týsdagur 22. desember 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søstalurin | Nr. 244 — 22. DESEMBER 1992 Sida7
Sunnudagin á flogvøllinum
Hósdagin í seinastu
viku stóð ein lýsing í
blaðnum um Karolinu
Johannesen. Ein norsk
vinkona sóknaðist eftir
henni, tær høvdu gingið
á háskúla saman í
Noregi í 1939. Karolina
býr í Leirvík. Hon
ringdi til Sosialin og
greiddi frá, at hon
kendi norsku konuna
og nú fór hon at seta
seg í samband við hana.
daniella/jústinus
Vaðhorn
undir
hamaran
Línubáturin Vaðhorn
av Eiði klárar ikki
longur at svara hvørjum
sítt og nú hevur
Sjóvinnubankin lagt
bátin. Vaðhorn hevur
verið arbeiðspláss hjá
føroyingum i 16 ár.
Hann var ein av
teimum linubåtunum
sum føroyingar lótu
byggja i Stettin i P6-
landi i sjeytiårunum og
hann hevur roynst væl.
jústinus
Mortan
ætlar at
keypa
Teir sum eru eftir av
seglhúsbátunum verða
kanska verandi í Klaks-
vík. Mortan Olsen hev-
ur ætlanir um at keypa
bátarnir aftur. Vit hava
ikki váttað tíðindini
enn. Sigurfari stóð á
beding í Havn í gjár.
jústinus
Fá skip
Talið av útlendskum
skipum í føroyskum
sjógvi hevur ikki verið
stórt seinasta mánaðin,
millum 3-13. 17 desem-
ber vóru tilmeldaði
tvey fronsk, níggju
russisk, eitt bretskt
havrannsóknarskip og
Beskytteren og Væd-
deren hava seinasta
mánaðin verið umborð
á fýra útlendskum og
sjey føroyskum
skipum. Teir hava ikki
lagt merki til nakad
ólógligt.
jústinus
Tikin við hash | ""“:
Í lummanum
Hashið, eini 3-4 gramm var neyvan roknað til
meir enn nakrar "feitar" á jólum
Tollararnir á flogvgllinum
í Vágum fingu ein lítlan
hashfong sunnudagin.
--Vit kannaðu ferðafólk-
ini og funnu 3-4 gramm
av hash uppi á einum
persóni. Hetta var ein
vanlig kanning og vit
nýttu ikki hund, sigur
Sámal Jákup Jørgensen,
tollari á flogvgllinum.
Tá persónurin var tíkin
var hann latin í hendurnar
á politinum.
—Vit avhoyrdu persónin
og hann viðgekk seg
sekan beinanvegin. Vit
løgdu hals á hashið og
maðurin varð leyslatin.
Nú er tað upp til fútan
hvat víðari skal henda við
málinum, segði
vakthavandi politistur á
flogvgllinum.
Tá talan er um smærri
nøgdir av hashið er van-
liga bert talan um bót, er
talan um stórri, so sleppur
ein neyvan undan at koma
inn at sita.
Hetta er fyrsti hashfong-
ur hjá tollarunum á flog-
vellinum í hesum mánað-
inum. Og tollararnir siga,
at teir kanna eina rúgvu av
fólki. Sunnudagin settu
ikki færri enn fimm ferða-
flogfør seg á flogvøllin. Í
gjár trý.
jústinus
Døpur tíðindi úr Sjóvinnubankanum
10 fólk uppsigast
aftaná nýggjár
—Bankin fær nýggja leiðslu og tey sum arbeiða í
bankanum nú hava onki frætt um uppsagnir,
sigur Edward Heen, deildarstjóri
Sosialurin frættir frá álít-
andi keldum, at hópupp-
sagnir koma aftaná stjóra-
skiftið í Sjóvinnubankan-
um. Nú skal
rationaliserast og 70 fólk
ella størv svarandi til 70
heiltidarstørv skulu
skerast burtur.
Men starvsfólkið í Sjó-
vinnubankanum veit einki
um hetta, hóast lagið er
ikki gott í bankanum.
Vit tosaðu við starvs-
fólkaleiðaran í bankanum,
Joan Stampe.
—Vit hava onki hoyrt um
uppsagnir, men her verður
leiðsluskiftið eftir nýggjár.
Meir hava vit ikki at siga,
segði Joan Stampe.
Leysatíðindi
--Her má være tale om
løse rygter, for vi har ikke
hørt noget konkret om op-
sigelser, sigur Edvard
Heen, deildarleidari i Sj6-
vinnubankanum.
Hann vísir eisini á
stjóraskiftið í Sjóvinnu-
bankanum, sum gll
starvsfólkini bíða við
spenningi eftir. Fjórða
januar tekur Jørgen Astrup
Hansen við sum stjóri eftir
Steingrim Nielsen og í
donska bankaheiminum er
Jørgen kendur sum ein
rættuliga avgjørdur
maður.
--Sjálvsagt merkja vit
støðuna bankin er í, sigur
Edvard Heen.
jústinus
Sev merkir kreppuna
Vit brúka minni streym
Men hóast tað, so hevdi
SEV avlop i fjór uppá
1,1 millión og roknar við
einum avlopi í ár uppá
1,4 millión
SEV merkir eisini krepp-
una og longu í 1990 fór
hendan at ávirka elnýtslu-
na, tá minkaði el-nýtslan
við 2,7 prosentum í mun
til árið fyri.
