hósdagur 17. desember 1992síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða22 Nr. 241 — 17. DESEMBER 1992
Dupultkvartettin er vorðin
Týðandi partur
av lívinum
Tað var saknurin á manskórsanginum, sum gjørdi, at ungir havnarmenn
í 1979 fóru undir at syngja í dupultkvartett, sum hevur myndað sín egna
stíl. Í dag senda teir fyri adru ferð upptøku í sólubúðirnar
Fyri 13 árum síðani fóru
átta unglingar, sum høvdu
sína dagligu gongd í Ebe-
nezer, at syngja dupultkvar-
tett. Síðani tá hava teir
sungið nógv, bæði inni og
úti, í høvudsstadnum og á
bygd og uttan fyri landodd-
arnar. Teir hava sungið cin-
ar hundrað sangir, og teir
hava umleið hálvt hundrað,
sum eru so innarbeiddir, at
teir kunnu syngjast uttan at
stórvegis fyrireikingar nýt-
ast at verða gjørdar. Heldur
ikki tá tað ræður um tøkni-
fróði og ljóðfori, tí ofta
verður sungið uttan mikro-
fonir og hátalarar, og tað er
meira sjáldan, at ljóðfóri
verða nýtt
— Hví nýta ut ikki tøkn-
frødina?
— Vit hava valt ein stil,
sum er lind knyttur at, um
ljóðfóri og sanganlegg eru
til staðar. Talan er um ett
val. Tey nógvu nýta altíð
ljédføri. Tað hevur sínar
fyrimunir, men fyri okkum
er tað avgjørt ein fyrimun-
ur, at vit ikki eru knýttir at
tøknfrødini. Tað ger, at vit
kunnu syngja so at siga alla
staðni uttan tær nógvu fyri-
reikingarnar og royndirnar,
sum tað altíð vísir seg at
vera neyðugt við, tá ljóðferi
og tøknfrødi skal roynast,
soleiðis at orð og ljóð eru í
neyðugu javnvågini, og ikki
minst: at tad slepst undan ti
hvininum og óljóðinum,
sum næstan tykist at hoyra
saman við tøknfrødini.
Tað er Alexandur Sam-
uelsen, sum vit hava fingið
orðið á. Høvid er, at dup-
ultkvartettin í Ebenezer í
hesi vikuni letur nýggja
upptøku í sølubúðimar á
fløgu og bandi. Alexander
tekur sær av øllum prak-
tiskum viðurskiftum í sam-
bandi við kvartettina: at
áseta venjingartíðir, avtalur
um at syngja við ymisk høvi
og at taka sær av samskip-
ingum annars og spurning-
um, ið stinga seg upp.
Hava verið vida
Dupultkvarettin er vorðin
kend og elskað: sjálvandi
millum teirra, sum koma í
Ebenezer og samkomur av
sama slagi kring landið,
men eisini langt út um hesar
karmarnar. Tað er ikki 6-
kent, at tað eru tey, sum
ferðast um fjøll, firðir og
sund fyri at hoyra dupult-
kvartettina.
Teir hava eisini verið at
hoyrt nógva staðni. Teir
vóru í 1985 í Grønlandi, har
teir sigldu úr Godháb og
suður á Kappan og sungu
fyri hvørjum einasta skræl-
ingi, teir bru eyga við, teir
hava sungið í Reykjavík og
teir hava td. tíkið lut í
Havnartónum, sum vórðu
framførdir i Norðurlanda-
húsinum.
Térshavnar byråd hevur
ofta heitt á dupulikvartett-
ma: í sambandi við móugk-
ur og aðrar samkomur og
eisini uttan fyri landodd-
arnar. M.a. í 1990, tá dup-
ultkvartettin saman við bý-
ráðslimum umboðaði
Havnina á vinabýastevnu í
Birkerød. Ummælid er gott,
og Birkerød Avis helt fyri í
yvirskriftini, at tad var Som
ul jul, og niðanfyri varð
m.a. sagt, at disse ni sangere
kunne deres program til
tungespidserne.
— Einki er at ivast i, at vit
ongantid — hvørki fyrr ella
seinni — hava verið so væl
fyri, sum tå vit véru å vina-
byastevnu. Fyrispurningur-
in kom tidliga å årinum, og
vit vóru noyddir at vera
lidnir við venjingina í góð-
ari tíð, tí onkrir vórðu burt-
urstaddir síðstu vikumar
undan stevnuni, heldur
Alexander Samuelsen.
