Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. desember 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 238 — 12. DESEMBER 1992 Axel Mortensen hevur skrivað bók um bóndaætt sína í Øravik Axel Mortensen, sum áður hevur skrivað um Mor- ensens' menninar á Tvøroyri, hevur á egnum forlagi givið út nýggja bók. Henda bók eitur "Gloymdu ikki ættarbandið, og hon er um bøndurnar Uppi í Stovu í Øravik. Høvundurin sigur i formælinum, at påpi hansara, sum var béndasonur Uppi i Stovu i Øravik, greiddi børnum sinum frå slektini, og hann visti teimum eis- ini tey søguligu stødini, tá tey plagdu at vera og vitja í Øravik um summarið. Axel Mortensen minnist eis- ini abban, sum somuleiðis plagdi at siga frá slekt og ødrum. Ein påpabeiggi var eisini góður fråsøgu- maður. Umframt fråsøgningarnar hevur Axel Mortensen bygt søguna um bøndurnar á skrivligt tilfar. Rýmingurin av Stiklastødum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út ungdóms- søguna »Rymingurin av Stiklastødum« eftir norð- mannin Kåre Holt. Myndirnar eru træskurdir eftir Hans Gerhard Sørensen. Oskar Hermansson tyddi søguna til føroyskt. Rithøvundin Kåre Holt hevur eisini skrivad adrar skaldsøgur vid søguligum evn- um. Ólavur Haraldsson er kongur í Noregi, tá ið hend- ingarnar fara fram. Søgan er um tólv ára gamla son Bjørn Stallara, Torleiv, sum vaks frá lítlum pilti til stóran drong, og sum 29. juli 1030 verður kosin vápnaberi kongs í stríðnum á Stiklastødum. »Rymingurin av Stiklastøðum< er 131 síður og fæst fyri 76 krónur. Bygdarhúsið í Hósvík ygdarhusid í Hósvík verður leig- ð til ymisk endamál, s.s. bingo, lleyp, veitslur, fundarvirksemi . Borðreiðast kann fyri uml. ikum. Fáið nærri at vita við at * $ 2 $ $ á $ é 2 0 y Oo 5 þú Í sú C 3 SES 50: O: O = feb] ef ol tif. 22368 > & * $ $ $ $: Þá & $ * 2 29938893 933459459955450 í fyrru helvt av hesi øldini Malan Simonsen, sum hev- ur bókmentaundirvísing á Føroyamålsdeildini á Fróð- skaparsetri Føroya, hevur í áravís fingist við at gransk- að, hvat føroyskar kvinnur skaldsliga hava fingið á skaftið fyrru helvtina av hesi gldini.. Malan hevur áður skrivað um hesar konur, og nú hevur Føroya Skúlabókagrunnur givið út tvær bøkur hjá henni. Bøkurnar eita "Bylgjur- nar leika í trá" og "Fyri fyrst". Tann fyrra er bók- mentasøga og hin stuttsøgu- savn.. Bøkurnar eru fyrst og fremst ætlaðar til undirvís- ing, men annars gllum við áhuga fyri bókmentum. ] stuttsøgusavninum "Fyri fyrst” eru yrkingar hjå Súsonnu Helenu Patursson, Billu Hansen, Andreu Rein- ert úr Nordradali, eini Oyggjargentu, Mariu Mikkelsen og Andreu Ar- ting. Hin bókin, "Bylgjurnar leika í trá viðger skaldskap- in hja hesum konum. Stødan hjá kvennskaldskapinum í békmentasøgu okkara verður kannað, og altjóða kvinnubókmentagransking verður lýst. Aðalhugsanin í viðgerð- ini er tann, at hesar skriv- andi kvinnur ikki bert rík- aðu føroyskar bókmentir við lýsingum av heiminum, soleiðis sum kvinnur sóu hann, men tær vóru vidhvørt eisini slóðbrótarar og fyrst- ar at royna nýggj snið og tekstaløg. Eitt nú var fyrsti leikurin á palli ein kvinnu- leikur. Tað hevur bók- Tíðindablaðið (SK - = = Skrivarum | Um skrivandi konur fo rfedra mar Malan Simonsen hevur nú skrivað tvær bøkur um skaldakonurnar ——————- ES —————- mentasøguskrivingin ikki gåad stórvegis um. "Fyri fyrst" gevur lesarum høvi til at kunna seg við ein burturgloymdan part í bók- mentaarvinum. Í hini bókini skrivar