týsdagur 15. desember 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 239 — 15. DESEMBER 1992 | Tíðindablaðið ED
Grundleggjandi broyting
i bygnaðinum neyðug
Tað er ógvuliga tydningarmikid, at vit taka stóðu til spurningin um framtíðar -
bygnaðin. Tvs. at vit skulu taka stóðu til um vit eru nóg vaksin til at taka sti g til
at klårleggja okkara kompetancu, og síðani sjålvi taka ábyrgd av tí gongd í sam-
felagnum, sum galdandi skipan loyvir skrivar Guðrun Rógvadóttir stdu. scient.
pol. í tí næsta innlegginum vit prenta frá einum tjakfundi í Árhus herfyri.
Í hesi greinarødini frá les
indi i Århus, vil mítt ískoyti
I kjakið vera við bakgrund í
nínum lesnaði innan polit-
ka fréði. Meðan Ólavur
regersen í tí fyrstu greimir
egði dent á itøkilig uppskot,
im kundu betra um lands
iskapin, fari eg haraftur
ot at seta s
er DrOytingar, Qlavur tosar
m, forsvarliga kunnu bygg
ist á ein bygnað, sum hevur
»yvt okkara samfelag út í
ina so álvarsliga búskapar-
ga støðu áðrenn stødan
bleiv mett nóg álvarslig til at
iðganga støðuna.
Mín viðgerð av evninum
verður tí grundað á spurning-
in um broyting í tí grund-
leggjandi bygnaðinum. Her
verður hugt nærri at verandi
stýrisskipan — kann tað hugs-
ast at sjálvur bygnaðurin
hevur verið við til at loyvt tí
skeivu gongdini, og um so er
— kann tað hugsast, at broyt-
ingar á skinum kundu ført til
at líknandi trupulleikar í
framtíðini verða vidgjørdir
fyrr í processini, soleiðis at
potentiellar kreppur kunnu
avmarkast ella í besta føri
sleppast undan.
Avmarkad eynið
Spurningurin um grundleggj-
andi bygnað er í veruleikan-
um ógvuliga umfatandi, og tí
havi eg valt av markað meg
til at leggja dent á tveir
spurningar, sum eg haldi
vera serliga týdningarmiklir í
sambandi við stóðuna í dag,
nevniliga spurningin um á-
byrgd og spurningin um á-
hugamál. Eisini loyvi eg
mær at seta spurnartekin við
verandi kontrolinstansir.
Abyrgd
— Spurningurin um for-
mella ábyrgd mótvegis
veruligum valdi.
Við spurninginum um á-
byrgd hugsi eg fyrst og
fremst um forholdið millum
formella ábyrgd og veruligt
vald. Í hesum sambandi er
mín tesa, at um tað var lætt-
ari at plasera sína politisku
ábyrgd av konkretum av-
gerðum, vildi viðkomandi
verið varligari við at tikið
populerar avgerðir, sum
meguliga ikki eru til landsins
besta, av tí at ein visti at ein
hefti fyri avgerðini bæði per-
sónliga og politiskt.
Her vil eg sláa fast, at
endamálið ikki er at fólkið á
henda hátt skal fáa at vita,
um tað nú í veruleikanum
var Per ella Pól, ein burdi
bannað yvir — og heldur ikki
at viðkomandi á sama hátt
sum tann peruianski
terroristleiðarin Guzman skal
1
Í
vísast nakin í sjónvarpinum.
Harafturímóti verður
spurningurin settur fyri at fáa
greiði á um ein útgreinan av
| landsstýrismálum ikki kundi
gjørt tað meira yvirkomiligt
Í hjá tí einstaka landsstýris-
manninum al selt seg inn í
Í sim serumráði
Ein møguligt loysn —
1) individuel åbyrgdar-
| skipan
| 2) uppdeilt embætisvald
| Ein møguleiki i hesum sam-
bandi kundi verid at broytt
| verandi kollektivu åbyrgdar-
skipan hjå landsstyrinum til
eina individuella åbyrgdar-
skipan hjå landsstyrinum til
eina individuella åbyrgdar-
skipan, sum t.d. er galdandi i
| Danmark. Henda broyting
kundi eisini blivid supplerad
við einum meira uppdeildum
embætisvaldi, soleiðis at ver-
andi ladnsskrivstova bleiv
deild upp í nakrar minni
eindir, sum so hver í sær
kundu rátt yvir eini stórri
vitan á hver sínum øki.
Henda skipan er t.d. galdandi
í Grønlandi, har eg havi latið
mær fortalt, at embætisvald
er rættuliga kompetent.
Longu nú hevur spurning-
urin um placering av polit-
iskan ábyrgd ført við sær, at
ein lóg er komin í gildi um
landsstýrismannaábyrgd.
Lógin er tó so nýggj, at enn
er ómeguligt at siga, um hon
kemur at virka sum ætlað.
Trupullelkar
1) Organisationskultur
| Hví í verini skuldi hon ikki
| tað, kundi ein spurt. Men tí-
verri má ein viðganga, at
| politiska verin ikki er so
svert og hvít, at ein lógar-
broyting — t.v.s. ein broyting
í tí formella bygnaðinum —
kann broyta vanligu gerand-
isgongdina á politiskum
stovnum.
