Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Maiken Mortensen sosialrådgevari H Hans T. Henriksen legfreðingur Eyðun Joensen sålarfrødingur Marner Simonsen lækni Skriva ella ring til Sosialin: Argjavegur 26, 160 Argjum. Telf. 11820, lokal 12 Lagt til rættis Dagny Joensen. Telefontid er tysdag og hósdag ki. 15 - 16. Allir spurningar, sum verða svaraðir, fáa eitt fråmerki. Sertrødingarnir fåa ikki at vita, hvør avsendarin er, og teir svara heldur ikki beinleiðis í telefonini Spurningarnir verða lagðir til rættis á Sosialinum, sum sendir teir víðari til rætta sertrødingin. Eg eri separerað frá pápanum at mínum tveimum børnum. Hann bleiv »dømdur« at gjalda 100% afturat av barna- peningi, av tí at hann hevur so stóra inntøku. Eg fái tann vanliga barnapeningin útgoldnan — sum almannastovan leggur út. Til mítt problem: Pápin skyldar mær uml. 30.000 kr. av tí hækkaða barna- peninginum, sum hverki almannastovan ella gjald- stovan leggja út. Pápin hevur goldið 500,- kr. nú og tá, so at eg havi fingið uml. 4.000,- kr. av tí hækkaða barnapen- inginum í 2 ár. Eg havi fleiri ferðir tosað við Foroya Gjaldstovu men tey síga seg onki kunna gera, so leingi sum pápin bara betalur eitt sindur. KANN TAÐ VERA RÆTT??? Hevur gjaldstovan íkki plikt at kontakta arbeiðs- plåssid hjå påpanum, so at teir kunnu taka av lønini hjá honum, so at hann verður »ajour«? Ég havi stórliga brúk fyri pengunum, og eg veit at hann hevur ráð-at gjalda. Um hann sum nu er, bert betalur tá tað passar honum, sum nú er,1.000,- kr. árliga, og gjaldstovan sígur tað er í lagi, so fái eg jú í veruleikanum ong- antíð peningin. Hvat kann eg gera? Hvussu skal eg fáa fatur á pengunum, sum bernini og eg harðliga hava brúk fyri? Er hetta ikki ein upp- gåva, sum Føroya Gjald- stova skal loysa??? Eg havi havt nógvar telefonsamrødur við hana á Føroya Gjaldstovu, sum hevur barnapeningin um hendi, men har er ongin sum helst hjálp at fáa. Eg havi bíðið um eina skrivliga frágreiðing, hví tey íkki kunnu hjálpa mær at krevja peningin inn, men fekk eitt klárt nei — tí tað gjørdu tey ikki har i húsinum. Hvat so? Vónandi fái eg okkurt positivt at vita. Takk fyri Ráðaleys Tygum spyrja, hvat tygum skulu gera! Tygum skulu vendatygum enn einaferð til Almannastovuna, tí tað er hesin stovnur, ið skal syrgja fyri, at barnapeningurin verður innkravdur. Um tyg- um verða >awvíst<, kunnu tygum kæra til Føroya Landsstyri. Tað tykist mær logið, at tygum hava havt so ilt vid at koma igjøgnum, ti légar- grundarlagið åleggur Al- mannastovuni uppgåvuna at fåa peningin inn, og til tess hevur stovnurin fingið serligar heimildir, soleiðis at tað er lættari og skjótari hjá hesum stovni at fáa fatur á peninginum, enn um tygum sjálv skuldu roynt at fingið fatur á peninginum. Sambært tygara upplýs- ingum sæst, at Almanna- stovan og Gjaldstovan íkki hava funnið stevið í slíkum málum. Eingin ivi er um, at tað er Almannastovan, sum hevur ábyrgdina av, at pen- ingurin verður tíkin inn. At Almannastovan í samar- beiði við Gjaldstovuna fær hetta gjørt, er tygum óvið- Komandi, og eiga tygum ikki athavatrupulleikar av, at al- mennir stovnar ikki duga at »dansa saman«. Tad er sera umrådandi, at tygum streingja å vid krøv- um tygara mótvegis Al- mannastovuni, ti 1 ár eftir at kravið er gjaldiðkomið og tygum ikki innan ta tíð hava vent tygum til Almannastov- una, missir hesin stovnur tann eftir reglunum skjóta innkrevjingarhåttin, soleiðis at eldru krovini bert kunnu krevjast inn upp á vanliga mátan við stevning, fúta- Savnsmynd rætti o.sfr. Um tygum kunnu prógva, at tygum hava sett krovini fram rætt- stundis mótvegis Almanna- stovuni, og stovnurin hevur sitid freistina av sær, og tyg- um hava verið fyri fíggjarlig- um missi av hesi orsøk, er meguligt grundarlag fyri endurgjaldi frá Almanna- stovuni. Hans Trygvi Sosialráðgevarin Fær konan pensión? Eg eri ein 70 ára gamal maður, sum nú gangi heima og fái ellisrentu ella pensíón. Nú ein dagin segði ein fyri nær, at kona mín eis- ini fekk pensión, tå hon fylti 62 ár. Kona mín fyllir 62 í mars 1993. Mín spurningur er: Fær kona mín pensión, tá hon fyllir 62 ár? JP Konur millum 62 og 67 ár, sum eru giftar við fólka- pensionisti, hava rætt til fólkapensión. Pensiónin hjá konuni er tó inntøkuregulerad, t.v.s. at hon minkar ella fellur burtur, um so er atkonan ella tygum hava aðra inntøku. Umsókn um pensión skal sendast til Almannastov- una. Maiken Læknin Munnsex Hvussu stórur er vandin fyri at verða smittaður við AIDS, um ein íðkar munn- sex (oralsex)? Ørkymlabur Sjálvandi kann ein verða smittaður av AIDS, um ein hevur oralsex við einum HIV-smittaðum ella AIDS- sjúkum persóni. Kynsliga elvdar sjúkur eru mangar, og koma tær oftast av ti at ein skiftir partnara í heilum. Harvid er vandi fyri at fåa ymsar smittur hvørja ferð, eisini HIV-smittuna. Ti er umráðandi, ikki at skifta partnara, uttan so at ein kennir hin partin væl. Ein kann altíð rokna við at leys sambond, eisini hava onnur leys sambond, so meguleikin fyri at fáa ymsar sjúkur verður størri og størri. Sjálvandi eigur hít altíð at verða nýtt, sjálvt um tað ikki altíð verjir ein heilt. Marner