Malan um åstødi og békmentafrødiligar spurn- ingar, sum ivaleyst siga lær- arum og békmentafrøding- um meira enn fólki flest. Kortini er roynt at gera málburðin so hampuligan, sum gávurnar loyvdu. Eftir hesar meira at kalla teoretisku partarnar verður skaldskapurin hjá hvgrji einstakari av konunum við- gjørdur, og aftast í bókini standa stuttar ævisøgur um tær. Bøkurnar kosta 96 krónur hvor, og tær telja 175 og 198 blaðsíður. Skaldsøgan Flugudrottur- in eftir kenda enska rit- høvundin og Nobelvinnar- an William Golding, er nú komin á føroyskum. Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið bókina út. »Flugudrotturin« — á enskum >Lord of the Flies< — ið kom út í 1954, sigur frá einum flokki av eingilskum dreingjum, sum er komin til eina óbygda oyggj, eftir at flogfarið, teir vóru við, er fallið. Í heiminum uttan um oynna leikar kríggj, og tað er ein atombumba, sum hevur volt, at flogfarið datt niður. Teir yngstu dreingir- nir eru um 6 ára gamlir, teir eistu eini 15 ár. Fyrsta kenslan, eftir at teir hava skilt, hvussu teir eru staddir, er frøin um at vera slopnir frá teimum vaksnum, sum leggja seg út í alt. Frá fyrstu løtu fer stríð at standa millum Ralph og Jack, um hvør teirra skal verda formadur. Ralph vil, at alt skal fara fram å demo- kratiskan hått, medan Jack, sum hevur verið vanur at | Flugudrotturin hava avgerandi orðið, vil hava, at allir skulu lýða boð hansara uttan at mukka í- móti. Jack vil hava vald. Og skilliga vísir tað seg, at fyri teirri reinu valdsgirndini, tvinnað saman við sam- vitskuloysi, lygnum, smikri og falsi, hevur mannakær- leikin bert stuttar lividagar. Høvundurin William Golding er føddur f 1911 i Cornwall, tók prógv í ensk- um bókmentum við lærda háskúlan í Oxford í 1935. Seinna heimsbardaga var hann í sjóverjuni, í fyrstani sum vanligur matrósur, seinni sum loytnantur, og var hann við at søkkja stóra týska herskipið >Bis- marck<. Hann var við í landgongdini í Normandi- num D-dagin. Tað hann upplivdi undir krignum, kollvelti trúnna å tað góða í menniskjanum. I skaldsøgum sínum skrivar William Golding um menn- iskjad, tá ið fernisid av mentan er skolað burtur, og tað stendur eftir reinskað fyri alt, tað hevur nomið, reinskað fyri allar mildar kenslur, reinskað fyri hvørja kenslu uttan frum- kensluna at bjarga sær sjálv-um. Men uppi í teimum ráð- um, ið Golding nýtir fyri at siga sína søgu, eru heitar kenslur, skemtingarsemi, samkensla og stórbæri, men eisini speiðsemi og beisk- leiki. Hann sigur sjálvur, at tey, sum lesa hansara bøkur og bara síggja svartskygni í teimum, missaein part av tí, tær bera boð um. >Flugudrotturin< er høv- uðsverk William Goldings. Hann fekk Nobelvirdisløn- ina í bókmentum í 1983. Jákup Olsen, fyrrverandi lærari í Sandvík, hevur týtt bókina. Til tess at stuðla undir, at bókin betur kann verða nýtt í undirvísingini, hevur Før- oya Skúlabókagrunnur samstundis givið út eitt ar- beiðshefti, sum Brynhild Hansen, lærari, hevur lagt til rættis. Arbeiðsheftið er eitt uppskot til útlegging av bókini. »Flugudrotiurin« er 232 síður og kostar 90 krónur. Arbeiðsheftið er 24 síður og kostar 94 krónur. BRITE WIRES G700XXL Gibson el-guitarstreingir, 008 vid eyka E-strongi. 3 sett kr. 98,- JÓLANÓTAR fyri klaver, orgul, guitar, blokkfloytur og messing- blásarar. Bið um príslistár við nógv- um ótrúligum tilboðum. -E Handil og verkstaður Ægishædd 6 (niðast í Fútalág) Tif. 11687 - kl. 11-12 og 4-6