týsdagur 15. desember 1992síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr. 239 — 15. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið ES
Framhald av síðu 15 |
Ténleika lærarinnan Ann
-Kristin Nilsson: >Allur |
tónleikurin, sum varð fram- |
førdur av symfoni orkestr- |
inum og sum varð sungin av |
kórinum, var skrivaður av
baháíum, og tað mesta var
skrivað serliga til hetta til-
takið. Eg var imponerað av
tí høga stiginum og av, at tað
var tónleikur av so nógvum
ymiskum slag skrivaður og
framførdur av bahá'íum,
líka frá rap, negro spirituals
og til oratorium«.
Øll tey føroysku umbod-
ini hildu, at tað mest spenn-
andi við rådstevnuni var
kenslan av at vera millum
eina ørgrynnu av bahå'fum.
»At ganga gjøgnum ta
stóru mannamúgvuna í gøt-
unum í New York og vita, at
tey flestu vóru bahá'íar, var
ein stórfingin kensla. Tað
mest hugtakandi fyri meg á
ráðstevnuni var at vera
saman við einari so stórari
samkomu av so ymiskum
fólkum. Svørt, brún, gul,
reyð, hvít fólk — allar møgu-
ligar ymiskar typur, øll sam-
einað sum ein stór familja<,
sigur Ingelise Sørensen.
Rusdrekka
og arheiðsloysi
Smánýtarin er størsti trupulleikin, tá ið tað snýr seg um fráveru
frá arbeiði í Noregi vegna rúsdrekkanýtslu.
Á eini ráðstevnu um
»alkohol og narkotika-
nytslu å arbeids-plåssum«,
sum norski felagsskapurin
AKAN skipadi fyri sidst i
november, kom fram, at
smánýtararnir eiga 46% av
allari fråveru frå arbeidi
vegna drykkjuskap. AKAN
er ein felagsskapur móti
alkoholismu og narkomani,
10 norskaLO og NAF setti á
stovn i 1963.
Vikubladid FOLKET (nr.
48), sum arbeiðir við rús-
evnisspurningum, heilsu-
og sosialpolitikki, skrivar
um tey úrslit, ið læknin Olaf
G. Aasland legði fram á hesi
rådstevnu.
Læknin Olaf G. Aasland
sigur m.a., at teir veruligu
størnytararnir, t.v.s. alko-
holistar einans standa fyri
9% av ti samladu fråveruni
orsakað av rúsdrekka-
nýtslu. Orsøkin er tann, at
hesir stórnýtarar einans eru
1% av øllum arbeiðs-
takarum í Noregi. Men um
vit leggja tey, ið drekka
>nógv< (4% av arbeiðstak-
arunum) aftrat stórnýtar-
unum, so eiga hesi 5 pro-
sentini 33% av allari
fråveru vegna rúsdrekka-
nýtslu.
Tey, ið sigast at drekka
lítið, eru uml. 85% av øllum
arbeiðstakarum í Noregi.
Hesi standa fyri 46% av
allari fráveru vegna rús-
drekkanýtslu. Tey 10% ið
sigast at hava eina miðal-
nýtslu, eiga 22% av tí saml-
aðu fráveruni frá arbeiði
vegna rúsdrekkanýtslu.
Hetta merkir at teir tveir
bólkarnir, ið drekka minst,
eiga heili 68% av allari
fráveru frá arbeiði vegna
rúsdrekkanýtslu.
Olaf G. Aasland heldur ti,
at fyribyrging, id einans er
vend móti tí 1% av arbeiðs-
takarunum, hevur lítlan
týdning, um ein ynskir eina
munandi lækking í talinum
av fráveru vegnarúsdrekka-
nýtslu. Tí má nýtslan hjá
gllum bólkum niður fyri at
lækka fráverna munandi.
Rúsdrekkanýtsla
og arbeiðsloysi
Olaf G. Aasland er ein av
teimum, ið hevur gjørt sítt
til at bróta »mytuna« um, at
SEV-húsið — einaferð enn!
Viðmerking til eitt lesarabræv
Ein skyldmaður, ið er sálar-
frødingur, segði einaferð fyri
mær, at hann hevði tann vana,
fyri at halda sína fakligu vitan
viðlíka, at hann las øll lesara-
brevini í Dimmalætting. Altíð.
