hósdagur 1. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 1. mai 2003
21
At leikararnir vóru
tungir var ikki løgið
eftir mongu
venjingarnar hesar
dagarnar, helt Henrik
Larsen eftir seinna
dystin móti
Kasakhstan
VENJARIN
Jákup Mørk
Hóast mong vóru samd um,
at talan var um eitt heldur
misjavnt avrik hjá føroyska
landsliðnum, so tóktist
landsliðsvenjarin, Henrik
Larsen, tó at vera væl
nøgdur um avrikið hjá
liðnum. Ikki bara í hesum
dystinum, men sæð yvir ein
kamb hesar báðar seinastu
dagarnar.
- Eg skal gjarna geva við-
hald í, at fyrstu 20 minutt-
irnir ikki vóru av teimum
bestu í dag, men annars
haldi eg, at vit komu bara
heilt væl frá dystinum.
Fyrstu løtuna tykjast vit
ógvuliga tungir, og upp-
spælið koyrir als ikki, sum
tað skal, men hetta er
kanska ikki annað enn
náttúrligt. Vit hava vant
nógv hesar dagarnar, og við
tveimum dystum innan
tríggjar dagar er ikki løgið,
at summir av leikarum vóru
eitt sindur seigligir í dag.
Eru væl fyri
At liðið hóast hetta vísti seg
at hava fysisku orkuna til at
reisa seg, og at vera stinnari
parturin yvir 90 minuttir,
var tó nakað, sum venjarin
fegnaðist um. Og hann helt
sjálvur, at bæði kropsliga
og leikliga var liðið nú heilt
væl áleiðis. Ikki minst tí vit
framvegis eru rættiliga
tíðliga á árinum.
- Venjingarstøðan er í
øllum førum nakað væl
betri, enn hon var í Spania.
Feløgini hava jú eisini fyri-
reikað seg væl og virðliga
til kappingina, og tí er
kropsliga venjingarstøðan
nú um at vera tann rætta.
Og leikliga eru vit heilt væl
áleiðis. Enn kann nógv
betrast, men tað er um at
vera har.
Einki avgjørt
Verður hugt at byrjunar-
uppstillingini hjá føroyska
liðnum, so kundi hon í
mangar mátar bent á,
hvussu Henrik Larsen ætlar
at seta liðið saman, tá dyst-
urin móti Íslandi er á
skránni. Heilt afturvísa hes-
um, vildi Henrik Larsen
ikki, men hinvegin legði
hann dent á, at tað so ikki er
nakað, sum hann hevur lagt
seg fastan á enn.
- Tað kann væl vera, at
tað verða hasir ellivu, sum
byrja inni tá, men tað er
framvegis long tíð til tann
dystin. Skaðar og aðrar
forðingar kunnu koma fyri
hjá summum, meðan aðrir
kanska blóma upp, so tað
fái eg á ongan hátt sagt enn.
- Tað er tó klárt, at hesir
dystirnir hava hjálpt til í
fyrireikingunum, soleiðis at
eg nú kann gera mær nakrar
tankar um, hvussu liðið
skal setast saman. Eitt nú
var tað gleðiligt at síggja, at
Julian væl kann nýtast í
høgra borði, soleiðis at vit
nú hava eitt alternativ í tí
plássinum.
Hvussu er og ikki, so var
hetta í øllum førum sein-
asta altjóða fyrireikingin
undan komandi undan-
kappingardystunum, og tá
vit at enda spurdu Henrik
Larsen, um hann er til reið-
ar til teir dystirnar, segði
hann, at sjálvandi er hann
tað.
- Vit skulu jú altíð vera
klárir, men sum sagt, so
kunnu vit ikki gera nakað
endaligt her og nú. Vit
mugu taka tingini, í teirri
raðfylgju, sum tey koma,
og so mugu vit gera okkara
besta, tá avbjóðingarnar
standa fyri framman, helt
venjarin at enda.
Ikki so galið
Størsta lopið í mun til
sunnudagin mundi
Súni Olsen fremja,
men felags fyri
størsta partin av
liðnum var tó, at
heildaravrikið
batnaði, sum dysturi
leið
LEIKARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jens Martin Knudsen,
NSÍ, 58 dystir/0 mál
Fekk eisini seinna dystin
millum stólparnar, tá Jákup
Mikkelsen
meiddi
sær
fingurin undir venjing, og
veteranurin prógvaði, at tað
framvegis er hørð kapping
um málverjasessin. Var
maðurin,
sum
framdi
brotssparkið, men var tá
fullkomuliga
seldur
av
sínum egnum, og í aðrar
mátar var hann mest sum
ímyndin av tryggleikanum.
Tók sær væl av øllum tí,
sum varð sent oman móti
honum, og var móti dystar-
enda bjargingarmaðurin, tá
hann stórbjargaði roynd frá
leysum mótstøðumanni.
2.
