hósdagur 17. desember 1992síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosíalurin ] Nr. 239 — 17. DESEMBER 1992 mSida2!
Andreas Petur
Jacobsen
farin
Fríggjadagin 4. desebember fingu vit boðini, at
Andreas Petur Jacobsen var farin, 44 ára gamalur.
Tá maður á so ungum aldri leggur frá sær, kemur tað
ofta óvæntað; men Andreas Petur og vit, sum kendu
hann, høvdu leingi vitað, at honum var ikki givin long
lívsleið afturat, tí hendan herviliga sjúkan, sum er so
lúrin og síðani náðileys, tá hon fær valdið, hevði vunn-
ið.
Andreas Petur var sonur Herlufog Sonnu Jacobsen í
Sydrugøtu, har hann var borin í heim 28. apríl 1948 og
har hann eisini vaks upp.
Í 1972 tók hann læraraprógv og hann og Elin — eisini
lærari — settu búgv á Nesi í Vági, og virkaðu tey bæði
sum lærarar har, nú hann doyði. Eitt stutt skifti var
Andreas Petur lærari í Lorvík.
Hesin gøtumadurin fal væl til í Vág, kom at kenna
seg sum vågbing og sudring, og virkaði av fullum huga
fyri útbygging og menning av hesi hansara næstu
heimbygd og fyri framburði og møguleikum hjá tí
bygdarfólki, hann nú so avgjørt kendi seg hoyra til.
Vinnuliga var Andreas Petur sera fjølbroyttur og
virkin. Hóast læraragerningurin var høvudsstarvid,
helt hann seg ikki aftur á øðrum gkjum.
Elin og hann røktu garðin á Nesi og sigst um Andre-
as Petur, at hann var góður bóndi, og røktadi hann
seydin serliga væl.
Sjálvt eftir at sjúkan var farin at gera um seg av ålv-
ara, gekk hann nógv burturi í haga og fekk búnaðar-
arbeiði frá hondini. Til skips var hann við millumbil-
um og arbeiddi eitt skifti á flakavirkinum í Vági.
Andreas Petur hevði serligan áhuga fyri samfelags-
viðurskiftum og tók hann sitt tørn til tess at leggja
Minningarorð um
Andreas Petur
Jacobsen
Einki er so vist sum tað, at vit skulu øll fara hiðani
frå, tá okkara tími kemur. Vit halda eisini, at taðer
púra naturligt, at gomul fólk doyggja, men sera øv-
ugt fellur tað okkum, at fólk í besta aldri skulu
verða tikin burtur.
Vit hava ikki fult ræði á framtíðini og als ikki
tamarhald á tí herviligu sjúku, sum bæði Andreas
Petur og vermóðir hansara máttu dvína fyri í árin-
um, sum nú fer at halla.
Eg kom at kenna tey bæði Andreas Petur og
Elina, tá vit fóru á læraraskúla í Havn 1967. Longu
tá hildu tey saman. Saman við m.ø. ødrum lærara-
skúlanæmingum luttóku vit í brúdleypi teirra.
Tey fóru bæði í lærarastarv suduri í Vági, tá tey
høvdu tikið læraraprógvið í 1972. Tey búsettust á
Nesi, har tey eisini festu fedranna garð hennara.
Andreas Petur kendi eg altíð sum ein reinhugs-
andi skilamann. Hann var altíð fúsur at taka lut í
verki, tá hann helt tað vera rætt, og tá tað kom
fjøldini til góða. Men hann smæddist heldur ikki
fyri at hjálpa teimum, ið onnur forsmáddu. Fyri
honum var ein menniskja ein menniskja uttan
mun til >stand ella stilling«. Soleidis kendi eg
Andreas Petur sum skúlafelaga, í næmingafelag
læraraskúlans, í SU, í Javnaðarflokkinum o.s.fr.
Andreas Petur gekk altíð undan, tá tsk skuldu
takast, og tí var tað altíð so gevandi og hugaligt at
vera saman við honum.
Eg kenni ikki barnaheimið hjá Andreasi Petur
annað enn, at tá hann beyð okkum fleiri lærara-
skúlanæmingum at halda Kyndilsmessu í Getu á
sinni, tá búði eg og fleiri hjá foreldrum hansara í
Sydrugøtu. Har kendist beinanvegin tann fløvin,
sum bert kann vera, har foreldur og børn hava kær-
samfelagsvidurskiftini væl og rættvist til rættis.
Vid hugsjónini um, at hetta hollast bygdi á demo-
kratiska sosialismum, har vit øll varða av og eiga á-
byrgd, stríddist hann fyri politiskum loysnum, sum
kundu verða í samljóði við grundsjónarmið norður-
lendsku javnaðarmanna.
Samstarv okkara var — sum vera man — serliga á po-
litiska økinum. Andreas Petur virkaði bæði í býráðs-
og landspolitikki. Tvey ár sæti á løgtingi og fýra år bý-
ráðsformaður í Vági, og í gllum virkaði hann av fullum
huga og legði alla orku í.