Ofta vísir tað seg nevni-
liga, at tann vanliga gongdin
á einum arbeiðsplássi er so
fastgrógvin, at ein formel
broyting í sjálvum sær ikki
merir, at fólk knappliga
byrja at hugsa ødrvisi. Hetta
er ein spurningur um
organisatiónskultur. Ein ann-
ar trupul spurningur innan
tann ikki svart/hvíta politiska
heimin er, at tað afturat
konsekvent lógligum og
ólógligum avgerðum eisini
finst ein sokallað grá zona,
har spurningurin um avgerð-
in er lóglig ella ei er ein tulk-
ingarspurningur.
2) Manglandi javnvág
millum løgting
og landsstýri
Ein annar stórur trupulleiki,
| sum er grundaður á ófor-
mellan bygnað og sum bein-
leiðis setir spurningin um
formella ábyrgd mótvegis
veruligum valdi — sæst í
spurninginum um hver ið
veruliga tekur tær avgerðir,
sum landsstýrið í seinasta
nfari hevur ábyrgdina av
in hugsar um mong
veik< landsstýri við lutfals-
liga óroyndum politikarum
mótvegis einum løgtingi við
nógvum gomlum rottum í
politikki — kundi tað so ikki
hugsast, at landsstýrið ofta
bara virkaði sum eitt gummi-
stempul fyri avgerðir, sum í
veruleikanum longu vóru
tiknar i løgtinginum. Her
verdur fyrst og fremst hugs-
ad um figgjarnevndina og
fiskivinnunevndina har åvisir
politikarar eisini hava havt
persónlig vinnulig áhugamál
og hvar stór vitan um evnið
er savnað.
Formel broyting
fyrsta stig
Hvussu kann henda javnvág
so uppnáast? Eftir mínum
tykki kundi eitt stig verið at
latið landsstýrismenn hver í
sær staðið til svars fyri hvør
sínum umráði, soleiðis at eitt
møguligt trýst frå løgtingin-
um bleiv meira sjónligt og
soleiðis syrgdi fyri at lands-
stýrið ikki tordi at geva eftir
fyri tysti úr løgtinginum.
Samanumtikið er at siga,
at hóast formellar avgerðir
ikki altíð føra reellar broyt-
ingar við sær og hóast av-
gerðir eisini verða tiknar
sum politiskur rossahandil —
so eru hesar broytingar alika-
væl einasta gongda leið til
veruligar broytingar, og um
tað samstundis verður hugs-
að um hvussu óformellar av-
gerðir verða tiknar, so kann
henda bevístheit vera av-
markandi í sjálvum sær.
Áhugamál
Valdømisspurningurin
f spurninginum um åhuga-
mál verður hugsað um tann
klassiska føroyska trupul-
leikan við landspolitikarum,
sum hugsa lokalpolitiskt.
Eftir mínum tykki er val-
dømisspurningurin her tann
mest átrokandi. Spurningurin
er — kundu lokaláhugamál —
LV.S. tú ein tunnil eg eina
havn-pol. hugsast at av-
markast við at alt landið
bleiv eitt valdømi.
Ja — er mítt boð, hóast eg
eri samd í at ein slík skipan
heldur ikki er uttan trupul-
leikar.
Tey, ið ikki meta eina
slíka broyting føra við sær
eina avmarking av lokalpoli-
tikki á landsplani, halda, at
vit soleiðis nærka okkum ov
nógv ti amerkansku støduni,
har politisku flokkarnir
spæla ein ógvuliga avmark-
aðan leiklut, meðan dentur
fyrst og fremst verður lagdur
á at velja ein frá sínum geo-
grafiska umráði við tí náttúr-
liga baktanka, at viðkomandi
fer at røkja tíni áhugamál.
Í fóroyskum samanhangi
vildi hetta merkt, at um Før-
oyar vóru eitt valdømi, vildu
t.d. klaksvíkingar valt ein
klaksvíking, líkamikið um
viðkomandi var sambands-
ella tjóðveldismaður, og har-
við á sama hátt sum áður
fekk uppfylt lokalpolitisk á-
hugamál landspolitiskt.
MEN — hóast eg saktans
síggi henda trupulleika haldi
eg tó ikki at hetta skal
merkja, at vit líka so væl
kunnu varðveita galdandi
skipan.
Fyrimunurin við einum
samlaðum valdømi
Har er eftir mínum tykki ein
avgerandi munur, nevniliga
at meðan lokaláhugamál í
verandi skipan longu verða
formulerað í floksfeløgunum
úti um landið, koma valdu
politikarar nú nærmast við
einum mandati frá sínum
valdømi, og hetta ber við
sær, at fylgjandi samráðingar
í løgtinginum orsakað av
hesum vera ógvuliga óliði-
ligar.
Um talan var um eitt val-
dømi, vildu hesi somu lokal-
krøv ikki blivin sett fyrr enn
í løgtinginum — og tá er við-
komandi jú valdur inn og er
tí ikki so sárur og kann her-
við lættari vera við til at
samráðast og taka avgerðir
grundað á kompromis.
