Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UT {lllÚlÚÚÚaaaAaOaaBBQOTORRpMMsP"L——"—"-—" Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 239 — 15. DESEMBER 1992 Síða 7 Býráðssamgongan í Vági avgreidast í gjårkvøldid Sum væntad er talan um eina samgongu uttan Jåkup Olsen og Leif Lisberg Í gjårkvøldid skuldu teir ný- valdu býráðslimirnir í Vági, ið komu inn á tjóðveldis-, javnaðar- og sambandslist- anum hava fund um skipan av samgongu. Sum skilst, skuldi hetta vera endaligur fundur, har eisini greiði skuldi fáast á, hvor verður býráðsformað- ur í Vági tey komandi fýra árini. Kortini tykist vera rætti- liga greitt, at tað verður ein nýggjur maður í býráðnum, ið fær hendan sessin. Talan er um, at Jógvan Krosslá, ið varð fyrstvaldur á tjóðveld- islistanum er nærmast við at gerast býráðsformaður. Hetta varð tó ikki greitt fyrrenn í gjárkvgldið, tá teir triggir partamir skuldu fundast. Men longu undan fundinum var greitt, at tað verða hesir triggir listarnir, ið mynda samgonguna, meðan Jákup Olsen og Leif Lisberg á lista G eru uttan- fyri. Framvegis uttanfyri Jákup Olsen hevur verið einsamallur valdur á hesum listanum síðstaskeiðið, men nú fekk hann ein mann inn aftrat á listanum. Hetta síðsta skeiðið hevur Jákup Olsen verið einsamallur utt- an fyri samgonguna, ið hev- ur verið sett saman av átta av teimum níggju býráðs- limunum. hj. SKATTAPROSENTIÐ Í RUNAVÍK SETT UPP: Fundarbodini komu a eftir valið Ikki meira enn ein klokkutími gekk, frá tí at valhølini í Runavíkar kommunu lótu aftur, til fundarboð um fíggjarætlanina fyri 1993 vórðu borin býráðslimunum. Eitt nú er skattaprosentið sett upp Hóast nógv varð skrivað undan býráðsvalinum í Runavík, fekk eitt mál mill- um lítla og onga umrødu: Skattaprosentið... Borgarstjórin Hans Tau- sen Olsen skrivaði up figgj- arstøduna hjá kommununi, men í hansara skrivaríum varð tó ikki nevntannaðenn hetta: >Í komandi fíggjarætlan verður helst ikki neyðugt at skerja tænastustóðið í kommununi og heldur ikki neyðugt at broyta skatta- prosentið av tydningi.« Hesi orð gjørdi býráðs- formaðurin tó so dyggiliga til skammar, tá hann á fundi í býráðnum nú hóskvgldið fekk fíggjarætlanina fyri 1993 samtykta. Tað merkti millum annað, at skattapro- sentið varð sett úr 17 upp í 19. Hjá teimum, ið eisini eru limir av fólkakirkjuni er hækkingin í skattaprosent- inum úr 17,5 upp í 19,5. Sum býráðsformaður og føddur formaður í fíggjar- nevnd býráðsins er Hans Tausen Olsen í roynd og veru fyrsti ábyrgdari av hes- um. >... heldur ikki neyðugt at broyta skattaprosentið av týdningi …« Ein tíma eftir valið Fundarboðini til býráðs- fundin hóskvgldið vórðu givin við varsli, ið var stív- liga tvey samdøgur. Tyskvøldid vórðu fund- arboðini borin býráðslim- unum — bert ein tíma eftir, at valhølini i Runavíkar kommunu høvdu latid aft- ur! Um tað er tann reina tilvild, ella um okkurt býr aftanfyri, er ikki lætt at siga, men tað tykist ikki vera heilt so sakligt at bíða við hesum fundarboðum og hesum fundi til beint eftir býráðsvalið. Freistin fyri at lata fíggj- arætlanina inn til landsstýr- ið varð nevniliga flutt her- fyri, og skuldi hon nú vera landsstýrinum í hendi í gjár, 14. desember 1992. Hans Tausen Olsen: Undan býráðsvalinum skrivaði hann, at ikki fór at verða neyðugt at hækka skattapro- sentið í Runavíkar kommunu av týdningi. Hóskvóldið fór skatta- prosentið úr 17 og upp í 19. Mynd: Hilmar Jan — Orsgkin til, at vit hava bíðað við at viðgera fíggjar- ætlanina og skattaprosent- ið, er at vit ikki hava fingið at vita, hvussu stór og umfatandi ætlaða lønar- hækkingin hjá tí almenna verður, segði Hans Tausen Olsen í samrødu við Tíð- indablaðið Sosialin beint fyri býráðsvalinum, tá hann varð spurdur, hvat varð av komandi fíggjarætlanini fyri Runavíkar kommunu. — Verður lønarhækkingin 10%, vil tad siga tad sama sum, at vit fáa triggjar mill- iónir minni inn í skatti, og tað mugu vit hava at vita, áðrenn fíggjarætlanin fyri 1993 verður samtykt. Tí má alt hetta bíða til eftir komm- unuvalið. 