Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 1. mai 2003 23 FÓTBÓLTSPRÁT Páll Holm Johannesen Týskvøldið sóu vit fyri fyrstu ferð, Christian Høgna Jacobsen, leika á høgra bakverja á landsliðn- um. Hann hevur leikt stór- an part av kappingarárinum á høgra bakki í Vejle, men kortini hevur Henrik Lar- sen nýtt sum áleypara á landsliðnum. Sjálvur dylir runavík- ingurin ikki fyri, at hann heldur vil spæla longri frammi á vøllinum. — Høgribakkur er ikki mítt favoritt pláss, men eg spæli har, eg verið settur at spæla, sigur Vejle-leikarin. Vanligi høgri bakkur, Pól Thorsteinsson, er leikbann- aður ímóti Íslandi, og tí má nýggjur bakverji finnast til tann dystin. Christian Høgni má metast at vera eitt av evnunum til Íslands- dystin, og hann vónar at fáa møguleikan. - Nú Pól ikki verður við, fái eg møguliga møguleik- an, og so má eg bara royna at gera mítt ítarsta, greiðir Christian Høgni Jacobsen frá. Um avrikið á Tórsvølli, metti Vejle-leikarin vera á eini leið. – Eg byrjaði illa, men spældi meg upp, og longur tað leið út í dystin- um, betri og betri gekk tað, sigur Christian Høgni í stuttari viðmerking. FÓTBÓLTSPRÁT Páll Holm Johannesen B68-verjuleikarin, Hans Fróði Hansen, er ein av leikararunum, sum er í hit- anum til eitt pláss í mið- verjuni ímóti Ísland 7. juni. Henrik Larsen valdi í báðum dystunum ímóti Kasakstan at nýta Hans Fróða og Jón Róa Jacobsen í miðverjuni, og tí kundi nógv týtt á, at teir báðir fara at manna miðverjuna ímóti Íslandi. Til dystin í Reykjavík, eru suðuroyingarnir, Óli Johannesen og Pól Thorst- einsson, leikbannaðir, og tí er væl hugsandi, at boð verða send eftir B68-verju- leikaranum. Sjálvur sigur leirvíking- urin seg taka tað púra róligt. - Avrikið í dag var ikki av teimum bestu, men sunnu- dagin gekk betri hjá mær og Jón Róa, so eg vóni sjálvsagt at fáa møguleikan ímóti Íslandi. Annars taki eg tað púra róligt, og fái eg møguleikan, so ætli eg mær at taka hann 100%, segði Hans Fróði Hansen eftir dystin. FÓTBÓLTSPRÁT Páll Holm Johannesen Debutanturin, Ingi Højsted, var alt annað enn nøgdur við sítt avrik í sínum fyrsta landsdysti. – Tað hevur gingið rættiliga væl hjá mær seinastu dystirnar í Arsenal, og eg føli meg væl fyri, og tí var avrikið hjá mær skuffandi í dag, segði Ingi Højsted eftir dystin ímóti Kasakstan. Spurdur um hann kendi, at eitt ávíst trýst var á honum, svarar Ingi, at tað plagar ikki at ávirka hann. Arsenal leikarin ásannar, at tað serliga í byrjani gekk illa at fáa glið á spælið á miðvøllinum, og at hann hevði torført at spæla seg uppaftur, og at hann misti ov nógvar bóltar í uppspæl- inum. Á venjingarleguni í Spa- nia í februar gekk rættiliga væl hjá Inga, og hann var tí rættiliga uppsettur undan dystinum ímóti Kasakstan at vísa, hvør dugur er í honum, so hann kundi gera galdandi til dystirnar ímóti Íslandi og Týsklandi. - Eftir avrikið í dag eri eg ikki vísur um eg fái boð til dystirnar í juni, men eg vóni tað sigur Ingi Højsted at enda. FÓTBÓLTSPRÁT Páll Holm Johannesen Síðan Henrik Larsen tók við landsliðsvenjarastarv- inum hevur verið torført at funnið ein vinstra bakverja. Vanligi bakverjin, Jens Kristian Hansen, hevur ver- ið nógv darvaður av skaða seinasta árið, og royndirnar við at finna ein avloysara hava ikki verið av teimum bestu. Týskvøldið fingu vit tó sjón fyri søgn, at vit hava leikarar, ið kunnu røkja uppgávuna á vinstra bakki. Eftir eitt heldur misjavnt avrik ímóti Kasakstan sunnudagin, beit gøtumað- urin, Súni Olsen, rættiliga frá sær týskvøldið á Tórs- vølli. Dystirnir ímóti Kas- akstan vóru teir fyrstu al- tjóða dystirnar, GÍ-leikarin, hevur spælt undir Henrik Larsen, og hann var upp- settur at vísa hvør dugur var í honum. - Tað gekk nógv betri í dag enn sunnudagin, og serliga haldi eg, at spælið niðaneftir vøllinum eydnaðist væl, segði Súni Olsen eftir dystin. Eftir dystin týskvøldið, metir Súni, at hann er í myndini til pláss á liðnum til landsdystirnar ímóti Íslandi og Týsklandi. — Mínir møguleikar eru sjálv- andi treytaðir av, hvussu tað fer at ganga í GÍ næstu mánaðirnar, men eftir dyst- in í dag, havi eg góðar vón- ir, men í síðsta enda er tað upp til Henrik Larsen, so vit fáa at síggja, sigur Súni Olsen at enda. Christian Høgni Jacobsen: Ikki favoritt plássið Hans Fróði Hansen: -Eg taki tað púra róligt Ingi Højsted: -Skuffandi Súni væl nøgdur - Nú Pól ikki verður við, fái eg møguliga møguleikan, og so má eg bara royna at gera mítt ítarsta,, heldur Christian Høgni um uppgávuna á høgra bakki Mynd: Álvur Haraldsen - Tað gekk nógv betri í dag enn sunnudagin, helt Súni týskvøldið, og tað mundu ikki vera nógv, sum søgdu honum í móti Mynd: Álvur Haraldsen Við tveimum leikbannaðum liðfeløgum er lítið at ivast í, at Hans Fróði aftur verður á vøllinum móti Íslandi Mynd: Álvur Haraldsen Yngsti føroyski landsliðsleikarin nakrantíð, Ingi Højsted, lat illa at avrikinum hjá sær ímóti Kasakstan, men vónar kortini at fáa landsliðsboð til dystirnar ímóti Íslandi og Týsklandi Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 82 - 1. mai 2003 C M Y K 22