Samstndis verða lands-
politikarar ikki so bundnir av
at uppfylla krøvini hjá einum
ávísum umráði. T.d. kundi
ein vágatingmaður undir eini
slíkari skipan loyvt sær at
argumenterað ímóti undir-
sjóvartunnlinum av tí at hann
á henda hátt kundi fingið
undirtøku aðrastaðni í land-
inum fyri hesi hugsan. Vit
eru nokk samd um hvat til
fyri stuttum hevði hent við
einum vágapolitikara, sum
undir verandi skipan vágaði
sær at tosa ímóti tunnlin-
Kontrolinstansir
Í spurninginum um bygna
kann ein eisini velja at fara
enn djúpri. Hver hevur í
allarseinasta enda ábyrgdina,
um samfelagið er á tromini
til at bróta saman? Svarið
avhongur her av, um vit
velja at hyggja at tí juridisku
síðuni ella tí fólkarættsligu.
Og nú eru vit nádd ógvuliga
djúpt, tí hesin spurningurin
er í veruleikanum tan sami,
sum kom fram í sambandi
við tulkingina av fólkaat-
kvøduni á sinni. Tann óklár-
heit, sum merkti tulkingina
tá, sæst nú í heimastýrislóg-
ini, sum er ógvuliga opin fyri
tulking. Hver hevur so
skyldina av hesi óklárheit.
Lættast vildi nokk verið at
sagt, at tað nokk einaferð
enn hava verið danir, ið til
egnan fyrimun hava lokkað
føroyingar til eina heima-
stýrislóg, ið var so opin for-
mulerað, at teir til eina og
hverja tíð kundu tulka lógina
til egnan fyrimun. Men —
spurningurin er, um ein ikki
líka so væl, og nokk meira
rættvíst, kundi vent spurn-
inginum og spurt, um tað
ikki møguliga vóru føroy-
ingar sjálvir, sum vóru áhug-
aðir í eini líg, sum var opin
fyri tulking. Soleiðis kundu
vit jú, tá ið væl stóð til,
hildið fast í, at suverenitetur-
in nærmast var óavmarkaður,
men so skjótt vit fingu
trupulleikar gjørt vart við, at
danir høvdu ábyrgdina av
okkum, og tí sjálvandi uttan
at seta spurnartekin skuldu
bjarga okkum í krepputíðum.
Ein kemur knappliga í
tankar um henda sama ser-
føroyska góða dupultmoralin
á einum lægri stødi í sam-
bandi við ta eyðkendu
privatkommunismuna í Før-
oyum. Tú veitst — tá alt
gongur strálandi og skipini
tjena rúkandi, ja, tá eru vit
kapitalistisk, so tað rungar
eftir í og sjálvandi skal
kapitalisturin hava vinning,
og samfelagið sum soleiðis
skal í hvussu so er ikki
blanda seg. Men hvat var tað
so, sum plagdi at henda, tá
vinningurin knappliga bleiv
vendir til undirskot? Tá
kundi tað sjálvandi ikki
loysa seg at halda fast í
kapitalistisku normunum, tí
tá merkir eitt slít undirskot
privat tap sum eina sjálv-
fylgju. Tí valdi ein at
boyggja og vríggja lógirnar
frá kapitalismu yvir í nakað
kommunistiskt, har landið
sjálvandi hefti fyri undir-
skotinum — og tað var jú eis-
ini landið, sum hevði garan-
terað fyri lánunum.
Nú kann ein so seta spurn-
ingin >where's the beef!<
Hvat.kann henda langa
søgan nýtast til í sambandi
við kontrolinstansir. Jú, mest
av øllum til at siga, at vit
mugu gera okkum greitt, um
vit vilja hava greiðar reglur á
gkinum ella ei. Eg meini als
ikki at danir vildu sett seg
upp ímóti hesum á nakra
hátt, tí tað kann einans vera
ein fyrimunur fyri teir, at
| vita hvar teir hava okkum.
Men áðrenn vit taka stóðu til
hetta, mugu vit hugsa um, at
klárari reglur samstundis
| merkja stórri ábyrgd. Sjálv
meini eg, at tað er djúpt
ómoralskt at lata vera, og
undir øllum umstødum haldi
eg at ein og hvør skal vera
klárur yvir, at óklárheitin á
økinum øll árini hevur
virkað sum eitt bjargingarnet
fyri Føroyar og ikki sum
okkum so væl dámar at
framleggja tað — eitt úrslit av
manipulatión frá einari
danskari ekspertisu, sum
royndi at halda føroyingum
nirði við at gera eina heima-
stýrislóg, sum kundi tulkast
til egnan fyrimun.
Um vit so velja klárari
lógir og harvið stórri ábyrgd,
hvussu kann hetta so førast
út í lívið? Vit kunnu avgera
at upprætta nakrar føroyskar
kontrolinstansir, sum vit so
eisini skulu geva veruligt
vald. Áðrenn eg sigi nakað
um hesar, fari eg stutt at
hyggja at støduni á økinum
>