Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. desember 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

það Fiskimenn og fiskifrødingar HERFYRI hevdi Sosialurin samrødu vid tveir kendar fiskifrødingar. Hesir vóru rættiliga bersøgnir og søgdu, at vit hava nidurfiskad okkara stovnar. Eingin hevur lurtað eftir ráðunum frá teimum um at ansa betur eftir. Í dag koma so tveir skiparar, líka so bersøgnir og siga sína søgu. Teir vísa á, at fiskimenn verða ongantíð eftirpurdir. Hvørki fiski- frødingar ella fiskimálaráðharrar spyrja fiskimannin, hvat hann heldur. TEIR báðir skipararnir halda, at orsøkin til, at so nógv minni av fiski er komið upp á land er tann, at skipini sleppa ikki at fiska. Alt er stongt. Kassamentali- teturin ræður. Teir biðja tí til, at kass- arnir verða latnir uppaftur, at meska- gin dinda FRÆLSI-JAVNAÐUR -BROÐRALAG Fyritaksstjóri- Krisjan Dati Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov í PA Søslalurin Miller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny í Kris Joensen - Tórfinn Smith - | Uppseting: P/1 Sosialurin Hilmar Jan Hansen - Prent: P/Æ Pressan 1981 víddin verður økt, at teir sjálvir sleppa at avgera legudagarnar osfr. HARAFTRAT vísa teir á, at verður verandi fíggjarlógaruppskot samtykt so verður flotin helst lagdur. Skipini ikki meira enn hóðra við einum prísi uppá 6 kr. kilo fyri upsa. Skal hann - nú landsstýrið ætlar at avtaka kilostudn- ingin - niður á 3 kr. so kann tað als ikki løna seg hjá skipunum at fara út aftur. Hetta ávarað teir tí harðliga ímóti og skal henda ávaring eisini skiljast sum eitt seinasta neyðarróp frá einum parti av fiskivinnuni. VIT skulu ikki gera okkum til dómarar millum fiskimenn og fiskifrødingar. Vit hava roynt at lýsa teirra sjónarmið og nú má tað so verða upp til almenningin Jåstinus Eidesgaard og serliga politikararnar at gera av hvørjum ein skal trúgva og lurta eftir. Tað er greitt, at skipararnir í blaðnum í dag nema við spurningar, sum eru ógvuliga ålvarsligir og eiga vit ti at geva teimum gætur. Vónandi kunnu samrødur okkara við bæði fiski- frødingar og fiskimenn verða eitt gott ikast til orðaskiftið, sum nú meira enn nakrantíð áður er so neyðugt. Men tað er eisini greitt, at skotbráðið hjá politikarunum er ikki langt. Teir skulu longu í næstu viku til at leggja síðstu hond á fíggjarlógaruppskotið. VIT kunnu bara staðfesta, at tað verður ikki lurtað nokk eftir hvorki fiskifrød- ingum ella fiskimonnum. Hetta er so ein av nidurstødunum í teirra úttalilsum. Møguliga er rætta adressan Bústaður: Argjavegi 26 Postadc: Postsmoga 78 110 Tórshavn Teletax: 14720 — Argjum Telefon: 11828 okkara politikararar, sum jú eru teir, sum í síðsta enda skulu taka av- gerðirnar. Men tað er stórt spell, um fiskifrødingar og fiskimenn ikki kunnu tosa saman. Kanska stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, sum hetta vikuskiftið skal halda fyrilestur fyri fiskimonnum í Klaksvík, fer at taka stig til at bóta um hetta. Tveir bersøgnir trolaraskiparar: Minkið meska- viddina og latið kassar- nar upp -Høvudsorsøkin til, at so litid av fiski er komið upp á land er ikki nidurfisking men bart út tann, at bátarnir sleppa ikki at fiska fyri stongdum leiðum. Eisini er meskavíddin alt ov høg. Hetta