Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 82 - 1. mai 2003 Nr. 82 - 1. mai 2003 9 UTTAN ÚR HEIMI Fekk bræv frá Saddam Arabiska blaðið Al-Quds Al-Arabi, sum verður útgivið í London, prentaði í gjár eitt hondskrivað bræv, sum ein, ið kallar seg Saddam Hussein, hevði skrivað undir. Brævið er dagsfest tann 28. apríl. Í brævinum mælir brævskrivarin irakska fólkinum til at seta seg upp ímóti amerikansku hermonnunum, og hann ávarar irakar ímóti at viðurkenna teir leiðararnar, sum amerikanararnir ætla at seta til at stýra Irak. Týsdagin prentaði tað sama blaðið eina yvirlýsing frá einum higartil ókendum felagsskapi, sum vildi vera við, at Saddam Hussein fer at lata irakska fólkið frætta frá sær ein av teimum fyrstu døgunum. Aftur av samráðast Nú er líkt til, at friðarsamráðingarnar á Sri Lanka, sum slitnaðu tann 21. apríl, verða tiknar uppaftur í næstu viku. Teir tamilsku tikararnir tóku seg burtur úr samráð- ingunum, tí teir vóru ikki nøgdir við gongdina í sam- ráðingunum. Eitt nú vildu tamilarnir vera við, at stjórnin í Colombo hevur ikki hildið lyfti sítt um hjálp til fólkið har norðuri í landinum. Men í gjár frættist, at leiðarin hjá tikarunum, Anton Balasingham, hevur játt- að at tosa við umboð fyri stjórnina um at taka samráð- ingarnar uppaftur. Norskir diplomatar hava verið millumgongumenn í samráðingunum um frið á Sri Lanka, og tað eru eisini teir, sum hava fingið tamilsku tikararnar at umhugsa at taka samráðingarnar uppaftur. Fingið tilboð um arbeiði Fyrrverandi irakski kunningarmálaráðharrin, Moham- med Saeed al-Sahaf, hevur nú fingið tilboð um arbeiði hjá einum arabiskum sjónvarpi. Ali al-Hadethi, sum er ein av leiðarunum í sjónvarps- støðini al-Arabiya, sigur, at teir eru til reiðar at bjóða fyrrverandi kunningarmálaráðharranum hjá Saddam Hussein arbeiði sum politiskur viðmerkjari. Sambært sjónvarpinum eru tað tær drúgvu royndirnar, sum ser- liga hava áhuga, og tí hann verður hildin at hava góðar fortreytir fyri at lýsa gongdina í Irak. Mohammed Saeed al-Sahaf stendur ikki á listanum við teimum 55 fyrrverandi iraksku politikarunum, her- yvirmonnunum og tænastumonnunum, sum amerikan- ararnir vilja hava fatur á. Men amerikanararnir hava ikki havt gott eyga á honum, síðani hann vísti almenn- inginum amerikanskar hermenn, sum irakski herurin hevði tikið til fanga. Tað er heldur eingin, sum veit, hvar fyrrverandi kunningarmálaráðharrin er. 11 ára fongsul Cesare Previti, sum var verjumálaráðharri í stjórnini hjá italska forsætisráðharranum, Silvio Berlusconi, í 1994, hevur fingið ellivu ára fongsul fyri at hava roynt at mutra dómarar. Ein dómstólur í Milano dømdi mánadagin Cesare Previti sekan í at hava roynt at ávirka dómararnar, sum skuldu taka støðu til nøkur sakarmál í nítiárunum. Málini snúðu seg um fíggjarligu áhugamálini hjá Berl- usconi í italska fjølmiðlaheiminum. Italsku fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burtur úr rættarmálinbum ímóti Previti, ið verður mettur millum teirra, sum hava sera gott samband við forsætisráðharr- an. Cesare Previti er eisini tjóðartingslimur í flokkinum Forza Italia, sum Berlusconi er formaður í. Í mong ár hevur Dan- mark