--Hendan gongdin helt
áfram í 1991 tá elnýtslan
minkaði við 3,9 prosent-
um. Hetta hendi hóast
príshækkingin 1. januar
1991 gav 1,5 prosent í
meirinntgku, stendur í
ársfrágreiðingini hjá SEV.
Termiskt framleidda el-
megin, tað er streymur frá
oljuverkunum minkaði í
1991 við 5,8 prosentum í
mun til árið fyri. Meðal-
prísirnir á olju vóru eisini
lægri í 1991 enn árið fyri.
hetta førdi við sær at
oljuútreiðslurnar vórðu
12,5 prosent lægri enn
árið fyri. Ein orsøk var
eisini at stórri partur av
framleiðsluni kom frá
tungolju..
jústinus
it
(OX
#
TOP
É
Jústinus
Eidesgaard,
blaðmaður
skrivar:
FORSÍÐAN Í FYRSTA blaði okkara hesa vikuna,
týsdagin vísir at skatturin fór við jólagávuni. Fólk
hava fingið ovurhonds nógvan skatt fyrst í desem-
ber. 54 prosent er ikki óvanligt. Almenna frágreið-
ingin er at í staðin fyri at fáa eykarokning komandi
ár verður skatturin drigin nú hjá teimun , sum hava
rindað ovlítið í skatti. Tað eru sjálvsagt tey lægst-
løntu, sum hendan skattabremsan gongur harðast út-
yvir. Hugtakið "takt og tóni" er ikki rættuliga rinið
við tey sum ráða í hesum landi. At pilka seinastu
staparnar av teim lægst løntu í sjálvasta jólamánað-
inum, tað er taktleyst.
OG MIKUDAGIN KUNDU vit greiða okkara
lesarum frá, at sjey fólk innan tað almenna í Føroy-
um vinna yvir 600.000 krónur um árið. Víðari stend-
ur í greinini, at hesi fólk hava fleiri størv. Tað rímar
ikki helt við so stórum arbeiðsloysi, at onkur kann
hava fleiri stórv. Og tað rímar heldur ikki, at ein
kann rgkja fleiri størv til lítar, ein persónur við fleiri
stórvum, ella beinum, er hálvur onkunstaðni og tá
tekur hann í móti løn hann ikki hevur uppiborið og
tá er talan um tjóvarí. Hevur ein samvitsku til hetta,
so er heldur ikki neyðugt við "takt og tóna".
MIKUDAGURIN Í SEINASTU viku var met-
dagur á Sosialinum og tað eru vit ógvuliga stoltir av.
Vit góvu út blað nummar 240 og ongantíð fyrr er eitt
føroyskt blað komið so ofta út. Okkara einasti kon-
kurrentur, Dimmalætting, gevur gott 150 blød út ár-
liga. Vit kunnu eisini nevna hini blødini, Oyggjatíð-
indi kemur kanska uppá 100 blød í ár, tað velst um
hvussu árið spælir av, koma teir út millum jól og
nýggjár ella ikki. Fjúrtandi fer eisini at tátta í 100
útgávur í ár. ; ;
YVIRSKRIFTIRNAR Á FORSÍÐUNUM i
seinnu helvt av seinnu viku vóru daprar.
Felagsheitið var sorgardagar. Tað hendi nógv í
seinastu viku sum fingu okkum at gloyma
búskaparkreppuna eina løtu, at tað verðsliga, so dei-
ligt tað enn kann vera, hevur ógvuliga lítið at siga,
vigað uppí móti sjálvum lívinum. Hópin av
avvarandi sita í dag eftir við sorgini aftaná at hava
mist síni allarkærastu, aftaná syrgiligu tyrlu-
vanlukkuna í Klaksvík og druknivanlukkuna í Hovi.
Tyrlumanningin hevði samband við fjølmiðlarnar og
vit vistu hvørjir hesi menn vóru, djarvir, frískir og
altíð til hjálpar. Vit sýna okkara samkenslu.
I SAMBAND VIÐ tyrluvanlukkuna arbeiddi poli-
tiið endiliga professionelt. Suni Winther, kommiser-
ur sendi út pressuskriv regluliga, sum greiddu frá tí
seinasta. hetta kom væl við, tí telefonin brendi "to-
talt" saman vanlukkudagin. Tað er nóg væl, at Suni
Winther skrivaði hesi pressuskriv, tí hann er savnari
í gerandisdegnum, ein tann kendasti frímerkjasavn-
ari í landinum. tað er móti hansara natúr at geva frá
sær. Gott Suni.
VIT FINGU AFTUR stein omaná byrðu hesa
vikuna, tá boðað varð frá, at bensin og olja rúka í
topp aftaná nýggjár. Her ruggar ikki rætt, tí seinastu
tveir mánaðarnar er BRENT oljan á heimsmarknaði-
num lækkað við 20 prosentum. Hon lá um 22 dollar-
ar pr. tunnu, nú kostar hon 18 dollarar. Oljan á
heimsmarknaðinum lækkar stórliga og okkara fer
upp, hvgr fær vinningin? Eg royndi at uppklárað
hetta í seinastu viku, men forkláringin frá oljufeløg-
unum hava ikki sannført meg enn.
OG SO STAKK Sundstein av til Danmarkar beint
áðrenn fíggjarlógin skuldi leggjast fram. Hann hevur
rætt til eitt privatliv og skuldi vitja abbabørnini. Nú
kann tað tykjast sum um hann verður hongdur út í
fjølmidlunum, er tað so, so er hann sjálvur um tað.
Hann er pressugreðingur av format, tað er hansara
stílur og tað klaga vit journalistar ikki um.