Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða8 > Nr. 239 — 15. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið CE ins OA AE Fólk í hundraðtali á skei Vit hava onga ábyrgd - Av skeiðum, sum verða hildin uttan fyri Toll- og Skattstovuna. Hinvegin, so hava vit heldur ikki orku at skipa fyri øllum teimum skeiðum, sum eru neyðug í løtuni, verður sagt á Toll- og Skattstovuni Hóast nærum eingin veit, hvussu = meirvirdisgjald- skipanin fer at virka, so hava fólk í hópatali verið á ymsum skeiðum, sum Handilsskúlin, Toll- og Meirvirðisgjald-skipanin jélatrøll? Skal virka Skattstovan og Einar Krist- jansson, ráðgevi í meirvirð- isgjald-skipanini, hava vid årsbyrjan - men enn veit eingin, hvussu meirvirð- isgjald-skipanin verður, tí fleiri kunngerðir vanta, eins og broytingar verða gjórdar hvgnn dag. Kortini verður undirvíst fram til árslok, hóast eingin rættiliga veit, hvussu skipanin verður Eini 1000 fólk hava luttikið á skeiði innan meirvirðis- gjald-skipanina á Handils- skúlanum. Hetta eru fólk sum starv- ast innan handilsfyritøkur, heilsølur, stórir og smáir handlar og tænastu-fyritøk- ur. Skeiðini eru í tveimum umførum, og tað kostar 500 krónur fyri hvørt skeiðið. Stórt trýst á skúlan Á Handilsskúlanum verður sagt, at teir vænta at fáa MVG-skeiðini liðug til jóla. Sonja Petersen, skeið- leiðari á Handilsskúlanum sigur, at skúlin í summar fekk nógvar áheitanir um skeið innan MVG-skipa- nina. - Tá tað var samtykt at meirvirðisgjald-skipanin skuldi setast í gildi í Føroy- um, gjørdu vit av í sam- starvi við Menningarstovu- na og arbeiðsgevara- feløgini, at skipa fyri hesum skeiðum. Grundarlagið fyri undir- vísingini varð gjørt í sam- starvi við Rúna Joensen, løgfrøding, sum legði und- irvísingartilfarið til rættis. Hann er tann persónur, sum hevur arbeitt við meir- virðisgjald-skipanini á Tollstovuni, og veit mest um hetta. Olav Absalonsen saman við ødrum, undirvisir i meirvirdisgjald-skipanini å Handilsskúlanum: - Vit hava ikki beinleiðis grundarlag at undirvísa eft- ir, men hava gjørt okkum kunnugar við tilfarið í lóg- ini. Tað er grundarlagið. - Nú er nógvar broytingar gjørdar, men hinvegin, soer trýstið á Handilsskúlan ógvuliga stórt, tí fólk vilja hava vitan um skipanina, sum skal virka um stutta tíð. - Vit eru kroystir frá báð- um síðum, onnur er at fólk vilja ogna sær hesa vitan, hin, at kunngerdimar koma So seint. Læra følk at Skilja lógina - Vit hava tí valt at undirvísa skipað fyri. Vita hvat hendir í løtuni fólki í lógini, og hvussu tey á besta hátt sjálvi kunnu leita sær vitan, tá lógin er endaliga liðug. - Vit senda ikki broyt- ingartilfar út til fólk, sum hava verið á skeið, men hava sagt teimum, at tey møguliga kunnu halda Kungerðablaðið, har lógin, reglur og kunngerðir verða lýstar. Einar Kristjansson, MVG- ráðgevi, hevur eisini hildið skeið kring landið. Tilsamans hava 150 fólk verið á hesum skeiðum, sum bæði hava verið skipað skeið. Ld. stórri virkir hava umbiðið sær ráðgeving, har bert ein yrkisgrein hevur verið umboðað. - Her verður undirvíst í ei- num umfari a átta tímar, og tað kostar 700 krónur fyri einstaklingin. Fáa nytt tilfar sendandi Einar Kristjansson sigur, at tey fólk, sum hava verið á skeið hjá honum, fáa send- andi nýggjasta tilfarið, sum verður gjørt um MVG-skip- anina. - Sostatt fáa míni við- skiftafólk vitan um allar broytingar sum fara fram, eftir at tey hava verið á skeið hjá mær. - Fólk eru so ymisk á máli, nøkur halda, at tað verður torført at fáa skil á reglu- num viðvíkjandi meirvirð- isgjaldi, meðan onnur halda, at tað hevur einki uppá seg at umsita. - Tá fólk hava verið á skeið og fingið innlit