í álvara, tí alt ov leingi hevur vinnan verið merkt av pioner- arbeiði, har fólk hava nýtt hugflog og megi til at yvirliva við øðrum hjávinn- um. Hugskotið við felags átakið fyri ferðavinnu í ein- um øki er kent úr Eystur- oynni og hevur tað eydnast væl. Yvirlýsing um ferðasambandið Tá stovnanin av felagnum var avgreidd, var komið til ymiskt á fundarskránni. Og ymiskt varð havt á lofti. Viðtøkur felagsins siga, at arbeiðast skal fyri at betra ferðasambandið, men sann- roynd er, at tað gongur øvugta vegin, var semja um á fundinum. Tyrluflúgving- in er burtur tann 1. mai og tað er ikki líka heppi at ferðast ørindi til miðstaðar- økið, sum tað hevur verið. Fundurin var samdur um, at tað er alneyðugt at ferðast til miðstaðarøkið, t.d. til lækna, og túrarnir, har ein sleppur suður aftur í hampuligari tíð, eru skerd- ir. Sleppast má undan, at ein skal frá húsum klokkan 6 ella 7 á morgni, fyri síð- ani at vera heima aftur á kvøldið klokkan 22 ella 23, var niðurstøða á fundinum. Fundurin undraðist á, at einki hevur verið at hoyra til tingmenn, nú tyrluflúgv- ingin er tikin frá suðuroy- ingum. Fundurin, sum umboðaði allar kommunur í Suður- oynni og ferðavinnuáhug- að, samdist um at orða yvirlýsing, har kravt verð- ur, at tyrluflúgvingin verð- ur tikin upaftur og at túrar- nir, har tað slepst suður í hampuligari tíð á degi, koma aftur á nøktandi støði. Jógvan Krosslá gjørdi greitt, at suðuroyingar fara at krevja 3 túrar sjóvegis dagliga og at hetta krav úr Suðuroynni standa komm- unurnar saman um. TÍÐINDASKRIV Ferðaframsýningin Oljuleiting við Føroyar vitjar á Tvøroyri. Framsýningin læt upp mikudagin 30. apríl í fyrrverandi Statoilstøð- ini á Drelnesi. Hon lýsir partar av tí nýggjasta, sum vit vita um oljuna við Føroyar og greiðir frá, hvussu leitað verður eftir olju. Á heysti 1992 fann bretska oljufelagið BP á fyrsta sinni olju í rakst- rarverdum nøgdum á økinum millum Hetland og Føroyar. Fáar vikur frammanundan samdust Føroya landsstýri og danska stjórnin um, at landsstýrið skuldi yvir- taka málsøkið "ráevni í undirgrundini". Hesar hendingar settu av álv- ara gongd á fyrireik- ingarnar til oljuleiting á føroyskum øki. Í øll hesi 10 árini, sum farin eru, hevur nógv verið at hoyrt um olju- leitingina við Føroyar. Ferðaframsýningin lýsir partar av tí virksemi, sum ein oljuleiting førir við sær. Í framsýningini verður nomið við hesi evni: - hvussu verður olja til í undirgrundini? - hvussu sær eitt grót- slag út, sum hevur olju í sær? - hvussu er arbeiðsdag- urin á einum bori- palli? - hvussu nógv kostar ein oljuboring á djúp- um sjógvi? - hvussu ansa vit eftir náttúruumhvørvinum undir eini oljuleiting? - hvussu hevur søguliga gongdin kring olju- nýtslu í heiminum verið? og mangt ann- að. Framsýningin Oljuleit- ing við Føroyar byrjaði á Náttúrugripasavninum í Havn í juni 2002, og nú endar sýningin við vitj- anum í Húsavík, í Klaksvík og nú á Tvør- oyri. Ferðaframsýningin sum læt upp í gjár á Tvøroyri, verður opin dagliga til 19. maj. Opið er gerandisdagar