Drúgv upptska
Síðani ta stevnuna hava teir
meira og minni arbeitt við
upptøkuni, sum nú er komin
almenninginum fyri oyra.
Hvi hevur tað tikið so
langa tíð?
Tað eru serliga tvinnar
orsøkir. Onnur er, at tað
hevur vist seg trupult at
finna hóskandi upptøku-
hóli. Vit hava sungið i sal-
inum í Kaldbak, Mariu-
kirkjuni, kirkjugarðskapell-
inum, kapellinum á Lands-
sjúkrahúsinum og fleiri
staðni í Ebenezer. Øl somul
góð holi at syngja í, men tað
hevur víst seg Gmøguligt at
fáa ta upptøkug6dskuna,
sum vit mettu kundi fåast.
Tá eingi lj60føri verða nytt,
eru krøvini til upptøku-frid-
in hægri enn annars. Tad
skal so at siga einki til at
órógva, t.d. var nóg mikið,
at tjaldur smeyg sær fram-
við salinum í Kaldbak.
Tá Sigvald Wallenberg
vitjaði her í sambandi við
hjálpina ul Filipsoyggjar-
nar gjørdu gjørdu vit cina
upptøku i útvarpinum, og
tað vórðu vit so mikið glaðir
fyri, at so at siga alt síðani er
tikið upp har.
Hin orsøkin til longu tíð-
ina hevur við fólkið at gera.
Tað er neyðugt, at allir eru
tøkir, tá tikið verður upp, og
so má bíðast, tá fritid og
sjúka kemur upp í millum,
ella at onkur er burturstadd-
ur styttri ella longri tíðar-
skeið.
Manskór væl dámd
Dupultkvartettin sá dagsins
ljós í 1979.
— Tað vóru fleiri, sum
hildu fyri, at tað var ov lítið
av manssangi at hoyra. Í
brødrasamkomunum hevur
av og á verið sungið mans-
kór, og fyri meg persónliga
kennist tað framvegis sum
ein av sangligu tindunum „tá
manskór úr Klaksvík, Eyst-
uroynni og úr Havn — út
móti 100 monnum tilsaman
— í felagsskapi høvdu mans-
kórstevnu i triggjar dagar í
Runavík í mai mánaða
1972. Seinni varð sungið
bæði í Klaksvík og í Havn-
ini, og upptøkur vórðu
gjørdar í Læraraskúlahgll-
ini.
Sjeytiårini vóru kanska
ikki so virkin, tá tað ræður
um manskór. Tað vóru
fleiri, sum høvdu á munni,
at tey saknaðu manskór, og
upp undir samfelagsstevn-
una í Ebenezer í november
1979 fóru vit undir venjing-
ar í dupultkvarettt. Mann-
ingin síðani tá hevur verið
so at síga hin sama. Onkur
er farin av landinum, og
onkur er fluttur aðra staðni
at búgva, tað vil so vera.
Tað rennur nógv vatn í
ánni í 13 ár. Skyldurnar hjá
teim flestu fjølgast, og tíðin
verður meira småbytt. Vit
verða meira upphægd av
familju, arbeiði og ødrum
skyldum, tað er náttúrligt,
og vit royna at gera arbeiðið
miðvíst, tá vit koma saman
at venja.
Ta hevur eydnast væl at
halda saman upp á mann-
ingina. Helst ti tað fyri okk-
um allar kennist stak fjálg-
andi at koma saman at venja
og at fáa loyvi at taka lut í
ymsum tltøkum. Tað er í
veruleikanum ein týðandi
táttur fyri okkum allar at
syngja á henda hátt.
Dupult
Tíðindablaðið ESF
í Ebenezer
Nógv at oysa av
Hvussu velja tit tilfar?
— Har eru vit aftur inni á,
hver týdningur verður lagd-
ur í. Vit eru allir hugaðir í
sangi og tónleiki, og eg sigi
fyri meg, at tá eitt lag hoyr-
ist, so hugsi eg, um hatta er
nakað fyri okkum.
Tda mett verður um ul-
farið, so eru tað orðini og
boðskapurin í teimum, vit
leggja dent á. Tí næst er tað
útsetingin, ið helst skal
kennast sum avbjóðing fyri
okkum.