500 krónur meira at draga frá Í somu samrødu legði Hans Tausen Olsen dent á, at talan í komandi árinum ikki fór at verða um nakrar iløgur, og tá figgjarætlanin varð samtykt í býráðnum hóskvgldið, varð heldur eingin nýggj låntøka sett á hana. Nevnast skal tó til býráðs- ins rós, at barnafrådråtturin varð settur upp við 500 krónum, so hann nú er kom- in upp á 2.000 krónur. Tað munar kortini ikki so nógv, um samanborðið verður við tey bæði prosent- ini skattgjaldarin í Runa- vikar kommunu verður tyngdur við í komandi ár- inum. hj. iv æt 53 Iran ro) mt > TOP Hilmar Jan Hansen skrivar KOMMUNUVALID VAR IKKI søn líkteinum slagi av stjórnarskifti, verður hugt at størru pláss- unum, har stillað varð upp politiskt, ella har polit- iski liturin hjá teimum uppstillaðu ikki er krógv- aður undir tiltiknu skeppuni. Bæði í Havn, Klaks- vík, Runavík og á Tvøroyri sær út til, at broytingar eru í ljósmála. Í hesum býum búgva yvir 25.000 fólk, so orðið stjórnarskifti erneyvan langt av leið í hesum førinum. Eisini á fleiri gðrum plássum er væntandi, at onkur stórri broyting kann henda HAYNIN FÆR NÚ nýggjan borgarstjóra, og verður tað tann fyrsti kvinnuligi, samstundis sum fleiri av teimum, ið hava sitið í andsstødu í fleiri ár, nú sleppa upp í part. Í Klaksvík hevur ein breið samgonga roynt seg síðstu fýra árini, men har tykjast nú teir >gomlu< at koma fyri seg aftur. Í Runavík verður verandi andstøda saman við fleiri nýggjum býráðslimum partur av einari nýggjari samgongu — og uttan fyri situr nú skjótt fráfarandi borgarstjórin. Tá hesar reglur vórðu skrivaðar fyrrapartin í gjár var enn einki avgjørt endaliga á Tvøroyri, men har skuldu teir finna útav tí heila ikki so seint seinnapartin — helst verður tað ein samgonga uttan um sosialdemokratarnar. ANNARS HEVUR HETTA nú fama valið verið merkt av, at politikkarar og valevni ikki hava lov- að veljarunum so nógv, sum annars hevur verið vanligt. Tað tykist ikki sum bátapláss, grund- stykki, parkeringspláss og líknandi vallyfti hava staðið so ovarlaga, men kortini hava lyftini ikki trotið. Tey hava bert verið eitt sindur ødrvisi hátt- að, tí hesaferð eru lyftini ikki givin veljarunum, men í nógv stórri mun ødrum valevnum. Soleiðis hava valevnini gingið og tosað við hvørtannad: Fáið eg handan nevndarsessin frá tær, skalt tú fáa hendan frá mær o.s.fr. IKKI ER HELDUR søn, at tey ymsu valevnini undan valinum vóru so sukursøt, at tey ikki eru at kenna aftur, nú valið er farið afturum, og tey eru vald ella ikki. Síðstu vikuna undan valinum kundi tú vera vísur í, at møtti tú onkrum smílandi fólki. so var hetta óivað eitt valevni. Summi av valevn- unum leiktu leiklutin so væl, at tú fløtum ikki vart í iva um, at næstakærleikin enn er til — nakað, fleiri kanska kundu havt hug at ivast í, sum gerandis- dagurin háttar seg. VALID VAR EISINI í ávísan mun sett í samband við ta størru heildina — løgtingid. Og har var tað serliga ein sokallað »exit-pole«-kanning, ið vísti stórar broytingar á tingi. Sjálvsagt er ein so lítil og avmarkað kanning sum hendan ikki beinleiðis eft- irfarandi, men tað undrar valla nakran, at broyt- ingarhugaðir kommunuveljarar eisini kunnu vera broytingarhugaðir, skulu teir fram at atkvødu- kassanum til eitt løgtingsval — ella fyri tað fólka- tingsval, ið sær út til at vera í hondum innan stutta tíð. MEN FYRI AT venda afturtil kommunuvalid, so fara næstu dagamir Givad at vera avgerandi fyri, um fólk eisini eftir 1. januar framvegis eru sann- førd um, at tey »valdu rætt«. Ikki fyrr enn tå er greitt, hvør situr innanfyri og hvør situr uttanf yri samgongu…