frá kl. 10 til 12 og 13 til 16. Leygardag og sunnudag er afturlatið. Skúla- flokkar og aðrirbólkar kunnu avtala vitjanartíð á tlf. 37 24 80. At- gongdin er ókeypis. Oljuframsýning á Tvøroyri Stríðslúðrar aftur gella fylkingin alment á ferð stríðsblóðið sterka man vella droyrreyða merkið á odda ber stríðshugurin í besta blóma við solidariska brandi á leið javnrættarbirtuna hóma eldhugaði frælslynti skarin steig stríðsandan blása í unglingan fríða øsandi kreftir í æðrunum strítt mót kúgandi yvirstættini stríða sjá frælsisljósið bleiktrandi frítt ríkmanna svikabrøgd-blóðdálkaðu hendur trælaok nívandi á okkum leggja kapitalistisku skortar, hvar ein sær vendir til rættvísisstríðið okkum vil eggja kúgaða stættin gullið spinnur ta kúgandi stættina føða men socialisman tann sterka vil vinna javnrættaraldan um alheimin fløða! fámennisveldi undan vil flýggja socialismunnar stríðsmerki væna ríkmannafjøldin falla til kníggja arbeiðarafjøldini brátt megu tæna! høgrarákið durafjórðingin fáa arbeiðarastættsins hægsta trá brátt rættvísismálið droyrreyða náa stríðsmikli 1. mai-sigur vil fá! 1. mai okkara blóðreyði stríðsdagur í eystri so máttmikil roðar kollvelting reyða í eygsjón-socialismunnar staður javnrætt og frælsi socialisman oss boðar. solidariska flóðaldan máttmikil er alheims samhuga sýnir socialistiska hugsjónin á sigursferð eitrandi kúgandi liðið nú dvínur stríðseyðkennisbúnar at sjá kravgongur, verkføll reyða skaran skoða javnrætt og frælsi viljum vær fá! Stríðsljómurin vil okkum boða! Sólmundur Joensen 1. mai 2003 Stríðslúðrar 1. mai 2003 Nicolina Justinussen Las nú um dagarnar eina grein í einum av bløðunum um ferðsluna hjá okkum, tá Strandfaraskipini koma, og hvussu longi tað er at bíða, inntil tú sleppur yvir um Leirvíksfjørð. Og tú skalt vera grúuliga heppin, um tú sleppur, tá tú ætlaði tær. Men eina lítla viðmerking havi eg til tað. Tað bleiv sagt, at mannskapi onki hevði við tað at gera. Men tað er nú ikki heilt beint, ella er tað broytt, tí eg kann minnast fyri árum síðani – tó ikki so grúuliga langt síðani. Vit stóðu í røð og bíðaðu. Tá kom ein bilur, sum ein skjúttil og skuldi koyra umborð, men tá kom ein av okkara góðu, gomlu skipar- um og segði við viðkom- andi, at hann ikki átti tá. So tá var meira skil í, ella varð tað betur ansað eftir. Og hetta hendi aftur, fyri ikki so langari tíð síðani. Ja, tað var vist beint fyri páskir. Tá kom ein upp á sama máta, men hann slapp vist við. Ongin segði nakað við hann, men soleiðis er helst bara, men ljótt sá tað út. Tað er nú altíð ljótt at vera ljótur. Nei, enn verður ein løta hjá okkum her norðuri at bíða, til vit kunna koyra í undirsjóvartunli. Tá verður ongin bíðitíð og lættari og betur, nú ferðslan er vorðin so nógv og fólk ferðast meira og bilarøðirnar bara økjast. Vit ynskja og vóna, at tað verður øðrvísi, og eg hugsi, at øll hugsa tað sama. Tolin trívst Yvirlit yvir bygnaðin í nýggja felagnum: Ferðavinnan í Suðuroy. Tølini eru bert vegleiðandi Framhald av síðu 33 C M Y K 11 10