Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 83 - 2. mai 2003 Nr. 83 - 2. mai 2003 7 Hósdagin verða nýggju skipini hjá P/F Beta sýnd fram í Saltangará. - Skipini hava fiskað væl, men upsaprísur- in er nú so lágur, sum hann ikki hevur verið í fýra ár, sigur Olaf Olsen, reiðari FISK FAIR Vilmund Jacobsen Sosialurin í Saltangará: Reiðaravirkið, P/F Beta og fiskasølufelagið, Fofish, hava felags bás á fiski- vinnu- og alistevnuni í Saltangará. Undir liðini á hesum feløgum, er spanska skipasmiðjan, M.Cies í Vigo, sum bygdi nýggju trolararnar hjá Beta, Bak og Stelk. Hósdagin verður høvi hjá fólki, sum vitja á North Atlantic Fish Fair, at síggja skipini við bryggju í Saltangará, har tey fara at liggja aftanfyri Norrønu, ið tekur seg út sum eitt rætti- ligt fjall. Olaf Olsen, reiðari, sigur, at teir eru væl nøgdir við skipini, og tað er ikki av tilvild, at spanska skipa- smiðjan er við á framsýn- ingini í Føroyum. - Vórðu hesi skipini ikki bygd til Føroya, er neyvan hugsandi, at skipasmiðjan hevði verið við á framsýn- ingini. Spurdur, um Beta fer at byggja onnur skip í Vigo, sigur Olaf Olsen, at lágu fiskaprísirnir í løtuni skapa ikki grundarlag fyri egin- peningi til nýbygging. - Eg havi skilt, at M.Cies hevur fingið fyrispurningar úr Føroyum um nýbygn- ingar, men mær kunnugt, er eingin sáttmáli undirskriv- aður, sigur Olaf. 10 milj. bíligari Reiðarin sigur, at Stelkur og Bakur kostaðu 27 milj. krónur hvør at byggja, og tað er einar 10 milj. krónur minni, enn eitt slíkt skip hevði kostað fyri 12-14 árum síðan. Hann veit eisini at siga, at prísurin er ikki lægri í dag, tí skipini eru verri. - Hesi skip eru nevniliga betur enn tey, vit kundu byggja fyri 12-14 árum síðan. Olaf sigur, at Beta hevur roynt at bygt skipini so bíliga, sum til ber – tó utt- an, at hetta hevur gingið út yvir dygdina á skipunum. - Bakur og Stelkur hava bert tað eina dekkið, og skipini hava onga bóg- skrúvu og ongan krana. Somuleiðis er bert eitt trolspæl umborð á hvørjum skipi, og tað er eisini nóg mikið, tá ið skipini par- trola. Hinvegin ber til at seta eitt spæl i skipini aftrat, soleiðis at tey eisini kunnu trola við lemmum, sigur hann. Hava fiskað væl Tað hevur gingið væl hjá Baki og Stelki at fiska, síðan skipini fóru fyrsta túrin. - Vit kunnu avgjørt ikki klaga um fiskiskapin, men prísurin á upsa hevur ong- antíð verið so lágur sein- astu fýra árini sum í dag, nú miðalprísurin liggur mill- um 4 og 5 krónur. Hetta er óvanliga lágur prísur, og haraftrat kemur, at upsin er smáur. Spurdur, um hetta er nóg mikið til, at nýggju skipini kunnu bera seg, sigur Olaf Olsen, at raksturin hongur saman við hesum, men for- tjenastan er lítil og eingin. Blaðskrivstovan, sum er í Saltangará, er flutt oman á fram- sýningarøkið, og fólk eru komin úr Havn og Suðuroy at manna stevnu-redaktiónina FISH FAIR Vilmund Jacobsen Sosialurin í Saltangará: Tíðindablaðið Sosialurin hevur bás á altjóða fiski- vinnu-og alistevnuni, North Atlantic Fish Fair. Blaðskrivstovan, sum er í Saltangará, er flutt oman á Fish Fair, og týsdagin vóru vit trý