Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 239 — 15. DESEMBER 1992 Síða 11 Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar fyri kapping: Skúlaungdómar gera tekning av endurskini Spennandi teknikapping millum skúla- ungdóm. Triggjar virdislønir latnar. Ráðið fyri Ferðslutrygd fer at skipa fyri einari tekni- kapping millum skúlaung- dómin í øllum Føroyum. RFF heldur, at fleiri av okk- ara ungu hava eitt hvørt gott hugskot í sambandi við ferðlutrygd, og tí vilja vit fegin, at tey skulu sleppa framat við teimum. Tað verður gjørt á tann hátt, sum greitt er frá niðanfyri. RFF vónar, at undirtøkan verður góð, og vinnararnir fáa eina samsýning fyri avrik teirra. Ætlanin er at sýna inn- r Talan verður tó ikki um nak- að álvarsligt stríð. A jólum Skulu øll jú vera bæði góð og lagalig hver við annan. Men tiltaks-jólamenninir báðir, ið vit her síggja á myndini sam- an við kunningarstjóranum í Havn, Ingigerð, fara kl. 14 leygardagin tann 19. des. at dystast í talvi í miðbýnum. id gjøl myndini Hvørjir teir eru, kunnu vit ikki siga — tað er millum annað tað tit hava høvi til at gita til å middegi leygardagin. Hava tit hug at vera vid i kappingini um gavukortini å åvikavist 500 og 300 krónur, skulu tit bert støkka inn å gólvið í einum av handlunum Í midbynum og fáa kapping- arseðil útflýggjaðan. Spurn- ingarnir, um hverjir hesir JÓL Í HAVN — men hver vinnur? eyka-jólamenninir eru, hver teirra, tit halda fer at vinna og einfaldu kappingarreglurnar annars, eru sjálvsagt á sedl- inum, so ongum nýtist at iv- ast í nekrum. Men gevið gætur, at seðlarnir mugu vera lætnir einum av handl- unum í Miðbýnum ella Kunn- ingarstovuni í seinasta lagi kl. 12, leygardagin 19. des. Meira siga vit ikki. Bert, at annar teirra var uppstillaður á lista C á Argjum og hin á lista A í Havn til valið, sum júst er av. Jólamenninir, sum antin koma av bygd ella ur útlond- um til Havnar seinnapartin henda sama leygardag, fara tá teir hava summað seg eftir ferðina at draga vinnararnar millum innkomnu seðlarnar. komnu tekningarnar fram á einum hvørjum hóskandi staði, har nógv fólk sær tær. 1. Kappingin verður skipað í 3 bólkum millum næm- ingar í fólkaskúlanum: Bólkur I: 1.-3. flokkur, bólkur Il: 4.-7. flokkur og bólkur III: 8.-10. flokkur. |) . Kappast verður millum innkomnu tekningarnar í hvørjum bólki. uw . Tekningarnar skulu lýsa nyttuna av at ganga við endurskini. 4. Tekningarnar skulu vera í litum. 5. Tekningarnar skulu vera í A 4-stødd. 6. Latnar verða 3 virdislønir í hvørjum bólki: 1. virð- isløn: kr. 750,00, 2. virð- islón: kr. 500,00 og 3. virdisløn: kr. 250,00. 7. RFF skilar sær rætt til at nýta innkomnu tekning- arnar í virki sínum. 8. Tekningarnar skulu lat- ast RFF seinast 15.01. 1993. 9. Nevnd verður vald at velja millum innkomnu tekningarnar. Nærri fæst at vita um kappingina við at venda sær til Ráðið fyri Ferðslutrygd, tlf. 15381. Tekningarnar skulu send- ast til: Ráðið fyri Ferðslutrygd Postsmoga 1055, FR 110 Tórshavn.. Framhald av síðu 4 munurnar og 80 til landið. Landsstýrið er farið illa við kommununum sein- astu árini, sigur Jógvan við Keldu. Jógvan við Keldu er ikki nakað ársungi innan bý- ráðsarbeiði. Hann sat sum býráðsformaður frá 1980- 88 og sat í býráðnum frá 1971-73. --Ég haldi tað er gott at vera burturúr býráðsar- Minningarorð um Andreas Petur Jacobsen 4. desember andaðist Andreas Petur Jacobsen. í Vági, 44 ára gamal. Hann var føddur í Syðru- gøtu 28. apríl 1948, sonur Sannu úr Beitinum og Herluf av Teigum. Andreas Petur vaks upp í heimbygdini, gekk í realskúla á Glyvrum og í 1972 tók hann prógv sum lærari á Føroya Læraraskúla. Síðan virkaði hann sum lærari í Vági við ein- um stuttum skifti í Leirvík. Hann giftist Elini av Nesi, Vági, har tey búsettust. Andreas Petur hevði frá ungum áhuga fyri jarðarbrúki og við giftuni fekk hann høvi at fá- ast við bóndaarbeiði, væl dámdi honum kríatúr og hugur og hegni til tess treyt ikki. Lærari var hann burturav, væl dámdur av børnum og hartil góður undirvisari. Umframt var hugur hansara fyri samfelags- viðurskiftum; hann var valdur býráðslimur í Vági 1980 og var býráðsformaður í árunum 1981-85 og í árunum 1979-80 sat hann á tingi fyri Javnaðarflokkin. Vit, sum kendu Andreas Petur, vita at siga frá vinsælum og fryntligum manni, sum tó kundi vera bersøgin, hann duldi ikki hugsan sína hver tað so var, hann talaði við. Hóast sjúka boygdi mannin, eydnaðist tað Andreas Peturi at virka og ávirka í tí umhvervi, hann valdi sær at búleikast í. Hjá Elini og soninum Hanusi verður tómleik- in stórur eftir ein góðan mann og pápa; somu- leiðis hjá vinum hansara, sum lýsa frið yvir minnið um ein hollan samstarvsfelaga og vin. jl beiði eina tíð. Tú sært alt greiðari, tá tú ert uttanfyri. Eg haldi eg havi fingið nógv hugskot hesi árini eg havi uttanfyri býráðsgátt- ina og eisini nýggjar kreftir at taka við mær innum aftur, sigur Jógvan við Keldu. —I dag dugi eg at síggja, at nógvar av iløgunum í áttatiárunum kundu kanska havt bíða. Men vit vóru eftirbátar á nógvum økjum. Og ongin kundi rokna við, at stødan í landinum gjørdist so ring, sum hon er í dag. Í dag eiga vit ein væl útgjørdan bý, sjálvt um kreppa er. Spurningurin er hvat vit áttu, gjørðu vit ikki hesar fløgur í áttatiárunum, sigur Jógvan við Keldu. jústinus