Andreas Petur var sera hollur í ráðum, málsviðgerð
ella samrødur um ftøkilig mál høvdu tað ålvarsemi,
sum eyðkennir nærlagdan mann. Fekst tú ráð frá hon-
um, vistu tú, at tað vóru tey frægastu og mest væl-
meintu, hann helt seg eiga. Onki stungið undir stólin
NONNONON
leika til hvert annað og virðing fyri hvørjum ødr-
um. Faðirin doyði fyri mongum árum síðan, men
mamman livir eftir. Eg ivist ikki í, at tey góðu
og ongin duld ætlan aftanfyri.
Tilmæli hansara kundu eisini vera sera djørv, tí
hann var ímillum teirra, sum tordu at gera neyðuga
verkið.
Hann hevði avgjørdar meiningar og oftast sera prin-
cipiellar stødur. Hóast politikkur í alt ov stóran mun er
samráðingar um neyðsemjur millum flokkar av yms-
ari grundhugsjón, var Andreas Petur ímillum teirra,
sum helt at mark mátti vera fyri, hvussu langt av leið
ein skuldi fara fyri at røkka semjum, og at ein ti skuldi
vera til reiðar at lata samráðingar støkka heldur enn
at fáa eitt vánaligt úrslit.
Andreas Petur var sera hjálpsamur maður og átti
hann nógvar vinir. Hann kundi vera bersøgin og
goymdi tí einki til sleyg um fólk, tá tey ikki vóru hjá-
stødd, og hoyrdi tú hann ongantíð siga ilt um onnur.
Men hann trúði heldur ikki ilt til onnur; men tá sc
er, kann ein verða fyri vónbrotum, gerst ein ov góð-
trúgvin í samvinnu við onnur; men sjálvt í slíkum føri
var øll virkan hansara merkt av djúpari reidiligheit.
Tað høvi eg hevði til at tala vid Andreas Petur væl
aftaná, at hann hevði fingið sín sjúkdóm, og læknarnir
høvdu lagt kortini á borðið, er rist í minnið, tí slíka
sálarstyrki havi eg næstan ikki verið varugur við áður.
Stillisliga, men greitt og avgjørt segði hann, hvussu
hann fór at leggja tað avmarkaða tal av døgum, eftir
vóru, til rættis, og hvat hann væntaði av tíðini, sum lá
fyri framman.
Skilji, at hann helt hendan hóvliga, men sterka mál-
setning til tað seinasta.
Góðu Elin og Hanus, minni um mangar góðar og
hugnaligar letur saman við tykkum og Andreasi Pet-
uri eru rík at eiga. Letur í heimi tykkara, myndir av
politiska vígvellinum, tá leikaði á, og tankin um úrslit
rokkin í felag, eru góður ferningur at eiga framyvir.
Vóni tykkum er givin styrki at bera komandi dagar.
Stríðsmaðurin Andreas Petur er farin. Friður veri
við minninum um hann.
Atli P. Dam
minni, hon eigur eftir Andreas Petur, troysta hana
í sorgini og sakninum.
Andreas Petur luttók bæði í kommunu- og lands-
politikki. Ta tíðina hann var býráðsformaður í
Vági, var eg bygdaráðsformaður í Miðvági. Hesa
tíðina høvdu vit regluligt samband serstakliga um
kommunuviðurskifti, men eisini um viðurskiftini
á tingi, tá hann gjørdist legtingsumboð floksins har
suðuri.
Eg fari at minnast Andreas Petur sum ein skila-
mann, tú altíð fekst eitt skilaprát við. Tú fórst ong-
antíð avstaðaftur, uttan okkurt munagott í viðferi.
Eg hoyrdi hann ongantíð tala ilt um nakran, tvørt-
urímóti átti hann altíð okkurt gott at bera bæði við-
haldsfólki og mótsteðufólki í t.d. politikki. Hann
var altíð við tí góða orðinum um øll — høg sum lág.
Tann stóri skari, sum fylgdi Andreas Peturi til
gravarbakkan henda ófýsiliga vetrardagin, prógv-
ar helst, at eg eri ikki einsamallur um tey góðu
minnini um skúlafelagan, læraran, floksfelagan
o.s.fr.
Góða Elin og Hanus. Ringast er tað rimiligt hjá
tykkum f hesi tid. Årid 1992 gjørdist tykkum av
sonnum óeydnisár. Vit vanligu menniskju duga
ikki at skilja, at summi skulu verða so hart rakt og
so áhaldandi, sum tit vórðu, nú tit bæði mistu pápa
og ommu, mann og mammu eftir einum ári.
Ég eigi eingi troystandi orð, ið muna, men eg
vóni, at tey góðu minnini linka um stóru sorgina og
saknin, sum 1992 legði á tykkum.
Vit eiga at vóna og rokna við, at nú má tykkara
kvota vera uppi. Vit vóna, at tit nú fáa frið, og at tit
verða spard fyri slík eirindaleys álop og ótrygg-
leika, sum eyðkendi lív tykkara hetta árið.
Eg ynski tykkum eini góð og friðarlig jól og av
hjarta eitt gott nýggjár.
Friður veri við minninum um Andreas Petur
Jacobsen.
Hans
NR