fríggjadagur 2. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 83 - 2. mai 2003
Nr. 83 - 2. mai 2003
11
Gallupkanningin og sendingin Sostatt avdúka, at politiska
myndin framvegis er rættiliga ógreið. Sjálvt um ein ikki
eigur at taka slíkar kanningar fyri annað, enn tær eru,
nevniliga kanningar, so er tó greitt, at samgongan hevur
mist meirilutan. Veljarin hevur mist álitið á samgonguna.
Hetta vildu løgmaður og varaløgmaður sjálvsagt ikki við-
ganga, men vístu teir til stóru innanhýsistrupulleikarnar í
samgonguni hetta árið hon hevur havt valdið.
Løgmaður fekk eina dygga álitisváttan, tað skerst ikki
burt, og kann hann tí staðfesta, at herferðin hjá Tjóðveld-
isflokkinum móti honum, sum byrjaði við, at hann varð
sagdur at vera kriminellur, hevur so ikki ávirkað veljaran.
Varaløgmaður segði seg vera væl nøgdan við úrslitið, tí
sitandi samgongur fáa altíð frammaná í veljarakann-
ingum. Tað kann hann hava rætt í. Hinvegin var hann
týðuliga firtin inn á føroyska veljaran, sum ikki í nóg
stóran mun virðismetir avrikini hjá samgonguni.
Tað er áhugavert, at allir samgonguumboðsmenninir
ásannaðu, at klandur og óskil valdar í samgonguni, men
eingin kundi rættiliga greiða frá, hví tað er soleiðis.
Ymiskt kundi bent á, at persónliga samskifti millum eitt
nú løgmann og varaløgmann er ikki hitt besta. Hetta kom
m.a. fram við, at varaløgmaður opinberliga ikki er samdur
við teimum mongu, sum halda Annfinn Kallsberg verða
hin besta løgmann. Ikki minni áhugavert er tó, at øll sam-
gonguumboðini tóktust avgjørd í, at halda saman til tann
beiska enda. Við Galluptølunum í huga kann hetta ikki
undra! Hetta bendir á, at formaður javnaðarflokksins
hevur rætt, tá hann vildi vera við, at samonguflokkarnir
hildu fast við valdið fyri valdsins skuld.
Tíðindini í seinastuni um eitt nú órímuliga rúsdrekkapoli-
tikkin vísa, hvussu stórt vald teir stóru flokkarnir hava
givið eitt nú Miðflokkinum og bendir hetta á, at hesin
flokkurin – tí hann situr við lyklinum til samgonguna –
kann tvinga hinar stóru flokkarnar at góðtaka hansara
ekstremu og óvirrðiligu sjónarmið. Hetta er ein óverdug
gongd.
Galluptølini hjá andstøðuni, serstakliga hjá Sambands-
flokkinum, eru ein klár ábending um, at veljarin er troyttur
av sitandi samgongu. Um hetta so samstundis stavar frá
nøgdsemi veljarans við politikkin hjá andstøðuni er nokk
ein eitt sindur opin spurningur. Tað, sum tó er rættiliga
greitt, er, at skal andstøðan varðveita góðu undirtøkuna, er
ikki nóg mikið við bert at finnast at, soleiðis sum ser-
stakliga Sambandsflokkuirn hevur gjørt. Andstøðu-
flokkarnir mugu hvør sær sýna eitt púra klárt og
trúverdugt politiskt alternativ til samgonguna, um henda
positiva gongdin skal halda fram. Einstøk mál eru góð at
leggja fram, men neyðugt er at leggja fyri almenningin ein
ítøkiligan politikk, sum kann tryggja vælferð og trivnað
borgarans, nú tað búskaparliga fer at ganga hinvegin, og
ein vaksandi ótryggleiki breiðir seg í samfelagnum. Eftir
sendingina Sostatt stendur veljarin við myndini av eini
samgongu, sum bert situr fyri at varðveita valdið fyri at
hava valdið. Men myndin fevnir eisini um eina andstøðu,
ið alt meira vinnur veljarans álti, men sum tó má liggja
nógva meira á takinum, um hetta álit skal kunna
varðveitast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ógreið politisk viðurskifti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hergeir Nielsen
Í uppskotinum til fíggjar-
løgtingslóg fyri 1999 varð
upplýst
av
landsstýris-
manninum í vinnumálum,
at strekkið Øravík Hov
trongdi til ábøtur, og at
ætlanin var at kanna, um
tað var ráðiligt at byggja
ein tunnil í staðin fyri at
breiðka vegin.
