fríggjadagur 20. november 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TU
Sambært danska blaðnum J yllands-Posten
hevur Den Danske Bank ikki longur nakað álit á leiðsluna i Føroya
Banka —
her avmyndað á tíðindafundi herfyri. Frá vinstru Niels Juel Nattestad, stjóri, Hans Jórgen Laursen, forstjóri, Olaf Olsen,
nevndarlimur og Poul Johs. Johansen, nevndarformadur.
Mynd: Kalmar
Den Danske Bank vitjar Føroya Banka
Atta mans koma
atrudda upp
Mánadagin koma ikki færri enn átta umboð fyri móðurbank-
an hjá Føroya Banka, Den Danske Bank, til Føroya fyri at
rudda upp. Sambært danska blaðnum Jyllands-Posten verð-
ur talan møguliga um beinleiðis at siga lán upp, so fylgjurnar í
fleiri fórum verða beinleiðis húsagangur
Í hesum døgum hava fleiri
av donsku bløðunum og
fjølmidlunum annars fólk í
Føroyum, ið sneyta í yms-
um føroyskum vidurskift-
um i sambandi við ta nógvu
umrødu, Føroyar hava fing-
ið niðri, nú nýggja fíggjar-
lógin skal fáast upp á pláss,,
sum treytin var fyri at Sjó
vinnubankin skuldi fáa sína
hålvu milliard.
Millum teirra er Jyllands-
Posten, ið er kent fyri at
hava gott skil á skriving um
figgjarvidurskifti.
Og í gjár kundi blaðið
bera tey tíðindi, at móður-
bankin hjá Føroya Banka,
Den Danske Bank, nú fer at
senda eitt heilt upprudding-
arlið til Førova at gjøgnum-
ganga ymist av ti, Føroya
Banki hevur fingist vid.
Talan er um ikki færri enn
átta fólk frá Den Danske
Bank, ið koma til Føroya
mánadagin. Hesi átta fólk-
ini skulu gjógnumganga alt
tað, bankin er við í av láni-
málum og ødrum virksemi.
Einki álit á bankanum
Sambært teimum upplýs-
ingum, ið Jyllands-Posten
hevur fingið skavað sær
saman, er ein orsøk til, at
Den Danske Bank nú sendir
hetta uppruddingarliðið til
Føroya:
Bankin hevur ikki longur
nakað álit á leiðsluna i Før-
oya Banka!
Blaðið skrivar, at nakrar
av fruktunum av vitjanini í
Føroyum hjá upprudding-
arliðnum er, at låniavtalur
fara at verða uppsagdar, tí
bankin váðar ov nógv við
hesum avtalum. — Hetta fer
at føra við sær ein hóp av
husagangum, hava keldur i
føroyska búskaparlívinum
upplýst fyri blaðnum.
Ein av teimum stóru
uppgávunum hjá teimum
átta umboðunum fyri Den
Danske Bank verður at fara
igjøgnum roknskapirnar
hjá SMS.
Sambært blaðnum kost-
aði SMS 30 milliónir krón-
ur at byggja, meðan tað í
dag er bundið av lánum upp
til 400 milliónir krónur.
— Trupulleikin í Føroyum
er millum annad, at bank-
amir hava lænt ivasomum
vinnuætlanum pengar. og
hetta merkir, at tryggar fyri-
tøkur í dag fáa noktað lán,
skrivar Jyllands-Posten, ið
ikki hevur Døroya Banka alt
ov gott skoðsmál:
--Fóroya Banki er í stórum
fíggjarligum trupulleikum,
av tí at bankin í teimum
glaðu 80-árunum fylgdi við
vogninum, tá stórt sæð ein
og hvør kundi lána hundrað-
talstúsundtals krónur við
ongum gðrum enn sínum
bera andliti sum trygd.
hj.
Nr. 222 — 20. NOVEMBER 1992
Síða 5
Tølini á borðið:
Virðið á
— Og skuldin er munandi
minni enn tað, sigur Hans
Mortensen, stjóri í SMS
Millum høvudspunktini í tí,
danska blaðið Jyllands-
Posten førir fram viðvíkj-
andi uppruddingarliðnum
frá Den Danske Bank, ið er
á veg til Føroya, er kanning
av roknskapunum hjá SMS,
sum sambært blaðnum skal
vera bygt fyri 30 milliónir
krónur, men skyldar 400
milliónir.
— Eg havi sjálvur sett meg
í samband við Jyllands-
Posten fyri at avsanna alt
hatta, teir føra fram, sígur
Hans Mortensen, stjóri í
SMS. — Tað vísti seg eisini,
at teir fortaldu mær, at ein
kelda ul tíðindini var Kir-
sten Jacobsen frå Frem-
skridtspartiet, ið herfyri var
i Føroyum. Handan daman
er ein hóttan fyri Føroyar.
Tølini á borðið
Og tey tølini, ið kanska
ikki hava verið at hoyrt áð-
ur, leggur hann nú á borðið:
- Bygningurin hjá SMS
er í dag bókaður til eitt virði
Tíðindablaðið Sosial-
urin royndi í allan gjár
at fáa eina viðmerking
frá forstjóranum í Før-
oya Banka til tiðindini
í Jyllands-Posten um
vitjanina frá Den Dan-
ske Bank, men tað gav
Laursen var
íkki athitta
upp á 225 milliónir krónur,
men eg kann samstundis
upplýsa, at skuldin er mun-
andi minni enn tað, sigur
SMS-stjórin. — Eg upplýsti
eisini fyri teimum á Jyl-
lands-Posten, at skuldin er
munandi minni enn tað!
Hans Mortensen undrast
á, hví roknskapirnir hjá
SMS skulu verða kannaðir
nú, tí at øll hesi 15 árini,
SMS hevur verið til, hevur
SMS eina ferð um mánaðin
sent øllum sínum prioritets-
veðhavarum roknskapirn-
ar, so teir hava kunnað fylgt
við í øllum.
— Og annars kenni eg als
einki til, at nøkur fólk koma
frá Den Danske Bank at
hyggja at ollum hesum, sig-
ur hann.
— Tey tølini, ið eru fram-
komin, eru tíkin úr tí bláu
luft, og tá Kirsten Jacobsen
enntá skal vera keldan til
tey, skuldi tað fortalt meira
enn nóg mikið.
bj.
einki, tí ikki bar til at
fáa fatur á Hans Jør-
gen Laursen, ið sat á
fundi í allan gjár.
Heidur ikki hjálpti at
geva boð um at biðja
hann ringja.
hj.