Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 83 - 2. mai 2003 Nr. 83 - 2. mai 2003 5 Einmælt løgting reisir seg ímóti stjórnini Tað kemur til skarp- skeringar millum donsku stjórnina og Føroya løgting. Eitt samt løgting krevur nú, at hernaðarlógir- nar, sum danska stjórnin av sínum eintingum hevur lðst fyri Føroyar, verða tiknar av aftur bein- anvegin HERNAÐARMÁL Ingi Rasmussen Allir flokkar á løgtingi taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at avtaka hernaðarlógirnar, sum danska stjórnin hevur sett í gildi fyri Føroyar. Tað vísir álitið, sum Rættarnevnd løgtingsins hevur lagt fyri løgtingið. Allir flokkar taka undir við uppskotinum, sum hev- ur til endamáls at strika all- ar tær lógir og kunngerðir, sum ríkisumboðið hevur lýst í kunngerðarblaðnum B tann 27. mars, uttan at leggja tær fyri løgtingið til álitis. Men hóast alt løgtingið fer at atkvøða fyri uppskot- inum og harvið biða dansk- ar myndugleikar um at taka lógirnar og kunngerðirnar, sum viðvíkja hervaldinum í Føroyum avaftur, so finst andstøðan at løgmanni í málinum. Lág raðfesting Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum sigur, at landsstðrið als ikki hevur givið málinum ta raðfest- ing, sum tað hevur uppibor- ið. Sipað verður til, at løg- maður er kunnaður um málið, sum skjøl í málinum eisini vísa. – Løgmaður hevur við einki givið til kennar yvir fyri donsku myndugleikun- um, at føroyingar í roynd og veru ongar viðmerking- ar hava til, at allar hesar lógir og kunngerðir vórðu settar í gildi. Hann, ið tegir, hann samtykkir. Hetta tyk- ist at hava verið galdandi í hesum máli, og tí er spurningurin, um løgmaður hevur røkt okkara áhuga- mál á ein fullgóðan hátt, sigur Kristian Magnussen. Passivt Sambandsumboðini í Rætt- arnevndini taka eisini undir við uppskotinum. Men Heðin Mortensen og Bárð- ur Nielsen finnast eisini hvassliga at løgmanni. – Í staðin fyri at mótmæla ella gera vart við hesa ætlan er landsstðrið passivt og rættir ikki hond frá síðu ella kunnar donsku myndugleikanar um Føroya støðu í tílíkum málum, siga teir báðir. Sambandsflokkurin vísir á, at løgmaður var kunnað- ur meira enn einaferð um, at danskir myndugleikar ætlaðu at seta stóra lógar- kompleksið í gildi fyri her- valdið í Føroyum. – Hví hevur so løgmaður ikki mótmælt ella kunnað Løgtingið og danska verju málaráðharran um sína støðu? Sambandsflokkurin átalar harðliga klossutu framferð løgmans í hesum máli og heldur hana harum- framt vera ósømiliga. Men av prinsippiellum orsøkum tekur Sambandsflokkurin tó undir við málinum, siga Heðin Mortensen og Bárð- ur Nielsen. Hann, ið tegir, hann samtykkir, sigur Kristian Magnussen, sum er maðurin aftan fyri uppskotið at taka hernaðarlógirnar av aftur, sum danska stjórnin hevur lðst fyri Føroyar. Tað er mest sannlíkt, at Hans Mortensen verður nýggjur formaður í Smyril Line FORMANSVAL Heri á Rógvi Tá Sosialurin fór til prentingar hósdagin, hevði nevndin í Smyril Line ikki skipað seg enn. Men alt bendir á, at formaðurin verður Hans Mortensen, stjóri og partaeigari í SMS. Tormóður Djurhus, fráfar- andi formaður sigur, at tað er ein avtala millum parta- eigararnar, at formaðurin skal vera úr Føroyum. Tað er ikki, sum vit skrivaðu í gjár, felt í viðtøkurnar, at formaðurin skal vera búsit- andi í Føroyum, men