týsdagur 22. desember 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ soslalurin ] Nr. 244 — 22. DESEMBER 1992 Síða 13
Nu skal ætlan
gerast fyri alt
sjukrahusverkid
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, hevur
gjórt avtalu við danska starvsbróður sín við tí
eina
fyri eyga,
at gera
samlaða
menningarætlan fyri øll sjúkrahúsini. Fyrsti
fundurin verður í januar
Fíggjarnevndin hjá løg-
tinginum tekur fult og heilt
undir við ætlanunum hjá
Jóannesi Eidesgaard,
landsstýrismanni um, at nú
skal ein menningarætlan
gerast fyri samlaða før-
oyska sjúkrahúsverkið.
Á fundi í figgjarnevndini
legði landsstýrismaðurin
sínar ætlanir fyri nevndina.
Hann upplýsti, at hann
hevur gjørt avtalu við
danska heilsumálaráðharr-
an um at fáa neyðuga
serkgna hjálp frá donsku
heilsumyndugleikunum.
Fyrsti fundurin verður
longu í byrjanini av januar.
Næstan bert lønir
eftir
Samlaða játtanin til tey
trý føroysku sjúktrahúsini
og tað, vit rinda í samband
við ríkishospitalið, var í
1989 328 milliónir. Hend-
an játtanin er fallin síðani,
til hon nú er sett til 290
milliónir á fíggjarlógini
fyri næsta ár.
Í álitinum til fíggjarlóg-
ina verður millum annað
sagt, at stórar sparingar eru
longu framdar á hesum
øki. Nú eru lønariitreidsl-
Víkarar til
Foroya
Sjómansskúla
Til Føroya Sjómansskúla verður sekt
eftir tveimum vikarum at virka í fyribils
1/2 ár frá 11. januar 1993.
Størvini verða lent sambært tænastu-
mannasåttmålanum í lønarflokki 25.1.
Tad er ein fyrimunur, at umsøkjarar
hava kunnleika
lærugreinunum
Leidslu og samstarvi, Virkisbuskapi og
EDV (Teldufrødi).
Umsóknir skulu vera Landsskulafyri-
sitingini, Falkavegi 6, Postrúm 3279,
100 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
mánadagin 4. januar 1993 kl. 16.00.
Landsskúlafyrisitingin
urnar umleið 80 prosent av
útreiðslunum til føroysku
sjúkrahúsini. Við verandi
bygnaði kunnu sostatt bert
sparingar fara fram, um
lønimar minka,- møguliga
vid fleiri uppsagnum.
Neyðugt við fleiri
tólum
Í álitinum verður tó
eisini sagt, at tekniska
menningin á sjúkrahúsgk-
inum er stór, og skulu vit
fylgja við, er helst neyðugt
við ílógum í nýggj tól.
Eisini má roknast við, at
raksturin av teimum fer at
kosta. Fíggjarnevndin vísir
annars á, at í seinastuni
hevur nógv verið tingast
um sjúkrahúsini uttan at
politisk semja hevur verið
um hetta mál. Nevndin vís-
ir á álit frá ráðleggingar-
nevndini og sunhedsstyrel-
sen, eins og eitt ålit frå
dansk sygehusinstitut, sum
endalig niðurstøðu ongan-
tid er gjørt um.
tór.-
Í
i
Í
Farmakoyring
Eysturoy-Streymoy-Eysturoy
kl. 08.00 Strendur — Tórshavn
kl. 13.00 Tórshavn — Skálafjorður —
Gøtu - Leirvík — Fuglafjorð
”
Tysdag og hósdag:
kl. 08.00 Strendur — Tórshavn
kl. 13.00 Tórshavn — Sundalagið — Skålafjørdur
Vinarligast ringid ordrarnar inn i g6dari tid.
Ordrar innkomnir eftir kl. 11.00, kunnu rokna vid at skula bíða til
dagin eftir.
