Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

HO Liggja sum tit hava reitt FLESTU stadni kring landid hava by- og bygdaráð nú skipað seg. Í Klaksvík fáa javnaðarflokkin í eina samgongu, men eydnaðist tað ikki at betur gekst í Havn umframt í Vági. STØRSTA kollveltingin hendi í høv- uðsstaðnum, har fólkaflokkurin eftir at hava átti býráðsformannin í meira enn 20 ár, nú mátti góðtaka at fara í and- stødu í samfull fýra ár. Her eru tað nevniliga sambandsflokkurin, tjóðveld- isflokkurin og javnaðarflokkurin, sum hava skipað nýggja meiriluttan í bý- ráðnum. TAKA vit støduna undan valinum og somuleiðis fyrstu tímarnar valkvøldid, so tóktist tað fólkafloksmonnum givið, at teir fóru at koma í aftur samgongu og eisini fáa býráðsformannin. Framman- undan høvdu mong spáðað, at tað fór at vera sum at gera sjálvmorð at stilla Inga Mohr upp á listan, tí fór hann at gerast toppscorari, sum mong høvdu roknað við, so fór helst at-vera torført hjá fólkaflokkinum fyri tað fyrsta at fáa býráðsformannin og harnæst at koma í samgongu. HVAT fólkafloksmenn enn hava hugs- að valkvøldid, so hava teir ikki spælt kort síni rætt út. At ungi og nýggi at- kvgðuslúkarin hjá flokkinum alt fyri eitt ger krav uppá at fáa býráðsformanssessin í einum komandi gin dinda FRÆLSI--JAVNAÐUR-BROÐRALAG | Blaðfóls. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Térfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - í PA Søslalurin Ugpseting: P/ Soslalurin Prent: P/E Pressan 1981 Jústinus Ektesgaard byråd var einki minni enn ein taktiskur brølari vid lit. Hetta var eitt illa umhugsað útspæl mótvegis sambandinum, sum jú hevði stóra framgongd og tískil átti besta trumfin til hesaferð at fáa býráðsformannin. Og hetta gjørdi forkvinna sambandsfloksins eisini klókliga vart við longu val- kvgldið. Men fólkafloksmenn hvørki vildu og tímdu at lurta eftir henni. Og tá so var hevði hon einki annað val enn at fara til aðrar flokkar, sum kundu góð- taka hana sum býráðsformann. OG tað var júst hetta bæði tjóðveldis- flokkurin og javnaðarflokkurin gjørdu. Sjálvsagt. Eftir at hava sitid úti í myrkurinum í alt ov mong ár vildu hesir báðir flokkar sjálvsagt vera við til at taka við ábyrgd og til at reka tann neyðuga poliukkin komandi fýra árini. TAÐ er komið okkum fyri oyrað, at fólkafloksmenn eru alt annað enn blíðir, tí teir kenna tað sum, at sambandið hev- ur stungið teir í ryggin. Hetta er full- komiliga at misskilja demokratiið. Hvør sigur, at fólkaflokkurin, sum nú hevur sitið við ræðinum í Tórshavnar Býráð í meira enn 20 ár, hevur nakað patent uppá formanssesssin! Er slíkur tanka- gangur ikki sera ódemokratiskur og hava ikki aðrir flokkar, eisini fyrrver- andi samstarvsflokkar hjá fólkaflokk- inum, fullan rætt og eisini skyldu til at royna nýggjar møguleikar! VIT taka fult undir við nýggju býráðs- Almannastovan flytir tænastur nærri til borgaran Sum liður í verkætlan Al- mannastovunar at flyta sosialu tænastuna nærri borgarunum, verður Eyst- uroyar deild í Runavík nú mannað við 2 sosialráð- gevum afturat. Norðoya deild í Klaksvík og Suður- oya deild á Tveroyri verða tilsvarandi víðkaðar kom- andi vár. Nærri verður lýst um hetta tá. A Eysturoyar deild verða, tá hon læt upp hós- morgunin 5. nov., 3 sosial- ráðgevarar og 1 skriv- stovufólk. Uppgávurnar hjá deild- ini eru víðkaðar. Fyrr skuldi deildin veita ráð og leiðbeining í forsorgarlig- um og persónligum spurn- ingum, upplýsa um sosi- alu lógirnar og hjálpa fólki at útfylla umsóknir til Al- mannastovuna í Havn um fíggjarligar veitingar, um- framt at hon skuldi ráð- geva og leiðbeina barna- verndarnevndunum i oynni. Hesar uppgåvur hevur deildin framvegis, men gerðir tekur nú eisini ávísar av- um fíggjarligar veitingar eftir forsorgar- lógini og ger annars til- mæli um veitingar og til- tek, eisini eftir barnafor- sorgarlógini. Um stutta tíð verða heimildirnar hjá deildini væntandi haraft- urat vidkadar til at fevna um ávísar veitingar og til- tok til pensionistar. Deildin fer at leggja dent á at styrkja sam- starvið við lokaðar mynd- ugleikar, fakligar eins og politiskar. Eysturoyingar, sum hava praktiskar, fíggjar- ligar ella persónligar trup- ulleikar, skulu altso fram- yvir venda sær til ekis- deildina. Um so er, at brúk verð- ur fyri serligum tiltøkum, t.d. vilvikjandi