Taðer so nógv at oysa av,
at tað er óneyðugt at vit
leggja okkum tætt upp at
nøkrum ødrum, og tað er á
sama hátt óneyðugt, at nak-
ar annar tekur tilfar upp í
sama stíli, sum vit eru í holt
við.
Ofta kemur tað fyri, at
lógini, vit hava gott eyga á,
ikki eru útsett fyri kvartett,
men í so máta eru vit hepnir,
tí tað eru fleiri, ið kunnu
gera tað fyri okkum. Bæði í
dupultkvartettini og fólk,
sum hava náttúrligt atknýti
til okkara, Ld. Jens Gutte-
sen.
Ikki við vinningi
fyri eyga
Dupultkvartetin = syngur
mest í sambandi við tiltøk,
sum verða hildin í sambandi
viðsamkomurnar, men sum
vit hava neynt omanfyri, so
kemur tað fyri, at sungið
verður á øðrum stóðum og í
sambandi við tiltøk, sum
samkoman
fyr.
ikki stendur
Hava tit greiðar avtalur
um, hvar tit syngja?
— Vit hava í hvussu so er
nakrar treytir, sum vit
leggja við. Vit leggja størsta
dent á orðini, sum hava ein
evangeliskan boðskap. Til
serlig høvi hava vit vant
nakrar = fosturlandssangir,
bæði føroyskar, íslendskar,
danskar, svenskar og grøn-
lendskar. Hetta er gjørt í
sambandi við t.d. tá Vígdis
Finnbogadóttir og umboð
fyri býarmyndugleikarnar í
Stockholm vitjaðu her, og
tá vit hava vitjað í Danmark
og Grønlandi, men vit hava
ongantíð sungið nakra
staðni, uttan at evangeliið
greitt er komið fram.
Tað vil siga, at tit syngja
alla staðni, bara tit sleppa
at syngja gleðiboðskapin?
— Vit hava annað at takast
við enn at syngja, og tað ber
tíðarliga avmarking í sær.
Vit seta fremst at taka lut í
kristiligum fundum og at
syngja við høvi, sum vit
halda vera sjålvsøgd, at vit
taka lut í, t.d. tá heitt verður
á okkum at syngja við jarð-
arferð, ella at gleða búfólk á
onkrum ellisheimi. Td.
hava vit avtalu um atsyngja
á Lágargarði komandi
mánadag. At vit syngja har
hevur verið afturvendandi
táttur undan jólum í mong
ár.
Men tað koma eisini fyri-
spurningar, sum vit siga nei
til. T.d. hava vit íkki sungið
við tiltøk, har peningur
verður vunnin á handils-
ligum grundarlagi. Vit taka
einki fyri at syngja, og vit
duga ikki at síggja nakra
meining í, at onnur vinna
pening uppá, at vit syngja.
vartettin
I 1990 umboðaði dupult-
kvartettin Tórshavnar bý
á vinabyastevnu í Bispe-
bjerg
Frá vinstru: Krisjan
Christiansen, Jens Chr.
Guttesen, Ólavur á Váli,
Jens Andreassen,
Alexander Samuelsen,
Arni av Reyni, Eli Smith,
Finn Jakobsen og Jóannes
á Váli
Meiri vind í seglini
Bandið og fløgan, sum
koma út í dag, eru onnur út-
gávan hjádupultkvartettini.
Fyrru ferðina var í 1988, tá
2.000 bond og 500 plátur
fóru í sølubådimar. Tað er
so at siga útselt, og í kom-
andi ári er ætlanin at senda
eini 200 bond útaftur. Hús-
arnir og tekstheftini eru tók.
I dag verða 1.000 fløgur og
2.000 bond at fáa. Tað fylg-
ir teksthefti við.
— Tað er sannur lætti, at
hetta er fingið frá hondini.
Tað hevur kenst sum ein
marra at hava tað hangandi
á sær í fleiri ár, og hetta hev-
ur verið okkum til ampa í at
taka aðrar uppgávur á okk-
um.
Nú vóna vit, at fólk verða
glað fyri sangin, og so rokna
vit vid, at flogið verður betri
komandi tíðina, soleiðis at
vit Í stórri mun enn seinastu
tíðina fara at taka lut í evan-
geliskum fundum og líkn-
andi tiltøkum, endar Alex-
ander Samuelsen.
Lagt til rættis:
Jóannes Hansen