hósdagur 1. mai 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
25
C
M
Y
K
25
24
Nýggi Nissan Primera,
ið kom á marknaðin í
fjør, brýtur við alla
vanahugsan um hvussu
ein Primera eigur at
síggja út. Bilurin er
bygdur yvir ein heilt
nýggjan plattform og er
nakað størri enn for-
gangarin
BILAR
Magnus Gunnarsson
Við nýggja Primera hevur
Nissan verksmiðjan gjørt alt
fyri at sameina sportligar og
komfortablar koyrieginleikar
í einum elegantum bili. Bæði
innan og uttan er nýggi Prim-
era ein smartur bilur.
Sum nakað nýtt eru instru-
mentini í miðjuni á instru-
mentborðinum,og allar funk-
tiónir eru í eini konsoll í
miðjuni. Primera fæst í út-
gávunum: Visio, Acenta og
Tekna. Tríggir bensinmotorar
eru at velja í millum: 1,6 litur
við 109 hk, 1,8 litur við 116
hk og 2,0 litur við 140 hk og
ein 2,2 litur common-rail die-
selmotorur við 126 hk. Pri-
mera kann t.d. leverast við
fartpiloti, sum altíð heldur
røttu frástøðuna til bilin sum
koyrir frammanfyri. Bilurin
kann eisini leverast við trin-
leysum CVT automatgirum
har eisini ber til at skifta man-
uelt. Primera verður gjørdur
sum sedan, hatchback og
stationcar.
Peugeot 206 hevur ver-
ið ein succes síðan bil-
urin kom á marknaðin.
Síðan 1998 eru fram-
leiddir yvir tvær milli-
ónir av Peugeot 206,
sum í 2002 varð mest
seldi bilur í Danmark
BILAR
Magnus Gunnarsson
Peugeot 206 var ein lítil koll-
velting, tá hann kom á markn-
aðin.
Bilurin hevði smart de-
sign, og góðar franskar koyri-
eginleikar. 206 bleiv sera væl
móttikin, og hevur hann verið
ein av mest seldu bilum í Ev-
ropa. Peugeot 206 verður
gjørdur í fleiri útgávum við
trimum og fimm hurðum,
sum stationcar (206 SW) og
sum 206 CC (coupé og cabri-
olet). Eisini er fleiri bensin og
HDI dieselmotorar at velja í
millum.
Fleiri av nýggju modellu-
num hava nú klárar forlyktir
og lakkeraðar kúfangarar.
Innan eru eisini fleiri broyt-
ingar við t.d. instrument-
borðinum.
Primera - brýtur við alla vanahugsan
Páll Danielsen, sølumaður hjá P/F Meinhardt Arge, við einum nýggjum Nissan Primera
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein heilt nýggjur Opel
Meriva kemur nú á
marknaðin og verður
her hjá okkum í mai.
Bilurin er er gjørdur
við Opel Zafira sum
fyrimynd. Meriva er
sera rúmligur bilur við
einum FlexSpace syst-
emi har nógvir møgu-
leikar eru fyri innrætt-
ing
BILAR
Magnus Gunnarsson
Við »FlexSpace« systemi-
num er Opel Meriva ein bilur
við heilt nýggjum møguleik-
um fyri innrætting.
Meriva er genialt innrætt-
aður, t. d. er baksetrið deilt í
trý, soleiðis at t. d. mittasta
setrið kann takast úr bilinum,
síðan kunnu tey uttaru setrini
flytast inn móti hvørjum øðr-
um og flytast aftur ella fram.
Møguleiki er eisini fyri at
velja ímillum gott beinpláss á
baksetrinum ella stórt við-
førisrúm.
Um øll trý baksetrini verða
løgd framyvir og løgd saman,
verður gólvflatan 170,0 cm.
Hetta eru bert nakrir av møg-
uleikunum við innrættan av
Meriva við FlexSpace syst-
eminum.
Bilurin fæst við fimm ym-
iskum motorum, tveimum 1,6
litur bensinmotorum við á-
vikavist 87 og 100 hk og ein-
um 1,8 litur bensinmotori við
125 hk og tveimum 1,7 litur
dieselmotorum við ávikavist
75 og 100 hk.
Meriva fæst við hópin av
eykaútgerð sum t.d. »Twin
Audio«, har tey á baksetri-
num við høvuðtelefonum
kunnu lurta eftir einum øðr-
um programmi enn tey á for-
setrinum.
Bilurin fæst eisini við Xen-
on forlyktum, aircondition,
leðurinntrekki og alu-felgum.
Eisini kann bilurin leverast
soeiðis, at hann hevur tvey
sóltak. Meriva verður gjørdur
í Zaragoza í Spania.
Opel Meriva við genialum FlexSpace systemi
Opel Meriva 1,6 16V
Motorurin
1,6 litur 4 syl.16V við100 hk
ECOTEC bensinmotorur
0-100 km/t
13,3 sek
Bensinnýtsla
13,3 km/l
Dekkstødd
185/60-15
Longd
404,2 cm
Breidd
169,4 cm
Hædd
162,4 cm
Viðførisrúm
491 litrar
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
v.Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo
Peugeot 206 - bestseljari
í Danmark og Evropa
Peugeot 206 SW
2.0 HDi XS
Motorurin:
2.0 litur 4 syl.
diesel við 90 hk
0-100 km/t:
13,5 sek
Oljunýtsla:
18,9 km/l
Dekkstødd:
195/55-15
Stødd og vekt
Longd:
402,8 cm
Breidd:
165,2 cm
Hædd:
146,0 cm
Eginvekt:
1100 kg
Viðførisrúm:
313 litrar
Prísur:
kr. 178.000
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshav
Tel.345400
www.bilarge.fo
Jan Hentze, sølumaður hjá P/F
Meinhardt Arge, við einum
Peugeot 206 SW 2.0 HDi XS
Mynd: Jens Kristian Vang
Nýggi Opel Meriva kemur á
føryska marknaðin seinast í
mai ella fyrst í junimánaði