Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 83 - 2. mai 2003 Nr. 83 - 2. mai 2003 9 Hetta vikuskiftið fer barna- og ungdómskórið Ung Stjørnuskot, sum er undir Tórshavnar Musikkskúla, til Svínoyar. Túrurin er ætlaður sum ein hugnatúrur, men sjálvandi fara tey at hava konsert eisini ÚTFERÐ Solby A. Eliasen – Vit eru so ræðuliga spent, til tey koma, sigur Rakul Guðjónsson, sum er búsit- andi í Svínoy. Hesin túrurin hjá ungum stjørnuskotum er komin í lag í samráð við Rakul og tey. Teir tríggir dreingirnir hjá Ásmundi og Rakul hava allir sungið í Ung Stjørnuskot, meðan tey búðu í Havn. – Tá vit fluttu út, søgdu vit við tey, at tey máttu koma at vitja okkum í Svínoy. Og nú koma tey so, sigur Rakul, og tað hoyrist væl á málinum á henni, hvussu fegin hon er. Rakul sigur, at tey koma at hava eina konsert í kirkj- uni í Svínoy einaferð leyg- ardagin. Og so kanska onkra afturat úti. Tað veldst um veðrið. – Um tað viðrar, so fara tey at framføra okkurt úti eisini, tað giti eg. Og tað verður bara so, at so renna børnini runt í bygdini og banka upp á hurðarnar og boða frá, sigur hon. Tey verða eini 30-40 í tali í ferðalagnum. Og tað fer at merkjast í bygdini. Men tað er ongin trupulleiki at hýsa teimum øllum. Onkur bygdafólk hava lagt hús til, onkur fer inn til Rakul og tey at sova, meðan restin fer í skúlan. Í skúlanum er ein skúla- stova og tvey kømur, og tey ætla at gera tað so, at tað verður sovið í kømurnum, og so eta tey í skúlastovuni. Fyrstu ferð til Svínoyar Børnini eru í aldrinum 12 til 17 ár, og tað er fyrstu ferð hjá teimum flestu, at leiðin gongur til Svínoyar. Sigrid Sivertsen er kórleið- ari, og hon sigur, at øll gleða seg avbera nógv at sleppa út. Tey yngstu sum tey elstu. Kórið var í Danmark í fjør á konsertferð, og hon samanber spenningin mill- um børnini til hesa ferðina við spenningin til tann túr- in. – Hetta verður uttan iva nakað heilt annaðleiðis fyri tey. Tey eru von við at ganga í Havnargøtum og vita millum lítið og onki um, hvussu tað er í Svínoy. So eg ivisti ikki í, at hetta verður eitt gott og stuttligt upplivilisi, sum eg vóni, at tey fara at minnast restina av lívinum, sigur Sigrid. Sigrid sigur eisini, at tey fara at hava onkra venjing har úti eisini, men hetta verður ikki ein venjingar- lega burturav. Kórið fer at syngja fleiri kend útlendsk løg. Millum annað Friends hjá Michael W. Smith og You got a friend hjá Carol King. Og eisini onkrar føroyskar sangir. Harafturat fara lær- ararnir eisini at framføra onkran føroyskan sang. Sigrid sigur, at tað er av týdningi at halda eina konsert, sum hóskar til um- hvørvið. So hon hevur roynt at funnið løg, sum hon heldur fara at hóska seg til eina tílíka konsert í eini kirkju í eini lítlari bygd í Føroyum. Hon heldur eisini, at tað er týdningarmikið fyri sam- anhaldið í einum kóri at fara ein tílíkan túr. – Tað er sunt fyri kórið at fara til eitt stað sum Svínoy. Tá eru vit har, og vit sleppa ikki so langt, og tað fer at samansjóða kórið betur sosialt og harvið skuldi tað givið eina betur góðsku, heldur hon. Og meðan tey ungu sum vaksin ganga í Havn og gleða seg til at fara til Svín- oyar, gongur Rakul og rok- ast við at fáa alt klárt, til tey koma. Hon ætlar at hava ein lítlan døgurða tilreiðar, tá tey koma. Síðani verða tey innkvarterað. Tað eru ongi høli í Svínoy, sum kunnu hýsa teimum øllum 35 í einum, men tað heldur Rakul so avgjørt ikki vera nakar trupulleiki. – Um tey skuldu farið niður á Danland ein túr til dømis við kórinum, so høvdu tey jú gist í smáum íbúðum, sum liggja tættar saman. Og tað er tað sama herúti. Tað eru ikki meira enn 40 metrar millum hús- ini, sigur Rakul, sum vónar, at veðrið fer at skikka sær pent, hóast veðurforsøgnin ikki boðar frá tí besta. Sum sagt, so sungu trígg- ir av dreingjunum hjá Rak- ul og Ásmundi við í kórin- um, áðrenn tey fluttu, men Rakul veit ikki, um teir verða við í Svínoy. – Nú hava teir ikki vant við, so tað verður upp til teir og kórleiðaran, sigur Rakul. Leiðin hjá kórinum gongur aftur til høvuðs- staðin sunnudagin seinna- partin. Ung stjørnuskot til Svínoyar Nýggja ferðaætlanin hjá Strandferðsluni kom í gildi 1. mai. Sagt verður, at tað ikki eru umfatandi broytingar framdar, men heldur skerjingar STRANDFERÐSLA Solby A. Eliasen Tað eru serliga Bygdaleiðir, sum