havt fíggjarlig- an fyrimun av lima- skapinum í ES, men soleiðis er ikki long- ur. DANMARK Árni Joensen Útrokningar hjá fíggjar- málaráðnum í Keypmanna- havn vísa, at um fá ár fer limaskapurin í ES at kosta dønum einar tvær milliardir krónur um árið. Seinastu 30 árini hevur Danmark havt fíggjarligan fyrimun av ES-limaskapin- um, men fyri einum ári síð- ani vísti hesin roknskapurin fyri fyrstu ferð hall. Sam- bært fíggjarmálaráðnum var hallið 200 milliónir krónur í 2001, og nú vísa útrokningar, at um trý ár verður hetta talið tíggju ferðir størri. Tað eru serliga tvinnar orsøkir til gongdina. Næsta ár fer tað at kosta dønum 256 milliónir krónur, at ES fær nýggj limalond, og í 2006 verður hendan út- reiðslan oman fyri 800 milliónir krónur. Sam- stundis hevur ES samtykt ein nýggjan hátt at áseta prísin fyri limaskap, og í 2006 skulu danir rinda eina góða milliard krónur. So- statt fer limaskapurin at kosta dønum umleið tvær milliardir krónur í 2006. Men hetta eiga danir at góðtaka. Tað heldur í hvussu er formaðurin í Evropanevndini hjá Fólka- tinginum, sosialdemokrat- urin Claus Larsen-Jensen. Hann vísir á, at Danmark er tað næstríkasta landið í ES, og tað er tí ikki annað enn rímiligt, at landið rindar tað, sum tað kostar at vera uppií, sigur hann. ES kostar Danmark milliardir Hesaferð sprongdi ein palestini eina sjálv- morðsbumbu í Tel Aviv. Fýra fólk doyðu. ÍSRAEL Árni Joensen Ikki minni enn tveir palest- inskir felagsskapir boðaðu frá, at tað vóru teir, sum skipaðu fyri, tá ein sjálv- morðsbumba drap fýra fólk á einari matstovu í Tel Aviv gjáranáttina. Á matstovuni Mike's Place sótu nógv ungfólk og lurtaðu eftir jazzrónleiki, tá bumban brast. Sambært ísraelsku løgregluni var bumban fylt við seymi. Atsóknin var bert fáar tímar eftir, at teir palest- insku sjálvsstýrismyndug- leikarnir høvdu góðkent ta nýggju stjórnina hjá Mah- moud Abbas, forsætisráð- harra, men hon vísir eisini, hvussu trupul uppgávan hjá stjórnini er. Amerikanska stjórnin fordømdi alt fyri eitt at- sóknina, men ein talsmaður hjá George W. Bush, for- seta legði afturat, at tilburð- urin fer ikki at forða friðar- tilgongdini. Aftur ein sjálvmorðsbumba Bumban, sum brast í Mike's Place í Tel Aviv var fylt við seymi. Fýra doyðu, og næstan 50 vórðu særd Grønland vil hava Norðpólin Grønlendingar og danir ætla sær nú at prógva, at Norðpólur- in er á sama megin- landsstøði sum Grøn- land. GRØNLAND Árni Joensen Danir fáa úr at gera á jarðfrøðiøkinum tey næstu árini. Saman við føroying- um skulu teir royna at sann- føra onnur um, at føroyska meginlandsstøðið røkkur langt suðureftir, og sam- stundis skulu teir saman við grønlendingum sann- føra uppaftur onnur um, at tað grønlendska megin- landsstøðið røkkur væl norður um norðasta blettin í Grønlandi. Fyrradagin staðfesti Fólkatingið altjóða hav- rættarsáttmálan, og harvið er tann fyrsti hornasteinur- in lagdur undir arbeiðið. Danir og grønlendingar hava sett sær fyri at prógva, at økið við Norðpólin hevur samband við Grønland jarðfrøðiliga, og at Norð- pólurin er á sama megin- landsstøði sum Grønland. Men teir eru ikki teir ein- astu, sum halda seg eiga Norðpólin. Fyri tveimum árum síðani kunngjørdu russar, at teir meta økið við Norðpólin sum part av russiska meginlandsstøð- inum. Norðpólurin er 380 fjórð- ingar norðan fyri Grønland. Tey seinastu árini er pól- urin vorðin eitt ferðamál. Tað eru serliga stórir russ- iskir ísbrótarar, sum sigla norður til póløkið við ferðafólki. