Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 240 — 16. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið [ sestalurin } Tí kemur Nýtt band hjá Anfinni & Co Anfinn & Co hava áður givið út band, ið tey nevndu "Hví?". Nú kemur tað næsta, og tað hevur heitið Tí er ikki bara svar upp á hví, men tað sipar eisini ul onkran av sangunum á bandinum, sigur Anfinn Nielsen. Nýggja bandið er ein samanseung av fólka-, fólka- og rocktónleiki Sangirnir eru somu- leiðis fjølbroyttir. Frá poliuskum sangum ulsjómanssangir = vid nógvum uppii. Aftrat sær hevur An- finn Jéhannus á Rógvu og Olav Øster, og i kérinum eru Karl Mart- in Samuelsen og Jo- anna Johansen. Bandið er innspælt í Medie-Sound i Keyp- mannahavn, og Jo- hannus á Rógvi hevur verið teknikari.. Bandið kemur út fríggjadagin skemuligum randi Rætting: Skeiv tøl Í samrøduni vid Jógvan við Keldu í týsdags- blaðnum eru ngkur tøl komin skeivt fyri. Sosi- alurin skrivar, at inn- tøkan hjá Klaksvíkar Kommunu er lækkað við 15 milliónum sein- astu tíðina. Hetta er rætt, men vit skriva ei- sini, at hesar 15 milli- ónir høvdu verið nóg- mikið til at svara rentur og avdrøg uppá sam- laðu lánibyrðuna hjá kommununi í er 187 milliónir krónur. Hetta er blóðskeivt og Jógvan við Keldu hevur gjørt vart við hetta. Tær 15 milliónirnar eru nóg- mikið at svara rentur og avdrøg uppá eitt lán uppá 70 milliónir og ikki 187 milliónir, sum Sosialurin skrivaði. Vit biðja um fyrigeving og hervið er mistakið rætt- að. jústinus Formannsskifti á Tvøroyri Páll Vang I stólin Og Dánjal av Rana verður næstformaður í bý- ER i. ráðssamgonguni millum fólkaflokkin, tjóðveldis- Tað verður ikki ein sam- bandsmaður sum verður býráðsformaður á Tvør- oyri komandi fýra árini, heldur ikki formaðurin gjøgnum mong ár, Dánjal av Rana. Vit skulu á Sev- mýru fyri at finna nýggja býráðsformannin og hann eitur Páll Vang, úr Fólka- flokkinum. Partarnir samráddust alt månakvøldid og hittust aftur týsmorgunin og tá eydnaðist at fáa tað sein- asta uppá pláss. Í sam- gonguni er bert sambands- flokkurin, sum er nýggjur. Figgjarstyring --Okkara fremsta mål verður at fáa eina betri fíggjarstýring. Verandi fíggjarætlan heldur ikki og vit fara at gera alt fyri at fáa eina fíggjarætlan sum hongur saman, sigur Páll Vang. Páll Vang er ikki so dap- urskygdur hóast stødan er ring í kommununi. --Vit eru í tí hepnu stóðu, at vit hava rættuliga fitt av arbeiði í kommununi. Vit eiga eitt vælvirkandi flakavirkið, vit eiga ein góðan flota og her er rættuliga fitt av byggiarbeiði, eitt nú sjúkrahúsið og byggingin í miðbýnum, sigur Páll Vang, komandi býráðs- formaður. Allar nevndirnar í bý- ráðnum eru trýmanna- nevndir og samgongan fær sostatt tveir limir í hvørja. Í figgjarnevndini er by- ráðsformaðurin sjálvskriv- aður formaður. Dánjal av Rana sum nú verður næst- formaður í býráðnum skal eisini umboðað býráðið í gllum teimum partafeløg- um, har kommunan hevur estt pening í. hetta skal hann gera saman við Páll Vang. Fyrrverandi landstýrismaður Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt til Páll Vang seinastu árini, men í fyrru helvt av åttatiårunum var hann nógv frammi i fjøl- miðlunum. Hann sat sum landstýrismaður fyri flokkin, javnaðarfelagnum og sambandsflokkin fólkaflokkin í landstýr- inum frá 1980-84. Hann hevur sitid í kommununi síðan hann fór frá sum landstýrismaður og nú er hann vorðin býráðsfor- maður. Og ein formanns- sessur í býráðnum á Tvg- royri gevur, um ein vil tað ella ikki, eins nógva umrødu í fjølmidlunum sum landsins fremstu politikarar. jústinus Páll Vang. Savnsmynd Sverri Midjord: Onga Við- merking Í nýggju samgonguni sita Páll vang, Petur Djurhuus, Karolina Enni og Dánjal av Rana. Í andstødu koma hesir at sita næstu fýra árini: Sverri Midjord, Jóanes Eidesgaard og Poul Eli Bærentsen úr Tvøroy- - rar Sosialdemokratiska Felag. Vit royndu at fáa eina viðmerking frá til hvønn andstødupolikk vit kunnu rokna vid av Tvøroyri næstu fyra årini. Vit hittu bert Sverra Midjord, men hann hevði onga við- merking. jústinus Jólahugni á Vaglinum llla fyri- skipað Leygardagin klokkan fimm varð jólatræðið tendrað á Vaglinum í Havn. Ein rúgva av fólki var samankomið hesa løtuna, vedurgud- arnir vóru blíðir og góvu áhoyrarunum eina løtu við stillum kava- veðri. Petur Martin Ras- mussen, dómpróvstur var høvudstalari og hann greiddi frá hví vit halda jól, at minnast at Jesus varð føddur. Hann kom eisini inná, at jólastákið í dag var so ovurhonds, at kanska vit kundu gloyma hvat vit veru- liga hátíðarhildu á jól- um. At hetta kundi køvast av verðsligum stáki. Petur Martin er væl--talandi maður og hann gjørdi sítt til at løtan varð hugnalig. Men vandi er í allari vælferð, tí meðan Petur Martin rødan kemur ein stórur bláur bussur úr Vágsbotni. Hetta er ein bussur hjá Bygdaleið-- um og hann er komin úr Vestmanna. Hann troðkar seg gjøgnum mannamúgvuna og dómpróvsturin hvørvur fyri manna eigum eina góða løtu. Í hølunum á bussinum kemur ein long rød av bilum og ein skuldi tråd at talan var um eitt líkfylgi. Løtu seinni vórðu bílarnir horvnir, bilosin hevði lang seg, men andaktin var eisini burtur. Petur Martin var tíðiliga órógvaður av hendingini og høgdi seg gjøgnum seinasta partin av røduni. Onki politi sást, hóast Vaglið var eins fult og á Ólavsgku. Men løtan var eisini positiv, tí hornorkestrið gav alt sum tað átti við hugnaligum jólasálm- um. Og børnini hugn- aðu sær ófgrt, kanska onkur vaksin fekk eitt kavablak í nakkan, men tað hevur verið meint í spølni. Ovari i gongugøtuni sang eitt barnakór við Jógvan Telling Joensen sum Kórleiðara. men hesi fingu heldur ikki sungið í frið fyri bilum, sum trokadu seg gjøgn- um mannamúgvuna. Her var heldur onki politi at siggja. jústinus