Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ENE: gust mánaða var ógvuliga heitt - eini 50 - 60 hitastig á middegi í tjaldinum, har vit arbeiða. Vit høvdu ti ar- beiðssteðg í tveir tímar hvønn dag. - Vitplagdu at fara oman í ánna nærindis atsvimja. Av tí at kroatar og serbar bard- ust sínamillum í gkinum, stóðu altíð tveir okkara vakt við maskinbyrsu, meðan hinir svumu. - Ein dagin komu trý lík oman eftir ánni, og vit fóru ongantíð aftur at svimja. Líkini flutu í ánni Arðu ferðina komu vit fram á ein muslim, sum var skotin fyri rørarnar. Hann hevði - vart seg við hondu- num - eins og fótbóltsleik- arar gera, tá hann var skotin. - Tað var ein ræðulig sjón. Táeins og manga arða ferð- ina, fór hjartað upp í hálsin, tað noyðist eg at viðganga. - Vit boðaðu serbisku løg- regluni frå, og teir komu eft- ir manninum. Teir bukaðu hann av og slongdu hann upp í bilin. Seinni hoyrdu vit, at maðurin doyði. Kundu tit ikki havt hjálpt honum? - Vit eru uttanveltaðir - tað er júst tí vit eru har. Kro- atar siga, at vit verja serbar, og serbar siga at vit verja kroatar. Tí hevði slík hjálp verið uppfatað sum uppí- blanding, og tað ber ikki til. - Vitkundu táeisini vænt- að at verið álopnir av ðrum partinum. Hóast báðir partar hava skrivað undir uppá, at vit skulu vera har, so eru ikki allir eins nøgdir við tað, men serbarnir eru meira vinarligasinnaðir móti okk- um. Flóttarfólk koma eisini framvið av og á. Ein dagin komu eini 50 menn, kvinn- ur og børn framvið. Tey vóru muslimar, sum flýddu úr Bosnia. Sálarliga sjúkir menn, vilja drepa fyri einki Serbisku hermennirnir søg- du, at tey vóru m6tstødu- fólk, og teir drupu fimm kvinnur og børn. Seinastu tíðina hevur ver- ið fridarligt hjáokkum, men kroatar royna at troðka seg inn aftur á gkið, sum serbar- nir hava tikið. Ødrumegin eini 100 met- rar frá okkum eru kroatar og 200 metar hinumegin eru serbar. Hetta er skipaðar herdeildir. - Serbarar verða nevndi Schlivovic-soldátar, tí teir drekka sær eina kenning og fara so í bardaga. Vit hava hoyrt um leigu- hermenn, sum bjóða seg til, fyri nakarar krónur í løn. Hevur tú hitt nakran? - Nei, eg havi bert hoyrt um teir. Tað er hugsandi at svøk fólk geraslíkt, ti krigg- ið er óhugnaligt og harð- rent, og allir sum vilja gera slíkar illgerðir, eru helst vælkomnir. Er tað Rambo-filmarnir, spenningur og ævintýra- dámur yvir krígnum, sum fær tykkum til sjálvbodnir at fara í kriggj? - Nei, slíkir Rambo-menn fáa ikki innivist hjá okkum. Teir verða pilkaðir burtúr, áðrenn teir koma so langt sum at skriva sáttmála. Hugsandi er hinvegin, at leiguhermenn eru sálarliga sjúkir persónar, sum bert vilja drepa. Teir fáa vápn og lóður, og kunnu ráða sær sjálvum. - Eg havi hoyrt um onkran av slagnum, sum fekk 25 krónur um mánaðin. Fyri tað kundi slíkur persónur eisini gjørt hetta fyri einki. - Eingin vil hetta kríggið - bæði kroatar og sebar hata tað, men teir hava vápn og lóður til eini 10 ár fram í tíðina, og hvørgin partur vil gevast. Utbúgving innan herin Jónsvein Olsen sigur, at teir hava útgonguforboð, um kvoldið. - Nú er myrkt um fýra fimm tíðina seinnapartin, og tá mugu vit ikki fara út. K vøldini eru ógvuliga long. Vit spæla kort og hyggja sjónvarp, men annars er einki at gera. Dagligu gerðarmálini er at skipa vaktarhald og at virka sum bilførari. Tað er ikki vandaleyst, minur eru á grúsvegunum og við veg- jaðaran. - Vit koyra tí bert eftir as- falteraðum vegi, tí har sígg- Ja vit minurnar. - Ein dagin fór ein jeppur ov langt út á vegjaðaran, og hann koyrdi áeina minu. Tí- betur hendi einki við fólku- num í jeppinum, sigur Jón- svein. Hvat fert tú at gera, tá tænastutíðin hjá tær er av sum ST hermaður? - Eg fari út at ferðast, fyri peningin, sum eg havi spart mær í tænastuni. Vit fáa góða løn, einar 24.000 krón- ur um mánaðin, og vit kunnu hægst brúka einar triggjar - fýra krónur um dagin, har vit eru staddir nú. Hamæst fari eg at útbúgva meg innan herin í Danmark, men eg veit ikki rættiliga enn, hvgrja útbúgving eg fari at velja mær. Hvat siga foreldrini hjá tær til, at tú arbeiðir í kríggs- oki? - Teimum dáma tað ikki ov væl, men eg skrivi heim einar fimm-seks ferðir um mánaðan, so tey vita hvat fyriferst, sigur Jónsvein Ol- sen, sum fer aftur í kriggj millum jól og nýggjár. Dagny ST herdeildirnar hava hvør sitt narv. Hetta er tann, sum Jónsvein Olsen arbeidir, og hon eitur Camp Biilow Jónsein Olsen er her á ferð i øki, har vandi er fyri at minur e vegjaðaranum. Ein uppgáva er at ferðast í ókinum millum serbar og kroatar, har ST høvudsdeildin hjá Jónsveini heldur til, og tá verða serligir stríðsvognar nýttir, sum hesin Nr. 241 — 17. DESEMBER 1992 Síða 13 Kriggid er miskunnarleyst og Jónsvein Olsen hevur maskinbyrsu, tá hann ferðast í økinum, har bumbaðir bygningar er vanliga sjón ru fjaldar í