mikudagur 16. desember 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SEN
Tíðindablaðið EST")
Arbeiðsloysið í Fsroyum
Hava vit nakað sosialt trygdarnet í Fóroyum? Er arbeidsloysid komið fyri at
verða? Hvat við teimum ungu og hvat við teimum fóroyingum, sum nema sær
útbúgving uttanlands! Hetta vóru nakrir av spur ningunum, sum Morid Jacobsen,
sosialgeva lesandi tók upp í fyrilestri sínum á kjakfundi i Århus herfyri.
Sosialurin hevur áður prentað tveir fyrilestrar umframt eina samandrátt frá
fundinum, har eisini fleiri føroyskir politikarar vóru við.
Arbeiðsloysið í Føroyum
er í dag uppi á 10,5%, tvs.
á stødi við onnur lond i
Europa. Um gongdin
heldur fram sum nú,
verða vit skjótt tað landið,
sum hevur tað størsta ar-
beiðsloysið í Europa. Øll
eru Ótrygg — eisini tey, ið
fyrr høvdu eitt sokallað
trygt starv, og øll tosa um,
hvussu illa stendur til.
Seinastu vikurnar hevur
ein næstan dagliga hoyrt
um hópuppsagnir.
Stødan í Føroyum í dag
hevur stóra ávirkan á fólk.
Øll hava vit nøkur grund-.
leggjandi >behov<. Fyrst
og fremst er tað tørvurin á
mati og klæðum og nakað
at búgva í — tey sonevndu
fysiologisku »behovini«.
Harafturat hava vit tørv á
at hava samband við
onnur menniskju og at
føla okkum sum ein part
av eini fjøld. Men vit
hava eisini behov fyri at
føla okkum nyttug og
hava møguleika fyri at út-
vikla okkum.
Vit kunnu t.d. fáa hesi
behov stillad/nøktad við
Aflysning af
tvangsauktion
Tvangsauktion
matr. nr.
over
76 b, Depil tilhørende
ejendommen
Hvannasunds Kommunu (AS 525/92)
berammet til
Torsdag den 17. dec. 1992 kl. 10.10
aflyses herved.
Færøernes fogedret,
den 14.12.92
Mette S. Nielsen
dfm.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, afholdes
Torsdag den 07. jan. 1993, kl. 10.00
tvangsauktion (AS nr. 539/92) over
matr. nr. 107 Nes, beliggende Nes,
Eysturoy.
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Advokatskrivstovan, 100
Tórshavn, tlf. 1.1145 (j. nr. 920907) på
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 601 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 164 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 14.12.92
Mette S. Nielsen
dfm.
at ganga í skúla ella við at
luttaka í ymiskum frítíð-
arítrivum, men ein stórur
partur av okkum fáa tey
stillad/nøktad gjøgnum
arbeidi.
At koma ut i arbeids-
loysi merkir fyri tey
flestu, at eitt ella fleiri av
hesum »behovum« ikki
verða nøktad, og tað å-
virkar okkara »livskvali-
tet«. Eg vil her nevna
nakrar avleidingar, ar-
beidsloysi kann hava.
1. figgjarligir
trupulleikar
Fyrstu og sjónligastu
trupulleikarnir hjá einum
arbeiðsleysum eru oftast
fíggjartrupulleikarnir.
Flestu føroyingar hava í
åttatiårunum livað yvir
evni og nógv hava sett
seg fyri dýrum húsum, og
hava ti ikki so nógv at
standa ímóti við, tá ar-
beidsinntøkan dettur burt-
ur. Samstundis eru húsa-
prísirnir lækkaðir, so
nógv koma i ta síðu, at
lánini eru stórri enn sølu-
virðið av húsunum — tey
eru við ødrum orðum in-
solvent. Tað merkir at tey
verða stavnsbundin, og
ikki hava møguleika fyri
at koma sær burtur úr
skuldini.
Eina stutta tíð er tað
kanska møguligt at liva í
sparsemi, og vid at fåa
peningastovnarnar at út-
seta avdråttir av lånum —
og kanska rentur vid, at
klåra seg vid arbeids-
loysisstudli. Hesin er 70%
av inntøkuni áðrenn ar-
beidsloysi, tó hægst 9.600
kr. Hjå teimum flestu er
tað ti avmarkað, hvussu
leingi ein kann klára seg á
henda hátt.
Undir núverandi ar-
beiðsloysisskipan kanst tú
bert fáa stuðul frá ar-
beiðsloysistryggingini í
tvey ár. Síðan er tú
noyddur at søkja um for-
sorgarhjålp. Forsorgar-
hjålpin er munandi mink-
að, eftir at forsorgarlógin
varð broytt (í hesum árin-
um). Fyrr var tað møgu-
ligt at fáa hjálp til rentur
og avdrátt av sethúsalán-
um, fastar útreiðslur v.m.
Hetta er ikki møguligt
longur.
Hjá teimum, sum hava
bygt í åttatiårunum, og
hava stórar lánibyrðar, er
taðtí Ogjørligt at sita í
egnum húsum sum ar-
beiðsleysur. Hvat verri er:
tað er eisini Ogjørligt at
koma sær burtur úr skuld-
ini.