í, hvussu skipanin virkar, koma eisini nógvir spur- Treytin fyri at undirvísa á skeiðum er vitan um meir- virðisgjald-skipanina, og hóast Toll- og Skattstovan er tann stovnur, sum hevur tilevnað skipanina higartil, honer ikki liðug enn og veit mest um tað, sum hendir í løtuni, vita teir ikki, hvussu skeiðvirksemið hjá hinum uttanfyri teirra stovn er skipað. Umboð fyri MVG- skeið- tænastuni á Toll- og Skatt- stovuni, sigur við Sosialin, at stovnurin frábiður sær ábyrgdina skeiðum um MVG, sum verða hildin aðrastaðni. -Vit vita ikki, hvussu tey eru skipað, ella hvat hesi innihalda. Vit vita heldur ikki, hvussu nýtt tilfarið hjá teimum er. Lógararbeiðið er ikki lið- ugt enn, og vit vita ikki, um skeiðluttakarar fáa nýtt til- far sendandi, so hvørt sum broytingar koma í. Toll- og Skattstovan ger í løtuni ein faldara, sum skal greiða fólki frá, hvussu meirvirðisgjald-skipanin virkar. - Faldarin varð rættlisin seinasta fríggjadag, men longu í gjár mánadagin vóru fleiri broytingar komnar, verður sagt á stovninum. - Lógin er sum tann danska, og har ongar før- oyskarkunngerðir eru settar í verk, halda vit okkum til at nýta somu reglur sum í Danmark, siga tey á Toll- og Skattstovuni. Enn vantar nógv - Higartil eru umleið seks kunngerðir samtyktar, men enn vanta einar átta kunn- gerðir. - Eingin veit, hvussu endaliga úrslitið verður, tí politikararnir framhaldandi gera broytingar, verður sagt á Toll- og Skattstovuni. Ennertóeinki sum bendir á, at meirvirðisgjald-skipa- nin ikki verður sett í gildi 1. januar 1993. Dagny Føroysk kirkja i Danmark Lidug um eitt år f 17 år hevur verid ætlad, at ein føroysk kirkja skal byggjast i Keypmanna- havn. Nå kemur hon um- sidir. Føroyskir presturin Peter Andrew Petersen sigur vid útisetablaðið Oyggja- skeggja, at kirkjan verður liðug innan eitt ár. Í kirkjuni verð pláss fyri 150 fólkum. Longu áðrenn 1993 verð- ur byrjað upp á nýggju kirkjuna. Hetta er neyðugt, tí sáttmálin ímillum Lands- stýrið og Verjumálaráðið fer úr gildi tá. Grundstykk- ið, sum er ogn hjá omanfyri- nevnda, liggur nær við »Hotel Scandinavia« og norsku kirkjuna. Sáttmálin er gjørdur fyri hetta grundstykkið, og tað kostar einar 200.000 krónur um árið at leiga, og prísurin kann fara heilt niður í 1.000 krónur árliga, um Lands- stýrið gevur loyvi til at fáa kirkjuna upp at standa. Núerbyggiætlanin skerd, so ætlanin at gera kirkjuna lidna verður nú førd út í lív- ið. Kirkjan fer at kosta uml. 4 mió. kr. Arkitekturin Holger Jen- sen, ið m.a. hevur teknað nýggju kirkjuna í Fugla- firði, hevur eisini staðið fyri tekningunum av føroysku kirkjuni i Keypmannahavn. Daniella ningar fram, sum fólk vilja hava greidu å. - Vit verða ikki liðug at halda skeið til jóla, men noyðast - eftir umbiðing- unum - eisini at halda fram millum jól og nýggjar. Krevst einki loyvi fyri at gerast skeiðleiðari í MVG- skipanini? - Eg havi arbeitt saman við Rúna Joensen á Toll- stovuni, tá MVG-skipanin varð smíðað. Eingin góðkennin kreyst . Seinni eru vit báðir farnir úr arbeiði har. Tá eg varð biðin um at skipa skeið í MVG- skipanini, vendi eg mær til Rúna Joensen, eins og Toll- og Skattstovan varð kunnað um tað. - Tá Rúni Joensen metti, at eg var førur fyri at veita slíkaráðgeving, fór eg undir skeiðvirksemið. - Eingin góðkenning skal til, men eg setti meg eisini í samband við Fútastovuna, tí eg helt, at eg møguliga skuldi hava handilsloyvi. Tað var tó ikki neyðugt. Tað er bert í slíkum fórum, tá ein selur eina vøru, at handilsloyvi er neyðugt.. Meðan hesar reglur verða skrivaðar, arbeiða teir við fullari = megi at skriva faldaran, sum fólk skulu nýta til vegleiðing 1. januar 1993. Dagny