Í uppskotinum til fíggjar-
løgtingslóg fyri 2000 varð
upplýst
av
landsstýris-
manninum, at forkanningar
vóru gjørdar, og at ætlanin
nú var at halda fram við
kanningum og møguliga at
fara undir at projektera.
Í uppskotinum til fíggj-
arløgtingslóg fyri 2001
varð upplýst av landsstýr-
ismanninum, at seismiskar
kanningar vóru gjørdar á
fyribils valdu linjuni, og at
ætlanin nú var at gera fyri-
reikingar til sjálvt tunnils-
arbeiðið, herundir vegir,
innsløg og arbeiðsøki.
4 mió. kr. skuldu nýtast
til hetta arbeiði í 2001 upp-
lýsti landsstýrismaðurin, og
løgtingið játtaði peningin.
Eingin vegur, einki inn-
slag og einki arbeiðsøkið
varð kortini gjørt. 1,5 mió.
kr. av heimildini til tunn-
ilsarbeiði var ístaðin nýtt til
at gera nøkur møtipláss á
leiðini, meðan restupp-
hæddin fór aftur i ommu
sína.
Í uppskotinum til fíggj-
arløgtingslóg fyri 2002
hevði landsstýrismaðurin
ongar viðmerkingar um
Øravíkar Hov leiðina og
skeyt upp at brúka 0 mió.
kr.
Løgtingið samtykti kort-
ini at játta 1 mió. kr. til at
byrja vegagerðina til berg-
holið, meðan landsstýris-
maðurin afturímóti syrgdi
fyri, at eingin vegagerð
byrjaði kortini.
Í uppskotinum til fíggj-
arløgtingslóg fyri 2003
hevði landsstýrismaðurin
heldur ongar viðmerkingar
um Øravíkar Hov leiðina
og skeyt enn eina ferð upp
ikki at brúka meiri enn 0
mió. kr. til endamálið.
Løgtingið samtykti kort-
ini at játta 7 mió. kr. til
endamálið.
Yvir eitt longri áramál
hava vit soleiðis játtað og
fregnast eftir kanningum og
loysnum á Øravíkar Hov
bergholinum uttan at nakað
veruligt er komið burturúr.
Um ársskiftið visti lands-
stýrismaðurin so at siga
okkum, at Øravíkar Hov
bergholið fekst fyri 130
mió.kr., og løgtingið játtaði
7 mió. kr. til ætlanina í
hesum árinum.
Vit vóru fleiri, ið hildu, at
hetta mál ikki hevði verið í
nóg góðum hondum, og var
tí ein fundur tikin við annan
sakkunnleika, NCC, um
hetta mál á kyndilsmessu í
ár.
Har fingu vit beinanveg-
in eina skrivliga kostnaðar-
meting av eini nýggjari
dagførdari tunnilsføring.
Hesin tunnil var dagførd-
ur, hvat samferðslu við-
víkti, og kostaði ein triðing
minni enn tann fjallasmog-
an, sum landsstýrismaðurin
var komin fram til eftir
áralongu rannsóknir sínar.
Harafturat skuldi ikki ein
króna brúkast til fjalla-
vegin, sum landsstýrismað-
urin ætlaði at brúka 42 mió.
kr. til.
Munurin á uppskotinum
frá NCC og tí frá lands-
stýrismanninum var sum
nátt og dagur.
Ovurstórur í krónum og
oyrum og uppaftur størri í
reinum nyttuvirkningi.
Hóast 7 mio.kr. vóru játt-
aðar um ársskiftið til at
rigga arbeiðsplássið til og
at byrja arbeiðið at gera
tunnilin, so hevur lands-
stýrismaðurin ikki nortið
hetta Columbuseggið, sum
varð vorpið á kyndils-
messu.
NCC sigur, at ikki er
neyðugt við fleiri kanning-
um, um teir skuldu gjørt
arbeiðið, meðan landsstýr-
ismaðurin,
sum
hevur
kannað málið í 4 ár heldur,
at fleiri kanningar eru
neyðugar.
