Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 | á Tíðindablaðið (INF) Nr. 222 — 20. NOVEMBER 1992 Síða 13 Ein finna tú ert í talvinum, har pengarnir fólkið flyta... Soleiðis sang ein av okk- ara frægastu orða- og tóna- smiðum, og soleiðis kunnu alt fleiri føroyingar syngja. Tað, sum hent er seinastu tíðina er, at alt fleiri finnur verða settar av borðinum, og líkt er til, at enn fleiri koma í teirra bólk. Bólkin av eygleiðar- um til samfelagið. Teim- um, sum samfelagið ikki longur hevur brúk fyri. Tey, sum eru flutt av einari privatari ella almennari konto, og yvir á eina aðra,- av lønarlistanum og á kontoina hjá Arbeiðsloys- isskipanini ella Almanna- stovuni. Hesar skipanir eru settar á stovn fyri at fólk, hóast tey koma illa fyri peninga- liga, millum annað av ar- beiðsloysisávum, kunnu lívbjarga sær. Hvat kann eg fáa? Arbeiðsloysið er ikki bert ein spurningur um pengar, men ikki minni um: Nenniskjavirði og livsinnihald -Ti må frå almennari og kommunalari síðu virkast fyri at útvega arbeiðsleysum arbeiðs- og útbúgvingartilboð. Verður ein fyrst fremmanda- gjórdur mótvegis arbeiðsmarknaðinum, verður truplari at koma í gongd aftur, skrivar Tórfinn Smith, býráðslimur og valevni á javnaðarlistan- um Fyrr var meira at kalla skomm, at taka ímóti al- mannahjálp. Hjálpin var enntá kallað fátækrahjálp, men tíbetur er tann hug- broytingin hend, at hendan hjálp er ein sjálvsagdur rættur, ein og hver við tørvi, eigur. Eisini út frá ti, at øll kunnu koma so fyri, at tey hava hjálp fyri neyð- ini. Men tær annars væl meintu og skilagóðu skip- anir, sum eru, hava eisini - uttan at nakar miðvíst hevur virkað fyri tí - havt við sær, at mong spyrja í dag hvat ein kann fáa? - heldur enn hvat kann eg klára? Harvið bendir ver- andi skipan eisini í alt ov stóran mun á hvat fólk íkki kunnu klára, heldur enn at leggja stórra dentin á møguleikar og evni hin einstaka. Hvat kann eg klára? Vanlukkan at gera ar- beiðsleysur er ikki bert ein spurningur um pengar. Hetta er ikki minni ein spurningur um lívsinnihald og menniskjavirði. Tí má frá almennari og komm- unalari síðu virkast fyri at geva teimum arbeiðsleysu eitt arbeiðs- ella útbúgv- ingartilboð um hetta á nakran hátt er gjørligt. Tá ein gerst arbeiðs- leysur er ikki logið, at ein . fær varðhugan av, at tað ikki longur er brúk fyri einum. Hildin uttan fyri samfelagið, og hugurin til yvirhøvur at royna at koma upp í part aftur, viknar. Harav kunnu fólk koma í stórar sosialar trupulleikar. Serlig kommunal ar- beiðsskapandi tiltøk eiga at verða framd, og teimum arbeiðsleysu skal standa í boði útbúgvingarmøgu- leikar. Bæði fyri at halda sína vitan og sínar royndir frá arbeiðinum viðlíka og menna tær, og somuleiðis at nema sær einhverja útbúgving ella læru, so ein stendur betri tilbúgvin til aftur at taka ímóti einum arbeiðstilboði. Verður ein fyrst fremandagjørdur mótvegis arbeiðsmarknað- inum verður truplari at koma í gongd aftur. Arbeiðsskapandi búskaparpolitikkur Í løtuni eru í Havn skrá- settar 270 kvinnur og 348 menn sum arbeiðsleys. Tíverri gerast hesi tøl stórri framyvir. Millum annað hava mong av teim- um uppsøgdu í dag upp- sagnartíð, og eru tí ikki við í yvirlitinum. Bert í