2. Persónligir
trupulleikar
Síðani eru tað teir persón-
ligu trupulleikarnir, sum
raka hin arbeiðsleysa.
Hesir koma oftast aftan á
at ein hevur verið arbeiðs-
leysur í eina tíð. Man
hevur ikki longur ein ar-
beiðsidentitet. Hevur tú
familju, missir tú eisini
leiklutin sum forsyrgjari.
Tað kann verða ein stór-
ur persónligur ósigur,
kanska serliga í Føroyum,
har arbeiðsloysi í nýggjari
tíð hevur verið eitt ókent
fyribrigdi, so tann ið gekk
arbeiðsleysur varð mettur
sum ein ónytta ið ikki —
tímdi at fáa sær arbeiði. Í
longdini missir ein sjálvs-
virði. Trýr ikki uppá, at
ein dugir og kann brúkast
til nakað, og hevur tí
kanska ringt við at vera
saman við ødrum fólki.
Ofta missir ein sambandið
við gomlu arbeiðsfelagar-
nar og vinirnar, og kemur
sum frá líður út í einsemi.
Øll verða tó ikki eins
hart rakt av arbeiðsloysin-
um. Summi hava meira at
standa ímóti við enn onn-
ur.
Tað er ikki bert hin ein-
staki, ið verður raktur av
arbeiðsloysinum. Øll fa-
miljan verður rakt — eisini
børnini. Familjan skal
kanska flyta úr húsum og
út at leiga — barnið kanska
flyta skúla. Ótryggleikin
og misnøgdin føra hjá
summum til alkohol-
trupulleikar, og saman við
tørvandi sjålvsvirdinum,
kann uppgåvan sum for-
eldur verda trupul at
klåra.
Figgjarligu trupulleik-
arnir gera t.d. at børnini
ikki longur hava
møguleika at ganga til
ymisk fritidaritriv, sum
tey áður hava gingið til.
Her hugsi eg t.d. um í-
trótt. Ráð eru heldur ikki
til at keypa bórnunum
nýggj klæði, leikur o.t.
Børnini koma at føla seg
ødrvisi enn hini og verða
kanska hiidin uttanfyri og
happað. Ein avleiðing,
sum týðuliga merkist í
Føroyum, er tann vaks-
andi kriminaliteturin mill-
um børn.
Ungdóms- |
arbeiðsloysið
Serligir trupulleikar
stinga seg upp í sambandi
við ungdómsarbeiðsloys-
| ið. Tey ungu fáa ongar ar-
beiðsroyndir og hava tí
ikki møguleika at kappasi
áarbeiðsmarknaðinum.
Eitt arbeiðspláss er ikki
bert eitt pláss har ein
vinnur sær pening. Tað
nøktar sum fyrr nevnt
eisini nógv onnur >be-
hov«, t.d. tað at føla at
onkur hevur brúk fyri ein-
um, og at ein >hoyrir til<
og er ein partur av einum
felagsskapi, og ikki minst
lærir ein at samstarva við
onnur.
Úrslitið er at tey ungu
blíva vónleys og líkaglað,
tey býta um upp á nátt og
dag og hava onki at fara
upp til um morgunin.
Problemstillingar
til diskussión:
At enda skal eg nevna
nakrar spurningar, sum
kundu verðið tiknir upp
til kjak í kvold.
Almenni stuðulin til ar-
beiðsleys er fallin nógv í
mun til í áttatiárunum.
Ein kann tí seta spurnar-
tekin við, um vit hava eiti
sosialt trygdarnet í Før-
oyum, eitt vælferdarsam-
felag, longur?
Ein annar spurningur er,
um arbeidsloysid er kom-
ið fyri at verða. Um so er,
hvussu eiga vit at innrætta
samfelagið, so pláss verð-
ur fyri bæði arbeiðandi og
arbeiðsleysum?
Hvat við teimum ungu?
tað verða kanska heilir ár-
gangir av ungum, sum
ikki fáa nakrar arbeiðs-
royndir. Skulu tey fáa
loyvi at ganga fyri einki
og verða forsyrgd av ti al-
Nr. 240 — 16. DESEMBER 1992
menna?
Lesandi uttanlands
Ein trupulleiki fyri okkum
lesandi, sum kundu hugs-
| að okkum at flutt heim
aftur til Føroya, er, at vit
ikki eru umfatað av ar-
beiðsloysistryggingini.
Inntøkan, sum studulin
verdur roknadur eftir, skal
vera fingin i Føroyum.
Tvs. at vit eru åvist til for-
sorgarhjålp.
Úrslitið kann gerast, at
teir útbúnu føroyingarnir
verða verandi uttanlands
og sýkja sær arbeiði, og
jú longur tey vera uttan-
lands, jú verri verður at
fáa tey heimaftur.
Ein kann ti spyrja —
hava Føroyar ikki brik
fyri vælútbúnum fólki, og
hava Føroyar ráð at lata
útbúnu fólkini gleppa sær
av hondum?
Morid Jacobsen
sosialráðgeva lesandi
Vinyl- og gummi
HANDSKAR
til alt arbeiði
V
Inn- >
fluttir
bein- Xy
leidis
ur
Japan
ADC
Heilsølan
Låarvegi 14 . Tórshavn
Tlf. 15828 . Fax. 15893
Sida 17
|
*
OD