týsdagur 22. desember 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 244 — 22. DESEMBER 1992 Síða5
Kommunuskatturin
må nógv longur upp
Sjey kommunur mugu seta skattaprosentid upp um 25, skulu
inntókur og útreiðslur bara hanga so dånt saman, og tå eru
búskaparfróðingar optimistiskir, skilst
At tað eru kommunur, sum
standa heilt illa í tí, er
einki dulsmál, men nú eru
nýggj tól komin á borið
sum vísa, at skulu ávísar
kommunur hava nakran
livandi møguleika at svara
hvørjum sitt, má skatta-
prosentið nógv longur upp,
enn kommunurnar hava
sett tað ul. Skattaprosentið
má eisini nógv longur upp,
enn landsstýrið á nakran
hátt vil loyva tí.
Hesir nýggju upplýsing-
arnar um figgjarstøduna
hjá kommununum koma
fram í einum svari frá
Jógvani Sundstein, fíggjar-
málaráðharra til ein fyri-
spurning frá løgtings-
manninum Tordi Niclasen.
Jógvan Sundstein sigur
millum annað í svarinum,
at stýðan hjá ávísum
kommunum er sera álvar-
som, og tað lýsir hann við
nøkrum tølum um láni-
skuld, inntøkur, útreiðslur,
fløgur og skattaprosenti.
Av hesum yvirliti sæst, at
biiskaparfrødingar rokna
við, at nógv minni kemur
í kommunukassarnar næsta
ár. Í ár verður roknað við,
at tilsamans koma 522
milliónir inn í kommunu-
skatti. Næsta ár verður ikki
roknað við at fáa meira
enn 470 milliónir inn í
kommunuskatti.
Hækka
skattaprosentið
Út frá teimuym nýggj-
astu tølunum, hava bú-
skaparfrødingar rokna seg
fram til eitt neyðugt skatta-
prosent, sum teir taka til.
Hetta er roknað ógvuliga
optimistiskt, skilst. Sum
grundarlag fyri útrokning-
um eru nærum allar íløgur
settar so nær nullinum sum
gjørligt, og samlaðu láns-
gjøld hjá kommununum
eru roknaði eftir, at øll lán
ganga yvir 15 ár til 11
prosent í rentu.
Við hesum útrokningum
sum grundarlagi má skatta-
prosentið setast upp við
trimum í miðal hjá teimum
50 føroysku kommunun-
um. Sjey kommunur koma
upp um 25 prosent. Ein
teirra heilt upp á 33,5 pro-
sent.
Stór hækking
Sambært hetta neyðuga
skattaprosentið, sum
roknað verður við, verður
dýrt at liva í ávísum
kommunum. Oyndarfjørð-
ur er settur til 33,5 prosent.
Verandi skattaprosent er
18. Leirvík skal úr 18 og
upp í 25,6 prosent, Sandur
úr 18 upp í 28,1 og
Skopun somuleiðis úr 18
Kommunufelagsformað
-urin, Jógvan K.
Mørkøre, hevur áður
gjørt vart við
syndarligu stóðu
kommununar. Her ger
hann vart við seg í
tinginum. Mynd: Kalmar
og upp í 25,1. Skúvoyar
Kommuna átti eftir hesum
at hækka sítt skattaprosent
úr 13 og upp í góð 34
prosent, og Porkeri og
Vágur fara úr 18 og upp í
åvikavist 25,1 og 27,5
prosent.
Tvungið
skattaprosent
Hvat hendir og ikki er
enn ikki greitt, men lítið
hugsandi er, at landsstýrið
loyvir kommunum at seta
skattaprosentið ov høgt.
Hinvegin skilst, at lands-
stýrið ikki vil finna seg í,
at kommunur hava eitt ov
lágt skattaprosent, og at
talan hevur verið um, at
landsstýrið fer at útvega
sær heimild at tvinga
skattaprosentið nakað upp
hjá ávísum kommunum.
Samanlegging kann
vera vandamikil
Fíggjarmálaráðharrin
hevur leingi tosað um
samanlegging av komm-
unum. Tað nevir hann
eisini í svarinum til Tord
Niclasen, men enn er hann
ikki komin langt í hesum
máli.
Hinvegin hava vit skilt,
at verða kommunur við
ymiskari skuld fyri hvønn
íbúgva lagdar saman, kann
tað hava stóran mis-
stemning við sær. Hví
skulu tær kommunur, sum
eru frægast fyri, rinda fyri
tær, sum ikki hava dugað
at húsast við pengum,
verður spurt. Eisini verður
hildið, at er skattaprosentið
sera ymiskt hjá granna-
kommunum er vandi fyri,
at fólk í stóran mun flyta í
bíligaru kommununa.
tór.-
hesir vinningar:
Vinningur nr.
SNOR
|
|
Á Tekniska Skúla í Havn hava hesir tikið prógv sum elektrikarar. Aftast frå vinstru: Deyvafelag Føroya
Regin Bláhamar, Tórshavn, Jón Dam, Argir, Ólavur Fredriksen, Tórshavn, Ólavur Postbox 2001
Jacobsen, Hósvík, Rúni J. Jacobsen, Ernst Joensen og Kári Johansen úr Tórshavn. 165 Argir
Mynd: Kalmar LJ
Drigin eru 18. des. i
»JOLAKALENDARANUM«
Vinnararnir verda bidnir um at senda
vinnaranummarið til
— ella ringið tlf. 44127
BURTURLUTING
3.945
2.122
1.136
3.963
4.587
2.416
1.199
0.163
4 Storno
—tin trygd fyri góðsku!
H..J. Michetsen
Handan á 6, Tórshavn
tif. 1.4414 — fax 1.8045