Hóast bæði játtan og
útgerð til neyvari kanningar
av hesi farleið hevur staðið
tøk í Suðuroy, so er púrt
einki gjørt við málið, nú vit
hava lagt 3 mánaðar aftur
um okkum.
NCC hevur tíverri verið
órógvað av óhepnum tíð-
indaflutningi, og hevur í
einum tíðindaskrivi sagt, at
talan var ikki um eina
byggi- ella verkætlan, sum
er kannað út í æsir, men um
eina kostnaðarmeting, og at
tíðindi hesum viðvíkjandi
sostatt vóru fyri egna rokn-
ing.
Í tilmæli mínum á kynd-
ilsmessu til landsstýris-
mannin og til vinnunevnd-
ina varð skrivið frá NCC
hjálagt, so har var einki at
fara skeivur av. Talan var
púra greitt um eina kostn-
aðarmeting.
Upplýst er eisini, at NCC
eisini hevur tosað um eina
kostnaðarmeting á einum
seinni fundi við vinnu-
nevndina.
Míni tíðindi eru sostatt
fyri egnu rokning mína og
reiðiliga tað, meðan eg
sjálvandi ikki fái heft fyri
onnur avlagaði tíðindi, sum
frammi hava verið.
Sjálvandi er munur á
einari byggi- ella verkætlan
og einari kostnaðarmeting.
Tað hava vit so mong dømi
um frá landsverkfrøðingin-
um millum ár og dag.
NCC stendur harafturat
fast við, at kostnaðarmet-
ingin var gjørd við føstum
kostnaði, og sostatt ikki við
einari fjaldari dagsskrá um,
at byggiharrin skuldi heftað
fyri møuligu vansum inni í
fjallinum.
Treytir av hesum slag
verða sjálvandi bygdar inn í
ein sátmála, uttan mun til,
hvør ið fær arbeiðið annars.
Samfelagsbúskaparliga
hanga ætlanirnar væl sam-
an, um vit fáa undirtøku
fyri at sleppa ætlanini hjá
landsstýrismanninum. Tá
spara vit heilar 43 mió. kr. í
fyrsta umfari, og vit nærk-
ast greiðum reglum fyri, at
tílík stór arbeiði gerast
meira nøktandi fyri skatt-
gjaldaran, tá tey verða boð-
in út.
Ætlanin var at játta 65
mió. kr. til samferðsluhavn-
ina yvir 2 ár, og 35 mió. kr.
til tunnilin yvir 2 ár, ella
tilsamans 100 mió. kr.
Samferðsluhavnin kostar
50 mió. kr. við tunnilsgróti,
og gjøgnumboring av tunl-
inum kostar eisini 50 mió.
kr., ella 100 mió. kr. til-
samans.
Liðugtgerð
av
tunnli
kunnu vit so taka í øðrum
umfari.
Umráðandi er tí at tengja
hesar ætlanir saman, og
ábyrgdarleyst er bæði bú-
skaparliga og verkliga ikki
at gera tað.
Øravíkar Hov bergholið
forðar ikki fyri, at farast
kann undir tann partin av
samferðsluhavnini,
ið
hevur mestan skund, so at
skipið kann leggja at.
Um løgtingið sigur, at
grótið til samferðsluhavn-
ina í mest møguligan mun
verður tikið úr Øravíkar
Hov bergholinum, forðar
einki fyri, at annað tilfar
kann takast aðrastaðni.
Gróti hava vit nokk av.
Fyri egnu rokning
ALV byrjar enn eitt nýtt
virksemi, sum kallast
"Avlamisarbeiði"
TÍÐINDASKRIV
Hesaferð er talan um at
geva arbeiðstarnaðum
møguleika at møta øðr-
um, fyri at fá ein meira
innihaldsríkan
og
stimbrandi gerandisdag.
"Avlamisarbeiði" er
ætlað avlamisfólkum í
vinnuførum aldri, ið
hava
fingið
tillutað
hálva ella fulla pensión.
Tað, vit hava at bjóða,
er eitt nú ítriv og sam-
veru, so sum handaligt
arbeiði, spøl og líkn-
andi.