BE sad rsss
Strendur - Tlf. 87405 og 47349
Tidindaskriv frå UTF og FUT
Sangkappingin 1993
UTF og FUT hava nyliga
skrivað úteina sangkapping
við evninum >Rúsevnis-
trupulleikar, ella lívs-
góðska og lívsvirði uttan
råsevni«.
Orsøkirnar til hetta tiltak
eru nógvar. Tær ymsu
nevndimar í FUT hava ofta
tosað um at skriva út eina
sangkapping, men torført
hevur verið at funnið eitt á-
víst evni ella tema fyri
kappingina. Nú hava UTF
og FUT gjørt av, at skriva út
eina felagssangkapping við
evninum rúsevnistrupul-
leikar ella lívsgóðska uttan
rúsevni. Vit halda tað vera
hóskandi at útskriva hesa
sangkapping, nú tá ið vit
hava fingið eina nýggja rús-
drekkalóg, sum ger tað lætt-
ari at fáa hendur á rús-
drekka, samstundis sum
myndugleikarnir vilja seta í
verk upplýsandi tiltøk fyri
at minka um nýtsluna.
Vit meta at tónleikur og
sangur er nakað, sum hevur
stóra ávirkan á tað yngra
ættarliðið, samstundis sum
ein slík kapping kann verða
við ul at seta í gongd kjak
um rúsevni og rúsevnis-
nýtslu.
Er nakar vandi á ferð?
Arbeiðsloysið er alsamt
vaksandi, serliga millum
tey ungu, og fólk rýma frá
húsi og heimi. Tað so-
nevnda vælferðarsamfelag-
ið syndrast fyri hvønn dag,
ið gongur. Ottin liggur sum
ein tung dýna yvir alt land-
ið. Hvørjum endar tað heila
við? spyr onkur. Tað gong-
ur nokk, sigur ein annar,
ímeðan hesin vælnggdur
ballar seg undir eina heita
dýnu og leggur seg at sova.
Ein stórur partur av okk-
ara ungdómi er við at falla í
fátt. Einki arbeiði og alsamt
minkandi møguleikar fyri at
sleppa á hægri lærustovnar.
Fleiri av foreldrunum verða
skild, pápi drekkur meira og
nú er mama eisini byrjað at
drekka. Lítlibeiggi er vorð-
ini kriminellur, og stóra-
systir... Soleiðis kunnu vit
halda fram at mála alt tað
negativa (ella f....) upp á
veggin.
Spurningurin er soum tað
hjálpir nakað bert at tosaum
alt tað negativa. Skuldu vit
ikki heldur roynt at tosa um
alt tað góða og positiva, ið
vit enn eiga eftir. Hvat við
kærleikanum tl onnur
menniskju og náttúruna.
Hvat við tónleikinum, list-
ini, skaldskapinum, ítrótt-
inum osfr. Hví ikki tosa um
alt tað, vit kunnu gera, uttan
attað skal kosta okkum >tað
hvíta út úr eygunum«.
Verða meira aktiv innan fe-
lagsarbeiði, fara at vitja fa-
miljuna, ommur og abbar,
góðar vinir, spæla við børn-
ini ella fara á seiðaberg. Ja,
hví ikki tað, vit hava jú
fingið betri tíð, ella hvat?
Vit halda at lívið er alt ov
gott og dýrabart at spilla
burtur við rúsevnistrupul-
leikum. Okkum nýtist ikki
at ganga skítfull hvert ein-
asta vikuskifti fyri at hava
tað stuttligt, og síðan ganga
og >puffa< við bankandi
timburmonnum dagin eftir.
Sum onkur segði »Verulig-
ur rúsur kemur innanífrá og
ikki uttanífrá<.
Hetta eru nakrir tankar, ið
vit hava gjørt okkum. Tú
kanst sjálvandi skriva um
fleiri onnur virði ella skriva
um aðrar trupulleikar.
Síðsta freist til at senda
inn uppskot úl sangkapp-
ingina er 1. apríl 1993.
Samlaðu vinningarnir eru
9.000 kr. Nærri reglur
standa í Dimmalætting 17.
des. 92 og í Sosialinum
leygardagin 19. des. 92.