Hann segði seg ikki kunna
koma nærri einari — í hansara
eygum — fakligari spegils-
mynd av hvat røru seg í sinnis-
ligu avkrókum fólksins, enn
júst gjøgnum lesarabrøvini —
og serliga tey dulnevndu. Tey
véru ein tydningarmikil kelda i
hansara ofta so torføra arbeidi.
Í hesum smáu stubbum rúm-
aðist alt tað, sum — nú og her —
må út um skil og óskil hjá landi
og fólki. Eisini siga hesi brøv
frá hvat rørist, skvaggar og
sutlar niðri í niðastu irgongd-
um í hugans dryppsteinshol-
um. Har hetta skepilsi býr, sum
C. G. Jung kallar: skuggan,
sum Ruth Poort kallar: heks-
ina og sum okkara heimligi
Árni Olsen nevnir: boystið í
okkum! Tí vit hýsa øll, tían-
verri, einum tílíkum niðagrísi í
hugans skýmaskotum.
Hetta kom eg at hugsa um, tá
iðeglas eitt lesarabrøv sum var
ein viðmerking til grein mina
um kenda húsakeypið hjá
SEV. Grein mín var (haldi eg í
allari ótilstrekkiligheit, sjálv-
andi) sáttlig og greið og tí létt at
skilja. Tað havi eg skilt á fólki
aftaná.
HØVUDSVINNINGUR:
Brævlå
flesarabrævinum verdur funn-
ist at, at eg i veikum vending-
um havi at blaðfólki, 0.ø., sum
fåast við — og fáa løn fyri — at
siga sannleika fyri fólki. Eisini
vísti eg á, hvat nakrir høvundar
(I. H. O. Djurhuus, Heðin Brú
og Chr. Matras) ségdu um
evnið. Skald hava nú altíð ver-
ið eitt upprunakent slag av
sannleikasøkjarum.
Í greinini loyvi eg mær eisini
at fasthalda, at 2-tabellin fun-
gerar, at 53,7% er meirilutin av
100%, og at rósa teimum, sum
fáa nakað at bera til. Hetta fær
brævskrivarin til: at sleikja fyri
onkrum (bert fyri at taka eitt
dómi), og síðani vendir hann
hvítumegin upp við vanligum
lystimeti av illgitingum, mis-
teinkiliggering o.s.fr. ... (Ak,
ja, Ak, ja — eg meini tað!)
Hin øvugta verð
Eg las sum ungur eina søgu
eftir Edgar Allan Poe (1809-
49), ið snúði seg um, at hann
fór at vitjaein stjóra hann kendi
áeinum sinnissjúkrahúsi. Táið
hann kom á skrivstovuna var
stjórin burturstaddur; men í
hansara stað var ein blíður og
týður maður. Kanska heldur
løgin, og nakað merkiligt hekk
eisini uppi í starvsfólkunum;
men annars gekk alt sína
gongd. Tó kendist yvir øllum
ein ófrættakendur dámur, sum
bara krimi-uppfinnarin Poe
dugir at avmynda.
ævintýrríkið
ISNEf
Ferðast verður
sjálvsagt við
3 SMYRIL LINE
arbeiðsloysi ikki altíð førir
við sær eina meirnýtslu.
— Summi siga at rúsdreka-
nýtslan minkar í arbeiðs-
loysistíðum. Hetta passar
væl, um tú tekur fólkið sum
eina heild. Øll, eisini alko-
holistar, fáa verri ráð í
krepputíðum. Men mink-
ingin í nýtsluni er ikki gald-
andi fyri tann einstaka, ið
verður raktur av arbeiðs-
loysi, sigur Aasland.
Olaf G. Aasland gjørdi
samrødur við 300 arbeiðs-
leys í 1988, og tað vísti seg
attey,ið drukku mest, eisini
vóru arbeiðsleys í 1990.
Stórnýtarar hava 2,5 ferðir
stórri møguleika fyri at
halda fram sum arbeiðsleys
enn tey, ið drekka lítið ella
einki.