Í fyrstu atløgu er talan
um at hava virksemið 2
ferðir um vikuna, mill-
um kl. 17.00 og 21.00.
Vit vænta at byrja í mai
2003.
Virksemið verður í
okkara nýggju snotuligu
hølum í Smiðjugerði 6
kj., Tórshavn. (við síð-
una av Bilfríðkan)
Áhugað, ið ynskja at
søkja upptøku, kunnu
venda sær til skrivstov-
una á tlf. 35 00 70, fyri
at hoyra nærri og fáa
umsóknarblað.
TÍÐINDASKRIV
Ert tú konufólk og hevur
áhuga í at menna teg
persónliga,
er
hetta
skeiðið
kanska
júst
nakað fyri teg. Skeiðið,
sum er fyri kvinnur í øll-
um aldursbólkum, verð-
ur hildið í Havn í døgun-
um 31.mai og 1. juni í ár
Ein ferð byrjar altíð
við fyrsta fótafetinum,
sigur skeiðleiðarin, sum
seinastu
fimm
árini
hevur hildið serstakt
skeið fyri kvinnur. Ein
orsøk til at hetta er
kvinnuskeið burturav,
kemst av, at kvinnur
kenna seg tryggari og
kunnu betur tosa um síni
viðurskifti sínamillum,
tá ið tær eru í bólki fyri
seg.
Soleiðis sigur Anette
Sundby,
skeiðleiðari.
Hon er útbúgvin fólka-
skúlalærari, men hevur
seinastu 14 árini skipað
fyri skeiðum, har hon
m.a.
lærir
kvinnur,
hvussu tær kunnu menn-
ast og soleiðis økja
sjálvsvirðið.
Nógvar kvinnur koma
á hesi skeið, tí at tær
hava hug at læra okkurt
nýtt, ella tí tær standa á
einum vegamóti í lívin-
um, har teimum tørvar at
læra meiri um sínar
persónligu eginleikar,
sigur Anette Sundby.
Orsøkin til at hon
hevur ment hesi serligu
kvinnuskeið, er, at hon
hevur sjálv verið fyri
stórum mótburði. Tað
hevur gjørt, at hon ofta
hevur ivast í sínum egna
kvinnuvirði.
Fyri
at
vinna á ivanum hevur
hon stríðst fyri at endur-
skapa kensluna av síni
styrki sum kvinna. Hes-
um royndum vil Anette
Sundby m.a. greiða sín-
um medsystrum frá.
Skeiðið er fyri kvinn-
ur í øllum aldursbólk-
um. Ert tú áhugað í at
læra nakað nýtt, sum
kann menna teg í ar-
beiðs- og persónliga
lívinum, er hetta skeiðið
kanska ein møguleiki.
Skeiðið er ikki nakar
"undurkurur", men held-
ur ein byrjan á einari
ferð, har tú fært hugskot
og íblástur, sum tú
kanska droymir um, til
m.a. at skapa broytingar
í
lívsgrundarlagnum,
men ikki veitst, hvussu
skal fremjast.
Á skeiðinum verður
høvi at gera sær tankar
um lívið, at hugsa seg
gjølla um og at arbeiða
fram ímóti at seta sær
onnur stevnumið.
Skeiðið
verður
í
Slættanesgøtu 5, leygar-
dagin 31.mai og sunnu-
dagin 1.juni báðar dagar
kl. 9 – 17.
Luttakaratalið er av-
markað til í mesta lagi
18 luttakarar. Kostnað-
urin er 1850 krónur,
íroknað er skeiðtilfar,
kaffi/te, køkur og frukt
eisini fáa luttakarnir ein
serliga "gávu".
Áhugaðar kunnu fáa
nærri upplýsingar um
kvinnuskeiðið við at
venda sær til Sigrún
Mohr, telf. 315298, ella
til Anette Sundby,
tlf. 0045 45424650,
telduadr:
email@anettesundby.dk
Eisini ber til at fara inn
á heimasíðuna
www.anettesundby.d
Finnleif Guttesen
Ferðaætlanin sum kemur í
gildi 1. mai vísir greitt,
hvussu væl ella illa ting-
menn arbeiða fyri síni val-
dømi
Suðuroyarleiðin hevur 14
túrar um vikuna, meðan
Leirvíksleiðin hevur um-
leið 140 túrar um vikuna og
tvey skip sum ger, at títt-
leikin er sum hann er.
