leygardagur 12. desember 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (ST17)I;
Filosofisk barnabók
Ein vakur 0g skelkandi fåbul
Ebba Hentze: Gulleygad.
Ein gerandissøga úr
okkara tíð.
Perma og myndir:
Torbjørn Olsen.
Føroya Lærarafelag
1992.
53 s. kr. 102.
>Gulleygað< er nútíðar-
søga úr miðbýnum í Havn
um gentuna Jakobu, tey
bæði eldru Saru og Ábra-
ham og um frensin Gull-
eygaðog kettlingin Krunka.
Søgan er um álit og sam-
huga, um at virða onnur —
menniskju sum dýr — um tað
góða, vit kunnu gera hvørj-
um gðrum og tað ónda. Í
stuttum: ein vegleiðing í
hvussu skal farast við
heidnum og kristnum.
Bókin er ómetaliga vøkur
ein estetisk njóting at
handfara — og bara mynd-
imar hjá Torbimi Olsen
høvdu verið nóg mikin
grund at keypt hana. Men
søgan hjá Ebbu Hentze er
ikki minni framúr. Líknilsi
og fábul, sum endar við eini
hóttafullari fyriboðan um
komandi tíðir, ið kanska
longu eru her.
Fyrsti kapittul verður
sagdurav Jakobu, bulin eig-
ur Sara, og so eru vit í end-
anum aftur hjá gentuni, tí
Sara orkar ikki at siga frá
hendingunum. Ta, sum fer
fram er um somu tíð lívs-
játtandi og nívandi. Summi
menniskju byggja upp liv-
andi viðurskifti sínámillum
og við dýr og plantur, með-
an onnur hava fragd av at
hæla sundur og leggja í
oyði. Óhugnin í søguni
stavareisini fyri ein part frá,
at vit ikki kenna tær niður-
brótandi kreftirnar, at vit
ikki síggja tær, men bert ta
syrgiligu slóðina.
Tey seks fyrstu reglubrot-
ini leggja fyri við teimum
somu tveimum orðunum“
bókmentir
»Tætt við<. Endurtøkan
skapar um somu tíð ein
rytmiskan fråsøguhått og
ævintýrdám. Í staðin fyri
»Einaferdina var tað< hevur
Ebba Hentze sett >Tætt
við<, og lesarin fær á henda
hátt so líðandi at vita, hvar
søgan fer fram. Ikki fyrr enn
sættu ferð verður kortini
sagt, hvat tað er, sum er tætt
við bæði Amtmansbrekk-
una og kirkjuna og annað
við. Jú, >har eru vit beint
nú<.
Fråsøguhåtturin er 6gvu-
liga medvitin og kynstrug-
ur, vid greiningum og inn-
skotum, og høvundurin ans-
ar eftir, at leidin ikki er
snórabein. Um somu tíð er
kósin frá byrjan sett út í
kortið, og hon verður hildin
til seinasta setning.
Niður í smálutir er alt
evnað til, so at tað passar
saman og ger eina saman-
sjóðaða heild. Dømi er, tá ið
skift verður frá Jakobu til
Saru. Jakoba sigur um
frensin við tí lýsandi navn-
inum Gardinpissarin, at
>Hann hevur ikki fingið
navnið av ongum«. Fyrstu
orðini hjá Saru eru: >Ja,
navnið Gulleygað hevur,
tað er lætt at gita sær til, íkki
av ongum<. Hon brúkar
somu orð sum gentan, og
tengir á henda hátt partarnar
saman. Samstndis verður
víst á, at gentan einahelst
hevur ein part av sínum
málburði frá tí vaksnu, at
hon tekur uppaftur.
Eitt lítið dómi aftrat er, at
tá ið Jakoba sigur frá um
Ábraham og Saru, skoytir
hon uppí: >Men tey eiga
ongan son, sum eitur Ísak.
Nei, nei<. Afturfyri hevur
høvundin loyvt sær at nevnt
gentuna eftir ti tridja av
teimum stóru patriarkun-
um. Soleiðis hongur alt
saman á sniðfundigasta
hátt.
Tú en ikki komin nógvar
síður inn í bókina, tá ið tú
fært varhugan av, at her er
okkurt, sum minnir um
Antoine de Saint-Exupéry,
og hann verður eisini
nevndur, tá ið tveir tridingar
eru gingnir. Tað er Jakoba,
sum samanber leiklutin hjá
Gulleyganum við tann hjá
revinum í »Ti lítla prinsin-
um<. Kapittulin um revin
snýr seg um vinskap og um
at hava ábyrgdina av tí, tú
hevur tamt:
>Tú lærir bert tað at
kenna, sum tú temur, segði
revurin. Menniskjuni hava
ikki longur stundir at læra
nakað at kenna. Tey keypa
alt tilgjørt frá handilsmonn-
unum. Men tað finnast
eingir handlar, har tú kanst
keypa vinir. Menniskjuni
havaongar vinir longur. Um
tú ynskir ein vin, so skalt tú
temja meg<. Og eitt sindur
seinni: >Tú hevur allar tínar
dagar ábyrgdina av tí, sum
tú hevur tamt< (úr týðingini
hjá Alexanduri Kristian-
sen).
Sum >Tann lítli prinsur-
in< hjá Saint-Exupéry so er
>Gulleygað< hjá Ebbu
Hentze eitt filosofiskt ævin-
týr á tremur av lívsvísdómi.
Men meðan franskmaðurin
letur søguna fara fram í Sa-
hara og á ymsum gongu-
stjórnum, so hevur tann før-
oyski rithøvundurin kjósað
sær ta heimligu Havnina.
Kanska ein munur ímillum
franska abstraktión og før-
oyskan gerandisdag?
Hartil er »Gulleygad«,
sum undirtittulin ber bod
um, ein gerandissøga, og tað
er akkurát tað sum er so
rædandi. Lesarin skal sjålv-
ur sleppa at lesa um lagnuna
hjå frensinum og ahorntræ-
num, og hvussu tad åvirkar
kenslusom menniskju. Men
hóast tann eirindarleysa
endan — sum er púra í tráð
TRÍGGIR HØVUDSVINNINGAR:
Snotulig klassisk
keramiklampa
ALSLEVSEYGGIBÚÐ 01 O
Hoyvík - Box 3309 - 110 Tórshavn - Tlf. 11122
Nr. 238 — 12. DESEMBER 1992 Sida 13
EBBA HENTZE
GULLEYGAD
Ein gerandissøga úr okkara tíð
Perma og myndir
TORBJØRN OLSEN
við rétt ævintýr, tey eru
nevniliga ikki sentimental —
so er bókin kortini deiliga
kveikjandi.
Nógvar smámyndir eru
fløktar upp í høvudsgongd-
ina. Prik til ættargransking
og tingmenn, sum biðja
góðandag uppundir val,
hvussu hvalbingar tosa, og
hví >Mágestellið< ikki eitur
»Måsastellid« ella »Likku-
stellið< á føroyskum?
»GulleygaO« er í allar
mátar ein rík og fjølbroytt
bók, og sum øll góð ævintýr
hóskar hon bæði til børn og
vaksin.
Í bókini »Citadelle« ger
Saint-Exupéry hesa meting:
»Pengamenn og vitug fólk
er nyttuleys, verulig virði
eru samhugi og samkensla<.
niður-
deilur
troyggja
frá
handlinum
vid
konufólka-
stásinum
øllum,
Orðini kundu havt staðið i
»Gulleyganum«.
Jógvan Isaksen
ONUGSVINNINSUR:
"Jorghild
N. Winthersgøta 9 - Tlf. 12988