skrivandi fólk á bás- inum umframt myndamað- ur, tvey fólk av marknaðar- deildini og ein maður, sum kunnaði um SkipsSosialin. Mikudagin vóru vit tvey skrivandi fólk, myndamað- ur og tvey fólk av markn- aðardeildini. Seinnapartin mikudagin vitjaðu eisini tíðindablaðstjórin á Sosial- inum og Rúna Sivertsen, sum er fastur free-lansari. Hvør manningin verður í dag, er ikki endaliga greitt, men í øllum førum verða tvey tíðindafólk umframt fólk av marknaðardeildini. Meginparturin av tí til- fari, sum verður skrivað um North Atlantic Fish, meðan stevnan er, verður skrivað á básinum. Kunning Umframt at skriva frá fiski- vinnu- og aliframsýningini, er uppgávan hjá Sosialinum eisini at upplýsa um SkipsSosialin, um lýsingar- møguleikar og tilboð, og somuleiðis kunnu fólk, sum vitja básin, tekna seg sum haldarar fyri einans 200 kr. hendan ársfjórðingin. Tríggir nýggir faldarar, sum lýsa hesar møguleikar, liggja frammi á básinum. Fólk hava eisini høvi at fáa Fiskivinnu Sosialin, sum kom út herfyri, ó- keypis. Blaðið er 64 siður við teksti og lýsingum, sum í fyrsta lagi snúgva seg um tey, ið sýna fram á stevnuni. Veggurin á básinum hjá Sosialinum er prýddur við forsíðum, sum eisini lýsa tey innleggsbløð, ið Sosial- urin hevur. Myndir eru eis- ini av ymiskum forsíðum og greinum, sum hava staðið í Sosialinum. Á básinum hjá Sosialin- um kunnu fólk eisini fara út á internetið á tveimum teld- um, sum settar eru upp til endamálið. Spanska skipasmiðjan, sum bygdi Bak og Stelk, hevur bás á Fish Fair Sosialurin hevur bás á Fish Fair Týsdagin vitjaðu býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu og Anfinn Kallsberg, løgmaður, básin hjá Sosialinum. Mynd: Jens Kristian Vang Olaf Olsen, reiðari, vitjar á stóra básinum hjá Vónini. - Bakur og Stelkur kostaðu 27 milj. krónur hvør at byggja í Spaniu, og tað er einar 10 milj. krónur minni, enn eitt slíkt skip hevði kostað fyri 12-14 árum síðan. Mynd: Jens Kristian Vang Poul Rustin, sum rek- ur hotel-virksemi á Muntra í Fuglafirði, hevur gjørt høvda- súpan, pinnamat, laksakøku og annan viðskera til føroysk- arar framsýnarar og teirra vitjandi á North Atlantic Fish Fair FISH FAIR Vilmund Jacobsen Sosialurin í Saltangará: Fleiri av gestunum, sum vitja á altjóða fiskivinnu-og alistevnuni, hava roynt høvdasúpanina, sum Poul Rustin, ið rekur Muntra í Fuglafirði og Eirikur á Húsamørk, sum rekur Høvdavirkið í Leirvík, í fe- lag hava gjørt. Mikukvøldið koyrdi bussur av Fish Fair í Sal- tangará norður á Kambsdal, har JT electric, sum eisini hevur bás á Fish Fair, hevði móttøku í samband við, at felagið nýliga hevur tikið í nýtslu nýggjan bygning har norðuri. Matur av Muntra Inni á gólvinum hjá JT electric hittu vit Poul Rust- in, sum hevði sett pinna- mat, laksakøku, rækjur og høvdasúpan á borðið til móttøkuna. Poul greiddi okkum frá, at nógv hevur verið at gjørt á Muntra, nú Fish Fair hevur verið hildin. - Vit hava gjørt høvda- súpan til básin hjá Føroya Banka, og vit hava gjørt allan matin, sum Trygging- arfelag Føroya hevur borð- reitt við í samband við stevnuna. Tryggingarfelag- ið