fríggjadagur 2. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 83 - 2. mai 2003
Nr. 83 - 2. mai 2003
3
Tvær amerikanskar
hernaðartyrlur, sum
hava verið í Onglandi
sum stuðul hjá ameri-
kanskum herdeildum
í samband við Irak
kríggið, vóru
hósmorgunin í Vág-
um á veg heimaftur
HERNAÐARÚTGERÐ
Edvard Joensen
Flogvøllurin: Tvær ameri-
kanskar
hernaðartyrlur,
sum hava verið patur av
tilbúgvingini í samband við
Irak kríggið, millumlendu í
Vágum á veg heimaftur, nú
kríggið er av.
Hósmorgunin stóðu vær
amerikanskar
Sikorsky
HH60 hernaðartyrlur á
flogvøllinum í Vágum.
Tyrlurnar eru á veg aftur til
Keflavíkar í Íslandi, har tær
hava fasta støð.
H.A. Hartnett, sum er
flogskipari á aðrari tyrluni,
greiðir frá, at teir hava
verið í Onglandi i smaband
við tilbúgving, nú kríggj
hevur verið í Irak.
– Vit komu ongnantíð til
Irak, greiðir hann frá, men
vit hava verið partur av
verju og tilbúgving á
amerikanskum støðum í
Onglandi, har vit hava sam-
starvað við ensku løgregl-
una, sigur hann.
Tyrlurnar hava dagliga
støð í Keflavík í Íslandi,
sigur H.A. Hartnett, og
hagar eru teir nú á veg
aftur.
– Eitt so spennandi stað
sum Irak komu vit ongantíð
til, sigur Hartnett, og nú er
kríggið liðugt, so mett
verður ikki, at neyðugt er
við okkara verju í Onglandi
meira. Tí hava vit nú fingið
boð um at fara aftur til
støðina í Íslandi, sigur
hann.
Tyrlurnar millumlendu í
Vágum á veg úr Onglandi
til Íslands, tí tær klára ikki
allan teinin í einum. Menn-
inir hava hvílt seg á Hotel
Vágum, og hósmorgunin
varð so riggað til at halda
leiðina fram. Tyrlurnar
vórðu
eftirhugdar
og
brennievni koyrt á, áðrenn
flogið varð víðari til Kefla-
víkar.
Boðað verður frá at kæra mamma okkara
Marie Louise Hoydal
fødd 6.4.1912 í Keypmannahavn
andaðist 29. apríl 2003.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
leygardagin 3. mai kl. 15.00.
Vegna familjuna
Egil, Gunnar, Kjartan og Annika
Heimaftur
frá Irak
krígnum
Fiskimálaráðið hevði
ikki tíð at bíða eftir, at
Landsstýrismála-
nevndin viðgjørdi
málið um Ågot 1.
Ræðisavmarkingar-
nar hjá skipinum
vóru strikaðar, meðan
Landsstýris-
málanevndin við-
gjørdi eina kæru frá
Felagnum Línuskip.
Umsitingin í Fiski-
málaráðnum er púra
tilvildarlig, sigur for-
maðurin í Felagnum
Línuskip
VEIÐILOYVI
Edvard Joensen
Meðan
landsstýrismála-
nevndin hjá Løgtinginum
viðgjørdi eina kæru um
línuskipið Ågot 1, skundaði
umsitingin í Fiskimála-
ráðnum veiðiloyvið hjá
skipinum ígjøgnum við at
strika ræðisavmarkingar-
nar, lagdar vóru á skipið, tá
tað var selt úr Føroyum.
Tann triðja mars í ár
kærdi Felagið línuskip av-
gerðina um veiðiloyvið hjá
gomlu Ågot til Landsstýris-
málanevndina. Men meðan
málið var til viðgerðar í
nevndini, strikaði Fiski-
málaráðið tær ræðisav-
markingar, lagdar vóru á
skipið. Felagið Línuskip
mótmælir harðliga, at borg-
arfriðurin
ikki
verður
hildin, meðan rætturin sit-
ur.
Rólant Poulsen, formað-
ur í Felagnum Línuskip er
ógvuliga misnøgdur við
viðgerðina, sum málið um
veiðiloyvið hjá Ågot hevur
fingið í Fiskimálaráðnum.
Hann heldur ikki, at alt er
farið ræt fram í hesum
máli, og vísir á, at tað tyk-
ist, sum útrokningar verða
gjørdar, sum tað passar best
í teimum einstøku málun-
um.
– Tað sær ógvuliga til-
vildarligt út, tá veiðiorka
verður roknað út. Tað er líkt
til, at roknihættir verða
valdir eftir, hvussu tað
passar best í tí einstaka
førinum.Við hvørt verður
rúmdin brúkt og viðhvørt er
tað kvadratrótin. Vanlig fók
fáa ikki skil á tí, vísir hann
á.
Hann vísir til eina tabell,
har tvey skip verða sett upp
móti hvørjum øðrum. Nýtt-
ir verða tríggir møguleikar,
sum geva trý ymisk úrslit,
ið so aftur kunnu brúkast,
sum tørvur er á, sigur hann.
Rólant Poulsen sigur, at
hann skilir væl, at Jacob
Vestergard, landsstýrismað-
ur við fiskivinnumálum,
ikki vil gera viðmerkingar
til málið um Ågot/Jógvan
S.
– Tí hetta er so groft
dømi um økta fiskiorku og
lógartulkingar, at tað kann
landsstýrismaðurin
ikki
gera viðmerkingar til. Ser-
liga ikki, tá skipið er strik-
að úr føroysku skipaskránni
og útflutt til Noregs, sigur
hann.
Hann heldur tað eisini
vera løgið, at Fiskimála-
stýrið skal krevja váttan av
bæði seljara og keypara
fyri, at skipið ongantíð aft-
ur skal í vinnu undir før-
oyskum flaggi, tá slíkar
ræðisavmarkingar bara av
embætismonnum
kunnu
takast av aftur, enntá meðan
landsstýrismálanevndin
hevur málið til viðgerðar.
Hann leggur tað út sum
tilvildarliga viðgerð og lítið
skil í umsitingini.
Fiskimálaráðið umsitur tilvildarliga
Amerikansku hermenninir kanna
tyrlurnar á flogvøllinum í Vágum, áðrenn
hildið verður fram til Støðina í Keflavík
Mynd: Edvard Joensen
Fleiri ymsir mátar eru at rokna veiðiorku út uppá, og tað tykist, sum Fiskimálaráðið bara velur ta, sum í tí einstaka førinum passar best. Viðgerðin er púra
tilvildarlig, heldur Rólant Poulsen, formaður í Felagnum Línuskip
C
M
Y
K
3
2