Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 At vera prestur er ÓIv- | að eitt tidarkrevjandi | starv, ið setur krav til, | atprestur er klårur til tænastu av einum ella gørum slagi allar 24 tímarnar i samdøgur- inum. Hetta fekk Vest- manna-prestur ftyýði- liga at sanna sunnu- morgunin, tá ein óboð- in gestur brádliga kom inn á gólvið. Ein veðrur kom fram við prestagarðinum, og í ferðini var honum hyggjandi í kjallara- vindeygað, har hann gjørdist ikki so lítið skakkur av at síggja ein annan veðr stand- andi innanfyri. Veðrurin visti lítið av, at tað var spegils- myndina av sær sjålv- um hann sá, og beinan- vegin var hann til dyst- in fús at geva vininum Endaliga úrslitið av atkvødu- greiðsluni Åbraham Hansen 32stig Todi Jonsson 23stig Øssur Hansen 19 stig JåkupMikkelsen = 1lstig Kaj Leo Johannesen 8 stig Uni Arge 6stig Oli Johannesen 3stig Allan Mørkøre 3stig Olgar Danielsen = 2stig Kjartan Neså Í stig Nr. 239 — 15. DESEMBER 1992 innanfyri ein brest i pannuna. Endin varð sjálvsagt tann, at veðrurin end- aði inni á kjallaragólv- inum hjá presti, har hann rættiliga vón- svikin fann útav, at her var eingin annar veðr- ur enn hann sjálvur. Prestur, ið óivað raknaði við av gang- inum, kom síðani framá veðrin, sum nú leikaði í millum flyti- eskjur á gólvinum. Alt endaði ti í ollum góðum, og veðrurin kom eftirhondini hag- ar, hann hoyrdi heima. Um hendingin hevur givið presti inspirati- ón, tá jólaprædikan um seyðirnar á Betle- hems markum skal skrivast, sigur hendan litla søgan kortini einki um. hj. Abraham Hansen, B68, sum føroyska ítróttarpressan hev- ur valt til ársins fótbóltsspælara 1992. Mynd: Jákup Mortensen Hilmar Jan Hansen ynskir vegna Tíðindat ð Sosialin ársins fótbóltsspælara 1992, Tíðindablaðið (SK) heiðrinum. Abraham fekk steyp og blómutyssi frá ungu damunum Svannu og Mai. Abraham Hansen, tillukku við Mynd: Jákup Mortensen Pressan valdi Abraham Hansen til >Arsins fót- boltsspælara í 1992« Arsins fótbóltsspælari fekk sunnukvøldid handað steyp og blómu- tyssi i Idé-Húsinum, har sølustevnan JB-Jól var um vikuskiftið. —Eg hevði ikki væntad hetta, men samstundis má eg siga, at eg eri glaður fyri, at pressan virðismetir mín fótbóltsinnsats í tí farna kappingarárinum, segði Abraham Hansen aftaná handanina Aftan á fótbóltslandskapp- ingina í ár tók Tíðindablað- ið Sosialurin stig til at fáa pressuna at velja ársins fót- bóltsspælara 1992. Beinanvegin varð heitt á umboð fyri útvarpið, sjón- varpið og blødini, ið hava fingist við at ummæla ítrótt á ymsan hátt — serliga fót- bólt — um at geva boð upp á besta fótbóltsspælaran. Fimm, trý og eitt stig Orsøkin til, at úrslitið av hesi atkvødugreidsluikkier almannakunngjørt fyrr enn nú, botnar i, at heldur strilt- ið gekst við at fáa menn at koma við sínum atkvødu- býti. Frá onkrum fingu vit ikki atkvødurnar fyrr enn fyri minni enn tveimum vikum síðani. Atkvgðugreiðslan varð skipað soleiðis, at uý um- boð fyri Tíðindablaðið Sos- ialin, tvey fyri Útvarp Før- oya og Sjónvarp Føroya, og eitt í part fyri Dagblaðið, Dimmalætting, Fjúrtanda, Norðlýsið og Oyggjatíð- indi kundu geva trimum fót- bóltsspælarum stig. Besti spælarin skuldi fáa fimm stig, næstbesti trý stig og triðbesti eitt stig. Á hendan hátt skuldi ver- ið lættari at fingið eitt sind- ur á muni á, so ein so lítil møguleiki sum gjørligt kundi verid fyri, at fleiri fingu eins atkvødutal. Og so varð eisini. Klárt á odda varð ein av veteranunum í føroyskum fótbólti í dag, Abraham Hansen, sum hetta síðsta ár- ið hevur spælt við B68 á Toftum, og eisini hevur ver- ið við ul at vinna føroya- meistaraheitið í ár. Annars varð Abraham Hansen eisini valdur sum ársins fótbóltsspælari í B68, tá felagið helt meistaraheit- ið við stórari veitslu uppi á Svangaskarði. Ikki roknað við tí — Men hóast árið hevur gingið væl, so hevði eg ikki roknað við, at eg fór at verða valdur til ársins fót- bóltsspælara av pressuni, segði Abraham Hansen sunnukvøldid í Idé-Hús- inum aftaná at ungu dam- urnar Svanna og Mai høvdu handað honum steyp og blómutyssi. — Kanska er tað júst tí serliga stuttligt, at ein fekk hesa viðurkenning nú. Eg vóni bert, at hetta ikki er ein háttur hjá pressuni at biðja meg gevast. Ájú, skemti var eisini pláss fyri í sambandi við handanina. Abraham Hansen verður aftur komandi kappingarár á liðnum hjá B68, men hin- vegin hevur hann nú enda- liga tikið avgerð um at gev- ast á landsliðnum, har hann hevur roynst sum eitt slag av einum miðvallargenerali, ið liðið illa kundi verið fyri- uttan í eitt nú teimum minn- isverdu EM-dystunum, tá landsliðið fekk bæði stig og mál. — Men hugurin at spæla, ið nú hevur verið góður í eini 25-30 ár, er har framvegis, so hóast arbeiði og familja eisini skulu hava sína tíð, og nú fáa meg at taka endaliga stóðu, at eg gevist á lands- liðnum, fari eg framvegis at vera við B68, endar Abra- ham Hansen, ársins fót- bóltsspælari 1992. hj. ØRN