fríggjadagur 2. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 2. mai 2003
15
Stjórin á Fiska-
marknaði Føroya
heldur, at nýggja
skiljimaskina
kann effektivisera
fiskivinnuna heilt
nógv
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
John Nielsen, stjóri á
F i s k a m a r k n a ð i
Føroya, er ein av
teimum,
sum
við
hevur sýnt áhuga fyri
nýggju skiljimaskin-
uni hjá FJM og Marine
Tech.
– Hatta er ein sera
spennandi ætlan, og
verður hon veruleiki,
so kann hon skapa
nógvar
nýggjar
møguleikar
fyri
vinnuna, og hon kann
effektivisera
fram-
leiðsluna nógv, sigur
John Nielsen.
Kunnu spara nógv
fólk
Fiskamarknaður Før-
oya hevur gjørt stóra
íløgu í eina góða
skiljiskipan fyri at
r a t i o n a l i s e r a
virksemið, men um
nýggja tøknin verður
ment til eina lidna
maskinu, so skapar
hon
nýggjar
møguleikar.
– Vit kundu hugsað
okkum eina automati-
serað ílegging av fisk-
inum, men tað krevur,
at vit hava eina mas-
kinu, sum kann skilja
ímillum fiskasløgini.
Tað verður kanska
veruleiki nú, og tí
skapar tað møguleikar
at menna eina automa-
tiska íleggingarskipan,
sigur John Nielsen.
Hetta kann effektivi-
sera
framleiðsluna
munandi, tí helvtin av
fólkinum hjá Fiska-
marknaði Føroya eru
íleggjarar.
– Hendan tøknin
kann eisini brúkast til
nógv annað, um hon
fæst at rigga, og tí
vóni eg, at tað fer at
ganga
væl
við
menningini av henni
framyvir, sigur John
Nielsen.
Fyri fyrstu ferð er ein
maskina gjørd, sum
kann skilja ímillum
fiskasløgini. Tveir
ungir mans hava
staðið fyri arbeiðnum
at gera heilan í
maskinuni
TØKNI
Eyðun Klakstein
Hon kann snakka.
Tað var tann stóra søgan
um nýggju skiljimaskin-
una, sum FJM og Marine
Tech í felag hava gjørt.
Men í grundini er tað
einki.
Tað er lætt at fáa eina
maskinu at tosa.
Tað er nógv verri at fáa
hana at skilja ímillum
fiskasløg.
Tað hava fleiri arbeitt við
í nógv ár, uttan at tað hevur
eydnast.
Ikki fyrr enn nú.
Tveir ungir mans hava
seinastu tríggjar mánaðirn-
ar arbeitt við eini tøkni,
sum fær eina maskinu at
skilja ímillum fiskasløgini.
Á Fish Fair-stevnuni í
Runavík verður hendan
maskinan sýnd fram, og
áhugin fyri henni er sera
stórur – bæði ímillum
føroyingar og útlendingar.
Í ørviti av áhuga
Høgni Fagraberg, sum tek-
ur seinasta partin av lesnað-
inum
í
verkfrøði,
og
Thomas Hansen, sum er
datamatikari, hava úr at
gera, nú fólk í hópatali vilja
hava teir greiða frá, hvussu
nýggja skiljimaskin virkar.
– Í gjár var eg í ørviti,
sum eg skuldi greiða øllum
frá
maskinuni,
sigur
Thomas Hansen.
Teir báðir ungu menninir
funnu í fjør saman og hava
nú felagið Marine Tech,
sum hevur gjørt ymiskar
skipanir til fiskivinnuna.
Til dømis hava teir loyst
onkra uppgáva á Høvda-
virkinum í Leirvík.
Men nú eru øll á gosi um
nýggju tøknina hjá teimum.
– Í grundini var tað rætti-
liga tilvildarligt, at vit
komu í samband við FJM.
Men hetta ljóðaði sum ein
spennandi uppgáva, og vit
tóku av, sigur Páll Fagra-
berg, sum leitaði sær heim
úr Danmark fyri fara undir
nýggju uppgávuna. Síðani
hevur hann valla havt tíð til
nakað annað enn arbeiðið
við maskinuni, sum teir
hava givið navnið IQ3550.
Maskina er sum eitt
barn
Tað nýggja við maskinuni
hjá FJM og Marine Tech er,
at hon kann skilja ímillum
fiskasløgini. Hetta kunnu
skiljimaskinur, sum verða
brúktar í dag, ikki gera, og
tí er talan um eina lítla
kollvelting.