held- ur ein innanhýsis avtala. Tískil kann tað bert vera Hans Mortensen ella Klæmint Weihe, sum eru føroysku nevndarlimirnir í Smyril Line. Klæmint Weihe sigur við Sosialin, at hann ynskir ikki at gerast formaður. Tá vit tosaðu við Hans Mortensen hósmorgunin, segði hann, at tað var sannlíkt, at hann fór at gerast formaður, men einki var vist. Hans formaður Alt bendir á, at Hans Mortensen verður nýggjur formaður í Smyril Line Sambandið nógv størst Sambandsflokkurin er nógv størsti flokk- ur við 30,6% í nýggj- ari veljarakanning VELJARAKANNING Heri á Rógvi Ein nýggj veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Ùtvarp Føroya, gevur Sambandsflokkinum 30,6%. Var val í dag vildi Sam- bandsflokkurin fingið tíggju tingmenn. Hetta eru tveir meira, enn flokkurin hevur í dag. Sambands- flokkurin hevur ligið fremst í veljarakanningunum síð- ani valið, men munurin hevur ikki verið so stórur sum nú. Javnaðarflokkurin fær 22,1% í veljarakanningini og átta tingmenn – ein meira enn verandi ting- mannatal. Hetta gevur ver- andi andstøðu ein meirluta. Tjóðveldisflokkurin fær í kanningini 22,3% og átta tingmenn. Fólkaflokkurin missir ein tingmann sambært kann- ingini og fær seks - 18,9%. Hvørki Sjálvstýrisflokk- urin ella Miðflokkurin sleppa sambært kanningini á ting. Miðflokkurin fær bert 2,8%, og Sjálvstýrisflokk- urin megnar at fáa 3,4%. Tað krevst 3,7% av atkvøð- unum til at sleppa á ting. Ein kanning er bert ein kanning, og var val veru- liga, so hevði úrslitið óivað verið øðrvísi. Men nýta vit kanningina til at siga okk- um ein tendens, so hevur andstøðan ein greiðan mun móti samgonguni. Trupul- leikin er bert tann, at slíkar veljarakanningar í stóran mun ikki leggja upp fyri valdømisskipanini í Føroy- um, og teir ymsu tendensir kring landið eru ringir at rokna við. Anfinn mest Í kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Ùtvarp Før- oya, verða tey gott fimm- hundrað fólkini eisini spurd, hvønn tey kundu hugsað sær sum Føroya løgmann. Sum vanligt hevur veriðs seinastu nógvu veljara- kanningarnar, so er Anfinn Kallsberg nógv best um- tóktur. Í hesari kanningini fær hann 39%. Høgni Hoydal, varaløgmaður, fær undir- tøku frá tíggju prosentum. Samanlagt gevur hetta 49%, og tað er meira enn samgonguflokkarnir fáa frá veljarunum. Jóannes Eidesgaard halda 16% vera besta egn- aðan sum løgmann, og Lis- beth L. Petersen siga 18% gott fyri. Hetta er meira, enn Lisbeth L. Petersen áður hevur fingið. Hetta er samstundis eisini fyrstu ferð, at hon fær størri und- irtøku enn Jóannes Eides- gaard til løgmansembæti. Sjálv sigur Lisbeth L. Petersen, at hon fegnast um kanningina – bæði persón- liga og fyri flokkin. – Hetta vísir týðuliga, at tað er ein tendensur. Eg haldi eisini, at hetta sigur okkum, at okkara politikk- ur er tann rætti, sigur Lis- beth L. Petersen. Nógvar kanningar Sum vera man við einari tílíkari veljarakanning, fáa allir flokkar tað at ljóða sum um, at hetta er gott úr- slit fyri teir, ella at kanning- in gevur eina skeiva mynd. Hetta er tann tólvta velj- arakanningin hjá Gallup síðani valið fyri einum ári síðani. Úrslitið hava verið nakað svingangandi. Sambandsflokkurin hev- ur allatíðina verið størstur, og teir smáu flokkarnir hava ligið bæði uttanfyri og innanfyri markið, har ser- liga Sjálvstýrisflokkurin hevur havt tað trupult. Tað eru teir smáu flokk- arnir, sum hava verið avger- andi fyri, hvørt samgongan – í veljarakanningunum – hevur hildið meirilutan.