Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 82 - 1. mai 2003 Tað er nú avgjørt, hvørjar tær 12 verða, sum skulu verja flogbóltsgullið hjá Føroyum á komandi oyggjaleikunum FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Flogbóltslandsliðið hevði seinastu úttøkuvenjingina um vikuskiftið, og eftir hesa skuldu venjararnir báðir, Niclas Joensen og Romica Øster, gera av, hvørjar tær 12 skulu vera, sum fara at um- boða Føroyar á Guernsey. Teir báðir leggja dent á, at talan so avgjørt ikki var um nakra lætta uppgávu, og tað er í øllum førum at fegnast um, at kappingin um pláss- ini á landsliðnum er somikið hørð. Rúm er tó bara fyri 12, og tí mátti nøkur vónbrot gevast, tá úttøkuboðini vórðu latin. Umframt Oyl-luttøkuna, so er ætlanin hjá Flogbólts- sambandinum eisini, at kvinnulandsliðið skal taka lut í evropeisku kappingini í C-bólkinum. Nær hendan kappingin verður, er enn ikki endaliga fastlagt, men talan verður um dystir ann- að hvørt seint í hesum árin- um, ella tíðliga komandi árið. Hartil verður eisini ar- beitt við at fáa vinardystir móti Íslandi í lag. Endaligi landsliðshópur- in hjá føroyum, er annars hesin: Margit Joensen, Mjølnir Alvilda Ólavsdóttir, Fredriksberg Volley Juanna Joensen, Åbyhøj Helen á Lakjuni Jacobsen, Fredriksberg Volley Sólgerð Henriksen, Dráttur Gudrid Nolsø, TB Ingun Midjord, TB Herborg á Mýruni, Dráttur, Tina Jacobsen, Mjølnir Anna Müller Jacobsen, Mjølnir Karin Mikkelsen, SÍ. Marjun Kalsø, Mjølnir Kvinnulandsliðið úttikið Høgni og Helgi kappast um danska meistaraheitið fyri lið Eftir tvey umfør liggur felagið hjá føroyingunum á einum samlaðum triðja plássi FIMLEIKUR Páll Holm Johannesen Seinasta vikuskiftið kapp- aðust teir báðir, Høgni Øst- er og Helgi Winther Olsen, fyri fimleikafelagið AIG úr Ålborg um danska meist- araheitið fyri lið í elitu- deildini. Kappingin er skipað í fýra umførum, og tvey tey fyrstu umførini eru farin afturum. Tað hevur gingið eitt sindur misjavnt hjá fel- agnum hjá Høgna og Helga Í samlaðu støðuni liggur AIG á triðja plássi í saml- aðu kappingini. Tey bæði fremstu liðini, Gefion og VIK, liggja so mikið frammanfyri AIG, at tað neyvan verður meir til eitt samlað triðja pláss hjá Helga og Høgna. Í seinasta umfarinum luttók Helgi W. Olsen í ringum, barr og lopi, með- an Høgni luttók í kapping- ini á gólvi. Næsta umfar í kappingini um danska meistaraheitið fyri lið verður 10 mei, og tað er rættiliga óheppið, tí tað er sama dag, sum FM verður í Føroyum. Sum vit skilja á lagnum, so ætlar Helgi sær at luttaka í FM, meðan Høgni fer at kappast fyri AIG. Samlaða støðan eftir tvey umfør: Gefion = 280,85 VIK = 267,05 AIG = 251,30 NGF = 241,20 Helgi Winther Ols en tekur saman við Høgna Øster lut í kappingini um danska meistaraheitið FM í hálvum Marathon í Havn Leygardagi komandi verður skipað fyri kapping í hálvum marathon í Havn RENNING tíðindaskriv Nú verður høvi hjá rennar- um at royna seg á einum av teimun longri teinunum, tá Ítróttarfelagið Bragdið skip- ar fyri kapping í hálvum Marathon leygardagin 3. mai. kl. 14.00. Teinurin sum er 21,1 km. langur, byrjar og endar á Bursatanga. Um- framt at renningin leygar- dagin er FM-kapping er hettar eisini ein opin kapp- ing. Tað merkir at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka. Kappingina í fjør vann Cecil Weihe hjá monn- unum við tíðini 1 t. 16 min. 55 sek. Hjá kvinnunum vann Rigmor N. Arge við 1 t. 29 min. 57 sek. Í ár verður kappast í fleiri bólkum. Menn, kvinnur og eisini verður kapping fyri