hósdagur 1. mai 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
23
Bilasølan P/F Mein-
hardt Arge umboðar
bilmerkini Nissan, Peu-
geot, Opel og Saab.
Hetta setur stór krøv til
verkstað og tænastu.
Mekaniski
verkstaðurin er nú
víðkaður, so samlaða
gólvíddin er nú 1095
fermetrar
BILVERKSTAÐUR
Magnus Gunnarsson
Stór krøv verða sett til bil-
verkstaðir í dag. Bilarnir
verða alt meira framkomnir,
og mekanikararnir mugu dag-
føra seg alla tíðina. Á bilverk-
staðnum hjá P/F Meinhardt
Arge er øll útgerð, ið krevst
til ein nútímans bilverkstað.
Viðskiftafólkini kunnu koma
at kanna t.d. bremsur, stoyt-
doyvarar, møgulig motor-
brek, startarar, dynamo, el-
skipanina, stýriboksir ella
hvat tað skal vera. Oljuskift
og onnur eftirlit verða eisini
gjørd á mekaniska verkstað-
num. Mekaniski verkstaðurin
veitir eisini air-condition tæn-
astu, og sum heild verður
nógv gjørt burturúr at fylgja
við í menningini, ið krevur al-
samt størri kunnleika til EDV
og ymsar serskipanir, ið fin-
nast í dagsins bilum.
Plátuverkstaðurin er eisini
væl útgjørdur, har eru upp-
rættarabonkur og annars øll
amboð, ið hoyra til ein nútím-
ans plátuverkstað. Lakker-
ingsverkstaðurin er útgjørdur
við tveimum sproytikabinum.
Fyritøkan er eisini fram-
komin, tá tað snýr seg um
umhvørvisvernd. Lakkverk-
staðurin var ein av teimum
fyrstu at nýta umhvørvisvin-
arligt, vatnbaserað lakk.
Starvsfólkini á øllum deild-
unum hjá P/F Meinhardt Arge
verða alla tíðina dagførd, við
at tey fara á øll neyðug skeið.
Mekaniski verkstaðurin er
nú víðkaður, so samlaða
gólvvíddin nú er 1095 ferm-
etrar. Plátuverkstaðurin og
lakkeringsverkstaðurin,
ið
halda til á Hálsi, verða seinni
í ár fluttir niðan á Oyggjar-
vegin.
P/F Meinhardt Arge:
Ein nútímans bilverkstaður
Hóast bilasølan, P/F
Meinhardt Arge, hevur
traditión fyri at selja
dekk, hava teir ikki
havt dekk í síni vøru-
skrá seinastu fimm ári-
ni. Óli Arge byrjaði at
innflyta Bridgestone
dekk beinleiðis úr Jap-
an tíðliga í 60-unum.
Nú letur nýggj dekksøla
upp við Oyggjarvegin
DEKKSØLA
Magnus Gunnarsson
P/F Meinhardt Arge hevur
røtur heilt aftur til fyrst í 60-
unum, tá Óli Arge, ið seldi
fyrsta japanska bilin í Føroy-
um í 1962, ein Nippon Prince
Skyline, byrjaði at innflyta
bilar og dekk beinleiðis úr
Japan.
Meðan fyritøkan Auto Ser-
vice helt til í Gundadali,
vórðu nógv dekk seld. Tá teir
fluttu niðan á Háls og bygdu
ein stóran virkisbygning har,
bleiv ein annar bygningur
bygdur til dekksøluna. Í 1997
keypti Gunnar Justinussen
dekksøluna, ið skifti navn til
Dekkcentrið. Síðan hevur
fyritøkan ikki selt dekk, men
nú verður byrjað aftur við
dekkmerkjunum Bridgestone,
Dayton, Michelin og BF
Goodrich. Dekksølan letur
upp til 1. mai.
Meinhardt Arge letur upp nýggja dekksølu
Erhard Olsen sæst her við
dekkmaskinuna á nýggja
dekkverkstaðnum hjá P/F
Meiinhardt Arge
C
M
Y
K
23
22
Mekaniski verkstaðurin er nú
víðkaður, so samlaða gólv-
víddin er 1.095 fermetrar
Pláss er nú fyri nógv fleiri
bilum á mekaniska
verkstaðnum hjá P/F
Meinhardt Arge
Á verkstaðnum hjá P/F
Meinhardt Arge eru
tvær ungar kvinnur í
læru sum biltøkningar
BILAR OG KVINNUR
Magnus Gunnarsson
Hjá P/F Meinhardt Arge eru
tvær ungar kvinnur í læru
sum mekanikarar. Hetta má
sigast at vera rættuliga sjáld-
samt í einum so mansdomi-
neraðum yrki, men tær báðar,
Jona Jensen og Elisabeth
Henriksen trívast væl í faki-
num.
Kvinnur sum mekanikarar
Jona Jensen og Elisabeth
Henriksen, lærlingar hjá P/F
Meinhardt Arge