å Sambært feskastu veljara- kanningini velja føroyingar heldur Listbeth enn Høgna – samband fram um loysing. Mynd: Jens Kristian Vang Tórmóður Djurhuus ynskti ikki at halda fram sum nevndar- formaður í Smyri Line. Setningurin er rokkin, sigur hann NEVNDARVAL Heri á Rógvi Á aðalfundi í vikuni fór Tórmóður Djurhuus, ad- vokatur, frá sum nevnd- arformaður fyri Smyril Line. Hann hevur verið for- maður, síðani Framtaks- grunnurin setti pengar á vári 2001 saman við øðrum. Formaðurin í nevndini skal hava fastan bústað í Føroyum, og Tórmóður gjørdist millum annað tí formaður umboðandi Framtaksgrunn Føroya. Tórmóður sigur, at dentur varð lagdur á, um hann kundi vera nevndarformað- ur, meðan nýggja Norrøna varð bygd í Lübeck. – Hesum játtaði eg. Setn- ingurin, sum eg segði ja til, er nú rokkin. Og hetta er orsøkin til, at eg mynstri av, sigur Tormóður Djurhuus, sum í sínum dagliga yrki sum advokatur hevur savn- að sær hópin av royndum seinastu árini. Á aðalfundinum nýtti Tormóður høvi til at takka fyri samstarvið. Hann helt fyri, at uppgávan hevði verið bæði torfør, stress- andi og spennandi. Hetta er størsta verkætl- anin, ið Tormóður hevur tikið lut í, og tað er sam- stundis eisini størsta ein- staka verkætlanin í Føroya søgu. Hetta hevur eisini verið við til at gjørt uppgáv- una avbjóðandi og spenn- andi, heldur Tormóður. – Eg havi ikki ynskt at mynstra til nýggjan túr, men tankarnir eru sjálvandi innanborða hjá teimum á Smyril Line. Har ber tað neyvan til at taka sær av løttum, tí sum vituligt er, so er nógv at forsvara við nýggjum skipi, sigur Tor- móður Djurhuus. Hann letur kortini onga iva vera um, at hann trýr upp á, at tað ber til við nýggju Norrønu. Setningurin er rokkin Tormóður Djurhuus metir, at hansara setningurin sum nevndarformaður fyri Smyril Line er náddur Mynd: Eirikur Lindenskov 191 milliónir í yvirskoti Landsroknskapurin vísti eitt yvirskot áljóðandi 191 milli- ónir fyri 2002. Hetta eru 506 milliónir minni enn í 2001 ROKNSKAPUR Heri á Rógvi Tað var ein errin lands- stýrismaður í fíggjar- málum, sum hósmorgunin legði landsroknskapin fyri 2002 fram saman við Leif Abrahamsen, stjóra á Føroya Gjaldstovu. Roknskapurin vísir eitt yvirskot áljóðandi 191 milliónir krónur. Hetta er rakstrar, løgu- og útláns- úrslitið (RLÙ). Hetta er væl minni enn undanfarin ár. Frá 1999 til 2001 hevur yvirskotið verið omanfyri sekshundrað milliónir. Orsøkin til fallið er serliga minkaði blokkstuðulin. Avdráttirnir í 2002 vóru 144 milliónir, og landið hevði tá avtornaði 124 milliónir afturat í tøkum peningi. Inntøkurnar hjá lands- kassanum vóru í 2002 3,973 milliardir, og út- reiðslurnar vóru 3,542 milliardir. Íløgurnar vóru 240 milliónir. Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, visti at siga, at hóast inntøkurnar og útreiðslur- nar nærkast hvørjum øðr- um, so fer 2003 at geva eitt eins gott ella betri úr- slit sum í 2002. Lesið meira um lands- roknskapin í Sosialinum í morgin. Yvirskotið hjá landskassan- um minkaði við 506 millí- ónum í 2002 í mun til 2001. Àrsúrslitið fyri 2002 var 191 milliónir í yvirskoti Mynd: Àlvur Haraldsen C M Y K 5 4