Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 243 — 19. DESEMBER 1992 Síðag | Beinir liggur á Bacalao og leggur tey 600 tonsini upp Mannbjørn í Grund, skipari á Beini: — Vit fegnast um tey 6000 tons- ini sum fóroyingar fingu afturat í Barentshavinum, hvørt tonsi í saltfiski kostar 30.000 krónur, so hetta er nakað í munar, sigur hann. Beinir, fyrrverandi Skála- fjall, liggur á Havnini og leggur veiðuna upp. Teir vóru tveir og ein hálvan mánað í Barentshavinum og komu heim aftur við fullum skipi, 600 tons. Beinir hevur verið í vinnu síðan 23. februar og árið hevur vignast væl. --Báturin ber seg í ár sum er, men tað valdast eisini hvørjar íløgur verða gjørdar í hann. Fyri at fáa skipið heilt "up to date" er neyðugt við ngkrum ný- fløgum, eitt nú á verk- smiðjuni. Og tá vit í vár aftur fara í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski, er neyðugt at keypa nýtt trol og trolútgerð fyri slakar 1,5 milliónir krón-- ur, sigur Mannbjørn i Grund, skipari. Hann er sølfirdbingur, men býr í Gøtu. --Seinasti túrurin eystan- fyri gekk gott, vit fiskaðu bara av russiskari kvotu og vit royndu í russiskum sjógvi og á gráu leiðini. Kvotan var uppfiskað tá vit fóru at sigla heim, vit hava 600 tons, kanska vit høvdu fingið stúgvað eini SO tons í hann afturat, sígur Mannbjørn í Grund. Lítið heima Manningin á Beini er lítið heima. Mannbjørn hevur verið skipari síðan fyrsta túrin og tað hava eisini fleiri av manningini. --Tað stendur so illa til í landinum, at vit sum hava møguleikan fyri at vera í vinnu, vit mugu hanga í. Og manningin trívist. Eg varð noyddur at koyra fýra manns í feriu, teir koma ikki við komandi túr, hetta var neyðugt fyri at fáa aðrar fýra sum eru í feriu umborð aftur, sigur Mannbjgrn í Grund. Ein av manningini Sosialurin tosaði við hevði verið 14 dagar heima síð- an flaggdagin 25 apríl. Mannbjørn er stak væl nøgdur við Beinir sum skip, men sum sagt onkrar nýmótansgerðir skulu ger- ast. --Vit ætla at sigla 28. de- sember eystur í Barents- havið og tá vit koma heim aftur fara vit í Irmingar- havið, sigur hann. Kongafiskur --Irmingarhavið er spennandi, har eru ongar avmarkingar eins og í Barentshavinum. Og royndirnar hjá okkum vístu, at tað ber til at royna við vinningi eftir kongafiski. --Fyrsta túrin vóru vit tveir mánaðar burtur og tá seldu vit fyri seks milli- ónir. Næsti túrurin gekk ikki so væl. Vit fingu fisk, 530 tons, men vit skrá- skóru kongafiskin og tað hevur verið ringt at finna marknað til hendan. Vit eru ikki slopnir av við alla lastina enn. Seinasti túr- urin var stuttur, vit vóru burtur í tríggjar vikur fingu 140 tons og hetta var selt fyri tríggjar milliónir krónur. Men marknaður eru fyri kongafiski skorin til flak, sigur Mannbjørn í Grund. Kunnu fiska meir Mannbjørn hevur í mong ár verið stýrimaður og skipari á Enniberg, bæði tí gamla og tí nýggja. Hann er sera royndur í Barents- havinum. Um tit høvdu sloppið at fiska frítt við eitt nú Enni- berg í Barentshavinum og fiskaríið hevdi verið sum í ár, hvussu nógv hevdi eitt tílíkt skip so kunna fiskað? --Enniberg hevði kunna fiskað eini 4000 tons av flaktum fiski og hetta svarar til 9000 tons av ráfiski, tað eri eg vísur í, sigur Mannbjørn í Grund. Vit fingu eina kvotu uppá 14800 tons av ráfiski í Barentshavinum. Teir fýra stóru trolararnir Skálaberg, Sundaberg, Vesturvón og Enniberg eru meinlíkir. Teir høvdu, um teir sluppu at fiska frítt, kunna fiska eini 36.000 tons. --At vit varðveita hesi skip er av alstórum týd- ningi fyri føroyingar. Ikki bert fyri manningarnar og familjurnar. Hesi skip verða ikki bygd aftur í hesum tíðum, missa vit tey, sigur Mannbjørn í Grund. jústinus uppu Ikki inn Tjaldrið stríddist í allan gjár við at fáa Roc Ama- deur til lands Samstundis sum skipini hjá Vaktar á Bjargingar- tænastuni mikudagin arbeiddu á Borðaroyarvík aftaná tyrlunavanlukkuna, komu boð um, at trolarin Roc Amadeur hevði fingið maskinskaða og mátti hava hjálp. Hann var staddur vestanfyri Mykines Tann dagin bar sjálvsagt ikki til at fara út eftir Roc Amadeur, ið mátti bíða til hósdagin Gjáramorgunin eydnaðist Tjaldrinum at fáa skipi undirland, og teir komu suður gjøgnum Djúpini Men vindurin var nógvur, og illa gekk at sleipa Allan seinnapartin lógu teir í Nólsoyarfirði. Í gjár var ikki greitt, hvør skaðin var. Roc Amadeur skal umvælast á Tórshavnar Skipa- smiðju. * randi Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum mintust meg á 75 ára fødingardegi mínum Hallgerð Didriksen Vestmanna 4-mannafar Lítið 4-mannafar, bert 4 ára gamalt og í besta standi, til solu við ella uttan pá- hangara. Prísuppskot kr. 18.000. P.v.á. Æ TOYOTA OLJUSKIFT Ringið og biðið um tíð og latið okkum skifta oljuna meðan tygum njóta ein drekkamunn í okkara hugnaliga bilumhvørvi. Vælkomin! — uttan mun til bilmerki — EÐ TOYOTA ni