leygardagur 12. desember 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Ringasti
túrur í
llVinum
-sigur ein mamma, sum kom
heim við tveimum børnum. Sjey
ára gamli sonurin helt tað vera
sum at koyra í rutsjibana
-Tá vit nærkaðust Føroy-
um fingu vit gjøgnum
hátalaran at vita frá flog-
skiparanum, at vit kundu
koma í eitt sindur av
turbolens í samband við
lendingina, men veðrið á
túrinum annars skuldi vera
hampiligt. Men tá vit
nærkaðust flogvøllinum
fór alt upp at rista. So
6gvusligt, sum eg ongantíð
áður hava upplivað tað,
hóast eg hava flogið sera
nógv.
Soleiðis greiðir eitt av
ferðafólkunum við Atlan-
tic flogfarinum frá ferðini
til Føroya hóskvgldið.
-Myrkt var, og vit vistu
ongantíð rættiliga hvar vit
vóru. Í fullsetta flogfarin-
um var deydatøgn, men so
einaferð hildu vit, at
flogfarið var lent, og gll
klappaðu. Men klappini
tagnaðu brátt, tá "lending-
in" gjørdist nóg so drúgv.
Vit vistu ikki hvat var
hent. Ikki annað enn tað, at
ferðin helt fram. Eitt
sindur seinri lendu vit so, í
øllum góðum. Og tá
klappaðu øll,- fyri aðru
ferð, greiðir ferðamaðurin
frá.
Stóðu næstan ikki á
beinunum
Ferðamaðurin greiðir frá,
at næsti trupulleikin var, at
torført var at fáa hurðina
upp fyri tí nógva storm-
inum, og tá vit so endiliga
komu úr flogfarinum,
ráddi bert um at ansa sær,
at vit sjálvi ikki fóru á flog
aftur. Ferðamaðurin leggur
aftrat, at hann ivast ikki í,
at flogskiparin veit hvat
hann ger, og at hann hevur
fult tamarhald á flogfar-
inum, men ivast kortini í,
um tað er beint at geva
fólki eina tílíka uppliving.
Sum í rutsjibana
Annað ferðafólk í flog-
farinum var ein mamma
við tveimum børnum. Hon
greiðir blaðnum frá, at
Tað eru ferðafólk sum
halda, at
flogskipararnir eiga í
stórri mun at siga sum
er viðvíkjandi veðrinum.
Tilvildarlig mynd: Kalmar
hetta er ringasti túrur í
hennara lívi, og hon hevur
flogið nógv.
-Vit skuldu øll heim í
fødingardag hjá mammu
míni. Ongantíð havi eg
verið bangin fyri at flúgva,
men hesaferð hugsaði eg,
at tað var býtt at vit øll
vóru í sama flogfari...
Hetta var ov nógv av tí
góða. Men tað er so ymiskt
sum fólk fata ein tílíkan
túr. Sonurin, sum er sjey ár
helt bert fyri, at hetta var
sum at koyra í rutsjibana,
sigur mamman vit tosaðu
við. Hon heldur, at flog-
skiparin skal sjálvandi ikki
ræða fólk við at siga frá ov
ringum veðri, men betri
hevði nokk verið, um hann
hevði ávara okkum betri.
Ættan hendan dagin var
útsynningur vestan og upp
í vestan, og vindmegin á
vellinum var í hvirlunum
upp í 33 m/sek. Midal-
vindurin var millum 15 og
20. Vindmátarin oman fyri
Sørvåg vísti upp í 42
m/sek.
Petur Skeel Jacobsen,
veðurmaður sigur, at ættin
var hampilig, men tað vóru
hvirlurnar, sum voldu
Nr. 238 — 12. DESEMBER 1992 Síða 3
——
mane Á
Prísur: Lyklaklår — alt gjørt - „Á
kr. 850.000 uttan MVG Hk eee
Ringid og bidid um Bakkagøta 5 - 160 Argir
nærri upplysingar
Tlf. 19279 - 89279
sigur, at tå flogfarið fyrru
ferð kom niður móti
vellinum, kom ein hvirla
sum gjørdi, at flogskiparin
mátti seta ferð á aftur og
fara upp frá. Men aðru ferð
var meira javnur vindur,
og tá gekk betri.
tór.-
Jákup aftur uttanfyri í Vági
Listarnir, sum eftir síðsta kommunuval skipaðu samgongu í Vági
við átta av níggju býráðslimum, skipa helst samgongu aftur hesa-
ferð — men nú verða teir sjey í samgonguni og tveir uttanfyri
Størsti atkvóðuslúkarin við
býráðsvalið í Vági hesaferð
gjørdist Jákup Olsen, fyrr-
verandi skúlastjórin, við
104 persónligum atkvød-
um. Hesaferð eydnaðist
honum enntá at fáa so mikið
sterka undirtøku, at listin
fekk tveir mans. Aftrat hon-
um varð valdur Leif Lisberg
— í lutakasti við Sølva Andr-
easen á sama lista.
Kortini bendir einki á, at
Jákup ella Leif koma at sita
í meirilutanum í Vágs býráð
komandi fýra árini.
Eftir síðsta býráðsval
varð skipað samgonga mill-
um átta av níggju býráðs-
limum.
Jákup Olsen var einsam-
allur uttan fyri meirilutan,
og vanlig fatanin er, at bý-
ráðssamgongan varð skip-
að við ti fyri eyga at halda
hann uttanfyri.
Krosslá formaður
Enn ljóðar einki serligt
frá samráðingum millum
tjóðveldis-, javnaðar- og
sambandslistan um skipan
av nýggjari samgongu, men
alt bendir á, at tað verða
hesir triggir, ið við sjey bý-
ráðslimum aftan fyri seg
skulu stýra Vágs kommunu
komandi valskeiðið.
Av hesum trimum listun-
um var tjóðveldislistin tann
størsti við trimum býráðs-
limum, meðan hinir fingu
tveir í part, so tí er lítið ann-
að hugsandi, enn at tað fer at
verða Jógvan Krosslá á
tjóðveldislistanum, ið verð-
ur nýggjur býráðsformaður
í Vági. Hann var við 63 per-
sónligum atkvødum topp-
skorari å listanum.
Tað verður annars neyvan
nøkur serliga hugalig upp-
gáva at skula stýra Vágs
kommunu, tí hon er illa fyri
fíggjarliga, og frá komandi
fíggjarætlanini ljóðar, at
hon skal javnviga viðeinum
halli, ið er upp á umleið
tríggjar milliónir.
Og samstundis eru ikki
tey stóru útlitini fyri nakrari
stórri skattainntøku, nú arb-
eiðsplássini eru færri.
hj.
Arsins jólagáva
— íkki minst til vinir og skyld-
fólk í grannalondum okkara
un
Ein hålvan tima langur Føroya-
filmur, ið ferðast kring alt landið
Fæst í bókhandlum, kioskum
og á flestu service-stødunum
Fæst bæði á donskum, enskum og týskum
Film- og Videoframleiðsla v/Klaus Kiesewetter
Tlf. 47501 ella 86055 Fax. 48732