Ferðaætlanin til Suðuroy
hevur haft 3 gerandisdagar,
sum hava verið til gagns
fyri suðuroyingar, men er
hetta nú minkað við 33,3
prosentum ella til 2 ger-
andisdagar um vikuna við
nýggju ferðaætlanini.
Orsøkin til hesa beista-
gerð skal verða, at hetta
hevur eina sparing við sær
uppá 4-500.000 krónur.
Men eftir mínari meting er
hetta bert gjørt tí Norð-
oyatingmenn við løgmanni
á odda hava kravt, at
Dúgvan skal sigla og kostar
hetta SL 1,8 mió krónur
eyka.
Við at skerja møguleik-
arnar hjá suðuroyingum við
hesari broyting, kemur SL
bert at mangla 1,3 mió
krónur til at hava Dúgvuna
siglandi.
Frágreiðingin,
sum
landsstýrismaðurin
kom
við á tingfundinum 30.
apríl 2003 um at Smyril
skal umvælast og at nógvur
farmur var hósdag er einki
annað enn uttanumtos.
Ein kann ikki siga ann-
að enn, at suðuroyingar
eru óluksáliga tolnir tí teir
finna seg í øllum.
Skeið í sjálvsmenning
Suðuroyarleiðin og Leirvíksleiðin
VIÐMERKINGAR
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Í besta einaræðisstíli varð
fundur hildin í mentunar-
nevndini hjá løgtinginum
hósmorgunin
24.
apríl
2003, kl. 8:15.
Tvey mál vóru á skránni:
1. Uppskot til løgtingslóg
um at byggja miðnáms-
skúla í Vági
2. Uppskot til løgtingslóg
um veiting til yrkisútbúgv-
ingarskúla í Havn
Sum fastur táttur hevur
verið til allar fundir í
mentunarnevndini ta sein-
astu tíðin, so stóð Tekniski
Skúlin í Havn aftur henda
morgunin niðast á skránni.
Hesa framferð kundi eg
ikki góðtaka og fekk ført í
gerðabókina, at eg mót-
mælti, at eitt yngri mál varð
sett á skrá frammum eitt
eldri.
Høgni Hoydal við fylgi
kom á fundin og greiddu
frá báðum málunum.
Tað tók ein tíma at av-
greiða skúlan í Vági, sum
kostar 55 mió. krónur. Álit
er skrivað og latið løgting-
inum.
Verri er við álitinum
viðvíkjandi Tekniska Skúla
í Havn. Nú álit skuldi
skrivast, hendi tað enn
einaferð, at samgongan var
ikki sinnað at avgreiða
málið. Formaðurin hevur
síðani upplýst fyri Útvarp-
inum, at málið er enn til
viðgerðar í nevndini, og er
ikki klárt at avgreiða.
Formaðurin hevur nú
havt málið í mentunar-
nevndini síðan 6. mars. Nú
skriva vit 29. apríl, og
málið er framvegis ikki av-
greitt. Tingið fer heim 2.
mai, og tá fellur málið burt-
ur, um tað ikki er endaliga
avgreitt.
Hesa framferð hjá sam-
gonguni um Tekniska Skúla
í Havn, vil eg átala harð-
liga. Álit er skrivað, og
málið er klárt at leggja fyri
tingið til 2. viðgerð, um
vilji er til tað.
Hesin arbeiðsháttur, sum
sitandi samgonga við Tjóð-
veldisflokkinum á odda
stendur fyri, er ein grov
vanvirðing av Føroya Løg-
tingi og teimum, sum varða
av skúlunum.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur ongan skúlapolitik, og
uttan nakað mál og mið er
rossahandil um skúlar nú
gjørdur í samgonguni í
besta 80-ára stíli.
Jógvan Arge vísti í grein í
Dimmalætting týsdagin á,
at tað kann fáa ivasamar
fylgjur fyri borgararnar, tá
býráðspolitikkur í Havn
verður drigin upp í løg-
tingspolitik. Men hetta
málið er júst eitt dømi um,
hvørjar fylgjur tað fær fyri
borgararnar, tá ein politik-
ari sigur eitt í býráðnum og
annað í løgtinginum.
