hósdagur 1. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
C
M
Y
K
11
10
Eftir at sølan av Mitsu-
bishi bilum hevur verið
fallandi í nøkur ár, er
gongdin nú vend. Í
2001 varð ein nýggj
verkætlan sett í verk, ið
hevur gjørt fyritøkuna
rentabla aftur. Næstu
árini er ætlanin et
koma við hópin av
nýggjum modellum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Í nýggju verkætlanini hjá
Mitsubishi er ætlanin at koma
við 15 nýggjum modellum í
Japan, 12 í Norðuramerika,
14 í Evropa og 12 á Asiu og
aðrastaðni í heiminum. Av tí
at
DaimlerChrysler
eiga
stóran part í Mitsubishi,
koma teir at samstarva við
MCC Smart, ið eisini hoyra
til
DaimlerChrysler.
Ein
nýggjur Mitsubishi Colt er
komin á japanska marknaðin.
Næsta ár kemur Colt til
Evropa
í
eini
nakað
annarleiðis útgávu. Hesin
nýggi Colt, ið nú er komin á
marknaðin í Japan, er fyrsti
bilurin í nýggja konseptinum.
Bilurin, ið er gjørdur í
samstarvi við DaimlerChrys-
ler, hevur ein framkomnan
undirvogn og sera góðar
koyrieginleikar. Trygdin og
kvaliteturin eru á høgum
støði. Nýggi Colt´urin skal
eftir ætlan vera við til at fáa
veruliga gongd á søluna av
Mitsubishi. Colt er eitt gam-
alt navn hjá Mitsubishi, fyrsti
Colt 600 bleiv gjørdur í
1962. Fyrsti Colt kom til Ev-
ropa í 1978. Mitsubishi og
DaimlerChrysler koma at
brúka Colt plattformin til
framleiðslu av Smart og Mits-
ubishi bilum, sum skulu
framleiðast á NedCar bilverk-
smiðjuni í Hálandi.
Í 2002 setti Citroën
sølumet sætta ári á rað.
Á heimsstøði var fram-
gongdin upp á 6,3 pros-
ent. Í Vesturevropa
vaks sølan eisini, hóast
bilasølan sum heild var
minkandi
BILAR
Magnus Gunnarsson
Í Vesturevropa høvdu Citroën
ein markanaðarpart upp á 6,7
prosent í søluni av persón- og
vørubilum í 2002. Í Fraklandi
høvdu Citroën ein marknað-
arpart upp á 14 prosent í fjør.
Á marknaðum uttan fyri
Evropa vaks sølan við 30 pro-
sentum. Í Kina vaks sølan við
60 prosentum í fjør. Tvey
nýggj modell komu á markn-
aðin í fjør, tað vóru C8 og C3,
ið bleiv valdur til »Årets Bil i
Danmark 2003«.
Áhugin fyri bilum við die-
selmotori er vaksandi og HDI
motorarnir hava verið sera
væl umtóktir. 54 prosent av
Citroën bilunum í Vesturev-
ropa hava dieselmotor. Síðan
C3 kom á marknaðin í fjør er
ein annar C3 á veg, talan er
um C3 Pluriel, ið kemur til
Danmarkar í mai/juni.
Mitsubishi - fleiri nýggir bilar á veg
Citroën - framgongd á flestu marknaðum
Her er C3 Pluriel sum
Cabriolet
C itroën C3 Pluriel. Bilurin
kann broytast frá Saloon til
Panoramic Saloon, til ein cab-
riolet, til ein Spider og til ein
pickup
Mitsubishi Colt kemur til Evropa næsta ár