– Maskinan er sum eitt
lítið barn. Hon skal lærast
upp. Í fyrstuni kennir hon
einki fiskaslag, men tess
meira fiskur verður koyrdur
ígjøgnum hana, betri verð-
ur hon til at skilja ímillum
sløgini, greiðir Thomas
Hansen frá.
Tí er nógv arbeiðið við
fyrstu maskinuni fyri at fáa
hana at kenna sløgini, men
tá ið tað arbeiðið er gjørt,
kann tað flytast í allar aðrar
maskinur, sum verða gjør-
dar.
– Vit høvdu 400 fiskar
ígjøgnum í gjár, og hon
gjørdi átta mistøk, so hon
hevur lært nógv seinastu
tíðina. Hetta er ein demo-
útgáva av maskinuni. Tað
er framvegis nógv arbeiðið
eftir at gera, men tað skulu
vit í holt við aftaná hesa
stevnuna.
Stórir møguleikar
Hjá fyritøkuni FJM síggja
teir stórar møguleikar í
maskinuni, tá ið hon eina-
ferð verður klár at selja.
– Áhugin fyri maskinuni
hevur verið sera stórur,
men enn kunnu vit ikki fara
at selja hana. Næstu tíðina
skulu vit brúka til at menna
maskinuna og gera hana
betri, sigur Frithleif Olsen,
stjóri á FJM.
Eingin torir at siga nakað
um, nær lidna maskinan
verður veruleiki.
Teir hava nógvar royndir
í at samantvinna mekan-
isku førleikarnar hjá fyri-
tøkuni við nýggjastu tøkn-
ina. Í dag kann so at siga
eingin maskina gerast, utt-
an at onkur stýriskipan ella
skráseting skal forritast til
maskinuna.
– Í fyrstuni var ætlanin at
gera eina maskinu, sum
kundi skilja ímillum litir,
men tað endaði við, at vit
fóru undir hesa maskinuna,
sigur Frithleif Olsen.
Nógv eftir enn
Páll Fagraberg og Thomas
Hansen fóru í holt við
maskinuna fyri trimum
mánaðum síðani, og tí eru
teir komnir sera langt upp á
stutta tíð, tí onnur hava ar-
beitt nógv longri við hesum
hugskoti uttan at koma nak-
ran serligan veg.
– Tað hevur verið stræv-
ið, men eisini sera læruríkt
og mennandi fyri okkum,
sigur Thomas Hansen.
Barnið hjá teimum hevur
nógv eftir at læra, men teir
ætla at halda fram við upp-
alingini maskinuna kom-
andi tíðina.
– Eg gleði meg til
maskinan verður vaksin og
flytir heimanífrá, sigur Páll
Fagraberg.
Ungir mans kollvelta fiskivinnuna
Thomas Hansen og Páll Fagraberg frammanfyri maskinuna, sum teir hava ment í samstarvi við fyritøkuna FJM.
Mynd: Eyðun Klakstein
Hetta
skapar
nýggjar
møguleikar
15
14
Nr. 83 - 2. mai 2003
Mikudagin var mót-
tøka á Kambsdali, har
felagið vísti fram
nýggja bygningin, har
meginparturin av
virkseminum nú fer
fram
FISH FAIR
Vilmund Jacobsen
Sosialurin í Saltangará:
El-fyritøkan, JT electric á
Kambsdali,
er
millum
føroysku fyritøkurnar, sum
hevur verið við á North
Atlantic Fish Fair.
Mikudagin bjóðaði fyri-
tøkan til móttøku á Kambs-
dali, har felagið hevur reist
ein bygning. JT electric
syrgdi fyri ókeypis buss-
ferð av Fish Fair norður á
Kambsdal, og fleiri nýttu
høvi at síggja snotuligu
hølini.
Serliga ljósini
Sosialurin vitjaði á básin-
um hjá JT electric miku-
dagin, har vit hittu stjóran í
felagnum, Per Christensen.
Per greiddi okkum frá
søgu felagsins, sum hevur
fleiri ár á baki, men hesum
skulu vit ikki gera burtur úr
á hesum sinni.
JT electric eigur tvey
dóttirfeløg, Tummas Thom-
sen í Klaksvík og JP ele-
ctric ltd. í Chili, har dentur
hevur verið lagdur á ljós til
alivinnuna.
Á Kambsdali arbeiða 25
fólk, í Klaksvík 8-10, og í
Chili eru tvey fólk knýtt at
fyritøkuni.
Per sigur, at tað, sum
fyritøkan serliga hevur lagt
dent á, eru kendu og væl-
umtóktu ljósini til ali-
vinnuna, sum hava til enda-
máls at seinka kynsbún-
ingini, soleiðis at alifisk-
urin etur meira og veksur
skjótari.
