leygardagur 19. desember 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 243 — 19. DESEMBER 1992 Sida 13
Til gaman og álvara
Satira á høgum stødi
Óli Petersen: Skemt 92.
Sosialurin, Tórshavn
1992
152 8.
Á permuni er ein óður og
illa farin Palleba til reiðar at
kasta eina bumbu, meðan
konan bendir seg framyvir,
so hon ikki stendur fyri. Tað
er bara tað, at tann illi mað-
urin er leinkjaður til bumb-
una, so hvussu víkir og
vendir, rakar hon altíð hann
sjálvan. Tittulin, >Skemt
92<, er fjúsið, meðan >93<
stendur á bumbuni. Tað,
sum hevur rokið í 92, fer at
bresta í 93.
Men hvørjum er bumban
ætlað? Leggur tú bókina
víðopna, so sæst at Palleba
og konan eru í einum
sirkusringi, og at áskoðar-
arnir eru landsstýrið og
tingmenn frá ymsum flokk-
um. Fjøldin er sum heild
vælhýrd og klappar fólka-
liga, tí hon veit, at bumban
ikki fer at raka nakran uttan
fyri ringin. Einasti rættiliga
illbrýnti áskoðarin er tjóð-
veldisumboðið úr Norður-
oyggjum, men her hevur
teknarin heldur ikki roynt at
pynta um útsjóndina.
Perman lýsir altso stak
væl kenslurnar hjá nógvum
føroyingum, men hvussu
stórur viljin er at senda fólk-
sins umboð til himmals ella
heljar man vera ivingar-
samt. Kommunuval hevur
júst verið, og har kom í
stóran mun tað sama fólkið
inn aftur. Millum áskoð-
ararnar á permuni situr
Jógvan við Keldu og líkist
einum nývaskaðum eingli,
og tað sær ikki mætari út,
enn at hann aftur sleppur at
pynta seg við ketuni hjá
Klaksvíkar býi. Ber tað til,
so ber alt til.
Tekningarnar hjá Óla
a
Petersen eru, tá ið tær verða
lisnar í samanhangi, søgan
um gongdina i Føroyum tað
farna árið. Ein samandråttur
kann gerast vid at hyggja at
fyrst og seinastu myndini.
Tann fyrra visir ein væl-
gøddan sakførara, har
pengaskápið stendur at
spreingjast, meðan fiskur
verður koyrdur á sjógv utt-
an fyri vindeygað. Uppi á
pengaskápinum stendur eitt
modell av trolaranum
Skålafjall og skelvir. Ein
fyriboðan um komandi rist-
ingar?
Á tí seinnu myndini er tað
ikki bílætið sum telur, men
teksturin: >— Vit klára ikki
at fáa búskapin at passa til
fólkatalið, so vit mugu fáa
fólkatalið at passa til bú-
skapin<. Ein óhugnalig nið-
urstøda — serstakliga tá ið
vit hugsa um, at milliónir
eru á ferð um allan heim, og
eingin vil vita av teimum —
men kortini hevur Jógvan
Sundstein fyri einari tíð
síðani nevntakkurát hendan
møguleikan. Trupulleikar-
nir hjå føroyska samfelag-
num skulu loysast vid at
fólk flytur av landinum.
Sami Sundstein kemur
fyri í heilum og oftast sum
tann stóri optimisturin. Tað
er næstan líka mikið,
hvussu ringar vánirnar eru
fyri føroyska búskapinum,
so heldur fíggjarmálaráð-
harrin at tað stendur væl til.
Jógvan
Isaksen
— ummeælir
Lisnar við núverandi vitan
um standin, gerast myndir-
nar óhugnaligar. Verða til
myndir av einum menn-
iskja, sum langt aftan á at
hann hevur gingið seg út av,
noktar at so er. Hann minnir
í so máta um Anders And,
sum í teknifilmum rennur í
leysari luft og ikki dettur,
fyrr enn hann sansar hetta.
Munurin er bara hann, at
fóroyski fíggjarmálaráð-
harrin er blivin hangandi í
leysari luft.
Evnini er annars mangan
tey somu syrgiligu: Sjúkra-
húsverkið, føroyski båturin,
sum skal bera eina trolara-
brúgv og væl tað, Palleba
verður flongdur um aftur og
um aftur, Heygadrangur,
landsstuðul til alt ímillum
himmal og jørð (bókstavi-
liga), vitleysur fíggjarpoli-
tikkuro.m.a. Nakað er eisini
av reinum skemti, men al-
oftast er eisini ein broddur
her onkustaðni.
Stødid á myndunum er
høgt, stak høgt, men sjálv-
sagteru allar ikki líka góðar.
Hendingaferð er soðið í
tynra lagi, men hinvegin
haldi eg, at Oli Petersen ofta
kann javnsetast við teir
frægu í heiminum.
Skal eg velja onkra mynd-
ina burtur úr, so er t.d. hon
um skerjingarnar á Lands-
sjúkrahúsinum (s. 98), har
tey eru noydd at koma við
alskyns tilboðum — t.d. kist-
um úr rekaviði — fyri at fáa
tað at mala runt. Ein onnur
er hon um skúlalæraran,
ið hann frígongur og á
hinari, tá ið hann hevur frí.
Hana mær dámar best —
haldi eg — er ólavsgkutekn-
ingin. A tinghúsvgllinum
berjast prestar ella peika
hvør í sína ætt, meðan ting-
menninir í stríputum fanga-
búna verða leiddir í leinkj-
um úr tinghúsinum, sum
hevur Jolly Roger veittrandi
ástong. Á Parnassinum sæst
Heygadrangur viðeini lagg-
hallari Justitia uppi í mastr-
ini. Men inni í garðinum
fram við Tinghúsvegum
heldur vanligi føroyingurin
ólavsgku við brennivíni og
kærleika. Tekningin ber
annars á brá stílin hjá
Valdemar Dalsgaard.
Við Óla Petersen hava vit
fingið ein satirikara á al-
tjóða stødi, og hava tískil
næstan ikki søgubøkur fyri
neyðini. Vit hava jú skemti-
årbøkurnar!
Jógvan Isaksen
bókmentir
Vit hava fleiri sera góðar,
og bíligar, brúktar bilar
avymsum merkjum laga-
liga til solu.
Bilarnir standa á goymsl-
uni hjá P/F Ivan Jo-
hannesen, Tórshavn, og
kunnu sýnast har. Ynskja
tygum at royna teir, kann
hetta avtalast á tlf. 18903
Vit verða á staðnum leyg-
ardagin tann 19. fráki. 10
til kl. 15.
Ronn v/ Atla Klein Olsen
Teld Postboks 205
110 Tórshavn
Tlf. 18903 - 88903
Fax. 18703