siga skip- ararnir á teimum báðum vestmannatrol- arunum, Vestmenningi og Grønanesi, Helgi Nielsen og Eyðun Hansen í sam- rødu við Sosialin. Veidan undir Føroyum er minkað við nógvum tús- und tonsum, men her er so avgjørt ikki bara talan um niðurfisking siga teir báðir skipararnar. Nógvar leiðir eru stongdar, meska- víddin er nógv vaksin, og nógv skip í flotanum eru upphøgd, so tað sigur seg sjålvt, at vit kunnu ikki fáa tað sama upp á land. Helgi Nielsen og Eyðun Hansen dylja ikki fyri, at teir halda lítið um okkara fiskifrødingar. Teir bådir skipararnir Eydun Hansen og Helgi Nielsen, jan -Fiskifrødingarnir hava ávarað øll árini, men tað hevur verið skiftandi fiskari øll árini, Ld. vóru rokár í 80-unum, og nú er minni at fáa. Alt er stongt -Tað er ikki rætt bara at skylda uppá fiskaríið. Tí skjótt eru eingi skip eftir. Hvat skulu tey gera, nú næstan alt er stongt. Bert kanturin er eftir at fiska í. Tú sleppur ikki inn á nakran fiskigrunn longur. Har er alt stongt: Nólsoy- arbanki, Suðuroyarbanki, Sandoyarbanki, Munka- grunnurin, vestan fyri og norðan fyri, allur Føroya Banki. Hesi seinastu árini hava ikki minni enn 56 skip fingið upphøgging- arstuðul. Eyðun Hansen fýlist at fiskifróðingum og teimum serkønu skrivstovumonn- unum i Havn. -Vit verda ongantíð eftirspurdir. Tað skuldi verið so náttúrligt, at fiskifrødingarnir høvdu sína vitan og lærdóm frá nettup okkum fiskimonn- um. Nátúrligar orsøkir -Hýsustovnurin er niður- fiskaður siga fiskifrød- ingarnir. Tað er ikki bara nidurfisking. At tað er minni til nú og at fiskurin rímur hevur so sanniliga eisini sínar náttúrligu or- sekir. Hetta síggja vit bæði í Grønlandi, Barentshavinum og aðrastaðni. Roknistykkið hjá fiski- frødingunum um at so lítið er komið uppá land byggir á skeivar fortreytir. Teir siga ongantíð, at ein stórur partur av flotanum er upphøgdur, at meskaviddin er økt, at sum eru sera misnøgdir við okkara fiskifróðingar. Mynd fleiri leiðir eru stongdar osfr. Hví ikki koma fram við tí! spyr ein heldur vreiður Eyðun Hansen. Starvfelagin Helgi Nielsen er so púra samdur við honum. - Vit hava ligið vestan fyri fleiri túrar, og tað er ikki meira enn, at vit síggja trolarar. So tað sígur seg sjålvt, at minni má koma upp á land. Hann er eisini sera mis- nøgdur við, at fiskimenn ongantíð verða eftirspurd- ir. -Fiskifrødingar áttu at tosað við okkum. Vit liggja í sjónum út móti 300 dagar um árið. Kemur ov lítið burtur úr hjá Magnusi Teir báðir trolaraskipar- arnir halda eisini, at tað kemur alt ov lítið burtur úr hjá Magnus Heinasyni. Hann átti at verið útleig- aður til eitt nú Reiðara- felagið at gjørt royndir við í eina tíð. Tá hevði nógv meira komið burturúr. Teir eru heldur ikki samdir við fiskifrødingar- ar og onnur, sum siga, at eingin fiskur er til, tí hann Skulu trolararnir og serliga partrolararnir hava oytt. - Vit síggja, at tað er nógvur fiskur uppi í sjónum. Ein stovnur sum upsastovnurin er jú ein semipelagiskur stovnur, sum er uppi í sjónum 80% av tíðini. Og ein stovnur, sum er pelagiskur, kann ikki niðurfiskast við- botntroli. -Vit síggja eisini tann nógva seiðin. Eg veit ikki, hví ein stovnur skal vera so illa fyri, tá tað er so nógvur seiður inni við land sigur Eyðun Hansen Framhald á síðu 10