Tað kundi verið áhuga-
vert at fingið eina frágreið-
ing um, hví Jógvan Arge er
so grammur eftir at flyta
lærlingaútbúgvingar út úr
Havnini? Kanska hann sum
býráðslimur og løgtings-
limur fyri Suðurstreym
kann greiða skúlaverkinum
og øllum teimum lærling-
um, sum ganga í Tekniska
Skúla í dag, frá síni genialu
ætlan? Hetta er ein loysn,
sum Tjóðveldisflokkurin er
komin við, vísandi til 3.
petti í uppskotinum um
skúlabyggingarætlan dag-
fest 16. apríl 2003, sum er
undirskrivað av Høgna
Hoydal.
Tjóðveldisflokkurin, sum
hevur 3 tingmenn í Suður-
streym, er heitasti talsmað-
ur fyri at flyta læringaút-
búgvingarnar út úr hesum
valdøminum.
Vónandi
hugsar veljarin seg væl um
til næsta val. Hetta er
flokkurin, sum vil avtofta
yrkisskúlarnar í Havn.
Tjóðveldisflokkurin vil flyta lærlinga-
útbúgving úr Havnini
Samgongan og Jógvan Arge í trongum skóm
TÍÐINDASKRIV
Árliga
kórstevnuhaldið,
sum í ár hevur 36 ár á baki,
hevur verið heldur óreglu-
ligt í seinastum. Ein megin-
trupulleiki hevur verið at
semjast um rætta vikuskift-
ið til hetta felags kórtiltak;
men í samráð við kórini í
Havn varð sum fyrr fráboð-
að avgjørt at hava stevnuna
í ár í dýrabiðidags viku-
skiftinum t.e. um tvær vik-
ur.
Musikalskur stevnuleið-
ari verður tónlistamaðurin
Mogens Dahl, sum telist
millum teir mætu í Dan-
mark í dag, og sum før-
oyskir kórleiðarar og kór-
sangarar í Havn kenna væl
frá regluligum skeiðvirk-
semi yvir tvey ár herfyri.
Á skránni hevur Mogens
úrvaldar norðurlendskar og
europeiskar kórperlur.
Umframt sangarar í lima-
kórunum eru "kórleysir"
sangarar eisini vælkomnir
at verða við.
Stevnuskráin
verður
tann, at sangarar møta á
Eysturskúlanum til ein
nátturðabita hóskvøldið 15.
mai kl. 18.00, stevnan verð-
ur sett kl. 19.30, og síðan
verður felagsvenjing fram
til kl. 22.00
Fríggjadagin
verður
felagsvenjing fyrrapart og
seinnapart, og um kvøldið
hava einstøku kórini høvi at
frambera egna skrá á fyrru
kórstevnukonsertini, sum
byrjar kl. 20.00.
Leygarmorgunin møtast
sangarar aftur til felags kór-
sang, seinnapartin verður
aðalroynd, og kl. 17.00
verður so seinna kórstevnu-
konsertin, har høvi verður
at hoyra tað, sum felags-
kórið hevur fingið á skaft-
ið, og ivaleyst eisini onkur
av einstøku kórunum, alt
eftir hvussu long felags-
skráin verður, og hvussu
mong kór, ið ynskja egna
framførslu.
Kostnaðurin fyri luttøku,
allar máltíðir og veitslu
eftir konsertina leygardagin
er 500 kr. Tey, sum ikki
taka lut í sjálvari stevnuni,
men eru við í einstøkum
kóri og ynskja at verða við
á veitsluni, rinda 250 kr.
Peningurin er at flyta inn
á konto nr. 9181-138 970 1
(Føroya Sarikassi).
Tilmeldingingarfreistin
er næsta fríggjadag 9. mai,
og boðað verður frá til
Doru Samuelsen, tlf. 31 48
50,
Ellu Reinert, tlf. 31 37 22
el. 257905 ella
Herluf Lützen, tlf. 31 15 14
el. 22 76 80
Kórstevnan 2003 á Eysturskúlanum í Havn 15.- 17. mai.
C
M
Y
K
11
10