Christian
Høgni
Jacobsen, Vejle, 15/2
Var hesa ferð á óvanda leik-
lutinum sum høgri bakkur,
og tað var eyðsæð, at hetta
ikki hóvaði honum serliga
væl. Hóast hann fleiri ferðir
kom væl niðan við, so
toktist vera trupulleikar í
samspælinum við mið-
vøllin, tó at hetta betraðist,
sum dysturin leið. At
plássið er óvant kom eisini
til sjóndar, tá hann einar
tríggjar ferðir sendi inn í
vøllin, til trýstar mótstøðu-
menn, heldur enn at rudda
niðaneftir. Alternativini á
plássinum eru kanska fá til
komandi dystin, men valið
av Christian Høgna tykist
kanska ikki heilt so upp-
lagt, sum hjá fleiri øðrum.
3. Hans Fróði Hansen,
B68, 25/1
Hevði rundan dag á lands-
liðnum, men fyri tað varð
talan ongan tíð um ein dyst
oman fyri tað vanliga fyri
hansara viðkomandi. Tókt-
ist tungur, tá upprunin til
brotssparkið kom, men tað
var hann nú ikki einsamall-
ur um. Á pluss-síðuni telir
tó, at hann ikki hevði heilt
so stórar plaseringstrupul-
leikar, sum í fyrra dystin-
um, men væntandi kvik-
leikin er ein trupulleiki, tá
spælt verður við flatari
verju. Er tó uttan iva at
síggja á liðnum komandi
dystin, tí hóast manglar, so
hevur hann eisini dygdir,
sum fáir landsmenn gera
honum eftir.
4. Súni Olsen, GÍ, 8/0
Fekk ein møguleika afturat
á vinstra bakki, og hesa
ferð tók hann av. Tóktist í
allar mátar hava munandi
betri sjálvsálit í spælinum.
Royndi í nógv størri mun at
spæla bóltin, heldur enn at
sparka, og var eisini við í
nógvum frameftir vøllin-
um. Var maðurin aftan fyri
bæði uppleggini, og kundi
við eitt sindur av hepni
eisini sjálvur komið á talv-
una, men eftir at hava skor-
ið væl inn í vøllin fór lang-
skot hansara langt við síð-
una av.
5.
Jón Rói Jacobsen,
Brøndby, 7/0
Hóast hann telist millum
teir minst royndu á lands-
liðnum, so sæst hetta ikki
aftur í spælinum. Við kvik-
leika sínum var hann fleiri
ferðir tryggi seinasti skans-
in, tá tunga føroyska liðið
varð yvirspælt fyri steðgin,
men í uppspælinum tók
hann ikki lut í so nógvum,
sum hann vanliga ger.
Hevði ein lítlan snudd at
dragast við, og tí var út-
skiftingin náttúrlig, men at
hann er trygt fyrsta val á
plássinum í drúgva tíð
framyvir, man eingin sum
helst ivi vera um.
6. Rógvi Jacobsen, HB,
19/1
Skuldi sannføra venjaran
um, at tað er hann, sum skal
hava vinstra miðvallarsess-
in, og fekk tí allar 90 min-
uttirnar hesaferð. Sýndi í
løtum, at hann væl kann
vera rætti maðurin her.
Bæði í verju- og álopsstøð-
um vóru góðar taktir at
hóma, men í løtum tóktist
tó at bila við konsentratión-
ini. Nakað sum kanska ikki
er óvanligt, eftir bæði at
hava spælt og flogið so stutt
undan dystinum. Skal helst
stríðast við Heðin av Lakj-
uni um sessi komandi mán-
aðin, og í fyrsta umfari hev-
ur Rógvi kanska vunnið
sær ein lítlan fyrimun her.
7.
Fróði Benjaminsen,
B68, 20/1
Var saman við Julian
Johnsson partur av vanligu
miðvallarsamansetingini,
men tað var heldur mis-
javnt, hvussu hetta roynd-
ist. Hevði ilt við at fáa fatur
á mótstøðuni fyrsta partin
av dystinum, men kom tó
betri við, sum fráleið.
Sýndi enn einaferð, at hann
ikki bakkar fyri nøkrum
góðum
nærdystum,
og
hóast hetta ikki var millum
mest sannførandi avrik
hansara, so er einki at ivast
í, at hann framvegis er
tryggur á plássinum.
8. Julian Johnsson, B36,
49/3
Var føroyski matchvinnarin
í dystinum, tá hann stútaði
hornasparkið frá Súna í
kassan, men var annars sera
svingandi
í
avrikinum.
Byrjaði sum restin av liðn-
um rættiliga illa, men ar-
beiddi seg sum vant væl
upp. Varð í seinna hálvleiki
nýttur í høgra borði, og her
prógvaði hann, at hann væl
kann vera eitt gott alternat-
iv, um hetta gerst neyðugt.