- Henda skipan er við
tíðini útbygd til eisini at
fevna um kamera, har fylgj-
ast kann við fiskinum í
kørunum ella ringunum og
blunkljósi omaná skipanini,
so aliringarnir eisini kunnu
síggjast í myrkri.
Per sigur, at tað serliga
eru aliljósini, sum sett
verða niður í ringarnar, ið
JT electric eru kendir fyri.
Felagið byrjaði at framleiða
hesi ljós fyri umleið 10
árum síðan, og síðan eru
tey betraði so hvørt, sum
árini eru gingin.
- Vit hava havt ein hampi-
liga stóran útflutning av
hesum ljósum, serliga til
Chili, sum alir nógvan fisk.
Tann eina bíleggingin til
Chili var uppá 200 ljós,
men samlaða talið, sum
farið er hagar, er eini 500
ljós. Vit hava eisini selt hesi
ljós til onnur lond.
Stjórin sigur, at JT elec-
tric kann útvega smolt-
støðum og alistøðum lidnar
fóðurskipanir
og
aðrar
skipanir til alivinnuna, tí fe-
lagið hevur stóran førleika
og drúgvar royndir. Haraftr-
at kemur, at JT electric
hevur neyvt samstarv við
útlendsk feløg.
Fleiri bein
Per sigur, at upprunaliga
var JT electric eitt vanligt
el-instalatørvirki, sum tók
sær av vanligum el-arbeiði,
og tað er felagið eisini í
dag. Sama er í Klaksvík.
- Men til tess at hava
fleiri bein at standa á,
byrjaðu vit at framleiða ljós
til alivinnuna, og tá ið hol
varð sett á her, avgjørdu vit
eisini at royna aðrar loysnir
til alivinnuna.
Hann vísir á, at nú ein
ávís kreppa er í alivinnuni,
hevur JT electric enn eina-
ferð lagt seg eftir at skapa
sær nýggjar møguleikar.
- Tí eru vit eisini farnir at
selja el-talvur, bæði stórar
og smáar, eins og vit hava
el-motorar í nógvum stødd-
um, sigur Per Christensen.
JT electric samstarvar
eitt nú við danska felagið,
El steel og Geveke teknik í
Danmark og Vaki i Íslandi.
JT electric hevur
selt 500 aliljós
í Chili
FISH FAIR
Vilmund Jacobsen
Fólk hava verið prátingar-
som og áhugaði í tí arbeiði,
vit gera, og onkur hevur
undrast yvir, at til ber at
sita á sjálvari stevnuni og
fáa alt uppá pláss til røttu
tíðina,
bæði
tekst
og
myndir
Sosialurin í Saltangará:
Nógv fólk hevur vitjað á
básinum hjá Sosialinum á
Fish Fair stevnuni. Fólk
hava havt stóran áhuga í tí,
vit gera, og tað hevur
kanska virkað hugtakandi
fyri fleiri, at vit hava sitið á
stevnuni og skrivað um tað,
sum her fer fram.
Mikudagin stukku nakrir
býráðsformenn framvið, og
vit hildu, at teir áttu at
sleppa inni í "hitan" hjá
Sosialinum.
Teir høvdu einki ímóti at
sleppa uppá eina mynd við
Sosialinum í bakgrundini –
og tað høvdu vit heldur
ikki...
Á básinum hjá Sosialin-
um hava vit eftir førimuni
roynt at kunnað um virk-
semið hjá blaðnum, og fólk
hava eisini havt møguleika
at fara út á internetið á
tveimum teldum, sum hava
verið tøkar til endamálið.
So skjótt, Sosialurin er
komin út, hevur verið
boðað frá, at blaðið fæst
ókeypis básinum.
Fólk hava verið práting-
arsom, og onkur hevur
undrað seg yvir, at til ber at
sita á sjálvari stevnuni og
fáa alt uppá pláss til røttu
tíðina,
bæði
tekst
og
myndir.
Hetta er ljós-
skipanin, sum
JT electric
hevur lagt
stóran dent á í
sínum virk-
semi. Kamera,
har tú kanst
fylgja fiskinum
og blunkljós
omaná, fylgja
eisini skipan-
ini, um tað er
ynskiligt
Mynd: Vilmund
Jacobsen
Hetta er nýggi bygningurin hjá JT electric á Kambsdali. Mikudagin hevði felagið móttøku, har
ókeypis bussur koyrdi av Fish Fair stevnuni og inn á Kambsdal.
Býráðsformenn vitja básin hjá Sosialinum
Her vitja býráðsformenn saman við øðrum á básinum hjá Sosialinum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
14