Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 241 — 17. DESEMBER 1992 — Sida 3 Karl Johansen: — Tå | ljóðið hvarv visti eg at okkurt var á vási --Tað var ikki meira enn ein ella tveir minuttir, at vit hoyrdu ljóðið av tyrluni, so varð tað burtur, sum um stikkið varð tikið úr, og so var alt púra kvirt, sigur Karl Johansen, politistur, ið segði Politi- stødini frá, at tyrlan helst var dottin niður nærhendis Norðoyri Tað var Karl Johansen, pol- itistur, sum býr á Norðoyri, ið stutt eftir miðnátt miku- náttina boðaði frá, at ein tyrla helst var dottin niður beint út fyri bygdini. — Eg hevði nakað framm- anundan sæð tyrluna farið av tyrlupallinum og suður gjøgnum Borðoyarvík, men tá vit so hoyrdu hana aftur nakað eftir miðnátt, tóktist tað eitt sindur løgid, greiðir hann frá fyri Tíð- indablaðnum Sosialinum. - Eg fór upp, og táeg hugdi út gjøgnum vindeygað, var so tjúkt í kavaroki, at nóg illa sást millum húsini. Ljóðið frá tyrluni var soleiðis hát- að, at tað tóktist sum um hon fleyg í runding. Ljóðið bleiv burturi Brádliga var tað so eyð- kenda ljóðið frá tyrluni burtur. — Tað ljóðaði ongantíð, sum ljóðið spakuliga doyði burtur ella dalaði, og heldur ongantíð var nakað brak at hoyra. Heldur virkaði tað, sum onkur tók stikkid úr, so alt varð avbrotið, eftir at eg hevði hoyrt tyrluna í eina lítla løtu — hægst ein ella tveir minuttir, greiðir Karl Johansen frá. — Tá so hetta ljóðið hvarv, visti eg, at nú var okkurt á vási. Her rugg- aði ikki alt rætt. Beinanvegin at leita Karl Johansen boðaðið beinanvegin Politistødini í Klaksvík frá, hvat hann hevði upplivað, og so varð stór leiting sett í verk. Tá Politistødin fekk fráboð- anina, var kl. 00.16. Beinanvegin fóru bátar út at leita — bæði stórir og | ALT UPPTIKIÐ: Telefon- t Allan fyrrapartin í gjár og partvís seinnapartin eisini var rættiligur tele- fonstormur á samband- inum til Klaksvíkar. — Eg síggi her, at allar linjurnar norðureftir eru upptiknar, vóru bodini, vit fingu fråtelefonverk- inum í Havn í gjár. — Í slíkum fórum er altíð torført at koma igjøgn- um, tí øll vilja hava at vita, um nakar av teirra avvarandi er innbland- aður ella íkki. Og fyri at fáa tað at vita, brúka fólk telefonina, og so kann jú vera torført hjá óðrum at stormur bert ringja, um veruliga er brúk fyri tí. Sum stød- an var í gjár, kundu heilt avgjørt stórir trupulleik- ar staðist av, at óvið- komandi upptóku tele- fonkervid, so átroðk- andi = telefonsamrøður als ikki kundu sloppið igjøgnum. Stødin blokerad So nógvur trafikkur var i gjår å Politistødina i Klaksvik, at neydugt var um útvarpið at heita á fólk um íkki at ringja til staðina, tí fyri tað fyrsta bar ikki til at koma um okkurt var, og held UI IKKI DAT ENA SLOOINI riA bað hj. smáir — og eisini uppi á landi varð alt sett í verk sum kundi, so finnast kundi út av, hvat hent var tyrluni. Menn frá bjargingarfelagn- um og sløkkilidnum, um- framt onnur sjálvboðin leit- aðu bæði á sjógv og landi. Meðan einki varð funnið uppi á landi — heldur ikki nakað tekin um, at tyrlan kundi hava tikið í ella borið við land nakrastaðni — varð ymist funnið á sjónum. Fyrsti báturin, ið kom á staðið, fann ein óuppblástan gummibát og aðrar vraklut- ir, ið bert kundu stava frá tyrluni. Løtu seinni varð eisini fyrsta líkið funnið. Við at tosa við tornið á flogvøllinum í Vágum fekst eisini vissa fyri, at tornið hevði mist sambandið við tyrluna, beint áðrenn hon datt niður. Verið við sjúklingi Talan var um tyrluna Víp- una, ið fyrst hevði verið í Havn við einum sjúklingi av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í sambandi við sjúkraflutn- ingin vóru eisini ein lækni og ein narkosusjúkrasystir við í ferðini, umframt teir triggjar av manningini — ein flogskipara, ein stýrimann og ein hjálparmann frá tyrluavgreiðsluni. Tað var hesin hjálpar- maðurin, ið fyrstur varð funnin av teimum fimm, ið vóru við. Tyrlan var á veg aftur til Klaksvíkar við læknanum og narkosusjúkrasystrini, tá vanlukkan hendi, og Vípan datt niður. Undraði at tyrlan fleyg I øgiliga kavarokinum — Tad, sum eisini undradi meg, var at tyrlan skuldi koma aftur f hesum ringa kavaælinum, ið var, sigur Karl Johansen. — Tad virk- aði eitt sindur legið, at hon skuldi flúgva í slíkum um- stóðum, tá tað nú var so tjúkt, at tað næstan ikki sást millum húsini á Norðoyri. Hvat er hent, og hver orsøkin hevur verið til, at tyrlan er dottin niður, veit enn eingin. Men í hvussu er var talan um tveir av teim- Karl Johansen, politist- ur, boðaði frá vanlukk- uni, tá ljóðið av tyrluni hvarv. Mynd: Jens Kr. Vang um allarroyndastu tyrlu- flogskiparunum, vit eiga. Hvat kann vera hent í tí sera grova kavaælinum, ið var, júst tá vanlukkan hendi, men sum skilst á flogkgn- um, kann talan neyvan vera um nakað slag av yvirísing ella sovorðnum, ið hevur ført til, at tyrlan er dottin niður, ella at menninir við róðrið hava mist tamarhald- ið á henni. hj. stríðsárini Edward Mittelstei stykkjamadurin Eigil Christiansen fóru i ska flotan. Arni Sumb var torpederaður Sunnan fyri island Hvalviksbrødurnir Hans Helgi og Carl Joensen sigldu sum stýrimenn. Við skúlaskipinum "Danmark" vóru tvøroyrardreingirnir H Lindberg og Ib Mortensen og tveir aðrir førovingar. Hve rð teirra lagna? Les um alt hetta í aðru bókini "Teir Sigldu útí" hjá Niels Juel Arge. Bókin fæst í oltum bókabúðunum Kostnaður 268,- Forlagið Hvessingur