fara at merkja skerj- ingar. Og tað er galdandi fyri Bygdaleiðir kring alt landið. Hesar skerjingar, sum nú eru framdar, eru gjørdar út frá hagtølum yvir túrarnar, sum Strandferðslan hevur latið gjørt yvir allar rutur hjá Bygdaleiðum. Sum skilst, so er tað so gott sum bara hjá Bygda- leiðum, at skerjngarnar eru framdar. – Tað kemst serliga av teimum sparingum, sum eru álagdar Strandferðsl- uni, sigur Regin Vágadal. Hann viðgongur, at tað er sera óheppið, at flogleiðin ikki passar við leið 400, sum koyrir inn í Eystur- oynna. – Tað lat seg tíanverri ikki gera, av tí at leið 400 skal passa við Dúgvuna. Men tey kunnu bíða í Havn og taka ein túr seinni inn í Eysturoynna, sigur Regin Vágadal, sum tó væntar, at nýggja ferðaætlanin verður væl móttikin. Strandferðsl- an hevur havt ferðaætlanina úti á netinum og harvið roynt at komið øllum ynskjum á møti. Men Reg- in leggur dent á, at sparing- ar eru álagdar Strandferðsl- uni, og tær mugu sostatt fremjast. Nýggja ferðaætlanin hjá Strandferðsluni kom sum sagt í gildi 1. mai. Nýggj skerd ferðaætlan Nýggj ferðaætlan er nú komin í gildi. Tað eru ikki so nógv ar broytingar, men heldur skerjingar á Bygdaleiðum Fólkatalið í Svínoy verður økt við einum 35 nú um vikuskiftið. Ung Stjørnuskot fara vikuskiftistúr til Svínoyar og skulu hava konsert í kirkjuni leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Hendan myndin var tikin av kórinum í Esbjerg í fjør. Flest øll hava ongantíð áður verið í Svínoy, og tey gleða seg avbera nógv Mynd: Niels Jacob Heinesen Mikudagin 30. apríl fingu 15 næmingar prógv á Bún- aðardeplinum í Kollafirði. Tórshavnar Kvøld- og Ung- dómsskúli hava saman við Búnaðardeplinum í Kolla- firði skipað fyri yrkisskeiði innan lanbúnað. Skeiðið var serliga ætlað teimum, sum hava fest ella hava útlit til at fáa eitt festi, men mangla útbúgving. Undir- víst varð á Búnaðardeplin- um í Kollafirði. Evnini sum undirvíst varð í vóru: Lív- frøði og náttúra, húsdjór, plantur, tøkni, búskapur og verkætlan. Á hátíðarhaldinum á Búnaðardeplinum legði stjórin á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, Napol- eon Nólsoy, fyri við at greiða frá skeiðinum og takkaði næmingum og lærarum fyri gott samstarv. Eisini søgdu m.a. stjórin á Jarðarráðnum, Jóannes Dalsgarð, Regin Borðoy frá Bóndafelagnum og Peder Haahr stjóri á Búnaðardepl- inum, nøkur orð. Síðan fingu teir bestu næming- arnir gávur. Jákup Kristian Bærentsen fekk eina gávu handaða frá P/F Triv og Elsuba Wang fekk eina gávu frá MBM. Tey sum fingu prógvini vóru: Andras í Frammi- stovu, Hvannasund, Atli Zachariasen, Argir, Beinta Petersen, Toftir, Bodil Poul- sen, Søldarfjørður, Eivind Jacobsen, Hattarvík, Elsu- ba Wang, Kaldbak, Esmar Mikkelsen, Syðrugøta, Hanus í Niðristovu, Vest- manna, Helgi Bærentsen, Kaldbaksbotnur, Jákup Petersen, Kaldbaksbotnur, Jóannis Debess, Oyrar- reingir, Jóhannes Nielsen, Saksun, Jón Heðin Trond- heim, Argir, Magnus Pauli Poulsen, Toftir, og Jákup Kristian Bærentsen, Sund. Lærarir vóru: Rólvur Djur- huus, Poul Müller, Gunnar Bjarnason, Jákup Bærent- sen. Torben Olsen, Karen Olsen, Peder Haahr. Skúlastjóri var Napoleon Nólsoy. Beinta Petersen og Esmar Mikkelsen vanta á myndini. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 2. mai. Atanasius, deyður í 373. Patriarkur í Aleksandriu. Var kendur kirkjulærari, og hevur sett saman eina trúarjáttan, sum varð samtykt í Nikæa í 323, og sum ber navn hansara. Levi Niclasen 60 ár 1. mai fylti Levi Niclasen í Hvalba 60 ár. Levi er hval- bingur, sonur Thomasiu, f. Thomasen, og Hentzar Niclasen úr Hvalba. Sum ungur arbeiddi hann ar- beiddi eftir skúlatíð í kolin- um í Hvalba. Hann var í Grønlandi í 1960 og 1961, har hann arbeiddi hjá Nordafar í Føroyingahavn- ini. Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1967, varð settur sum lærari við Hvalbiar skúla frá 1.august í 1967 og sum fyrsti lærari frá 1. august í 1979. Levi hevði fastan tátt í Dag- blaðnum frá 1971–73 undir heitinum: Gaman og Álv- ara. Hann hevur givið út bøkur og yrkingarsøvn og týtt bøkur. Skaldanavnið hjá honum er Óðin Ódn. Levi giftist í 1971 við Sú- sonnu, f. Holm, úr Hvalba. Tey eiga tríggjar synir: Tórarinn, Tóroddur og Njálur. Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo Prógv handað á Búnaðardeplinum C M Y K 9 8