Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á á EO Er Tidindabladid ET Nr. 242 — 18. DESEMBER 1992 Sida 13 Røkkur ikki Kortini Bygdarráðið á Skála samtykti mikukvøldid at hækka skattapro- sentið úr 17 upp í 19,5, men útreiðslurnar verða kortini hægri enn inntókurnar hjá hesi kommununi, ið skyldar fýrar ferðir álíkning- ina Ein tann seinasta stóra avgerdin, Eyðbjórg Thor- leifsson, hevði at taka, áðrenn hon á nýggjárinum leggur frá sær sum for- kvinna í bygdarráðnum á Skála, var at hækka skatta- prosentið í kommununi. Mikukvøldid samtykti bygdarráðið at hækka pro- sentið úr 17 upp í 19,5. Kirkjuskatturin er tá írokn- aður. Harvið verður skatta- prosentið tað sama sum hjá grannakommunum. Harvið kann bygdarráðið seta væntaðu skattainntøk- una hjá kommununi til níggju milliónir. Í ár verður inntøkan ikki meira enn slakar átta milliónir. I grundini hevur kommunan í ár tó bara 7,5 mió, tí eftir- rokningin frá landinum er hálv mió. krónur. Men tað er neyvan nóg mikið at hækka skattapro- sentið so nógv fyri at fáa javnvág, sigur Eydbjørg Thorleifsson. 27 ár fram Tað veldst tó nakað um, hvussu verður við ítróttar- høllini, ið lýst varð á tvings- ilssølu, ti kommunan hevur ikki havt ráð at goldið av- drøgini. Eitt lán hevur ein peningastovnur játtað at niðurfryst. Tað er vónleyst hjá kommununi at gjalda høllina, ið kostar 1,8 mió. krónur um árið. Tað fer hon at kosta tey næstu 27 árini, tí lánið, ið varð tikið til høllina í 1984, er yvir 35 ár til 14,25% rentu. Sjálvt um ikki so heilt nógv fólk í kommuni eru skrásett arbeiðsleys saman- borið við aðrar kommunur, er inntøkan minkað nógv. Tá best stóð til, var skatta- inntgkan omanfyri millión- ina um mánaðin. Tá var tá, at allir menn, sum orkaðu, arbeiddu, til teir vóru uppi í 70-årunum.Einaferd i summar var månadarliga inntøkan hjå kommununi 700.000 krónur, men nú er hon minni aftur, sigur Eydbjørg Thorleifsson. 1. januar steðgar dagrøkt- in á Skála. Eyðbjórg Thor- leiffson sigur, at tað var við ringum tannabiti, tann av- gerðin var tíkin. Eingin vildi heldur enn hon, atkommun- an varðveitti dagrøktina, men tað eru bara eingir pengar. Hon ivast stórliga i, at nýggja bygdarráðið fer at broyta avgerðina, tí eingir møguleikar eru. Alt fer útaftur Tað kann ljóða av nógvum, at inntøkan hjá kommununi verður niggju milliónir krónur. - Men kommunan fær bara ein part av pengunum, tí alt skal út aftur, sigur Eydbjørg Thorleifsson. Kommunan skal rinda til lógásetta skúlan, úl vegir, ellisheim, tannrgkt hjá skúlabórnum, til IRF, til skúlabarnakoyring 0.2. Higartil hava kommunur- nar fingið helvtina av út- reiðslununum til koyring- ina av skúlanæmingum end- urgoldna frá landinum, men nú fer endurgjaldið niður í einki. Tann upphæddin hjá Skála kommunu var 75.000 krónur um árið. Børnini í Skálabotni verða koyrd út á Skála, og næmingarnir, sum ganga í framhaldsdeildini, skulu út á Strendur. Kommunan rindar um- leið 300.000 krónur um árið fyri at hava næmingarnar í framhaldseildini á Strond- um. - Sentralt verða alla tíðina gjørdar broytingar, og minni og minni hava kommunurnar at ráða yvir. Kommunala sjálvstýri er ikki til í dag. Kommunurnar eru illa fyri. Vit hava havt eitt Eyðbjórg Thorleifsson heldur, at tá hon nú hevur sitið átta ár sum forkvinna í bygdarráðnum, kann hon við