hevur nevniliga bjóðað fólki til kalt ókeypis borð í hølum felagsins, hvønn dag. Og nógv hava nýtt høvi at etið seg mett av frálíka matinum, ið borðreitt hevur verið við. Poul Rustin veit at siga, at tryggingarfelagið hevði einar 300 gestir til borðs mikudagin, og neyvan var talið minni í gjár. Høvdasúpan Á Kambsdali slapp Sosial- urin at smakka høvdasúp- anina, sum er verkið hjá Rustin og Húsamørk í fe- lag, og vit mugu siga, at súpanin smakkar frálíka væl. Poul sigur, at tað er ein tíð síðan, tey byrjaðu at borðreiða við hesi súpanini, ið er ógvuliga væl umtókt. Spurdur, hvør samanset- ingin er, er Rustin eitt sind- ur trekur at tosa um hetta í byrjanini, men síðan kemur glið á. - Høvdini, vit brúka til súpanini, keypa vit turkaði frá Høvdavirkinum í Leir- vík. Síðan hava vit eitt sindur av gulllaksi, krydda- ríum og grønmeti. Poul sigur, at súpanin hevur fiskasmakk og er ógvuliga rík fyri proteinir. - Súpanin mettar væl og liggur leingi á. Øll kunnu eta Kokkurin á Muntra sigur, at øll kunnu eta høvdasúpan- ina - eisini tey, sum kanska eru ovurviðkvom mótvegis ymiskum sjómati, tí í súp- anini er bara rein rávøra. Poul Rustin ásannar, at høvdasúpanin hevur verið ein "succes". - Vit royndu ymiskar møguleikar í byrjanini, men nú er uppskriftin til bestu suppuna standard, sum hann tekur til. Nógv fólk hevur vitj- að á básinum hjá Shell, og ein heilur hópur av børnum og vaksnum hava víst Ferrari-bilinum stór- an áhuga. Formaðurin í Ráð- num fyri Ferðslu- trygd slapp eisini at royna seg í bilinum FISH FAIR Vilmund Jacobsen Sosialurin í Saltangará: Vit kundu ikki lata vera við at taka eina mynd, tá ið vit komu fram við básinum hjá Shell á North Atlantic Fish Fair og sóu nývalda for- mannin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúnu Sivert- sen, sita í Ferrari-bilinum. Á Fish Fair eru ikki bilar, tí stevnan snýr seg í fyrsta lagi um útbúnað og tænast- ur til fiski-og alivinnuna. So, skuldi Rúna vitja ein bás, sum á ein ella annan hátt hevði nakað við bila- ferðslu at gera, var ein "túrur" í Ferrari-bilinum einasti møguleiki. Í sínum arbeiði fyri Sosialin, hevur Rúna mong áhugamál, og hon er serliga kend fyri sínar frálíku sam- røður við fólk, hon møtir á leiðini. At tosa við nývalda for- mannin í Ferðslutrygd um Formel 1 koyring í Føroy- um, fer neyvan at vinna frama - um onkur skuldi havt hug til tess, eftir at hava sæð Ferrari-bilin á Fish Fair. Nógv fólk hevur vitjað á básinum hjá Shell, og ein heilur hópur av børnum og vaksnum hava víst Ferrari- bilinum stóran áhuga. Rúna slapp ein túr í Ferrari Høvda- súpanin hjá Rustin á Fish Fair Poul Rustin heldur, at høvdasúpanin er væl egnað til borðreiðing á eini fiskivinnu-og alistevnu sum hesari. - Vit hava havt rættiliga nógv at gjørt hesar seinastu dagarnar, nú Fish Fair hevur verið hildin, sigur hann. Mynd: Vilmund Jacobsen Tað er ikki bara sum at siga tað at sleppa upp úr aftur einum Ferrari Mynd: Vilmund Jacobsen Rúna Sivertsen í Ferrari- bilinum, sum Shell hevði við á Fish Fair. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 7 6