tvær vikur rindaði arbeiðsloysisskipanin tvær milliónir í Havn, og tær vera enn fleiri. Við ødrum orðum tala vit um nógvar pengar, sum verða latnir fólki fyri einki at gera. Býráðsvalið í Havn '92 Tórfinn Smith valevni á javnaðarlistanum Eg ivist onga løtu í, at tey flestu arbeiðsleysu í dag, heldur enn fegin vilja hava eitt arbeiðs- ella útbúgvingartilboð. Út frá tí ivist eg heldur ikki í, at stórur partur av teimum pengum, sum nú verða lætnir sum passiv hjálp, komu betri við, um teir vóru latnir ødrvisi. At arbeidsleys ikki vilja sita hendur i favn er tiltakið, nøkur teirra skipa fyri í Badmintonhøllini í annadkvøld, gott dómi um og alla æru vert. Men einsamøll makta tey ikki uppgávuna. Hugbroyting má til. Passiv hjálp kann halda hungurin frá durunum, men er lítið mennandi. Og her eigur Havnar Komuna at meðvirka sera aktivt. Tórfinn Smith Fíggjarlógarviðgerðin og Efta-sáttmálarnir Í samband við fíggjarlógar- viðgerðina setti Hergeir Niel- sen Thomas Arabo nakrar spurningar í samband við tað, sum eg hevði fert fram um teir sáttmálar, sum lands- stýrið hevur gjert við fleiri EFTA lond. Svarið sum Hergeir Niel- sen gav var sera jánkasligt og lítið sigandi, og tí kann vera rætt at gera vart við fylgjandi. 1. Víst eru avtalurnar við hvert EFTA-land sær. Men í avtaluni er eitt undirskjal við tulkingini av m.a. studnings- reglunum i avtaluni. Og hetta undirskjal er ein bein- leiðis avskrivt av teimum reglum, sum annars galda fyri EFTA lond. So munurin er ikki so stórur um hesin sáttmálin, sum vit hava gjørt, er gjørdur fyri hvert EFTA-landið sær, ella um hann varð gjørdur við EFTA sum so. 2. Samb. hesum undirskjali er valmannastuðul< til fiski- vinnuna i stríð við avtaluna, og hetta verður í hvussu er í Noregi tulkað soleiðis, at minstalen til fiskimenn ikki longur er loyvd. So spurning- urin er, um tað liggur nekur ætlan aftanfyri, tá landsstýr- ið nú flytir inntekutrygdina hjá fiskimonnum yvir á al- mannakontoina. 3. Samb. sama undirskjali er loyvt at geva almennan stuðul til nýggj arbeiðspláss. Tó ikki til fiskivinnuna. Her er ikki talan um nakra tulk- ing, tí hetta stendur beinleið- is í sáttmálanum, og hetta verður eisini váttað í tí til- fari, sum vit hava fingið úr Noregi um henda spurning. Hetta merkir aftur, at meðan vit eru við at fáa arbeiðs- loysi, sum vit ongantíð hava upplivað áður, avmarkar landsstýrið sínar meguleikar at útvega nýggj arbeiðspláss í okkara hevuðsvinnu. Og verða hesar avmarkingar gjørdar í meira ella minni týdningarleysum avtalum við onnur lond. Hetta er óhoyrt. Tað mest ótrúliga er eisini, at hesar avtalur eru gjørdar uttan, at landsstýrið hevur grett við so mikið sum einum orði, hverjar avleiðingarnar vóru av hesum. Og hóast fak- felogini hava víst á hesa av- TRÍGGIR HØVUDSVINNINGAR: Snotulig klassisk keramiklampa BALSLEVS BYGGIBÚÐ 090 Hoyvík - Box 3309 - 110 Tórshavn - Tlf. 11122 leiðing hevur ikki kvett úr hesir sáttmálar landsstýrinum. So landaskaðiligu stás- niður- deilur konufólka- stásinum øllum, HBVUÐSVINNINGUR: — Fy luck ”Jørghild N. Winthersgøta 9 - Tlf. 12988 skulu uttan iva »kuppast« gjøgnum tingið uttan nakra viðgerð. So mikið er sæð fyrr. Óli Jacobsen Í | Í | | Í á 0 0 A IL