góðari samvitsku leggja frá sær. Hon stillaði ikki upp aftur kommunalt eftirlit, ið ikki virkar eftir ætlan. Øll lán, sum kommunumar hava tikið, eru góðkend av eftir- litinum. Eg skilji ikki, hvat hasin stovnurin hevur verið til, sigur Eydbjørg Thor- leifsson, sum nú leggur frá sær sum bygdarráðsfor- kvinna eftir átta ár í starvi- num. randi Vitjunartænastan . aftur til verka Vitjunartænastan, sum varð stovnað fyri tveimum árum síðani, hevur nú gjørt eina roynd at samskipa arbeiðið, sum ymsa staðni kring oyggjarnar, ikki hevur virk- að so væl sum ætlað. Herfyri hittust umboð fyri Vitjunartænastuna í Kollafirði. Endamálið við fundinum var at fáa greiðu á, um vitjunarvinirnir enn hava áhuga fyri hesum ar- beiði, eins og at fáa hesa tænastu endurstovnaða, har hon er dottin niðurfyri. Tað er Landsfelagið hjá pensionistunum og Reyði Krossur í felag, sum skulu standa fyri arbeiðinum. Á fundinum var samtykt, at umboðini, sum vóru úr Havn, Gøtu, Hvalvík, Klaksvik, Strondum, Sør- vågi og Vetsmanna, skuldu fara heima aftur at kanna um fólk eru áhugað fyri at gerast vitjunarvinir. Jóhanna Johannesen í Vestmanna skal samskipa arbeiðið, og tí kunnu øll, sum vilja arbeiða sum vitju- narvinir ella hava brúk fyri at fáa vitjan, ringja til henn- Savnsmynd ara å telf. 24205. Jóhanna Johannesen byt- ir síðani uppgåvurnar út til ymsu umboðini kring land- ið, sum eru tøk til hesa tæn- astu. Í januar mánaða verður fundur aftur, har Vitjunar- tænastan og Reyða Kross felagsskapurin fara at tosa um, hvussu framtíðarvirk- semið skal skipast. Orsøkin til at Reyði Krossur er vid, er tann, at hesin felagsskapur sam- skipar slíkt arbeiði i granna- londum okkara. Dagny | Ar NÅ JÓLUM — Á bi D <> Jól i Barnablaðnum Hetta er seinasta blaðið í ár, og sum vituligt er, so er innihaldið jólaspgur og slíkt, sum hevur við kom- andi hátíðina at gera. Barnablaðið er ætlað skúlabórnum í øllum ald- ursbólkum, og er væl býtt upp í tilfari, at øll kunnu lesa um júst tað, sum hevur áhuga fyri hvønn aldurs- bólk sær Tað er eisini áhugavedur lesnaður fyri tilkomin fólk. Skúlablaðið fæst í bóka- sølunum og kostar 10 krón- ur. Dagny Vegna syrgiligu tyrluvanlukkuna, ið rakti starvsfelagar, hava vit gjørt av at utseta brudleyp okkara inntil nærri verður kunngjørt. Lydia og Ragnar Vit hava fingið eina á- heitan frá postkontórin- um á Tvøroyri, ið snýr seg um, at ein kvinna við navn Karolina Jo- hannesen er eftirlyst. Tad er møguligt at hon byr i Føroyum, men ongin veit við vissu, hvar hon er. Hon gekk á háskúla í Noregi í árun- um 1938/39. Skúlin eit- ur Núnedal og liggur í Rollag. Skúlin vil fegin hava bústa hennara, og so nógvar upplýsingar um Karolinu sum gjørligt. Onki stendur í bræv- inum um orsøkina til hví hon er eftirlýst, men ein kann gita sær til ymsar orsgkir. Kanska Eftirlýsing gamli flokkur hennara ætlar at savnast og har- við vera saman í ein dag ella so, at tosa og stutt- leika sæ saman. Ella kanska skúlin hevur okkurt áhugavert at siga henni. Hvør veit? Í brævinum stendur, at Karolina er eini 70-75 ára gomul. Um nakar veitum ella kennir Karolinu, hvar hon býr ella um hon yvirhøvur er á lívi enn, so ber til at senda møgu- ligar puplýsingar til: Rollag postkontor, 3626 Rollag, Norge, ella til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn. Daniella