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sannelena á Lofti 95 ár Í dag, 1. mai, fyllir Súsanna Malena Poulsen, vanliga nevnd Sannelena á Lofti, á Eiði, 95 ár. Sannelena er fødd og uppvaksin í Tjørnuvík. Sum ung kom hon til Havnar, har hon tænti hjá Jens Paula í Dali, sjómansskúlastjóra, sum búði uppi við Pisuvarða. Eins og so mangar norðan- fjørðsgentur so fór Sanne- lena til Vágs at arbeið í fiski, hon arbeiddi á Gørð- unum hjá Magnus Dahl. Sannelena giftist í 1930 við Jóan Petur Poulsen, vanliga nevndur Pedda á Lofti, av Eiði. Tey fingu børnini: Herdis, Selmu, Kobu, Sigmund, Svenning, Olaf (1947-1955) og Jón- svein. Familjan búði á Eiði til 1955, tá tey fluttu til Havnar. Til jólar í 1958 fluttu tey inn í nýggj hús í Perskonugøtu í Havn. Í Havn arbeiddu Sannelena og Pedda á Bacalao. Pedda byrjaði sum 12 ára gamal at rógva út á norð- havinum við pápa sínum og var fiski- og arbeiðsmaður alt sítt lív. Í 1972 fluttu Sannelena og Pedda aftur til Eiðis at búgva. Tey arbeiddu bæði á nýstovnaða flakavirkinum, Norðís. Pedda doyði í 1986, 84 ára gamal. Sannelena býr í dag einsamøll, hon er púra klár og heldur hús sjálv. Hon kemur eisini til møtir í salinum, Mizpa, á Eiði, tá onkur er at koyra hana. Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum. Góði pápi, vit vilja her bera tær eina hjartans tøkk, fyri alt tað tú gavst okkum og alt sum vit lærdu av tær. Góði pápi! Tú varst altíð klárur at hjálpa okkum bæði í sorg og gleði, tú hugsaði eisini altíð um familjur okkara, um nú øll høvdu tað gott, góði pápi, tú stóð altíð sterkur við okkara lið. Tað er ikki so lætt at skriva hesar reglur, nú í vit skulu til at siga tær farvæl her á fold, bert 3 ár eftir at vit mistu mammu. Vit sakna tykkum nógv, men góði pápi, nú ert tú komin heim til tíni, sum tú saknaði so nógv, pápi, tú hevur verið okkum ein góður pápi, verfaðir, abbi og langabbi, sum vit øll elskaðu so høgt. Takk fyri alt, vit møtast vónandi øll aftur heima í himlinum. Hvíl í friði. Heilsan Johannus 11 Vers 21-22 Marta sagde da til Jesus: Herre! Havde du været her, var min broder ikke død. Men selv nu ved jeg, at alt, hvad du beder Gud om, vil Gud give dig. Heilsan frá okkum systkjunum. Margith Flaggdagin, fríggjadagin 25. apríl, var árliga flaggdagskoyringin hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør. Í sambandi við tiltakið vóru ellisakførini sýnd fram á Shellstøðini við Ringvegin, har tey bjóðaðu ymiskt til bæði børn og vaksin FLAGGDAGSKOYRING Magnus Gunnarsson Flaggdagskoyringin hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør hevur verið eitt aftur vendandi tiltak, síðan felagið varð stovnað í 1992. Í ár byrjaði koyringin við at ellisakførini møttust á Shellstøðini við Ringvegin kl. 14.00. Síðan varð koyrt oman á Kongabrúnna, har ellisakførini stóðu, meðan flaggdagshaldið á Vaglinum fór fram. Eftir