— So kann ein spyrja seg
sjálvan, um tey ikki fáa ar-
beiði, tí tey dreka, ella um
tey drekka, tí tey ikki hava
nakað arbeiði, sigur Aas-
land við vikublaðið Folket.
Eru longu uttanfyri
— Rúsdrekkanýtslan er ikki
nakar stórur trupulleiki á
norskum arbeiðsplássum,
teir flestu stórnýtararnir
standa longu uttanfyri, antin
sum arbeiðsleys, sjúkra-
meldað ella komin undir
onkra vanlukkutrygging.
Hetta segði Per Sundby,
professari, á AKAN-
rådstevnuni.
Hann segði at tað einans
eru avmarkingar, ið hjálpa
tá ið tað snýr seg um at
minka um rúsdrekkamis-
nýtsluna.
— Men er utað avmarking-
arnar í sær sjálvum, ið hava
týdning, ella er tað hugburð-
urin (holdningar) hjá sam-
felagsborgarunum, ið gera
avmarkingarnar møgulig-
ar? spurdi Per Sundby.
Per Sundby helt eisini, at
forboðstíðirnar í tjúguár-
unum góvu norðmennum
eitt »mentalt sjokk«, ið helt
rúsdrekkanýtsluni niðri líka
til eftir seinna heimsbar-
daga. Hann meinti, at ein
kundi síggja somu mynd í
Danmark eftir forboðið frá
1917.
Onkur spyr kanska hvat ið
hesi viðurskifti hava við
Føroyar at gera?
Vit vita øll, at Føroyar eru
í eini krepputíð. Arbeiðs-
loysið er vaksandi, sam-
stundis sum atgongdin til
rúsdrekka er vorðin lættari.
Ein kundi tí roynt at sett
hesar norsku kanningarnar í
samband við Føroyar. Hetta
skuldi ikki verið so torført
hjá tí vanliga lesaranum.
Felagsskrivstovan hjá
Fråhaldsrørsluni
ff [[[f|ff|[ po
Gåtan verdur loyst vid at
Poe, sum av óvart, kemur inn á
mest stongdu deildina, og har
finnur hann gamla vin sín
stjóran og starvsfólkið inni-
stongt; Sjúklingarnir hava tik-
ið ræðið og hava nú stjóra og
manning tl >viðgerðar<.
(Oystu tablettir inn til teirra).
Nú kann ein spyrja: man
hetta vera ein spegilsmynd av
landi okkara í dag? Er alt tórn-
að runt? Verður alt vent til
lygn?
Eingl ráð?
Sami E. A. Poe hevur skrivað
eina løgna yrking: The Raven
(Ravnurin), sum Janus Djur-
huus so meistarliga hevur týtt
til føroyskt undir heitinum:
Gorpurin.
Ein duldarfull og merkilig
samrøda fer í yrkingini fram
millum skaldið og Gorpin, og
uttan mun til hvat spurt verður
um, er svarið tað sama, at
Gorpurin gorrar — eingi ráð!
Um søgan um innistongda
stjóranellahugtakið: eingi ráð
átti at verið eitt eyðkennislag í
fjølmidlunum, ella verið sett í
staðin fyri veðrin í búmerki
landsins, ella verði ein (fyri-
bils) variantur til tjóðsangin, er
ilt at meta um í hesum IMF-
døgum.
Tað gongur nokk
Tí aftur til lesarabrævið. Nú
veit eg, at vit øll eru befond við
likamligum og sálarligum
veikleikum. f hvørjari familju.
Og eingin kann gera nakað við
tað. Lesarabrævskrivarin
meinar møguliga tað hann
skrivar. Athann so ikki dugir at
rokna ella lesa, og tí kanska
eisini hevur tungt við at skriva,
ið hvussu so er sítt egna navn,
tað skal hann ikki lasast fyri.
Øll hava jú sitt at stríðast við.
Til hetta eru — eingi ráð!
Tivileg bara vinarliga heita á
ådurnevnda sálarfréðing um í
allari spekt at taka nevnda les-
arabrævið við í tilfarið hann
savnar — kanska til eina lærda
ritgerð um evnið — til gleði fyri
komandi ættarlið.
Vinarliga
Arnstein Niclasen
07.12.92
Tíðindablaðið
Sosialurin liggur.
altíð framvið...