Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA OS LAOS TA SR Sjey | mans: fongsladir Í varðhaldinum í Havn sita nú sjey mans, skuldsettir fyri harðskap, innbrot og smugling av hashi Kriminalpolitiið í Havn hevur havt óvanliga nógv at gera seinastu tíðina. Mánadagin avgjørdi Føroya Rættur at leingja varðhaldfongslingina hjá einum manni, sum hevur sitið síðan hálvan november. Tann 26 ára gamli varð handtikin í Kollafirði eitt sunnukvøld við bygdar- húsið, skuldsettur fyri grovan harðskap og hóttan móti lívinum. Sunnukvøldid varð ein annar handitkin í Havn og varðhaldsfongslaður. Hann er eisini skuldsettur fyri grovan harðskap. Týsdagin varð ein 19 ára gamal varðhaldsfongsl- aður til 23. desember. Hann varð mánadagin han- dtikin fyri innbrot. Tá varð ein 15 ára gamal eisini tikin, skuldsettur fyri fleiri innbrot. Hesin varð latin leysur, tí hann var so ungur. Tilsamans sita í løtuni i varðhaldinum triggir skuldsettir fyri innbrot, tveir fyri grovan harðskap og tveir fyri SU hash. Fongsulsfreistin hjá teimum er úti 21., 22. og 23. desember. randi ———————————————————————— = Nógv innbrot Atta innbrot vórðu fráboð- að í Havn mánadagin Tey mongu innbrotini í Havn halda fram. Bara mánadagin fekk boð um átta ymisk innbrot ymsa staðni í býnum. Í B-36 húsinum varð hurðin brotin inn, og brotið varð eisini inn í eitt annað rúm. Í svimjihøllina er brotið inn á sama hátt. Handilin hjá Thomas Dam á Hálsi hevur eisini havt vitjan. Í service-deildini hevur einki vrid at tikið, í handlinum eru horvnar nakrar krónur í vekslipeng- um. í ítróttarhóllini hevur eisini fólk verið, me verður ikki, at nakað er tikið. Roynt er at koma inn á verkstaðin hjá Auto- Service, men tað r ikki eydnast. Teir eru slopnir inn á dekksøluna, og hava har tikið einar 100 krónur. Hjá Valdemar Liitzen á Skålatrød verður ikki hild- ið, at nakað er tikið. Í gamla Idé-húsinum hevði verið sølustes har eru ymiskir radio- og cl-lutir stolnir. Tjóvarnir hava eisini verið i Bridge-húsinum í Gundadali, men har var einki av áhuga. Tað gongur aftur í øllum, at innbrotsmenninir fara illa við húsunum, teir bróta inn í, sigur politi1ð. randi AMPUBÚÐIN LENE BJERRE LAMPUR í fleiri litum og sniðum Eisini hava vit fingið skerm- ar, pútur v/ flesum og dekkiserviettar í sama liti. Handklæði og sápur í gávuposa, alf frá LENE BJERRE. LAMPUBÚÐIN Dr. Jakobsensgøta 9, 100 Tórshavn, tlf. 17303 3 SR EA ER LEB LEE GEV 2 7 ILLS LE n hildið na, og ERU EAS ALAN SN ER SÚ så (GOT TILBOÐ til ol), í 10 or KO brillur Vit geva =20% ov øllum brillum 3 | JÓLABORÐHALDIÐ Øl eic eiga rættin til at vera við til jólaborð- haldið. Gloymið tí íkki, at: — Summi eru fráhaldsfólk — onnur tola — ella leggja íkki í rúsdrekka. — Summi ætla sær at koyra sjálvi heim til hús — onnur hava ikki aldur til rúsdrekka. Tit, ið skipa fyri — gloymið ikki tær rús- friu vørurnar. Hava tit vælkomstdrykk, havið eisini ein rúsfrían til mín. Fråhaldsrørslan Kunngerð um bíleggingar við posti Í desember Fyri at fáa avgreitt allar bíleggingar áðr- enn jóla er freistin 17. desember kl. 11.00. Bíleggingar, sum koma aftan á nevndu dagfesting, kunnu ikki roknast við at verða frammi til tíðina. Harafturat kann væntast at longri tíð gongur áðrenn sendingarnar eru frammi enn vanligt. Bíleggjast kann — við brævi — á tlf. 1.4277 — å telefonsvarara 1.4266 — vid telefaxi 1.2260 Einkarsølan