Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NOT Tibindabladid CSE Oli Heinesen um nýggju býráðssamgonguna í Klaksvík: Fólkaflokkurin seli seg fyri at fáa DV- ráðsformannin Tjóðveldisflokkurin fær bæði posa og sekk í nýggju samgonguni við fólkaflokkin í Klaksvík. Hóast flokkurin hevur tveir býráðslimir og fólkaflokkurin fýra, so fær tjóðveldisflokkurin tveir fíggjarneyndarlimir og fólkaflokkurin bert ein. Harvið hevur tjóðveldið buktina og báðar endar. Í mentanar- og sosialu neynd skal fólkaflokkurin hava formannin, meðan tjóðveldið fær tveir limir. Fólkaflokkurin hevur rætt og slætt selt seg bara fyri at fáa býráðsformannin -Hetta er ein vánalig byrjan hjá eini nýggjari samgongu og ber ikki boð um nakað álit millum teir báðar samgonguflokkarnar sigur Óli Heinesen verandi býráðsformaður. -Tað hevur helst so nógv at siga fyri fólka- flokkin at fáa býráðsfor- mannin, at hann hevur av- reitt alt annað og har eisini veruliga valdið. Flokkurin hevur rætt og slætt selt feg fult og heilt fyri at fáa býráðsformannin. Óli Heinesen vónar ann- ars, at nýggja samgongan Carten Hansen úr tjóðveldisflokkinum fingið bæði heldur tær avtalur, sum teir hava gjørt við pen- ingastovnarnar. Tað hevur alstóran týdning. -Fíggjarstóðan hjá kommununi er so mikið vánalig, at verða avtalur- nar ikki hildnar, so fer alt at steðga upp. Óli Heinesen er ikki samdur í tí, sum Jógvan við Keldu segði við út- varpið leygardagin, har tað kom fram, at fólka- flokkurin varð íkki hugaður at taka javnaðarflokkin við nú, tí flokkurin hevði snýtt fólkaflokkin í 1988. [MAA posa og sekk frå fólkaflokkinum -Hetta er ikki rætt. Tå byrjaði fólkaflokkurin sjálvur fyrst at fara í sam- ráðingar við borgaralistan og gjørdi avtalu við tjóð- veldisflokkin og sam- bandsflokkin, men tað vísti seg, at Ólvheðin Jac- obsen leyp frá, og tí fóru vit í gongd. -Er tað ikki vánalig byrjan hjá eini nýggjari samgongu at brúka gam- alt agg til javnaðarflokkin sum umbering fyri at halda hann uttanfyri? -Tað haldi eg avgjørt. Breið samgonga! -Tú hevur annars ført fram, at tað besta fyri Klaksvíkina er ein sterk og breið samgonga! -Har má eg siga, at eg eri vónsvikin av Jógvan við Keldu. Tí hann tosaði bæði undan valinum og valkvøldid um eina breiða samgonga. Eg segði hon- um eisini hetta valkvgldið, at vit gjørdu einki fyrr enn vit høvdu tosað saman. Men longu dagin eftir var hann í samráðingum við sjálvstýrisflokkin. -Men hví funnu tit og tjóðveldið ikki saman aftu- r? -Tað var 6møguligt at fáa nakað svar frá teimum. Annars dugi eg reint pol- itiskt illa at síggja, at tjóð- veldisflokkurin og fólka- flokkurin skulu arbeiða saman. -Hvørja samgongu kundi tú ynskt tær? -Ta gomlu samgonguna. -Hevdi møguleiki verið fyri eini samgongu millum javnaðarflokkin og fólka- flokkin? -Tað haldi eg ikki, í hvussu so er íkki við fólkafloksmanni sum borgarstjóra. Annars hev- ur okkum als ikki staðið í boði nakað slíkt sam- arbeiði. Skuldina niður -Hvussu kennist tað nú at skula fara í andstødu? -Tað hevði verið gott, um ein kundi gjørt tað ar- beiðið, sum vit vóru byrj- aðir uppá, liðugt. Serstak- liga at fáa skuldina niður aftur, so at Klaksvíkar kommuna aftur sleppur at arbeiða sum ein vanlig kommuna. Men tað vóni eg at Jógvan við Keldu megnar. li Heinesen sigur, at verandi samgonga hevur lagt rættiliga fastar karmar um figgjarpolitikkin, so her verður ikki so nógv meira at gera hjá Jógvan við Keldu enn at halda fram við verandi politikki. -Klárar hann ikki at halda tað, so rokni eg við at peningarstovnarnir koma og seta tummil- skrúvumar á Klaksvíkina. -Eg vóni eisini, at nýggja samgongan noktar fyri at læna fleiri pengar til Klaksvíkina, tí tað ber als ikki til. -Hvar sær tú munin á ti neyðuga politikkinum hjá verandi og nýggju sam- gonguni? -Tað einasta, sum kann henda, er, at nýggja sam- gongan má spara uppaftur meira, somikið ring er stødan í Klaksvík. -Men hevur tú varhugan av, at Jógvan við Keldu er rætti maður at seta í borgarstjórasessin fyri at kunna spara meira? -Tað hevur hann ikki kunnað fyrr, og tað er ti Óli Heinesen: -Vandi er fyri at samgongan verð Nr. 239 — 15. DESEMBER 1992 Síða 5 stuttlívað, nú hon bert hevur ein lim í meiriluta løgid, um hann kann klåra tað nú. Men tað er Guds barn, ið batnar. Samkoman -Men gjørdist tú kløkkur av framgongdini hjå fólkaflokkinum? -Fólkaflokkurin fekk stórri framgongd enn eg hevði roknað við, men eg gjørdist ikki bilsin av valúrslitinum hjá Jógvan við Keldu, tí hann hevur eina fasta stammu av veljarunum aftanfyri, sum kemur frá samkomuni. Tað er væl kent millum manna. -Nú hevur onkur sagt, at orsøkin til, at fólka- flokkurin og tjóðveldisflokkurin eru farnir saman er tann, at báðir leiðararnir eru úr somu samkomu. Hvat heldur tú um tað? -Hatta havi eg onga viðmerking til. -Samgongan hevur bert ein mann í meiriluta. Kann tað blíva ein trup- ulleiki? -Tað kann tað lætt blíva, serliga tá hugsað verður um samansetingina fólkaflokkurin hevur. Byggir samgongan bert uppá hesar seks limirnar, so kann tað henda, at hon verður stuttlívað. Men eg vóni, at vit aðrir fimm eisini kenna so mikið av ábyrgdarkenslu, at vit taka um endan, um so skal vera. -Hvat hevur størst týdning fyri Klaksvíkina í dag? -Tað er at fáa gongd á aftur vinnulívið. Fyritreyt- irnar eru tilstaðar. Og síðandi at halda seg inn- anfyri gjørdu fíggjarkar- manar. Óli Heinesen fer 1. januar aftur til arbeiðis á líkningarráðnum. Hann sigur, at áhugi hansara fyri politikki verður eins stórur i andstøda. Ikki minst tað stóra persónliga veljara- talið hevur eggjað honum til at halda fram. jan -titt feråasamband „Við utheimin! kÉ r | Vinyl- og gummi HANDSKAR til alt arbeiði — |——$"f———87——=—8u8 Í Inn- > | fluttir | bein- =. | leiðis úr Japan Í Heilselan | Låarvegi 14. Tørshavn Tlf. 15828 . Fax. 15893 | Se