týsdagur 22. desember 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða6 Nr 244-—22 DESEMBER 1992
Líkið funnið
leygardagin
Eftir tann 45 ára gamla Willy Woldike,
ið druknaði á vatninum á Vatnsnesi
fríggjadagin, sita einkja og fýra børn, ið
nú eru faðir- og forsyrgjaraleys. Hann
heuði bert arbeitt í fáar dagar á alibrúk-
inum, tá vanlukkan kostaði honum lívið
Leygardagin kl. 12.35 varð
líkið av 45 ára gamla Willy
Wøldike funnið á einum av
vøtnunum á Vatnsnesi, har
aling fer fram.
Veðrið var av tí allarring-
asta við regni og nógvum
vindi, tá fýra av monnun-
um, sum starvast á alibrúk-
inum á Vatnsnesi, fyrra-
parun fríggjadagin skuldu
fara út á ein av aliringunum
í sambandi við koppseting.
Teir funnu tó skjótt útav,
at veðrið var ov ringt til, at
nakað veruligt arbeiði
kundi fáast frá hondini, og
tí varð bert farið út til ali-
ringin fyri at tryggja, at alt
var, sum tað skuldi.
Vildu tryggja sær,
at alt var í lagi
Teir vildu í fyrsta umfari
tryggjað sær, at ringarnir
lógu nóg væl í nógva vind-
inum.
Ein endi er spentur av
landi og útáringin, og í ein-
ari jollu við páhangsmotori
royndu teir at hanka seg út
til aliringin.
Nakað eftir miðdag leygar-
dagin endaði leitingin eftir
líkinum á 45 ára gamla
Willy Weldike, ið fyrra-
partin dagin fyri var end-
aður í ísakalda vatninum
saman við tveimum
ødrum, ið arbeiddu á ali-
brúkinum á Vatnsnesi.
Willy Wøldike hevði júst
fingið arbeiði á alibrúk-
inum. Hann var dani, men
hevði búð í Føroyum í
mong ár. Eftir hann sita
einkja og fýra børn, ið nú
eru faðir og forsyrgjara-
leys. Mynd: Rógvi Johansen
Ein av monnunum sat
niðri og helt motorin gang-
andi, hóast teir ikki brúktu
hann júst tá meðan hinir
tríggir stóðu uppi og hildu í
togendanum, meðan teir
royndu at fáa båtin út til ali-
ringin.
Teir våru komnir næstan
út ul aliringin, tá hendan
øgiliga hvirlan kom, ið tók
bátin undan teimum trim-
um, ið stóðu uppi.
Teirkomuat verða skeivu
megin, so allir tríggir, ið
stóðu uppi, endaðu í tí ísa-
kalda vatninum, ið neyvan
var stórt meira enn eitt ella
tvey stig heitt.
Tann fjórði maðurin, ið
eftir var í bátinum, vendi
bátinum og kom aftur til
hinar. Beinanvegin kom ein
teirra innaborða, og so
fingu teir hjálpt tí triðja um
borð eisini.
Veri var við fjórða
manninum, ið hinir beinan-
vegin mistu burtur. Hann
var ikki at síggja.
Tíðindablaðið Sosialurin
skilir, at tann 45 ára gamli
Willy Wøldike eftir øllum
at dóma ikki dugdi nakað
serligt at svimja, og tí ikki
kundi klára at halda sær
uppi í tí kalda vatninum.
Stór leiting varð beinan-
vegin sett í verk, og menn
leitaðu so leingi teir kundu,
meðan enn var ljóst, og varð
bæði leitað við bátum og
við froskmanni.
Men vánaliga veðrið, ið
var fríggjadagin, tarnaði
leitingini rættiliga nógv,
men kortini vóru nógvir
mans á staðnum, ið løgdu
ein stóran innsats í hetta
stóra leitingararbeiðið.
Torført at leita
Leitingin hjá froskmonn-
unum var kortini torfør, ti
vatnið var skitið og mórut,
og sýnið at kalla púrt einki.
Hildið var uppat vit sjálv-
ari leitingini, tátað myrkti,
men kortini varð hildin
vakt, og roynt varð at
hyggja sum frægast alla
náttina, um líkið kanska
skuldi flotna upp.
Ljósaggregat varð eisini
Tíðindablaðið (SM
pr
Hr
Eftir at froskmenn til fánýtis høvdu roynt at leita eftir líkinum av 45 ára gamla Willy
Wøldike, royndu limir úr Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag at dreggja við einari
stórari nót, og tá fingu teir beinanvegin hendur á líkinum.
sett upp fyri at lætta um
leiungina.
Leygarmorgunin = varð
leitingin tíkin uppaftur, og
millum klokkan 11 og 12
leitaðu tíggju froskmenn á
vatninum — triggir teirra
vóru komnir av Olavi Halga
og hinir sjey vóru lokalir
froskemnn úr Suðuroynni.
Eisini var Suðuroyar
Sunnara Bjargingarfelag
vid ileitingini, men ikki bar
til at finna nakað ella síggja
nakað, ið kundi geva eina
nærri ábending um, hvar
líkið kundi vera at finna.
Um miðdagsleitið varð
semja um, at ikki nyttaði at
halda fram við leitingini við
froskmonnum, tí sýnið var
eins og dagin fyri sera vána-
ligt í vatninum.
Tí varð gjørt av at royna at
dreggja við einari stórari
nót, ið varð gjørd til við
tungum søkkum, so hon
kundi vera so effektiv sum
gjørligt.
Tað vóru menn úr Suður-
oyar Sunnara Bjargingar-
felag, ið stóðu fyri hesi
royndini, og eydnaðist tað
at fáa hendur á líkinum í
fyrsta umfari.
Nótin varð kastað úti við
sjálvar ringarnar, og síðani
varð drigið inni á landi.
Sum umstødumar vóru,
så ut til, at 45 åra gamli
Willy Wøldike ikki hevur
havt nakran serligan kjans,
ti hann er helst sokkin at
kalla beinanvegin, og er
síðani vorðin fastur i mór-
uni.
Hann var í oljuklædum, tå
sjálv vanlukkan hendi, og
tað lætti sjálvandi ikki um í
tí ísakalda vatninum.
Mynd: Rógvi Johansen
Heyði júst fingið
arbeiði á alibrúkinum
Sum skilst, var Willy
Wøldike byrjaður at arbeiða
á alibrúkinum stutt undan
vanlukkuni, eftir at hann
hevði verið arbeiðsleysur í
eina tíð.
Ætlanin hjá teimum fýra
var heldur ikki at steðga
leingi úl arbeiðis hendan
dagin, men bert at tryggja
sær, at alt var í lagi, fyri
síðani at sleppa sær til hús.
Soleiðis skuldi tað tó ikki
ganga, og innan fyri bert
tvey samdøgur hevði onnur
syrgiliga arbeiðsvanlukkan
rámað Føroya land.
Eftir Willy Wøldike sita
einkja og fýra børn, ið nú
eru fadir- og forsyrgjara-
leys.
hj.