Fyrst og fremst tí orkan er
til at tuska síðuna upp og
niður allan dystin, men
sýndi til tíðir eisini betraðar
taktir í avspælinum.
9. Jákup á Borg, B36, 26/1
Vanliga lættbeinti leikarin
tóktist óvanliga tungur
hendan dagin, og tá kasakar
so eisini høvdu lært at ansa
serliga væl eftir hansara
síðu, var ikki stórvegis,
sum hann fekk burturúr
hendan dagin. Eftir drúgva
skaðasteðgin og nú tveir
dystir innan tríggjar dagar
var kanska heldur ikki
ónáttúrligt, at hann ikki var
í hægsta gear hendan dagin,
og útskiftingin fall tí náttúr-
liga. Men lítil ivi er tó um,
at hann framvegis er fastur
á plássinum.
10. John Petersen, B36,
45/6
Sýndi enn einaferð, at hann
er ein leikari, sum liðið illa
fær verið fyriuttan. Kanska
ikki altíð so sjónligur, men
hann megnar fram um
flestu aðrar at vera sam-
bindingarlið í spælinum, og
er altíð maður fyri at gera
tað óvæntaða, sum kann
skræða
mótstøðuverjuna
upp. Slapp tó ikki á talvuna
hesaferð, men tað man gera
minni í so máta.
11. Andrew av Fløtum,
HB, 8/1
Eftir fráveru í fyrra dystin-
um fekk hann hesaferð
møguleika
millum
teir
fyrstu ellivu. Tóktist vera
hampuliga væl upplagdur,
og var millum teir mest
sjónligu
føroysku
leikararnar fyrstu dølsku
løtuna. Hevði tó ikki eydn-
una við sær fyri steðgin, tá
málverjin fyrst stórbjargaði
stútara, og seinni tá hann
misnýtti
risamøguleika.
Bøtti tó um hetta við sínum
fyrsta landsliðsmáli eftir
steðgin, og tó at hann varð
skiftur út, munnu greiðar
ábendingar vera um, at
hann eisini komandi dystin
er fremsta val til plássið.
Betraðust við tíðini
Plássið á høgra bakkið er
kanska størsta ivamálið á
landsliðnum, nú Pól
Thorsteinsson er
leikbannaður. Hesa ferð fekk
Christian Høgni Jacobsen
møguleikan, men
spurningurn um plássið
tykist framvegis eins opin, og
hann var undan dystinum
12. Hjalgrím Elttør, KÍ,
6/0
Fekk seinasta korterið á
vøllinum, og kann tí ikki so
væl metast. Men var tó
upprunin til tað, sum kundi
endað við vakrasta lands-
liðsmálinum í søguni.
13.
Óli
Johannesen,
Hvidovre, 60/1
Við leikbanni til komandi
dystin
byrjaði
Óli
uttanfyri, men hann fekk
seinastu trý korterini í
miðverjuni, og fekk harvið
aftur ein rundan dag á
liðnum.
Spældi
við
myndugleika, tá hann kom
inn, og tað er eyðsæð ein
missur
fyri
liðið,
at
metmaðurin ikki fær verið
við í Íslandi.
14.
Pól Thorsteinsson,
B36, 27/0
Mátti eins og Óli byrja
dystin
uttanfyri,
men
saman skaptu teir báðir
eina trygga miðverju eftir
steðgin. Tað hoyrir tó við,
at trýstið nú var væl minni
á verjuni, enn tað var fyri
steðgin, men alt í alt er
einki at ivast í, at Pól eisini
er millum teirra, sum
hoyrir heima á liðnum.
15. Jann Ingi Petersen,
B68 2/0
Stóra ljóspunktið frá fyrra
dystinum fekk bert eitt gott
korter á vøllinum hesaferð.
Avrikið kann tí illa eftir-
metast, men tað var hug-
vekjandi at síggja, hvussu
væl hann dugdi at taka
sjálvsálitið
úr
fyrra
dystinum við sær, soleiðis
at hann mest sum alt fyri
eitt fekk sett sítt merki á
dystin.
17. Ingi Højsted, Arsenal,
1/0
Yngsti føroyski landsliðs-
leikarin nakran tíð kom á
vøllin seinastu trý korter-
ini. Serliga fyrstu løtuna
tóktist hann tyngdur av
nervum, men sum frá leið
batnaði hetta heilt nógv.
Royndi at sýna umhugsni í
avspælinum við bóltinum,
og ikki minst var tað
stuttligt at síggja ein
framtíðar miðvøll, tá hann
og Jann Ingi við bert 36
árum tilsamans spældu
seinasta korterið saman.
Feløgini hava jú eisini fyrireikað seg væl og
virðliga til kappingina, og tí er kropsliga
venjingarstøðan nú um at vera tann rætta,
helt Henrik Larsen, nú hann hevur havt
liðið saman í fýra dagar
21
20
Nr. 82 - 1. mai 2003
C
M
Y
K
20