veter- anar hjá báðum kynum. Vet- eranar í hesum føri merkir tey, sum eru 45 ár ella eldri. Teinurin sum skal renn- ast leygardagin er á sløtt- um, so møguleikarnir eru góðir hjá rennainum at fáa eina góða tíð. Skaddir klaksvíkingar Hvørki Allan Joensen ella Jákup Mikkelsen tóku lut í seinna dystinum móti Kasakhstan LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tað gekk ikki heilt eftir vild, tá føroyska fótbólts- landsliðið fyrireikaði seg til seinna dystin móti Kasakh- stan. Ein av ætlaðu broyt- ingunum var, at Jákup Mikkelsen hesa ferð skuldi verja málið, eftir at Jens Martin hevði verið seinasta skansin í fyrra dystinum, men hetta varð so av ong- um. Undir venjing endaði ein hendiligur samanstoyt- ur við, at Jákup meiddi sær fingurin, og sá hann seg ikki føran fyri at taka lut í dystinum týsdagin. Tað merkti, at Jens Martin enn einaferð slapp at vísa sínar dygdir fyri landsliðsvenjar- anum, meðan Bárður Jo- hannesen úr HB varð inn- kallaður sum eykamálverji. Tó uttan at koma á vøllin. Ein annar klaksvíkingar, Allan Joensen, mátti eisini geva avboð vegna skaða. Hann fekk ein lítlan snudd undir venjingini hjá liðnum, og var tí ikki annað enn vanligur áskoðari, tá 2-1 sigurin varð togaður í land. Skúla FM 2003 í frælsum ítrótti Frælsur Ítróttur Før- oya skipar leygardag- in 17. mei fyri stórari kapping í frælsum ítrótti fyri skúlabørn á Svangaskarði. SKÚLA-FM tíoðindaskriv Kappingin, ið er nevnd Skúla FM 2003, er skipað sum ein einstaklingakapp- ing í ymsum greinum inna frælsan ítrótt. Allir skúlar í Føroyum kunnu senda eina gentu og ein drong í hvørj- um floksstigi til hvørja grein í kappingini. Fyrireikararnir hava valt út ymsar greinir innan fræl- san ítrótt. Tveir teinir eru, ið skulu rennast umframt longdarlop og kúlustoyt. Greinirnar verða hesar: Skúlarnir mugu sjálvir standa fyri úttøkuni av teirra umboðum. Frælsur Ítróttur Føroya vónar, at møguleikin fyri at luttaka í Skúla FM fer at økja um áhugan fyri at gera frælsa ítrótt í fimleikatímunum, bæði millum næmingar og lærarar. Skúla FM 2003 er partur av menningarætlanini hjá Frælsum Ítrótti Føroyum. Endamálið við kappingini er at vekja áhuga fyri frælsari ítrótt umframt at geva føroyskum skúlabørn- um høvi at kappast móti hvørjum øðrum. Um tað ikki ber til hjá lærarunum sjálvum at møta við børnunum úr teirra skúla á Svangaskarði 17. mei, ber eisini til at lata foreldur verða leiðarar í samband við kappingina. Samstundis vóna fyrireik- ararnir, at foreldur, vinir og floksfelagar hjá luttakarun- um fara at seta sín dám á tiltakið við at stuðla teirra floksfeløgum kappingar- dagin. Innbjóðingar eru sendar út til allar fólkaskúlar í landinum, og fyrireikarar- nir vóna, at undirtøkan verður góð. Freistin hjá skúlunum at boða frá lut- tøku er fríggjadagin 2. mei. Tiltakið verður eftir ætlan afturvendandi á hvørjum ári. Gentur & Dreingir 1. Flokkur 60 m 600 m longdarlop Kúlustoyt Gentur & Dreingir 2. Flokkur 60 m 600 m longdarlop Kúlustoyt Gentur & Dreingir 3. Flokkur 60 m 600 m longdarlop Kúlustoyt Gentur & Dreingir 4. Flokkur 60 m 600 m longdarlop Kúlustoyt Gentur & Dreingir 5. Flokkur 80 m 800 m longdarlop Kúlustoyt Gentur & Dreingir 6. Flokkur 80 m 800 m longdarlop Kúlustoyt Gentur & Dreingir 7. Flokkur 100 m 800 m longdarlop Kúlustoyt Gentur & Dreingir 8. Flokkur 100 m 800 m longdarlop Kúlustoyt Gentur & Dreingir 9. Flokkur 100 m 800 m longdarlop Kúlustoyt Gentur & Dreingir 10. Flokkur 100 m 800 m longdarlop Kúlustoyt C M Y K 24 Nr. 82 - 1. mai 2003 25 25