flaggdagshaldið varð koyrt niðan aftur á Shellstøðina við Ringvegin, har ellisakførini vóru sýnd fram. Samstundis sum gomlu bilarnir og gomlu motorsúkklurnar stóðu á økinum hjá Shellstøðini, fingu øll tey vitjandi okkurt gott, tey vaksnu fingu kaffi og wienarbreyð og børnini fingu ís og sunkist. Áhugin var stórur, og nógv fólk vitjaðu á Shellstøðini. Mikudagin vóru 300 undirskriftir handaðar Anfinni Kallsberg løgmanni, í sambandi við at posthúsini í Leynum og Kvívík eru afturlatin. Tað var Soffi Egholm í Leynum, sum vegna ein áhugabólk í Kvívíkar sókn, handaði løgmanni undiskriftirnar POSTVERKIÐ Magnus Gunnarsson Tá posthúsini í Leynum og Kvívík herfyri lótu aftur, var ein fundur í Glæmuni í Kvívík, har eini 100 fólk úr sóknini møttu. Á fundinum var eisini postverksstjórin og ein deildarleiðari. Síðan tá hevur ein av stigtakar- unum til fundin, Soffi Egholm í Leynum, vegna ein áhugabólk í Kvívíkar sókn, savnað 300 undir- skrifir, sum vóru handaðar løgmanni. Heini Holm, borgarstjóri í Kvívíkar sókn, var eisini við tá undirskriftirnar vórðu handaðar. Í mótmælisskriv- inum, sum løgmaður fekk, stendur m.a. at tey eru misnøgd við, at posthúsini eru stongd, og tey seta sum krav, at tey fáa eina land- postrutu ístaðin. Eisini eru tey misnøgd við, at post- húsini vórðu stongd, uttan at borgararnir í sóknini vórðu eftirspurdir. Tey vóna at løgmaður, sum hægsti myndulleiki, fær laga tað so at borgararnir í sóknini fáa rímiligar sømd- ir, og funnar verða tíðar- hóskandi loysnir á trupul- leikanum. Bjarni Djurholm er landsstýrismaður í post- málum. Í Kvívíkar sókn eru bygdirnar: Leynar, Stykk- ið, Skælingur, Kvívík og Válur. Dagurin Mai. Nevndur eftir rómversku gudinnuni Maju, sum var gudinna fyri gróðri og grøði. Summir halda, at navnið kemur av latínska orðinum majores, teir gomlu, ið var navnið á gamla senatinum í Róm. 1. mai. Valborgarmessa. Hildin til minnis um enska kongsdóttur og nunnu, sum seinni gjørdist abbadissa í kleystrinum Hildesheim í Týsklandi. Hon doyði í 779. Valborgarnátt varð hildin mikil várveitsla, eisini í Norðurlondum, og tað er ta náttina, at trøllkonur ríða at Bloksbjørgum. Germanskt navn, ið merkir vald og vernd. Í gomlum álmanakkum stóðu eisini nøvnini á tveimum lærusveinum hjá Jesusi, Filippusi og Jákupi. Søgan sigur, at Filippus varð steinaður til deyða í Hierapolis, og at Jákup, sonur Alfeusar, eisini róptur Yngri Jákup ella Lítli Jákup, varð fyribeindur av jødunum. 1. mai er arbeiðaradagurin, sum varð hildin á fyrsta sinni í Paris í 1889. Ein heilsan til pápa! Ellisakfør á Shellstøðini flaggdagin Áhugabólkur í Kvívíkar sókn savnaði 300 undirskriftir Anfinn Kallsberg, løgmaður, fær her handaðar 300 undirskriftir frá Soffi Egholm vegna áhugabólkin í Kvívíkar sókn Nógv fólk komu inn á Shellstøðina flaggdagin. Her standa nakrir og práta um gamlar bilar, f.v. Júst Sivertsen, Geir Wardum, leiðari á Shellstøðini, Atli Simonsen og Niels Pauli Hjaltalin mynd: Eirikur Lindenskov Ein av snøggu gomlu bilunum, Mercedes Benz 190 frá 1961, hjá Niels Paula Hjaltalin. Maðurin á myndini er John Christiansen koyrilærari mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 9 8