Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Nr. 240 — 16. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið ES Hóast klaksvíkingar ikki VOFU eins nyfjeDnir sum ta KUSan EL ú f SINgu NOR K } } ið Ki r í Pi rF va På nu ? g ad € 4 kanska forðað onkrum KS k um eiladi Á ! Eingin gravgangur — I Klaksvík - Tá Einkarsølan læt upp, vóru klaksvikingar ikki so nýfjeppnir at teir lupu á dyr, eins og nærum alt Føroya fólk gjørdi, tå Rúsan í Havn læt upp Hø Starvsfólkini í Klaksvík, sum eru try í tali, høvdu rættiliga gjørt seg til reiðar at veita viðskiftafólkunum skjóta og góða tænastu, tá Einkarsølan lat upp í Klak- svík mánadagin. Tey høvdu verið í Havn og lært seg mannagongdina og at handfara kassatólini, so alt skuldi ganga so kvik- liga fyri seg, sum gjørligt. Tað var tó eingin fording, men hóast tey høvdu gjørt seg út ul at taka móti nógvum fólki fyrsta dagin, so var tað tó nógv friðarlig- ari enn væntað. Trygvi Poulsen, leiðari á deildini í Klaksvík sigur, at 250 fólk vitjaðu einkarsølu- na mánadagin, og at tað als ikki vóru tær longu bíði- rødirnar, sum t.d. í Havn teir fyrstu dagarnar, tá Rús- an lat upp. - Vit seldu fyri 50.000 krónur, og tað riggaði av- bera væl, sigur Trygvi Poul- sen. Einkarsølan í Klaksvík, sum eisini verður nevnd Rúsan millum fólk, hevur til húsa í Bøgøtu, og upp- latingartíðirnar eru kl. 14 - Trygvi Poulsen er leiðari á Einkarsøluni í Klaksvík og hann arbeiddi eisini innan fyri ski dagin. ma nenda 17.30 vanligar dagar og kl. 14 - 19 fríggjadag. Rúsan í Klaksvík hevur somu vørusløg sum í Havn, og heilar 960 fløskur av Aalborg Akvavit og eitt sindur minni av hinum rús- drekkasløgunum vóru á goymslu, tå Rúsan læt upp. Hetta eru tey vørusløgini, sum mest verða seld í Før- oyum. Rusan i Klaksvik hevur annarsøll sløg av víni, sum í Havn, men verður talan um stórri nøgdir, er neyðugt at bíleggja tað í Havn, og so tekur tað einar tveirt dagar at fáa norður, sigur Trygvi Poulsen. Hóast fólk vóru meira varin í Klaksvík henda fyrs- ta dagin, so væntar Trygvi Poulsen at meira gongd kemur á søluna, sum frálíð- ur. Trygvi Poulsen er bert 22 ára gamal. Hann starvaðist í Føroya Banka, men var ein teirra sum gjørdist arbeiðs- leysur 4. november í ár. Tí søkti hann starvid í Rúsuni, og hann er ein av teimum heppnu, sum bert varð arbeiðsleysur í triggjar vikur. Hini starvsfólkini eru Sonja Thomsen og Markus Jacobsen. Dagny