røkt, prak- tiskari innrætting og bú- umhvervi, hjálpartólum .t., fær sosialráðgevin á deildini í lag samband við neyðugu serráðgevingina, í Havn ella í oynni. Sosialráðgevararnir á deildini koma at virka sum samskiparar í málum viðvíkjandi einstakling- um, sum krevja, at tiltøk verða sett í verk eftir sosi- alu lógunum. Spurningar um útgold- nar peningaupphæddir o.a. í samband við sjúkra- dagpening, fólka- og av- lamispensión og forskots- rindaðan barnapening, verða framvegis svaraðir við at ringja til dagpen- inga-, pensións- ella barna- peningadeildina í Havn. Starvsfólkini á Eystur- oyar deild frá 5. nov. eru: Jóngerð Berthelsen, sosi- alráðgevi. Hallbjorg Lamhauge, sosi- alráðgevi. Winnie úr Konoy, sosial- rådgevi. Margreth å Liknargøtu, skrivari. Sí nærri um upplating- artíðir o.a. í lýsing aðra- staðni í blaðnum. Almannastovan samgonguni í Havn. Nú kann ein sjálv- andi siga, at Lisbeth Petersen, sum partur av "gomlu" samgonguni hevur verið við til at reka tann skeiva pol- itikkin. Tað kann vera, men her eiga vit at minnast til, at sambandið við sínum tveimum limum hevur ikki formáað sær nógv móti einum fólkaflokki við heilum 5 limum og haraftrat einum sera domi- nerandi og í mongum førum einaráðandi býráðsformanni. Tað er eftir okkara metan alla æru vert, tå forkvinna sambandsfloksins brýtur upp armar - brýtur upp úr nýggjum og heldur enn at kenna seg tvunga ul at halda fast við eina samgongu við fólkaflokkin - torir at royna aðrar samgongumgguleikar. Hetta er demokrati í orðsins sanna týdningi. LAT okkum endurtaka. Tað er fyri okkum ein gáta, at fólkaflokkurin alt valkvøldid og dagarnar aftaná tvíhelt um at fáa býráðsformannin. Heldur ungi atkvøduvinnari floksins átti heldur at kent sær hógv og boðið Lisbeth for- manssessin. Men møguliga hevur hann lurtað ov nógv eftir fráfarandi stjørnu floksins, sum helst ongantíð hevur havt so mikið av áliti til forkvinnu sam- bandsfloksins, at hann trúði hon fór at krevja býráðsformannin. Tað er heilt greitt, at hevði Lisbeth Petersens bein- anvegin fingið boðið formanssessin frá fólkaflokkinum, so hevði verið ringt at komið uttan um eina slíka samgongu - uttan so at hon veruliga er vorðin móð og leidd av at samarbeiða við flokkin. Til øll bråGarpør Sendið okkum brúðarmyndina og tit fáa hana í blaðið ókeypis. Sosialurin ynskir tykkum hjartaliga tillukku við brúdleyps- degnum og blíðan byr frameftir yu a Vit vildu fegin sett tykkum í blaðið, har Inn- > tit eisini fåa fluttir - møguleika til eina - NS bein- heilsan til tey, sum ... mintust tykkum leiðis á brúdleypsdegnum. ur Japan Vit senda myndina aftur beinanvegin. Sendið myndina til: A D C ] Sosíalin Heilsølan postrum 76 110 Tórshavn Láarvegi 14 . Tørshavn Tlf. 15828 . Fax. 15895 Bistabur: Argjavegi 26 Argjum = " HiðTárshann Tølston: 11829 „Teir 14720: TAD stendur greitt fyri okkum, at skal sambandið gera sær vónir um at koma enn sterkari inn í býráðið til eitt kom- andi val og skal flokkurin brúka kom- andi tvey árini í býráðnum til at skava fleiri atkvødur til flokkin í einum kom- andi løgtingsvali í Suðurstreymi, so var tað ein skilagóð avgerð, sum sambandið tók, tá tað kravdi formanssessin. Tí hóast her er talan um ein lokalt val og eitt lokal valskeið, so vita vit, býráðs- politikkur eisini kann fáa týdning fyri úrslitið av einum komandi løgtingsvali og samanseting av eini komandi sam- gongu. TAÐ verður tí eisini áhugavert at síggja, um henda samgongan í Tórs- havnar Býrað fer at fáa ávirkan á, hvussu ein komandi samgonga úti í Tinganesi fer at síggja út um tvey ár! Tað kunnu vit so enn bert gita um. Men ein óreingiligur veruleiki er tað so, at fólkaflokkurin í landsins størsta val- dómi verður noyddur at sita í andstøðu í samfull fýra ár. Vit fegnast um tað, tó ikki í berari skadafrødi. Men tí at vit í mongum ikki vilja kennast við teirra politik, sum ríkin hevur verið í høvuds- staðnum. At býráðsformaðurin, sum nú fer frá, tó hevur verið eina kapasitetur í mangar mátar, tá tekst ikki frá honum. Men tit liggja, sum tit hava reitt. 5 Vinyl- og gummi HANDSKAR til alt arbeiði brúðarmynd av fk sk Hjartans tøkk til hvønn einstakan, sum valdagin vistu mær sitt stéra persónliga álit. Somuleiðis tit, sum stuðlaðu Javnaðar- flokkinum og góvu honum so góða fram- gongd. Tøkk fyri øll somul Eyðfinn Mørk