Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ERE ED Tíðindablaðið ESF Vit gleða okkum at koma aftur -siga norðmenn, sum í summar vitjaðu á Argjum í stuttleikabáti sínum "Maken til gjestfrihet! Joda, vi nordmenn har virkelig noe á lære her!" Jú sanniliga var mann- ingin á Sonnu, sum 42 fóta stóri norski stuttleikabátur- in eitur, væl nøgd við vitjanina í Føroyum i summar. Tey eru heldur ikki bangin fyri at siga frá sínum upplivingum í Før- oyum, ti tey gera nógv burtur úr vitjanini í einum lokalblaði í Stavanger, haðani fyrstu reglurnar eru endurgivnar. Í greinini greiða tey frá måttøkuni í bátahylinum á Argjum, og hvussu Mortan á Geil, havnaumsjónar- maður á Argjum, borð- reiddi fyri teimum. Norsku gestirnir dvøldu her í fjúrtan dagar, har ótrúliga blíð fólk vóru um tey, sum tey taka til. Tað, sum norsku gestirnir tykj- ast at minnast best, er føroyski maturin. Tvøst og spik, skerpikjøt, turrur fiskur og annad gott. Grindadråp Tey vóru eisini so mikið heppin, at tey upplivdu eitt grindadráp. Um hetta siga tey, at grindadráp er avgjørt ikki undirhald fyri blóðtystar føroyingar, men hevur nógv at siga i húsarhaldinum. -Figgjarlig trongstøda er eisini í Føroyum, men gestablídni og mótið hava føroyingar ikki mist, skriva tey í norska blað- num. Argja Marina Mortan å Geil å Argjum hevur einki ímóti at vera blíður við fremmanda- fólkið, sum har kemur. Hann vil enntá hava enn fleiri gestir. Millum annað tey, sum koma higar til landið í stuttleikabátum, og tí hevur hann, saman við fleiri stovnað Argja Marina Klub, sum skal taka ímóti tílíkum vitjan- um. Klubburin hevur nú skipað seg við nevnd. Mortan er formaður og Asbjørn Sivertsen er næstformadur. Skrivari og kassameistari er Martin Justinussen, og Knút Nols- øe og Bjørn å Heygum eru nevndarlimir. Mortan å Geil sigur, at øll, ið hava áhuga, kunnu vera limir í Argja Marina Klubba,- um tey eiga bát ella ikki. Limagjaldið er E i 4 120 krónur um árið. Tey, sum hava hug at tekna seg sum lim, kunnu ringja til ein av nevndarlimunum. Onkur fyritøka hevur longu sagt seg vilja studla tiltakinum, og ta& eru eisini aðrar vælkomnar til, sigur Mortan. Fleiri ferðafólk Formaðurin sigur, at Argja Marina Klubbi stendur opin fyri gll, og fer klubburin eisini at fyriskipað ferðir við størri sum minni fórum. Tílík tiltøk verða gjørd í samráð við ferðamannavinnuna, og roknar Mortan við, at hetta kann gera sítt til, at Mortan á Geil er formaður í Argja Marina Klub. Mynd: Kalmar fleiri ferðafólk koma higar, nú vit hava meira at bjóða fremmandafólkinum. Mortan á Geil leggur dent á, at sambandið millum stuttleikasiglarar er gott, so hann roknar við, at skjótt fer at frættast millum hesi um nýggju tænastuna á Argjum. Mortan vil fegin takka teimum gllum, sum hava hjálpt til at fáa felag- ið í lag, og ynskir annars øllum góð jól og gott ferðamannanýggjár. tór.- Nr. 243 — 19. DESEMBER 1992 Ikki longur pengar fyri at bíða Landsstýris- og løgtings- menn skulu nú hava eftirløn heldur enn bíðipenger Landsstýrið hevur skotið upp, at teir nógv umtalaðu bíðipengarnir til landsstýris- og løgtingsmenn, skulu fella burtur. Teir skulu ístaðin hava eftirløn á nakað sama hátt sum tænastumenn landsins, og rætt til samsýning í styttri tíðartskeið, eftir at teir eru farnir úr starvi. Ætlanin er, at broytingin skal virka longu nú frá 1. januar næsta ár. tor.- Lækka peningastovnarnir rentuna, verður rentuskattaprosentið eisini lækkað. Mynd: Kalmar hava fult tamarhald á. So sum vrakið sær út. — Tað kann tað saktans, kavaæl, skalt tú hava eitt har hevði einki gjørst kort- Kann tað grova kavaælið og tann møguleikin er nær- sindur av tid til at broyta = ini. Tyrlan er sum sagt farin hava havt nakra ávirkan á, liggjandi í hesum førinum. - hæddog annað, soikkikann DE æ Fl S k attu Fr í sjógvin við nógvari ferð, attyrlan er dottin niður? Tá tú rennir teg í eitt grovt útilokast, atkavaælið hevur 74 2 % darva so mikið, ateinki hev- if ur verid at gjørt. Men tad ; tori eg tó ikki at siga nakað av fB ntu konkret um enn, tí vit hava sum er stórt sæð púra ongar kanningar ella upplýsingar at byggja á í løtuni, sigur Poul Scheuer-Larsen. — Og eg vænti, at hetta kanningar- arbeiðið verður so mikið drúgt, at ein fullfíggjað frá- greiðing í hvussu er ikki kann hugsast at fyriliggja fyrr enn um eina triggjar mánaðir. Men tað kann eis- ini ganga uppaftur longri tíð enn tað, áðrenn vit eru greiðir yvir, hvat er hent, sum hevur virkað til van- lukkuna. hj. MEIRA Á BAKSÍÐUNI Uppskot landsstýrisins at hækka rentuskattin er sett fram við ti fyrivarni, at rentustødid verður óbroytt. Landsstýrið hevur skotið upp, at rentu- skattaprosentið verður sett til 18. Hetta er ein mun- andi hækking. Í viðmerkingunum til upskotið sigur landsstýrið, at í løtuni eru samráðingar við peningastovnarnar um rentustødid. Um hesar samráðingar enda við, at lánirentan verður lækkað og skattafráðráturin harvið minkar, kann rentuskattaprosentið lækkast og broytast, áðren uppskotið verður endaliga sam- tykt. Nær hetta verður greitt er enn óvist, og landsstýrið heldur ikki, at greiða fæst á tí, fyrr enn í byrjanini av nýggja árinum. tór.- Síða 5